Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 112 - 15. juni 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Eg livi í einari lítlari, men tó fjølbroyttari dreyma- verð. Tá eg taki eitt dag- blað í hondina, vænti eg, at tað, sum eg lesi, er satt, sjálvandi innan fyri tað rammu sum eitur politiskur litur. Henda dreymaverð er deilig og gevur mær gleði í gerandisdegnum. Hon verður bert órógvað tær ferðirnar, tá eg veruliga veit nakað um tað sum skrivað verður. Tá skal blaðið upp til próvtøku. Passar tað sum skrivað stendur ikki tá, raplar dreymaverðin saman. Her kann eg nevna eitt dømi. Í januar 1998 var táverandi danski stjórnar- ovastin Poul Nyrup Ras- mussen á Føroyavitjan. Bankakanningin var í sínum síðstu døgum, og ein sending í SVF hevði víst Nyrup sum rættuliga bandittasligan. Eg búði niðri tá, men eg var í Føroyum í jólafrítíð. Dagin eftir vitjanina stóð á forsíðuni í Politik- en, at Nyrup var illa mót- tikin í Føroyum. Tá hann skuldi við ferjuni um Vestmannasund blokeraðu 120 bilar ferjuleguna fyri at mótmæla hansara vitjan. Neyðars Nyrup noyddist tí at taka hina rutuna (hvørja rutu?) til Havnar. Hetta var jú ósatt, 120 bilar stóðu í bíðirøð fyri at vísa, at vágafólk hildu seg tørva ein undirsjóvar- tunnil. Nyrup koyrdi beint framvið teimum og um- borð á ferjuna. Fyri før- oyingar er tað jú vitloysi, at hugsa sær: vágafólk happa ein danskan stjórnarleiðara? Men Politiken gavst ikki so, øðiligt ljóðaði tað, tá blaðmaðurin segði frá: at Nyrup var blivin innistongdur á einum hotelli av illum føroying- um, sum dansaðu før- oyskan dans eftir honum. Eg var sjálvur uttan fyri Hafnia. Har var stak friðarligt. Eg vildi næstan sagt vinarligt. Vit hand- aðu Nyrup eitt skriv, og eg eri til reiðar at svørja uppá, at vit hildu uppat við at dansa, tá hann kom út. Henda grein fekk meg at ivast í trúvirðinum hjá Politiken, serliga tá tey noktaðu at taka mítt rættleiðandi lesarabræv. Mín dreymaverð gekk undir, eg misti mítt blað. Men enn verri var, at myndin av ótakksomu føringunum bleiv styrkt enn meira í danska samfelagnum. Sum blaðfólk hevur tú eina ábyrgd, fólk trúgva tær fyri tað mesta, tey liva sum eg í einari dreyma- verð, og tá tú misrøkir títt starv so kann tað fáa tær fylgir, at tínar lygnir gerast sannleiki hjá nógvum. Eg veit ikki rættiliga, hvat vit vanligu lesarar kunnu gera við hetta. Lygnir og vánaligt re- search eru gerandiskostur í bløðum eins væl sum í útvarpi og sjónvarpi, fyri ikki at tosa um á alnótini. Men sjálvt við hesari vitan, trúgvi eg tí mesta sum eg lesi, eg klári ikki at seta spurnartekin við alt. Eg haldi heldur ikki, at tað skuldi verið neyðugt. Tað má for tramin vera ein uppgáva hjá blaðstjóra og blaðfólki at halda støðið bara nøkulunda. Her tosi eg ikki um politiskan lit, men um tað, at blaðfólkið veit hvat tað skrivar um, og at tað ikki pellar. Er hetta ov nógv at krevja? Hví sleppa blaðmenn at lúgva? Niels Uni Dam skrivar: SOSIALURIN Í 75 ÁR Eirikur Lindenskov Sum kunnugt var endiliga ein meiriluti á tingi fyri uppskoti um at byggja ein nýggjan »Smiril«. Hetta skrivar Sosialurin hin 21. juli í 1962. Blaðið visti at siga, at ein undir- nevnd, ið landsstýrið hevur sett, »við kannan og støðu takan til tey mongu upp- skot, ið innheintað eru frá ymsum