Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 15. juni 2002 17 Eftir kiksarin móti NSÍ skal B36 hava stig fyri at fylgja við oddinum, men EB/Streymur ætlar ikki at geva nakað frá sær UPPTAKT Jákup Mørk Triðja vikuskiftið upp í slag eigur B36 heimadyst, tá EB/Streymur kemur á vitjan. Tað hevur tó verið misjavnt, hvussu heima- dystirnir hava hylnast árs- talsfelagnum, og tí er einki at ivast í, at trý stig eru kravið sunnudagin. Klæmint við aftur Í mun til tapið fyri NSÍ tykist størsta broytingin hjá B36 vera, at teir nú aftur hava Klæmint Matras tøkan á miðvøllinum. Hann hevur verið skaddur stóran part av árinum, men alla hesa vikuna hevur hann vant við fullari ferð, og tí verður vónað, at hann endiliga er førur fyri at spæla allar 90 minuttirnar á miðvøllinum. Eisini Tróndur Vatnham- ar, sum hevur verið skaddur í knænum, tykist nú at vera tøkur aftur, og so er spurn- ingurin, um hann sleppur í málið aftur, ella um av- loysarin, Rene Tórgarð, hevur ognað sær sessin millum stengurnar. Hjá EB/Streymi tykjast eingir trupulleikar vera við skaðum ella øðrum, nú teir vitja í Havn. Jákup Martin Joensen var ikki við, tá javnleikurin á Tvøroyri kom til høldar, men roknað verður fyri vist, at hann verðru klárur. Jákup Martin er annars ein av fýra spælarum, sum sunnudagin skulu spæla móti fyrrverandi liðfeløg- um. Hjá EB/Streymi er talan umframt Jákup Mart- in um Ronnie Samuelsen, sum frá ’95 og fram til summarsteðgin í fjør var í árstalsfelagnum, umframt Andrzej Pacek, sum royndi seg hjá B36 eitt stutt skifti í fjør. Hartil kemur at Egil Zachariasen hjá B36 upp- runaliga kemur úr Streymi, so eisini fyri hansara við- komandi verður talan um dyst móti gomlum vinum. Vinskapur ella ei, so er tó einki at ivast í, at báðir partar sunnudagin fara at gera alt teir eru mentir til tess at tryggja sær stig fyri dystin. Eitt tap sunnudagin kann fyri bæði GÍ og KÍ viðføra, at frástøðan upp til oddaliðini verður størri enn gott er UPPTAKT Jákup Mørk Tað verður ikki – eins og tað ofta hevur verið - odda- dystur, tá KÍ sunnudagin vitjar í Sarpisgerði. Hinvegin er týdningurin av dystinum ikki minni, enn hann vanliga er. Fyri báðar er nevnliga galdandi, at tey hava tørv á trimum stigum, um so er at sam- bandið til oddin skal varð- veitast. Breiddin bilar Tað er í oddinum, at stríðið um europeisku plássini gongur fyri seg, og her hevur GÍ verið fastur fúsur seinastu mongu árini, men sum støðan er í løtuni, so verður tað tungt at røkka hesum málinum. Ein av orsøkunum til hetta er ivaleyst, at hópurin í ár er rættiliga smalur, og tískil ikki tolir nógvar skaðar. Nú undan vikuskift- inum er tað eisini soleiðis, at fleiri av týðandi leikar- unum dragast við smærri skaðar, men roknað verður tó við, at tað fer at bera til at pjøssa hesar saman, so- leiðis at einasta fráveran verður langtíðarskaddi Krzyztof Popczynski. Hjá KÍ hava skaðar eisini gjørt sítt til, at støðan ikki er betri enn tað sama. Heðin á Lakjuni verður neyvan við hesumegin summarsteðing, og eisini hevur Jan Andreasen skað- ar at dragast við, tó at teir vóna, at hann verður tøkur til vikuskiftið. Hvussu er og ikki, so er talan sum sagt um ein dyst, sum lættliga kann gera av, hvat av liðunum sleppur at fylgja við oddinum hetta kappingarárið, eins og taparin kann rokna við at gerast partur av týdningar- leysu miðjuni í kappingini, og tað er so neyvan ein støða, sum nakar av pørtun- um