Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 15. juni 2002 19 Tað eydnaðist ikki Italia at vinna sein- asta dystin í bólka- spælinum, men við eini hjálpandi hond frá Ecuador komu teir ljósabláu tó víðari í kappingini HM-FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað var um reppið, at Italia hósdagin fór sama veg, sum Frakland og Argentina longu eru farin. Fyri at vera vísir í at koma víðari úr bólkaspæli- num, so skuldu italiumenn vinna dystin móti Mexico, og tað mundu tey flestu eis- ini rokna við fór at bera til. Eisini hóast kappingin higartil hevur sýnt, at stóru favorittarnir als ikki skulu kenna seg so tryggjar. Tað var eisin um reppi, at tað gekk galið hjá Italia. Eftir góðum hálvum tíma skey mixicanski Borgetti sítt næsta mál í HM-kapp- ingini, og so var trýstið av álvara lagt á Italia. Alessandro Del Piero kom á vøllin í seinna hálv- leiki, og hann vísti seg at verða frelsandi eingilin hja Italia, tá hann fimm minutt- ir fyri leiklok gjørdi útjavn- andi málið. Kroatia kiksaði Javnleikurin hjá Italia skuldi nevnliga vísa seg at vera nóg mikið, tí í hinum dystinum í bólkinum snávaði Kroatia, tá teir taptu 1-0 fyri Ecuador. Ein sigur til kroatar í hes- um dystinum hevði annars tryggjað teimum pláss mill- um tey seinastu 16, um Ital- ia ikki fekk fult í sínum dysti, men Kroatia helt ikki sín part av fortreytunum, og tískil kundi tað vera tað sama, hvussu dysturin hjá Italia endaði. Málið hjá Ecuador skeyt Edmundo Mendez, og tó at Ecuador ikki kom víðari í kappingini, so var talan um eina søguliga løtu. Hetta er nevnliga fyrsta málið, sum Ecuador hevur fingið í ein- um HM-endaspæli. Úrslit: Ecuador-Kroatia 1-0 (0-0) 1-0: Edmundo Mendez Mexico-Italia 1-1 (1-0) 1-0: Jared Borgetti, 34 1-1: Alessandro Del Piero, 85 Bólkur G: Italia slapp við skrekkinum HB kvinnurnar gjørdu monnunum kynstrið eftir, og skulu spæla steypa- finalu móti KÍ FÓTBÓLTUR Jákup Mørk HB skuldi á Sandi verja 1- 0 leiðsluna, sum liðið hevði frá fyrra dystinum millum liðini. Tað ferðina var talan um ein heldur linligan dyst, har gestirnir fyri tað mesta vardu, fyri so at dúva upp á kontraálop. Taktikkurin hjá B71 var ikki stórt øðrvísi hesaferð, men tað var tó um reppið, at hetta bar úrslit við sær hóskvøldið. Tað eydnaðist nevnliga B71 at koma á odda, tá HB málverjin og ein verjuleikari misskiltu hvønn annan, soleiðis at álopsleikari hjá B71 brád- liga slapp ímillum. 1-0 var eisini støðan í hálvleikinum, men hevði B71 rokna við at halda fast um hetta, so høvdu tær ikki roknað við Eyðfríð Krist- iansen. Fyrst sendi hon frí- spark beinleiðis í netið, og tá hon nakað seinni fór einsamøll ígjøgnum sand- oyarverjuna og setti bóltin framvið málverjanum, stóð tað greitt, at HB aftur í ár skal spæla steypafinalu. Eins og í fjør, so verður dysturin hesaferð móti KÍ, men tað kann ikki roknast við, at HB verður eins væl fyri við fólki, sum tær vóru fyri einum ári síðani. B71-HB 1-2 (1-0): Kvinnurnar eisini í finaluni Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Danmark 3 2 - 1 - 0 5 2 3 7 2 Senegal 3 1 - 2 - 0 5 4 1 5 3 Uruguay 3 0 - 2 - 1 4 5 -1 2 4 Frakland 3 0 - 1 - 2 0 3 -3 1 Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Spania 3 3 - 0 - 0 9 4 5 9 2 Paraguay 3 1 - 1 - 1 6 6 0 4 3 Suður Afrika 3 1 - 1 - 1 5 5 0 4 4 Slovenia 3 0 - 0 - 3 2 7 -5 0 Bólkur C v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brasilia 3 3 - 0 - 0 11 3 8 9 2 Turkaland 3 1 - 1 - 1 5 3 2 4 3 Costa Rica 3 1 - 1 - 1 5 6 -1 4 4 Kina 3 0 - 0 - 3 0 9 -9 0 Bólkur D v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Suður Korea 2 1 - 1 - 0 3 1 2 4 2 USA 2 1 - 1 - 0 4 3 