hornum«. Blaðið sigur, at lands- stýrið skal leggja eitt upp- skot fyri fíggjarnevndina til góðkenningar. »Vónandi verður tað at eydnast at fáa greitt málið so skjótt, at arbeiðið kann verðabyrjað í hesum árinum. Um »Smiril«s sigling og rutu nú er annars at siga, at fólk vist ongantíð hevur havt so stóra nýtslu av honum áður. Hann siglir tvífalt so nógv, og fólk hevur ongantíð ferðast so nógv við honum. Week-end túrurin seinnapartin leygardagin at koma aftur sunnukvøldið við returbillet við avslátti upp á 25% er serliga væl umtóktur. Nú arbeiða so nógvir suðuroyingar norðanfyri. Teimum fellur væl at sleppa suður til síni um vikuskiftið. Ferðafólk gleðir seg til tann nýggja »Smirilin«. Hin gamli er so nógv ov lítil og ov illa innrættaður til tað nógva fólkið. Nú er hvørja ferð so nógv fólk við, at bert ein lítil parturin kann hoykja beinini niður. Fyri veik fólk er ikki stuttligt at standa uppi í 4 tímar og meiri, seriga ikki, um óðveður er. Og tað skal ikki nógv til rull í Suðuroyarfirði. Hesin fjørður er tiltikin fyri at vera ringur at sigla. 1962: Meiriluti fyri at byggja nýggjan Smiril Í 1962 var endalig støða tikin um, at nýggjur Smiril skuldi byggjast. Tórshavnar Skipasmiðja fekk uppgávuna SOSIALURIN Í 75 ÁR Eirikur Lindenskov Sosialurin skrivar nógv um fótbóltslandsliðið, áðrenn tað fór til Íslands á sumri í 1962. Stór misnøgd var við, hvussu liðið varð mannað. Síðani varð liðið broytt, og tá var aftur misnøgd. Sosialurin helt tað t. d. vera undrunarvert, at TB ongan leikara hevði á landsliðnum. Vit geva Sosialinum 8. august í 1962 orðið: – Eingin her á steinunum hevði væntað sær nakað stórt av tí landsliði, ið fór til Íslands at leika móti íslendska B-landsliðnum. Hóast onkur spáddi úrslitið at verða 17-0, so mundi tað vera eitt fátal, ið hevði væntað so vánaligt úrslit, sum eitt tap til føroyska landsliðið upp á 10-0. Íslendingar sjálvir funn- ust at, eisini undan dystin- um, at teir hvødu stillað eitt so sterkt lið móti før- oyingum. Hetta B-liðið hevði jú smurt A-liðið av nakrar dagar áðrenn før- oyingar komu til Íslands; men nakað tað sama hendi jú okkara landsliði, áðrenn hildið var avstað til Íslands. Og kortini hava ís- lendsku bløðini ikki bara ilt at siga um okkara fót- bóltsleikarar. Fyrst siga teir, at tað sást gjølla, at føroyingar vóru ikki vanir at spæla á grasvølli, og at hetta var teim til stórt tarn. Síðani halda teir, at størsta brek føroyinga var, at lítið samanspæl var millum verjuna og herjarnar. Og so taka teir til einstakar av okkara spælarum. Teir taka so til: »Føroyingar hava sanni- liga nógv eftir at læra av loyndardómum fótbólts- leiksins, eins og vit sjálvir. Teimum restar nógv í samanspæli og heildar- skipan. Longspørk eru mong; men samvinna og samanspæl sum eru høv- uðstreytin fyri øllum góð- um úrsliti av leikinum, eru í minsta lagi. Bestu leik- arar teirra vóru málverjin, hóast hann var fyri teirri lagnu, at bólturin 10 ferðir fór í netið, og høgri fram- herjin, sum bæði er skjótur og kringur«. Síðani verður sagt nakað frá, hvussu sjálvur leikurin fór fram. Har verður tikið til, at ikki vóru meira enn 4 fríspørk í øllum leikin- um, hitt fyrsta, tá 70 min vóru farnir. Íslendingarnir áttu 3 av teimum. Íslend- ingarnir fingu 11 horna- spørk og