leygardagur 15. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 112 - 15. juni 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Oljufeløg
vísa
minkandi
áhuga
Tað vakti ans í Noregi,
at tvey av heimsins
størstu
oljufeløgum
sendu ikki myndugleik-
unum umsókn, tá tað
17. norska útbjóðingar-
umfarið var fyri fjúrtan
døgum síðani. Tey bæði
feløgini, sum ikki lótu
frætta frá sær, vóru
Esso og TotalFinaElf,
men sambært oljumála-
ráðnum hava feløgini
boðað frá, at tey ætla
sær at søkja næstu ferð.
Norski oljumálaráð-
harrin, Einar Steens-
næs, ásannar, at áhugin
fyri teimum norsku
oljuleiðunum er mink-
aður, men hann vónar,
at okkurt av teimum
loyvunum, sum vórðu
útlutað í 17. umfarin-
um, fer at geva úrslit, so
áhugin
kann
veksa
aftur.
Higartil hava norð-
menn havt eitt útbjóð-
ingarumfar um árið,
men nú verður umhugs-
að at broyta skipanina,
soleiðis at feløg kunnu
fáa loyvi uttan um tey
vanligu útbjóðingarum-
førini.
Gongst illa
hjá Canal
Digital
Canal Digital hevur
mist nógvar pengar á
norðurlendska
sjón-
varpsmarknaðinum
seinastu árini, og líkt er
til, at HM-fótbólturin
gerst felagnum dýrur.
Canal Digital vil ikki
siga, hvussu nógvir
norðurlendingar sita og
hyggja at fótbólti úr
Japan og Korea, men
felagið
ásannar,
at
hyggjaratalið er mun-
andi minni, enn roknað
varð við, tá felagið út-
vegaði sær sendirætt-
indini. Sambært felagn-
um kemst tann lutfals-
liga lítli áhugin av, at
teir flestu dystirnir eru
um morgunin, og tá
hava tey flestu ikki
møguleika at hyggja.
Norskir
fjølmiðlar
halda, at Canal Digital
hevur mist næstan eina
milliard krónur í Norð-
urlondum
tey
bæði
seinastu árini. Í hesum
sama tíðarskeiði hevur
umsetningurin hjá fel-
agnum á norðurlendska
marknaðinum
verið
tríggjar milliardir krón-
ur.
Úr Norðurlondum:
Longri
fongsuls-
revsing
Norska løgmálaráðið
mælir til, at tann harð-
asta fongsulsrevsingin,
sum sambært galdandi
lóg er 21 ár, verður
longd til 30 ár. Ein
nevnd, sum hevur kann-
að viðurskiftini, mælti
annars frá at broyta ver-
andi mark.
Men
løgmálaráðið
heldur, at tað er rætt at
herða fongsulsrevsing-
ina í serliga grovum
lógarbrotum. Løgmála-
ráðið sigur, at tá talan
er um vanligt morð, er
rætt at varðveita markið
upp á 21 ár, men er tal-
an um t. d. neyðtøku og
morð, kann revsingin
leingjast upp í 30 ár.
Tað sama eigur at
galda, um sami persón-
ur verður dømdur fyri
meiri enn eitt morð,
sigur løgmalaráðið.
Eisini í
Danmark
Tað er ikki bert í USA,
at børn og ung eru fyri
kynsligum ágangi í
kirkjuligum høpi. Hós-
kvøldið visti danska
sjónvarpið at siga, at
tað finnast fleiri dømi
um tilsvarndi ágang í
Danmark. Sagt varð, at
fleiri ung hava verið
fyri ágangi í sambandi
við kirkjuligar sam-
komur og konfirmati-
ónsfyrieiking. Hildið
verður, at bert ein lítil
partur av tilburðunum
verða fráboðaðir.
Allir
afturgongd
Teir fýra flokkarnr, sum
mynda norsku sam-
gongustjórnina, noyð-
ast at ásanna, at tað
kostar at sita í stjórn.
Ein nýggj veljarakann-
ing vísir, at allir flokk-
arnir hava afturgongd.
Størsti flokkurin í sam-
gonguni, Høgri, fær nú
stuðul frá 18,4 prosent-
um av veljarunum, og
tað er 1,8 prosent minni
enn fyri bert einum
mánað síðani. Uppaftur
verri er hjá Kristiliga
Fólkaflokkinum
hjá
Kjeld Magne Bonde-
vik, forsætisráðharra.
Hann fær nú 8,8 pros-
ent, og tað er 3,7 pros-
entstig minni enn á val-
inum seinasta heyst.
