leygardagur 15. juni 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 112 - 15. juni 2002
SAMRØÐA
Jan Müller
Asbjørn Øster fylti 90 ár 17.
apríl. Hann vitjaði í Føroyum
nakað herfyri. Sosialurin hitti
hann í heiminum í gomlu
prentsmiðjuhúsunum hjá
bróðrinum Arnold Øster, har
bróðursonurin í dag býr.
Asbjørn vaks upp á Tvøroyri
tíðliga í farnu øld. Hann gekk í
skúla á Tvøroyri, men honum
hóvaði einki matematikkina, og
tí rakk skúlagongdin bert til 3.
real. Realskúlin tá tók 5 ár.
Ístaðin hevði hann fyrifallandi
arbeiði sum at krevja inn pengar
frá fólki eitt nú frá limunum í
Klubbanum. Tað var í 1928.
Tað var ein ferð til Danmarkar
á ungum aldri, sum skuldi verða
avgerandi fyri, hvussu lagnan hjá
hesum 17 ára gamla tvøradrong-
inum fór at laga seg. FDF á
Tvøroyri, Frivilligt Drengefor-
bund, har Asbjørn var limur, varð
boðið til Slagelse. Tað var
missioner Eliassen, ið tók sær av
tí. Jákup Olsen skuldi vera
leiðari á ferðini. Asbjørn greiðir
frá:
Við Tjaldrinum
- Vit fóru við Tjaldrinum 1.
august. Tá floytað varð fyrstu
ferð stóð eg á takinum á post-
húsinum og tjøraði. Skuldi tjena
teir síðstu pengarnar at hava við.
Eg bleiv liðugur við takið og
avroknaði. Tá eg so fór heim
floytaði Tjaldrið fyri aðru ferð.
Lukkuliga høvdu teir forroknað
seg við lossingini, so eg náddi at
koma umborð. Tá vóru nervar,
men tað gav so nøkur eyka oyru
at hava við í lummapengum.
Ferðin til Danmarkar tók trý
samdøgur.
Í Keypmannahavn gekk leiðin
til skrivstovuna hjá FDF, ið
skuldi syrgja fyri logi. Vit søgdu,
at vit komu úr Føroyum. Mað-
urin gjørdist bilsin, tá hann sá
okkum. Øll fólkini frá FDF vóru
úti og ferðaðust. Einki varð
heldur gjørt fyri at hýsa okkum.
Vit vóru 10 í tali, og kontór-
maðurin fór at ringja runt. Endin
varð, at vit skuldu búgva á Sankt
Johannes Gæstehjem í Ryesgade.
Men tað var ein ræðulig sjón, vit
har møttu. Fult av fullum fólki,
sjómenn úr øðrum londum, og
har skuldu vit dreingir úr
Føroyum sova. Tað var ikki
serliga tespiligt. Fólkini skuldu í
heilum kasta sær á vatninum.
Hetta var ræðuligt fyri nakrar
ungar dreingir. Jákup Olsen
segði, at hann skuldi halda vakt,
meðan vit svóvu, men eg segði
honum, at har vildi eg ikki verða.
Eg ætlaði mær til systur mína at
gista.
Dagin eftir skuldu vit búgva á
Hotel Frydenlund á Frederiks-
berg, og har búðu vit eina nátt.
Dagin eftir fóru vit til Slagelse.
Eg kom at búgva væl hjá privat-
fólki. Seinastu náttina vóru vit so
í Keypmannahavn. Tá so Tjaldrið
skuldi fara gekk Jákup Olsen
kykur á keiini og bíðaði eftir
mær. Tá lá eg í fasta svøvni og
kom seint upp. Síðani avstað. Á
veg til Tjaldrið møtti eg systur
míni á Vesterbrogade. Hon helt
við meg, at eg kundi spara mær,
tí eg náddi ikki fram til tíðina
kortini. Tá hevði Jákup Olsen
sent boð eftir politiinum at leita
eftir mær. Ein kona, Else Holm
frá Sevmýru, hevði eina forrætn-
ing á Nørrebrúgv. Hon segði við
Jákup, at teir tað sama kundu
fara avstað, tí Asbjørn hevði
sagt, at hann gott kundi blíva
verðandi.
Í frisørlæru
Hetta var so søgan um fyrstu og
nær sagt seinastu ferðina hjá
Asbirni til Danmarkar. Hann
gjørdi tá av, at hann vildi vera
verðandi í Danmark. - Pápi
segði, at eg bara skuldi blíva
niðri og fara í læru til frisør, tí
har var eingin á Tvøroyri. - Tú
kanst bara blíva fiskari í Føroy-
um segði hann. Tað var eisini
vanligt, at fleiri rýmdu, tí teir
egnaðu seg ikki at vera fiski-
menn. Tað var ikki so nógv
annað at fara til hjá einum
ungum drongi.