ætlar sær at sessast við. Fótbóltur um vikuskiftið 1. deild menn 16.06 B36-EB/S Eiler Rasmussen 16.06 NSÍ-TB Birgir Sondum 16.06 VB-B68 Suni Johansen 16.06 GÍ-KÍ Dagfinn Olsen 16.06 Skála-HB Páll Augustinussen 2. deild menn 15.06 KÍ-B71 Tummas Pauli Olsen 15.06 FSV-B36 Dia Lamhauge 15.06 HB-Sumba Rúni Gaardbo 15.06 VB-ÍF Jóhann Krogh 15.06 NSÍ-LÍF Georg Rasmussen 3. deild menn 16.06 B36-AB Laurits í Króki 16.06 FSV-TB Jan E. Glyvradal 16.06 ÍF-B68 Jonhard Hansen 16.06 GÍ-B71 Jan Gardar 16.06 Royn-HB Eyðun Kjærbo 1. deild kvinnur 16.06 KÍ-HB Berint Andreasen 16.06 GÍ-B68 Óli Samuelsen Skála hevur enn ikki vunnið dyst í bestu deildini, og sunnu- dagin verður tað í øllum førum trupult, tá ósigraða HB kemur á vitjan UPPTAKT Jákup Mørk Enn hevur alt gingið sum eftir ánni hjá HB. Teir hava framvegis ikki tapt dyst í nakrari kapping í ár, og hóskvøldið tryggjaðu teir sær eisini sess í finaludyst- inum um løgmanssteypið. Enn hava teir tó fyrsta útisigurin í landskappingini til góðar. Tvær reisur hava teir verið á útivølli, og báðu ferðirnar hevur talan verið um javnleik. Hesa ferð munnu útlitini tó vera nakað betri, tí enn hevur Skála ikki vunnið dyst í bestu deildini, og tó at teir hava fingið javnleik á heimavølli móti hinum havnarliðnum, so má HB roknast sum stórfavorittur til dystin sunnudagin. Skert HB-lið Hjá Skála ásanna tey eisini, at so er, men boðini eru tó, at teir ætla sær at stríðast manniliga, nú oddaliðið kemur á vitjan. Til dystin hevur Skála eisini mest sum allar mans tøkar. Arnold Berg og Bent Djurhuus vóru ikki við vegna skaða seinast, meðan Kári Hansen hevði leik- bann, men teir vera so allir við til dystin hesaferð. Einasta ivamálið tykist vera Pauli Hansen, sum fram- vegis dregist við skaða. Hjá HB er støðan við- víkjandi skaðum nakað øðrvísi. Í álopsparturin hevur saknurin í skadda Una Arge enn ikki verið so sjónligur, men lítið er tó at ivast í, at tað kemur illa við, at skaðin í rygginm fram- haldandi darvar málslúk- inum í at taka lut í dystum. Á miðvøllinum er Hallur Danielsen enn ikki komin fyri seg eftir at hava keikt fótin, og í verjupartinum er saknur í Jóhannis Joensen. Hann hevur ligið sjúkur í vikuni, og roknað verður ikki við, at hann er tøkur til dystin sunnudagin. Higartil hava avloysar- arnir tó víst, at teir væl eru førir fyri at taka uppgávuna á seg, og ger teir aftur tað hesaferð, so er einki at ivast í, at tey trý stigini fyri dystin fara til Havnar. B36-EB/S: Gamlir kenningar hittast GÍ-KÍ: Tað ræður um at halda fast Skála-HB: Fyrsti sigurin bíðar Egi Zachariasen hjá B36, er ein av fýra leikarum, sum sunnudagin fer at spæla móti fyrrverandi liðfeløgum sínum Magni Jarnskor er ein av fleiri GÍ leikarum, sum dregist við skaða, men sum væntandi verður tøkur sunnudagin kortini Hallur Danielsen keikti fótin fyri hálvari aðru viku síðani, og enn er hann ikki komin somikið fyri seg, at hann fær tikið lut í dysti 17 16 Nr. 112 - 15. juni 2002 VB gav ongan tíð HB nakra stórvegis mótstøðu hóskvøldið, og trý mála stóri sigurin kundi uttan stórvegis hóvasták verið í øllum førum tvífalt so stórur LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Tað var longu undan dyst- inum greitt, at tað var ein trupul uppgáva, sum VB hevði ímóti HB, tá seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið stóð á skránni hóskvøldið. Og skjótt eftir at dysturin var byrjaður, var tað mest sum eingin ivi