1 4 3 Portugal 2 1 - 0 - 1 6 3 3 3 4 Póland 2 0 - 0 - 2 0 6 -6 0 Bólkur E v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Týskland 3 2 - 1 - 0 11 1 10 7 2 Cameroon 3 1 - 2 - 0 5 2 3 5 3 Írland 3 1 - 1 - 1 2 3 -1 4 4 Saudi Arabia 3 0 - 0 - 3 0 12 -12 0 Bólkur F v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Svøríki 3 1 - 2 - 0 4 3 1 5 2 Ongland 3 1 - 2 - 0 2 1 1 5 3 Argentina 3 1 - 1 - 1 2 2 0 4 4 Nigeria 3 0 - 1 - 2 1 3 -2 1 Bólkur G v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Mexico 3 2 - 1 - 0 4 2 2 7 2 Italia 3 1 - 1 - 1 4 3 1 4 3 Kroatia 3 1 - 0 - 2 2 3 -1 3 4 Ecuador 3 1 - 0 - 2 2 4 -2 3 Bólkur H v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Japan 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 2 Russland 2 1 - 0 - 1 2 1 1 3 3 Belgia 2 0 - 2 - 0 3 3 0 2 4 Tunis 2 0 - 1 - 1 1 3 -2 1 Máltindurin, HM Miroslav Klose Týskland 5 Jon Dahl Tomasson Danmark 4 Rivaldo Brasilia 3 Ronaldo Brasilia 3 Christian Vieri Italia 3 Pedro Pauleta Portugal 3 Papa Bouba Diop Senagal 3 Raul González Spania 3 Marc Wilmots Belgia 2 Rónald Gomez Costa Rica 2 Robbie Keane Írland 2 Junichi Inamoto Japan 2 Jared Borgetti Mexico 2 Nelson Cuevas Paraguay 2 Fernando Hierro Spania 2 Fernando Morientes Spania 2 Henrik Larsson Svøríki 2 Hasan Gokhan Sas Turkaland 2 HM hetta vikuskiftið 15.06 07.30 Týskland-Paraguay 15.06 12.30 Danmark-Ongland 16.06 07.30 Svøríki-Senegal 16.06 12.30 Spania-Írland 17.06 07.30 Mexico-2’ari D 17.06 12.30 Brasilia-2’ari H Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 6 4 - 2 - 0 14 3 11 14 2 NSÍ 7 4 - 2 - 1 12 10 2 14 3 B68 7 3 - 3 - 1 11 9 2 12 4 B36 6 3 - 1 - 2 18 10 8 10 5 GÍ 6 3 - 1 - 2 9 9 0 10 6 KÍ 6 3 - 0 - 3 17 10 7 9 7 VB 6 2 - 2 - 2 3 3 0 8 8 EB/Streymur 6 1 - 1 - 4 5 9 -4 4 9 TB 6 1 - 1 - 4 5 22 -17 4 10 Skála 6 0 - 1 - 5 3 12 -9 1 Danski toppskjúttin í HM- kappingini, Jon Dahl Tomasson, verður møgu- liga ikki við, tá Danmark leygardagin skal spæla 1/8- finalu ímóti Onglandi. Tomasson hevur síðani dystin móti Fraklandi havt pínu í lærkrikanum, og úr donsku leguni verður sagt, at tað einasta, sum hjálpir í slíkum førum, er tíð. Og tað hava danir neyvan tíð til í løtuni. Annars tykist áhugin fyri danska landsliðnum at vera mest sum eksploderaður, síðani sigurin á Fraklandi. Sostatt eru 850 danir aftur- at farnir til Niigata, har dysturin móti Onglandi verður leiktur. Ivi um Tomasson 19 18 Nr. 112 - 15. juni 2002 VB tykist í løtuni vera fullkomuliga fyri ongum, og so er spurningurin, hvørt hetta fer at gagna toftamonnum UPPTAKT Jákup Mørk Hýrurin er í botni í Vági í hesum døgum. Ein meira enn lúrandi kreppa tykist vera í fyrstaliðshópinum hjá VB, spælarar hava hótt við at rýma og fara í onnur feløg, og hetta hevur eisini verið eyðsæð í spælinum á vøllinum. Hóskvøldið fingu teir rættiliga bank í Gundadali ímóti HB, og hóast tað var talan um dyst í steypakapp- ingini, so skerst ikki burtur, at slík tap seta síni merki í sjálvsálitið hjá leikarunum. Álopsparturin skerdur Tí er lítið at ivast í, at VB í løtuni er til at tosa við á heimavølli, og so er spurn- ingurin, hvørt toftamenn klára at gera sær dælt av hesum. Bæði liðini vóru tapandi hálvfinalistar hóskvøldið, men mett frá avrikunum tá, so eru tað tó toftamenn, sum eru munandi betri fyri, tó at teir hava eina hálva kreppu í álopspartinum. Møguliga er Marcello tó í ferð við at loysa hesa. Hann kom á vøllin í seinna hálvleiki móti NSÍ og skor- aði eitt vakurt mál, so møguliga verður hann við frá byrjan hesaferð. Tað verður Hans Fróði Hansen helst eisini, hóast hann hevur ein minni skaða at dragast við, men hinveg- in sær verri út hjá Jan