Eg so gjørdi. Var hjá formann-
inum í Frisørforeiningini í tríggj-
ar mánaðir, men tað var einki
fyri meg, og eg gavst. Fekk so
lærupláss sum elektrikari og kom
á Lærlingaheimið at búgva. Har
møtti eg John W. Thomsen,
William Smith og Leif Mohr. Eg
minnist tíðina á lærlingaheimin-
um serliga væl, tí har kom eg
m.a. at kenna John Thomsen,
sum var mær ein sera góður
vinur. drekkamunn.
Elektrikari
Asbjørn valdi at læra til elektrik-
ara heldur enn til frisør.
Asbjørn hevur altíð verið egin
og sín egni harri. Hann hevur
ongantíð latið sær lynda, at
onnur bestemmaðu yvir sær, og
hetta kom eisini longu til sjónd-
ar, tá hann varð tveittur millum
“úlvarnar” í danska stórbýnum.
Sjálvur greiðir hann soleiðis frá
tíðini, tá hann var í læru og
arbeiddi sum elektrikari.
- Eg arbeiddi hjá tveimum
ymsum sveinum. Ein dagin eg
hevði koyrt brillurnar í lumman
kom arbeiðsgevari mín og
Tvøradrongurin sum gjørdist
kjøpinhavnari
Hann fór við Tjaldrinum til Danmarkar í 1929 bert 17 ára gamal.
Tvøradrongurin Asbjørn Øster vildi hvørki vera fiskimaður ella barberur í
heimbygdini. Lívsleið hansara gjørdist tí eisini ein heilt onnur sum
handverkari og sølumaður og við mongum spennandi upplivingum langt og
leingi heimanífrá
Hann er føddur við navninum Asbjørn, men fluttur til Danmarkar fekk hann sjálvur broytt navnið til Esbjørn. Og hevur síðani verið nevndur Esbjørn
Sosialurin Nr. 112 - 15. juni 2002
7
spurdi, hvar brillurnar vóru. Eg
svaraði honum, at tær vóru í
lummanum. Hann svaraði, at eg
skuldi hava brillurnar á, tá eg
arbeiddi fyri hann. - Tað
bestemmi eg sjálvur svaraði eg
honum aftur. - Nå, so kanst tú
fara heim, helt hann argur fyri.
Eg fór alt fyri eitt til ein
eygnalækna, ið segði, at eg
nýttist ikki at hava brillur fyri at
arbeiða sum elektrikari. Eg bað
um at fáa tað skrivliga. Tá fór eg
til dómaran á Frederiksberg. Og
fakfelagið hevði einki ímóti, at
eg tók eina sak uppá málið, tí
lærumeistarin var ein búrhundur,
sum fáur dámdi. Hann stjól altíð
av tímalønini. Tá vit møttust í
dómhúsinum skuldi eg montera
ein køksfatning av porcelen uttan
brillur. Tað gekk uppá stás, og
sveinurin varð dømdur at gjalda
mær 500 kr. Hetta var í 1932.
Hin sveinurin eg hevði arbeitt
fyri vildi fegin taka meg í læru.
Soleiðis bleiv tvøramaðurin
Asbjørn Øster útbúgvin elektrik-
ari í danska høvuðstaðnum.
Gjørdi smúkkur
Asbjørn arbeiddi sum elektrikari
ymsastaðni í Keypmannahavn.
Stóra ljósakrónufabrikkin Lyfa
hevði lýsing og søkti eftir
tveimum monnum. Hann søkti
og fekk arbeiði har. Í 1943 fór
hann at gera ljósakrúnur úr træ,
tí einki metall var at fáa. Tann
fyrsta hann gjørdi var við seks
ljósum. Og soleiðis helt tað
fram.
Hann fekk sær verkstað á
Eysturbrúgv og fór undir at
keypa gamalt silvur. Fór so undir
at gera lutur úr tí, brosjur,
oyraklips, ringar og armbond.
Múrsteinsarmbond tey kalla við
sjey rekkjum. Tað gekk fint.
Hann kendi allar gullsmiðjurnar,
sum jødarnir áttu. Teir vóru tá
farnir til Lund í Svøríki, so hann
tosaði við genturnar, sum fingu
fatur í potageskeiðum, sum hann
keypti til at smelta um. Tað
gekk bara betri og betri. Brádliga
kemur eitt tons av silvuri úr
Ruslandi. Maðurin, ið innflutti
tað, hevði ikki ráð til at taka tað
heim og lat bankan gera tað. So
var tað ein, ið spurdi, um hann
ikki kundi keypa 100 kilo.
