leygardagur 15. juni 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 112 - 15. juni 2002
HJÁLPSEMI
Dagfinn Olsen
So mangur føroyingur hevur
millum ár og dag leitað sær á ein
tann størsta tónleikafestivalin á
okkara leiðum, nevniliga tann í
Roskilde.
Og so verður óivað aftur í ár, tí
nógv stór nøvn fara á pall í
danska summarhitanum.
Og skuldi onkur føroyingur
ikki havt gott av veðurlagsbroyt-
ingini, ella hann ella hon hugnar
sær nakað ríkiligt, so eru hjálp-
andi hendur at taka sær av
teimum illa fyri komnu. Og
kanska eru útrættu hendurnar
føroyskar!
Bara hjálpa
Ein av føroysku samurittunum,
Hans Kristian Joensen, sigur, at
nøkur av teimum, ið fara avstað,
hava verið í leikum áður. Trý
teirra vóru eisini á Roskilde í
fjør. Nøkur teirra, sum fara í ár,
eru júst útlærd sum samurittar.
- Vit fara niður tann 27. juni
og tá byrjar festivalurin. Vit fara
so á vakt dagin eftir. Vaktirnar
eru 8 tímar og tær kunnu vera
allar tíðir á samdøgrinum, sigur
Hans Kristian Joensen, sum
saman við øðrum samurittum
hvønn mikudag møtir á fund hjá
føroyskum samurittum í hølun-
um hjá Reyða Krossi í Vágsbotni
í Havn.
- Sum samurittur upplivur ein
nógv. Har eru stór tjøld, eini 60
fermetrar til støddar. Og nógv er
at gera. Kemur ein á børuliðið,
so skal ofta rennast langt eftir
fólki, sigur Hans Kristian.
Og at tað er mangt og hvat, ið
ein sum samurittur kann koma út
fyri, er eyðsæð.
- Fólk fáa blørur á føtur, tey
traðka á glas ella tey brenna seg.
Ofta av sól ella av bálum, ið eru
tendrað, tá festivalurin er
endaður og so skulu tey sparka
ella kanska dansa í eldinum.
Eisini eru mong, ið fáa ov nógv
av rúsevnum í seg, fáa yvirdosis.
Mong royna sterkaru rúsevnini
fyri fyrstu ferð á slíkum støðum,
greiðir Hans Kristian Joensen
frá.
Men tað er bert sum hjálparar,
um onkur kemur illa fyri
heilsuliga sæð, at samurittarnir
hava ein leiklut. Teir hava einki
við møguligar ósemjur ella
annað at gera.
- Vit bara hjálpa! Illa fyri-
komin vera havd til eftirlit, onnur
verða send víðari, til dømis til
Main. Tað er stóra tjaldið, har
tey, ið eru sera illa fyri, enda.
– Tað eru nógv fólk og nógvar
lagnur á slíkum stað, sigur
royndi samuritturin.
Sjálvboðið
Og tað er sjálvboðin
arbeiðsmegi, tá samurittarnir fara
til verka. Tað, ið kemur inn, fer
til útgerð.
- Vit gjalda sjálvi ferðaseðilin,
men Reyði Krossur stendur so í
ár fyri, at vit fáa eina íbúð at
halda til í. Tað er hugurin at
hjálpa, ið drívur verkið. Og vón-
leyst er at uppliva konsertirnar, tí
tað er hart arbeiði at vera samu-
rittur. Til dømis skulu børuliðini
ofta renna langar teinar, sigur
Hans Kristian Joensen.
- Tá stóra vanlukkan var á
Roskilde festivalinum, vóru
føroysku samurittarnir ikki til
staðar. Tá høvdu teir valt at vera
við til stóru súkklukappingina, ið
var, tá brúgvin um Oyrasund lat
upp.
Føroysku samurittarnir vóna,
at fleiri føroyingar fáa hug at
koma við í teirra hjálpararbeiði,
tí eisini í Føroyum er úr at gera.
- Tað eru eisini fyrimunir við
hesum, tí t.d. havi eg hoyrt, at á
baðistøðum í Danmark, sum
føroyingar jú ofta vitja, kunnu
samurittar fáa uppgávur og so er
familjan boðin við, roynir Hans
Kristian at siga fyri at lýsa
hjálpararbeiði í einum lokkandi
ljósi, men ivaleyst er, at ein
eldhugur fyri at hjálpa er fyrsta
fyritreyt, um ein ætlar sær við.
– Ólavsøkan er fyri framman
og vit plaga at vera til staðar, tá
t.d. ólavsøkukonsertin er, sigur
Hans Kristian, sum er ein teirra,
sum lítillátin ger sítt til, at
Roskilde festivalurin í ár vónandi
fer fram, uttan stórvegis
hóvasták.
Føroyskir samurittar á Roskilde festivali:
Hugurin at hjálpa drívur verkið
Á jóansøku, tann 27. juni, fara 9 føroyingar til Danmarkar á Roskilde festival.