Tíðindi vilja vera við,
at fleiri vesturlendsk-
ir limir í felagsskap-
inum al-Qaeda eru
tiknir á markinum
millum Afghanistan
og Pakistan. Teirra
millum eru fleiri
amerikanarar
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Amerikansku myndugleik-
arnir váttaðu í gjár, at fleiri
vesturlendingar, sum eru
limir í yvirgangsfelags-
skapinum al-Qaeda, eru
tiknir á marknaleiðini mill-
um Afghanistan og Pakis-
tan. Sambært blaðnum The
New York Times eru fleiri
teirra amerikanarar, men
tað vildu myndugleikarnir
hvørki vátta ella avsanna.
Pakistanskar fregnartæn-
astukeldur søgdu hósdagin,
at
amerikanarin
Jose
Padilla, sum varð tikin í
Chicago tann 8. mai, varí
einum miðasiatiskum landi
í apríl. Ørindi hansara vóru
at fáa fatur á geiðslavirkn-
um evnum, men keldurnar
søgdu einki um, hvar Jose
Padilla var, ella hvønn hann
hevði samband við.
Jose Padilla er bert ein av
fleiri vesturlendingum, sum
hava verið uppi í al-Qaeda.
Bretin Richard Reid varð
tikin í einum flogfari á veg
um Atlantshavið í desem-
ber, og amerikanarin John
Walker Lindh varð tikin, tá
hann bardist saman við
Taliban í Afghanistan.
The New York Times
skrivaði í gjár, at hesir
tríggir eru uttan iva bert tað
ovasta av ísfjallinum. Pak-
istansku myndugleikarnir
hava sagt, atteir hava tikið
umleið 400 fólk, sum teir
halda hava samband við al-
Qaeda, og at 300 teirra eru
latnir amerikansku myn-
dugleikunum.
Sambært
pakistansku myndugleikun-
um eru fleiri teirra vestur-
lendingar, og sagt verður, at
í hvussu er seks av fang-
unum eru seinni fluttir til
USA. Tveir av monnunum
skulu hava verið hjálpar-
menn hjá Jose Padilla, og
sambært tíðindastovuni AP
eru teir nú til avhoyringar
hjá FBI á einum loyniligum
staði.
Amerikansku myndug-
leikarnir ivast ikki í, at Jose
Padilla kom upp í al-
Qaeda, meðan hann sat í
fongsli í USA fyri nøkrum
árum síðani. Tí halda teir,
at felagsskapurin hevur
verið virkin í USA og
útvegað sær limir í fongsl-
um og aðrastaðni.
Meðalhitin á Jørðini
hevur ongantíð verið
so høgur sum tríggjar
teir fyrstu mánaðarn-
ar í ár – í hvussu er
ikki tey seinastu 150
árini
UMHVØRVI
Árni Joensen:
Tað hevur ongantíð verið so
heitt á Jørðini sum tríggjar
teir fyrstu mánaðarnar í ár.
Kanska er tað ikki rætt at
nýta orðið ongantíð, men
síðani menn fóru undir at
skráseta hitan fyri 150
árum síðani, hevur meðal-
hitin á Jørðini ongantíð ver-
ið so høgur sum í fyrsta
ársfjórðingi í ár.
Veðurfrøðingar nýta tíð-
arskeiðið frá 1961 til 1990
sum samanberingargrun-
darlag, og í januar, februar í
mars í ár var meðalhitin 0,7
stig oman fyri meðalhitan
tey 30 árini. Hetta vísa mát-
ingar, sum East Anglia Uni-
versity í Norwich í Ong-
landi hevur gjørt.
Granskingarleiðarin
á
donsku veðurstovuni Dan-
marks Meteorologiske In-
stitut, Eigil Kaas, sigur, at
hóast tað ikki ber til at
prógva tað, er lítil ivi um, at
tað er tað mannaskapta
vakstrarhúsárinið, sum er
orsøkin til tann veksandi
hitan á Jørðini. Høvuðsor-
søkin er, at dálkingin frá
kol-, gass- og oljubrenning
forðar hitanum frá sólini at
sleppa av aftur Jørðini,
sigur Eigil Kaas.
1998 er tað higartil heit-
asta árið, sum vísindin veit
um at siga. Tað árið var
hitin 0,58 stig oman fyri
meðalhitan. Í fjør var hann
0,44 stig omanfyri. Men
verða teir seinastu tríggir
ársfjórðingarnir í ár líka
heitir sum tann fyrsti, verð-
ur árið í ár nýtt metár.