Asbjørn kendi hann og seldi
hann sær tað fyri 65 oyru
grammið. Asbjørn gjørdi síðani
hópin av silvursmúkkum.
Vit lata Asbjørn greiða frá:
- Eg fekk gjørt eina rúgvu av
prøvum, sum eg pakkaði inn í
silkipappír og kartouchepappír
uttaná. Minnist at eg var í
cottoncoat og fór til tann fínasta
gullsmiðin á Frederiksberg.
Hann handlaði mest við allar
sjónleikararnar. Hann vildi síggja
tað eg hevði gjørt og segði, at
hetta var væl gjørt og spurdi,
hvat eg skuldi hava fyri tað. Gev
mær 12 av hvørjum av øllum var
svarið. Hetta var ein fínur ordri.
Síðani fór Asbjørn til aðrar at
selja eisini, og eftirspurningurin
bara vaks.
Góður forrætningsmaður
Tey, sum hava kent Asbjørn, siga
um hann, at hann altíð hevur
verið ein góður og avhildin
sølumaður og handverkari.
Søgan um ljósakrúnurnar til
Daels er dømi um tað. Hann
seldi 100 ljósakrúnur til Daels
Varehus. Teir vildu hava 10% í
rabatt. Hann keypti so nakrar
heilt bíligar fatningar og setti teir
í ljósakrúnurnar, og so vóru tey
10% heima.
Asbjørn var fleiri ferðir í
Føroyum og handlaði við
Skilling og Niels Arge og Åge
Dahl. Teir keyptu m.a. nógvar
forlovilsisringar frá honum.
Í 1950 ringir ein maður frá
København Skefabrik og spyr,
um Asbjørn ikki kundi hugsað
sær at ferðast kring Danmark og
selja fyri teir og tí givist við
sínum egna angrovirksemi. -Tað
vildi eg hugsa um. So var
nevndarfundur og eg fór at práta
við teir. Teir spurdu, hvat eg
skuldi hava fyri arbeiðið. Teir
kundu bjóða mær 4% av tí eg
seldi.
- Nei segði eg. Eg ferðist fyri
egna rokning og eg skal hava
fasta løn og síðani % av um-
setninginum hjá fyritøkuni. Teir
gløddu við. Eg vildi hava 50.000
fast og tað skuldi vera prístals-
regulerað. Eg minnist stjórin sat
har við protokollini. Hann var
rættiliga súrur og segði ja, ja,
ja..So var tað ein, sum segði
48.000 fast og 1% av
umsetinginum. Eg segði nei og
segði teimum, at teir skuldu
halda seg til mítt uppskot. So
spurdu teir, um eg ikki var til at
tosa við. – Hr. Øster, skulu vit
siga 49.000 og 1% av umseting-
inum. Og soleiðis bleiv tað. Eg
havi altíð sjálvur bestemmað.
Hava aðrir ikki makkað rætt, so
eri eg farin. Mong kendu Øster,
eisini tí hann var ein góður og
umhildin sølumaður.
So var tað, at Asbjørn teknaði
eitt heilt nýtt bestikk, knív, gafful
og skeiðir, sum fekk navnið
Harlekin. Hetta bleiv ein stór
succes. Tað bleiv ein tólvari, og
fabrikkin kundi ikki levera alt, ið
varð eftirspurt. So var einki
annað at gera enn at fara í býin
og leiga lokalir og keypa fleiri
slípumaskinur. Settar vórðu upp
seks slípimaskinur. Og ordarnir
vórðu nógvir. Øster gjørdi bara
arbeiði, sum gav pengar.
Tá Asbjørn fylti 69 í 1981,
helt hann, at tíðin var komin at
gevast.
Og nú hann lítur aftur um bak
kann Asbjørn bara vera nøgdur.
- Eg havi havt tað gott. Havi
havt eitt gott lív. Havi ongantíð
verið arbeiðsleysur og havi altíð
klárað meg sjálvan. Eg havi
ongantíð hugsað um at fara
heimaftur. Búð væl á Frederiks-
berg í 70 ár. Asbjørn varð giftur
danskari kvinnu, og tey eiga tveir
synir. Hóast hann hevur búð í
Danmark í meira enn 70 ár av
lívinum, so tosar hann føroyskt
sum brent. Tað ger hann, tí hann
hevur altíð roynt at tosa før-
oyskt.
Foreldrini
Hvussu tá við familjuni í Føroy-
um spurdu vit Asbjørn. Jú pápin
var Petur Olivur Øster. Øster-
navnið stavar úr Porkeri. Hann
gjørdist 85 ár. Mamman var
Karolina Hammer úr Hovi. Hon
bleiv 75. Tey fingu 8 børn, fýra
gentur og fýra dreingir og er bert
Asbjørn á lívi. Ein av brøðrunum
var tann kendi prentarin Arnold
Øster í Havn.