um, at uppgávan fór at vera mest sum ógjørlig. Linligt Tað var nú ikki tað, at HB spældi so ótrúliga væl. Tað høvdu teir als ikki fyri neyðini, tí VB hevði snøgt sagt einki at bjóða uppá. Tað var ógvuliga sjónligt, at taktikkurin var at bíða á egnari hálvu, fyri møguliga at taka HB á bóli í onkrum kontra-álopum, men hetta riggaði als ikki. Við tvey mála leiðslu frá fyrru hálvfinaluni hevði HB nevnliga ikki fyri neyðini at leypa á við so nógvum fólki. Teir spældu seg ofta niðan eftir VB hálvuni, men alla tíðina við skili, og onga tíð soleiðis, at verja ella miðvøllur vórðu tømd fyri fólki. Hartil kom, at tá VB royndi seg við mótálopum, var talan aloftast bert um einar tveir ella tríggjar spælarar, sum fóru niðan- eftir, og tí hendi tað al- oftast, at álopini vórðu steðgaði langt áðrenn teir av álvara komu nær brots- teiginum. Hóast HB kanska ikki legði so øgiliga nógv fyri í álopspartinum, so megnaðu teir tó fleiri ferðir at skapa vandastøður, og vágbingar mundu í steðginum vera fegnir um, at munurin longu tá ikki var fleiri mál. Fyrst bjargaði dómarin teimum, tá hann dømdi (eitt ógvuliga lítið) fríspark móti Andrew av Fløtum, tá hesin stútaði bóltin í kassan, og síðani vóru fyrst stongin og síðani tvørtræið fyri, tá Jón Rói Jacobsen royndi seg í góðari skot- støðu. Andrew avgjørdi Í seinna hálvleiki var gongdin ikki stórt øðrvísi enn í fyrra. HB hevði framvegis alt spælið móti einum sera tomum mót- støðuliði, men í mun til fyrra umfarið, so gingu nú ikki nógvir minuttir, fyrr enn bólturin var í netinum. Nenad Zivanovic, sum fyri tað mesta hevði alt ov góðan hug á bóltinum, misti, tá hann uttan upp- bakning royndi at smoyggja sær ímillum tveir HB- leikarar. Endin av øllum var, at Andrew varð leiktur leysur, og tó at hann var um at missa bóltin útav, so fekk hann skumpað bóltin til Rúna Nolsøe, sum var eirindaleysur móti bygdar- feløgum sínum, tá hann sendi bóltin í netið. Tíggju minuttir seinni kundi Andrew sjálvur økja. Hetta hendi eftir brots- spark, sum hann sjálvur hevði vunnið liðnum, og tá Bjarni Johansen satsaði og tveitti seg, var Andrew sera kølin og lobbaði bóltin mitt í málið. Talan gjørdist bert til ta eina, sum Andrew skeyt eftir eitt-tvey samanspæl við Nico Dogaru, men tað var einamest HB sjálvum at takka, at málini ikki gjørd- ust fleri. Jón Rói Jacobsen skuldi havt skotið í minsta lagi eini tvey-trý mál við teimum møguleikum, sum hann hevði, og Tór-Ingar mundi skotið aldarinna mál í Gundadali, tá hann úr góðum 20 metrum sendi skrúvandi bólt á sjálva samankomingina, men tað var sum so líkamikið. HB hevði við ivaleysum samanløgdum sigri tryggj- að sær pláss í finaludyst- inum á ólavsøku, og tað var tað týdningarmesta fyri liðið. Kreppa Hesa seinastu vikuna hevur verið ført fram í miðlunum, at fleiri leikarar eru rýmdir frá VB, og søgurnar hava eisini gingið um, at aðrir eru ávegis úr felagnum. Um hetta seinasta er rætt ella ikki, fer tíðin helst at vísa, men tað tóktist vera greitt hóskvøldið, at trætan á liðnum hevur havt árin á avrikini á vøllinum. Tað man í øllum førum vera sera langt síðani, at vágbingar hava verið so tamir, sum teir vóru hós- kvøldið. Teir arbeiddu ikki fyri hvørjum øðrum tá liðið hevði bóltin, og teir tímdu nærum ikki at renna eftir HB, tá hesir høvdu bóltin. Perónligu mistøkini vóru nógv í tali, og viljin til at rætta hesi við at fanga mistu bóltarnir aftur tóktist vera eitt stað