føroyingar 6. Íslendingar høvdu eini 30 skot upp á mál, føroyingar einans 4-5, herav bert eitt reiðiliga hættisligt, sum tað tó eydnaðist málverj- anum at bjarga. Áskoðararnir vóru ikki nógvir – 3-4 túsund. Síðani hevur landsliði spælt á Ísafirði, har javn- leikur varð: 1-1. Ísfirð- ingar eru í meistaradeild Íslands, men heldur aftarlaga. Dreingjalið HB’s er eisini í Íslandi, og leiktu teir móti dreingjaliði Víkings. Teir stóðu seg væl, leiktu javnleik: 1-1. Teir, ið mannaðu før- oyska A-landsliðið í fót- bólti á Íslandsferðini vóru hesir: Petur Sigurd Rasmussen HB Tórur Holm B36 Jákup L. Joensen HB Brynjer Gregoriussen HB Jógvan Johansen HB Magnus Kjelnæs KÍ St. Jacobsen KÍ Eivind Dam HB J. Jacobsen KÍ Kai Kallsberg B36 Tórstein Magnussen B36 Tiltaksmenn á landsliðnum vóru: Herálvur Andreasen, Heðin Samuelsen, Dánjal Krosstein, Henry Poulsen, Marius J. Jensen, Bjarni Holm, Eddy Petersen og Ólavur Olsen. 1962: Fótbóltslandsliðið smurt av í Íslandi Tann 3. august í 1962 spældi føroyska A-landsliðið landsdyst móti íslendska B-landsliðnum, og vórðu føroyingarnir smurdir av 10-0 Petur Sigurð Rasmussen: »Bezti maður var mark- vørðurin«, skrivaðu íslendsk bløð Sosialurin Nr. 112 - 15. juni 2002 3 DOKUMENTASJÓN Turið Kjølbro Hóast rættiliga bundin uppgáva, er hetta ein tann mest spennandi uppgávan Rógvi Johansen hevur fingið í síni tíð sum fotografur. At taka myndir av Marselisborg Slotti fyri donsku drotningina. Enn hevur hann ikki fingið prógv sum fotografur, tað verður um eitt gott ár, men hóast tað fær hann nógvar avbjóðingar undir lestrartíðini. Tað er ígjøgnum meistaran hjá Rógva Johansen, Preben Dehl- holm, at Rógvi er komin í sam- band við sjálva donsku drotning- ina. Preben Dehlholm er gamal í garði í fotografyrkinum, útbúgv- in á danska Tjóðsavninum, og hevur í yrkisleiðini tikið nógvar myndir av harragørðum, góðsk- um og stórfingnum bygningum. - Drotningin kennir til avrikini hjá Preben og hevur ivaleyst hildið, at hann hevur verið tann rætti at taka myndir av Marselis- borg Slotti, ið í sambandi við, at slottið verður 100 ár í ár. At eg eisini eri sloppin upp í part, er avgjørt eitt herðaklapp til mín, sum eg eri ógvuliga takksamur fyri, greiðir Rógvi Johansen frá. Uppgávan at taka myndir av Marselisborg Slotti er ógvuliga umfatandi og tíðarkrevjandi. - Sjálvt um tað krevur av mær, at eg skal arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð, var eg beinan- vegin til dystin fúsur. Eg verði noyddur at laga meg eftir drotn- ingini, nær tað passar henni at taka myndir, og ikki øvugt, nær tað hóskar mær. Tá ið drotningin ætlar sær til Århus, setir hoff- marsjalurin seg í samband við okkum skrivliga, og ja, tað eru fínir brævbjálvar, sum koma, sigur Rógvi flennandi. Sermerkt og stórfingið Marselisborg Slott er summar- bústaðurin hjá drotningini. Nakrar vikur á hvørjum summri býr hon á slottinum og annars av og á ígjøgnum árið. Í komandi mánaði steðgar hon í tríggjar vikur á slottinum, og tá skulu hópin av myndum takast. Rógvi fór annars undir uppgávuna tíð- liga í fjør, og nógvar myndir eru longu tiknar. Marselisborg Slott er eitt ógvuliga sermerkt slott, hvørs innbúgv og stílur fara tvørtur um nógv tíðarskeið í søguni. Eisini stóri urtagarðurin er sjáldsamur. - Tað er eitt sindur