Fleiri vesturlendingar í al-Qaeda
Heitasti ársfjórðingurin í 150 ár
Bretin Richard Reed er ein av vesturlendsku limunum í al-Qaeda. Hann varð tikin umborð á
einum flogfari í desember. Tað vísti seg, at hann hevði spreingievni í øðrum skónum
Nr. 112 • leygardagur • 15. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Rógvi tekur myndir fyri
Margrethu drotning
Sjálvur annar er vágbingurin og súkklarin Rógvi
Johansen, sum er undir útbúgving sum fotografur, í
holt við at taka myndir til myndasavn til donsku
drotningina
Lesið síðu 3
KLOKKUSPÆL
Orð og myndir: Eirikur
Lindenskov
Tá ið Havnar Kirkja í 1988 fylti
200 ár, fekk kirkjan nýtt klokku-
spæl frá Havnar Kommunu.
Hetta klokkuspæl skuldi loysa av
gamla klokkuspælið, ið kirkjan
fekk sum gávu frá nótafelagnum,
sum varð avtikið fyrst í fimmti-
árunum.
Tá ognir felagsins vórðu
seldar, var peningurin nýttur sum
gáva til klokkuspælið til kirkj-
una.
Og tað var sjálvandi ikki av
tilvild, tí gamalt var, at nótirnar
hjá Nótafelagnum vórðu goymd-
ar á kirkjuloftinum.
Tað var Niels L. Arge, ur-
smiðjur, sum hevði um hendi
klokkuspælið. Hann setti tað upp
og helt tað við líka, til hann fall
frá fyrrapartin í sjeytiárunum. Tá
tók sonur hansara, Tummas Arge,
yvir hetta arbeiðið, til klokku-
spælið varð skift út í 1988.
Gamla klokkuspælið, sum Chr.
Ørnholms Eft. hava latið í 1952
var mekaniskt, og tað spældi
bara tann eina sálmin: »Tíðin
rennur sum streymur í á«, við
lagnum hjá Jógvani Waagstein.
Nýggja klokkuspælið er elek-
troniskt og hevur fleiri løg – og
eru tey at hoyra seks ferðir um
dagin:
Kl 9.00: Eg vil mínum Harra
prísa, (Gamalt føroyskt sálma-
lag). Kl 12.00: Tíðin rennur sum
streymur í á (J. Waagstein). Kl
15.00: Harra Gud, títt dýra navn
og æra (Gamalt føroyskt sálma-
lag. Kl 18.00: Kirkjan, hon er
eitt gamalt hús (Knút Olsen). Kl
20.00: Dagurin aftnar, ver okk-
um hjá (H. J. Højgaard). Kl
21.00: Nú aftnar dagur, og tað
verður síðla (Pauli í Sandagerði).
Í hesum døgum eru menn frá
Byggifelagnum Waagstein í ferð
við at leggja nýtt skifertak á
kirkjuna undir leiðslu av Essa
Ellefsen – og vórðu fyrstu
steinarnir lagdir á hósdagin. Í
hesum sambandinum hevur
ætlanin verið at taka niður gamla
klokkuspælið, sum enn stendur
uppi í kirkjutorninum.
Klokkuspælið hevur ikki forn-
frøðiligan áhuga – tað er ikki
meira enn hálvthundrað ára
gamalt, men fyri fleiri havnar-
borgarar vekir tað serlig minni.
Kirkjuráðið hevur umrøtt
spurningin, og fleiri tankar vóru
um, hvat gerast skuldi við gamla
klokkuspælið. Nú er so gjørt av,
at klokkuspælið fyribils verður
standandi. Støða verður so tikin,
tá kirkjutornið verður umvælt,
ætlandi í komandi ári.
Tað er Jórun í Dali, arkitektur,
sum hevur staðið fyri umvæling-
ararbeiðinum, sum er gjørt í
Havnar kirkju seinastu 8-9 árini.
Hon sigur, at kirkjan nú er
høvuðsumvæld øll sum hon, enn
vantar bert tornið. Arbeiðið er
gjørt í stigum, so sum fíggjar-
vánirnar hava verið.
Hvørjum standi tornið er í, veit
hon ikki rættuliga at siga, tí tað
hevur dupultan klædning, og tað
skapar altíð trupulleikar, tí tá fær
vætan ikki sett frá.
Arbeiðið sum nú er í gongd,
hevur gingið væl, og tað verður
liðugt fyri ólavsøku.
– Eg vil mínum harra prísa
Soleiðis syngur nýggja klokkuspælið í Havnar Kirkju. Tað gamla
klokkuspælið, sum sang »Tíðin rennur sum streymur í á«, stendur framvegis
upp í torninum, og har verður tað standandi fyribils
Mekaniska klokkuspælið frá 1952 verður fyribils standandi uppi í torninum
í Havnar Kirkju, hóast tað ikki hevur verið brúkt seinastu 14 árini
C
M
Y
K
21
20