Pet- ersen. Hann noyddist av vøllinum hóskvøldið, og í skrivandi løtu er sera iva- samt, um hann fær tikið lut í nøkrum dysti sunnudagin. Svara teir aftur Hjá VB eru tað ikki so nógv skaðar, sum gera um seg, men sum kunnugt er talan um mannfall kortini. Kanska verður størsti spurningurin hesaferð, hvussu álopsparturin á lið- num fer at síggja út. Har hevur Robert Ciezlewicz havt sera ilt við at vinna sær pláss í verjukendu útgangs- støðuni hjá liðnum, men tað er tó ikki óhugsandi, at hann fer at fáa møguleikan frá byrjan á heimavølli. Og so er heldur ikki óhugsandi, at VB brádliga fer at reisa seg. Teir hava mangan áður treiskast, tá mest hevur staðið á, og iva- leyst eru toftamenn eisini somikið royndir, at teir ikki á nakran hátt rokna við nakrari lættari uppgávu á Eiðinum, tí tað er hon sjáldan. Runavíkingar fegnast sjálvandi um finalu- sessin, men fyrst og fremst ræður um at halda fast í oddinum UPPTAKT Jákup Mørk Tað er ikki eiti á, at fót- bóltshýrurin í Runavíkini er góður í løtuni. Runavíking- ar vunnu seg fyri viku síð- ani upp í oddin í landskapp- ingini, og hóskvøldið tryggjaðu teir sær sess í steypafinaluni, sum verður á ólavsøku. Landskapping fyrst Tað er tó fyrst og fremst sessurin á stigatalvuni, sum runavíkingarnir nú skulu hugsa um, og á pappírinum tykist tað ikki vera nøkur ógjørlig uppgáva at halda fast um hendan, nú TB kemur á vitjan. Til dystin hevur NSÍ mest sum allar mans tøkar. Jónstein Petersen og Sjúrð- ur Jacobsen vóru báðir burtur frá hóskvøldið, tí teir høvdu leikbann, men teir verða báðir við aftur nú, og so er spurningurin, hvussu Jógvan Martin Olsen fer at blanda kortini. Seinast lat hann Christian Høgna Jacobsen loysa Sjúrð av á bakkinum, og so er spurn- ingurin, hvørt hann heldur fast um hetta, og um ikki – so um Christian Høgni fær annað plássið í álopinum, nú bæði Sonni L. Petersen og Óli Hansen hava skorað tveir dystir upp í slag. Tað má so í øllum førum sigast at vera okkurt slag av luk- sus-trupulleika, tá so er. Einasti trupulleikin hjá lið- num tykist vera skaðin hjá Djóna N. Joensen, sum helst fer at halda honum uttan fyri komandi tvær vikurnar. So er spurningurin bara, hvussu runavíkingar fara at megna at umstilla seg til nýggjan dyst, bert tríggjar dagar eftir hálvfinaluna. Hetta verður eisini fimti dysturin hjá leikarunum í juni mánaði, so tað er skil- ligt, at dysturin verður leiktur sunnudagin og ikki leygardagin, so sum tað ofta verður gjørt við stevnudystum. Hjá TB tykjast allir mans at vera tøkir til dystin, og eftir at formkurvan hevur sveiggjað seg nakað væl uppeftir síðani venjaraskift- ið, verður spennandi at síggja, hvørt teir fara at gera nakrar skreytir, og á tann hátt spilla runavíking- unum eystanstevnuna. Hagtølini hetta vikuskiftið hava ikki so greiðar ábend- ingar, sum tey onkuntíð hava havt, tó at tey so mikið sum so, at B68 van- liga hevur tað trupult í Vági eins og TB hevur søguliga góð úrslit í Runa- vík. Enn hava hagtølini tó ongan tíð avgjørt nakran dyst, og at tey ikki kunnu nýtast til so nógv var dyst- urin hjá NSÍ í Havn fyri viku síðani eitt gott dømi um. Talvan sýnir, hvussu mótstøðuliðini sunnudagin hava staðið seg, tá tey hava hitst í bestu deildini sein- astu 10 árini -jm VB-B68: Kreppan skal loysast NSÍ-TB: Oddasessurin skal haldast við Løkin Vágbingar hava alt at vinna og einki at tapa, nú teir skulu royna at reisa seg úr innanhýsis kreppunil, og tað kann vera vandamikið fyri gestirnar av Toftum Runavíkingar hava ovmikið at fegnast um í hesum døgum, men hvíldin millum dystirnar er stutt, og tí ræður um at fáa armarnar niður aftur Soleiðis plagar at ganga C M Y K 18