Óivað fara nógvir føroyingar á festivalin, men júst hesir 9 hava eina miðvísa
ætlan við ferðini. Teir eru virknir innan Reyða Kross sum samurittar og tað
er sum slíkir teir fara á festival og ikki sum tónleikafjepparar
Samurittarnir, avmyndaðir uttan fyri Reyða Kross, longst til vinstu Hans Kristian Joensen
Mynd: Finnur Justinussen
Sosialurin Nr. 112 - 15. juni 2002
5
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
26 ára gamla havnargentan, Inga
Maria Vang, hevur seinastu trý
árini slitið sínar skógvar í
Firenze í Italia. Har hevur hon
gingið á einum privatum skúla
innan sniðgeving. Dreymurin hjá
Ingu Mariu er ikki at gerast ein
víðagitin sniðgevi. Hon hugsar
heldur um at skapa eitt
mótamerki fyri Føroyar.
– Eg vil heldur gera okkurt,
kanska saman við onkrum
øðrum, sum eyðkennir Føroyar.
At gerast ein víðagitin sniðgevi
er ikki týdningarmikið fyri meg,
sigur Inga Maria Vang.
Tað, sum Inga Maria leggur
seg eftir, er, at blanda bundnar
vørur við toy í einum klassiskum
stíli við týdningarmiklum smá-
lutum, sum hon sjálv orðar tað.
Klæðini eru mest til ung fólk,
bæði gentur og dreingir.
– Dámurin er føroyskur. Klæð-
ini eru góð og heit, og eru slit-
sterk, so tú fært brúkt tey helst
upp í fleiri ár.
Framtíðin er ikki avgjørd enn.
Inga Maria hugsar um at fara til
París, har hon í løtuni roynir at
finna útav onkrum skúlum, har
hon kann útbúgva seg víðari.
Men enn er onki avgjørt.
Listastevnan 2002
Seinast í juni mánaða kemur
Inga Maria aftur til Føroya. Hon
skal vera við á Listastevnuni
2002, har hon er bjóðað at verða
við. Á Listastevnuni fer hon at
vísa tað fram, sum hon hevur
gjørt á skúlanum til eina móta-
framsýning, sum var í apríl
mánaða. Tað verða tilsamans
seks sett av klæðum, sum eru
bundin, seymað og heklað.
Um skúlan sigur Inga Maria:
– Ein lítil privat skúli, har tað
var deiliga avslappandi og nógvir
útlendingar. Tað er nógv øðrvísi
at ganga í einum slíkum skúla,
enn í einum skúla í norðan-
londum. Hetta seinasta árið vóru
bara tvær italienskar gentur í
mínum flokki, og harumframt
vóru fólk allastaðni frá.
Tá 26 ára gamla havnargentan
fann útav, at sniðgevi var tann
leiðin, sum hon skuldi ganga,
hugsaði hon um, hvar hon skuldi
fara at lesa. Fyrst var tað stóra
mótalandið, Frankaríki, ið kom
henni til hugs, men so fann hon
henda skúlan í Firenze og valdi
heldur at fara har, tí Italia er jú
eisini eitt mótaland burturav.
– Mær dámar væl Italia sum
land, men tað er ikki her, eg ætli
mær at búgva restina av lívinum.
Fólkini eru sera blíð og vinarlig,
men so er eisini nógv kaos og
óskil í. Skipanirnar rigga ikki so
væl, og tað er ov rokasligt,
greiðir Inga Maria frá.
Í frítíðini er nýútbúni snið-
gevin saman við fólkum frá
skúlanum og teimum, sum hon
býr saman við. Hon íðkar ítrótt,
men hetta hevur ikki verið nógv
tíð til vegna skúlan.
Hondarbeiði
Inga Maria bæði bindur, seymar,
heklar og annað. Í Italia er tað
ikki vanligt, at ung fólk binda.
– Tá eg havi verið onkrastaðni,
og havi tikið stokkarnar fram,
hava fólk bara hugt býtt eftir
mær, og spurt, hvat eg geri. So
leggja tey afturat, at eg eri ikki
so gomul enn, sigur Inga Maria
flennandi.
Hon heldur, at hondarbeiðið er
kreativt og skapandi og tú kanst
fáa nógv burturúr tí. Í Italia duga
flest øll ung ikki at binda, men
tað er sjálvandi onkur, sum er
undantakið.
Tá Inga Maria kemur heim
síðst í hesum mánaðinum hopar
hon uppá at finna eitt arbeiði.
Framtíðarætlanirnar liggja ikki
klárar á borðinum, og tí tykist
hon at verða opin fyri øllum.
– Eg taki tað bara, sum tað
kemur, sigur Inga Maria at enda
úr telefonini í vakra, gamla
býnum, Firenze í Italia.
Inga Maria Vang, sniðgevi:
Dreymurin er ikki at gerast víðagitin
Inga Maria Vang fylti 26 ár týsdagin. Hon hevur júst lokið útbúgving sum
sniðgevi á einum lítlum privatum skúla í Firenze í Italia. Inga Maria sigur,
at tann stóri dreymurin er ikki at gerast víðagitin á klædnamarknaðinum.
Heldur vil hon skapa eitt mótamerki, sum eyðkennir Føroyar
Inga Maria Vang saman við mammuni Randi Vang til Hendur og Hugflog seinasta ár
C
M
Y
K
25
24