fløkt, tí nógv søgulig tíðarskeið eru blandað saman í ein pott so at siga. Tað ger ikki uppgávuna minni spennandi. Ein arkitektur á staðnum hevur vegleitt okkum í arbeiðinum, soleiðis at vit fáa røttu fatanina av, hvat er áhuga- vert og forkunnugt at taka myndir av. Og drotningin sigur eisini, hvat hevur hennara áhuga og hvat hon vil hava myndatikið til myndasavnið, sigur Rógvi Johansen. Endamálið er at gera eitt myndasavn, sum vísir, hvussu Marselisborg Slott og økið rund- an um sær út á døgum Margrethu drotningar. Hon hevur verið drotning í meiri enn tredivu ár og hevur havt ein týðandi leiklut í, hvussu slottið er inn- rættað og broytt í nýggjari tíð. Drotningin hevur stóran áhuga fyri myndlist og hon málar eisini sjálv. Púra vanlig Uppgávan hjá Rógva Johansen á Marselisborg Slotti er ikki heilt fremmand. - Hon minnir nógv um museumsfotografering, sum eg havi tikist nógv við. Hon er rættiliga bundin, men kortini útilokar hon ikki kreativa hugflognum. Sjálvsagt sleppa vit ikki heilt út av sveima, tí myndirnar eru dokumentasjón. Ljóslegging og aðrar effektir sleppa vit ikki at hógreiggja okkum við, um vit skuldu havt hug til tað. Kunsturin er at vísa tey áhugaverdu tingini í rúmun- um, soleiðis sum tey síggja út og tí er ljósið ógvuliga umráðandi. Og hvussu er so danska drotning at samstarva við? - Hon er púra vanlig og natúr- lig. Sjálvsagt er nakað kongaligt yvir henni, men annars sýnist hon fyri mær at vera sum vit øll onnur. Eg havi ongantíð fjeppað uppi í teimum kongaligu, men hinvegin kann ikki nokta fyri, at hon er ein sera kendur og virdur persónur, og tí er hon ógvuliga spennandi. Hon er tíðindafróð, men politiska støðan í Føroyum og Danmark verða ikki tikin uppá tungu. Heldur er tað ymiskt, sum hevur við slottið at gera, sum vit práta um, sigur Rógvi Johansen, sum ikki enn hevur fortalt henni, at hann er úr Føroyum. - Tað fái eg kanska høvi til. Ætli mær at vísa henni myndir úr Føroyum, tá ið pápi mín fyrst í 80unum legði føroyskt malargrót umborð á kongaskipið Danne- brog. Grótið er brúkt til grøvina hjá Fríðriki kongi, sum er í Roskilde. Í hesum sambandi fekk pápi mín eitt takkarskriv frá drotningini. Nær myndasavnið verður liðugt, veit Rógvi Johansen ikki reiðiliga enn. Tá ið myndirnar eru lidnar at taka eina ferð í summar, skulu tæ eftirmetast, veljast og viðgerast. - Vit hava rímiliga góða tíð at gera alt liðugt. Nakrar myndir, sum eg havi tikið innandura og uttandura á slottinum, fari eg at brúka til sveinaroyndina hjá mær. Í august havi eg eina aðra spennandi uppgávu fyri framm- an. Eg skal við sum fotografur í størstu altjóða súkklukappingini í Danmark. Tað er eisini ein stór avbjóðing, sum eg gleði meg til, sigur Rógvi Johansen at enda. Rógvi tekur myndir fyri Margrethu drotning Sjálvur annar er vágbingurin og súkklarin Rógvi Johansen, sum er undir útbúgving sum fotografur, í holt við at taka myndir av Marselisborg Slot í Århus. Uppgávan er komin frá Margrethu drotning, sum er hjástødd meðan myndirnar verða tiknar. Endamálið er at gera eitt myndasavn, sum vísir, hvussu Marselisborg Slott sær út á døgum Margrethu drotningar Rógvi Johansen framman fyri Moesgaard Museum. Bakgrundin er myndatikin í vetur, meðan myndin av Rógva er nýggj Mynd: Rógvi Johansen C M Y K 23 22