millum lítil og eingin. Møguliga var talan um ein kollektivan off-dag hjá vágbingum, og møguliga høvdu teir longu givið alla vón upp, áðrenn dysturin byrjaði, men verður avrikið ikki betra munandi undan komandi landskappingar- dystunum, kunnu vágbing- ar í øllum førum gloyma alt um at leggja seg út í heiðursmerkjastríðið. Tá skulu teir heldur venda eyguni móti liðunum, sum liggja niðarliga á talvuni. Dysturin í tølum HB-VB 3-0 (0-0) HB víðari við samanlagt 5-0 1-0: Rúni Nolsøe, 51 2-0: Andrew av Fløtum (br.), 62 3-0: Andrew av Fløtum, 74 Dómari: Birgir Sondum: Hevði helst hug at sovna av laka dystinum, og framdi tí onkur smærri mistøk. Lága ferðin gjørdi tó, at menn ongan tíð gjørdust serliga heitir, og ti kom ongan tíð nøkur øði í leikararnar. HB: Bárður Johannesen – Tór-Ingar Akselsen, Hans á Lag, Jan C. Dam, Janus M. Joensen – Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Nicu Dogaru – Pætur Dahl, Andrew av Fløtum, Jón Rói Jacobsen VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Palli Augustinussen, Marek Vierzbicki, Slobo- dan Madzar, Jón Gærdbo, Dan Djurhuus, Mortan úr Hørg – Nenad Zivanovic Metmaðurin á landsliðnum vónar at fáa sáttmála við annað felag í Danmark, nú sáttmálin við Hvidovre rennur út ÚTISETI Jákup Mørk Um vikuskiftið verður seinasta umfarið í næst bestu donsku deildini leikt, og millum dystir- nar í hesum er heima- dysturin hjá Hvidovre ímóti Randers Freja. Umframt at vera sein- asti dysturin hetta kapp- ingarárið, so verður hetta eisini seinasta høvið hjá viðhaldsfólk- unum hjá Hvidovre at siga farvæl við fleiri av leikarunum, sum hava mannað liðið seinnu árini. Peter Schmeichel hevur sum kunnugt slept ætlanunum um at gera Hvidovre til eitt stórt felag, og tískil verða flestu av sáttmála- bundnu leikarunum noyddir at finna sær annað starv í summar- steðginum. Ein av leikarunum, sum ikki longur hevur sáttmála við Hvidovre er Óli Johannesen, men hóast hetta, so hevur metmaðurin á landslið- num á ongan hátt slept ætlanunum um at halda fram sum yrkisleikari. - Vit kanna í løtuni ymsar møguleikar, og tó at eingi ítøkilg tilboð eru á borðinum, so hava ymsir følarar verið, so tað tykist ikki vera heilt ógjørligt, at eg fari at halda fram sum yrkis- leikari, sigur Óli. Tvørámaðurin hevur áður sagt, at um hann skal halda fram í donsk- um fótbólti, so skal hetta vera sum fulltíðar leik- ari. Sum fíggjarstøðan er hjá flestu av smærru feløgunum í dag, so kundi hetta bent á, at talan verður um fótbólt í superliguni, og tað er so avgjørt ikki nakað, sum verður avsannað. - Tað er púra klárt, at tað ikki eru nógv feløg uttan fyri superliguna, sum hava ráð at hava fulltíðar leikarar, so eg vóni sjálvsagt, at talan verður um superligu- fótbólt. Enn er sum sagt einki greitt. Jákup í Stórustovu og eg royna í løtuni at kanna ymsar møguleikar. Meira enn tað fái eg ikki sagt í løtuni, men sum sagt, so vil eg fegin halda fram sum yrkisleikari í nøkur ár afturat sigur Óli Jo- hannesen at enda. Óli ætlar sær ikki heim Óli Johannesen vónar, at tað fer at bera til at finna sær nýtt felag í Danmark, soleiðis at yrkisleiðin kann halda fram í nøkur ár afturat HB-VB 3-0 (0-0): HB spákaði sær til finaluna Tað var um reppið, at Tór-Ingar Akselsen skeyt áldarinnar mál í Gundadali hóskvøldið, og tað var sum so hæddarpunktið í einum sera linligum og einstáttaðum dysti Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16