Tað er við stoltleika, at
Asbjørn minnist aftur á pápan.
Hann kundi alt. Arbeiddi alt
samdøgrið. Á turkihúsinum hjá
Mortensen um náttina. Kom
heim og lat seg í onnur klæði og
fór síðani á bedingina. Asbjørn
bar honum kaffi á turkihúsið um
kvøldarnar og døgurða á
bedingina um tvey tíðina.
Treiskni, sum hevur eyðkent
alla lívsleiðina hjá Asbirni, var
eisini nakað, sum eyðkendi
pápan. Asbjørn minnist eitt nú
hendingina, tá pápin keypti
nakrar vørur niðri frá, mjøl og
sukur.
- Eg bar honum tað. Odda-
menninir á bedingini, Johan
Mortensen og Tummas Thomsen,
síggja meg bera pápa vøruna.
Dagin eftir kemur Johan
Mortensen og sigur við pápa: -
Tygum keypa ikki tygara vørur
her tygum tjena tygara pengar!
Pápi svaraði, at hann keypti sínar
vørur, har tað hóvaði sær. -
Jamen, so kunnu tygum ikki
arbeiða her. Pápi pakkaði saman
og fór. Men tað gekk ikki long
tíð, so var telefon til hansara.
Teir vildu hava hann aftur á
bedingina. - Teir kunnu renna
meg eitt vist stað svaraði pápi
teimum. Og dagin eftir hendi tað
sama. Triðju ferð kom so ein
sonur, Jens Mohr Mortensen.
Pápi spurdi, hvussu tað bar til, at
hann kom her! - Tú hevur
ongantíð verið her segði pápi.
Hann segði tá, at pápi mátti
hjálpa til á bedingini. Teir høvdu
brúk fyri honum. Og pápi
svaraði, at eftirsum tað var
hann, sum spurdi, so skuldi hann
fara á bedingina aftur.
Petur Øster koyrdi bæði spølini
á bedingini. Hann var útlærdur
bygningstimbrari saman við
Hans hjá Karolinu undir Heyg-
num á Tvøroyri. Petur bygdi
sjálvur húsini. Hann sigldi eisini
sum maskinmeistari.
- Pápi var so góður í hondun-
um. Manglaði onkur einar tuflur
varð Petur eisini biðin um tað.
Kanst tú gera mær eina
kommodu! Soleiðis komu fólk
oftani til hansara. Hann var
ongantíð arbeiðsleysur. Tá hann
varð fyltur 80 ár vildu teir hava
hann aftur á bedingina.
Asbjørn minnist eisini, tá
mamman plagdi at bíleggja frá
Daels Varehus. Har var altíð
okkurt vrøvl. Fór hon eftir peng-
um so bleiv spurt, hvat hon
skuldi brúka teir til.
– Eg minnist, at hon bað meg
fara. Eg spurdi, um eg virkuliga
skuldi svara uppá, hvat pengarnir
skuldu brúkast til. Nå ja eg
spurdi bara var svarið. Og eg
svaraði: - Ja, eg kann gott svara.
Teir skulu brúkast til pakka frá
Daels Varehus. So var ikki meira
at tosa um tað.
Asbjørn fór til Danmarkar í
1929, bara 17 ára gamal. Hann
kom ikki heimaftur at vitja fyrr
enn í 38. Hann longdist ikki.
- Eg snakki við øll, eisini tey
eg ikki kenni. Komi eisini væl út
av tí við danir. Og teir danir, sum
hava roynt at genera meg, hava
ikki fingið ikki eitt bein til
jørðina, sigur hesin 90 ára gamli
tvøramaðurin, sum aftur vitjar á
klettarnar.
Fantastiskt!
Og hvussu kennist tað at koma
heimaftur til eitt so broytt
føðiland, og hvat heldur hesin
spelkni og 90 ára gamli
unglingin um Føroyar í dag!
- Tað er einki minni enn
fantastiskt at koma heim og
síggja, hvussu útviklingurin
hevur verið. Serliga hetta við at
uttan fyri øll hús er antin ein ella
tveir bilar. Alt er so fantastiskt í
Føroyum. Føroyingar eru við
uppá tað heila og her er alt tipp
topp. Her osar av virksemi, og
øll finna uppá okkurt at gera.
Her hendir nakað alla tíðina. Tað
er bara at hyggja út gjøgnum
vindeygað.
Asbjørn er ein maður við “sine
meningers mod”. Tað er komið
til sjóndar alt hansara langa lív í
arbeiðinum sum sølumaður.
Hann dylur ikki fyri, at hann alt
sítt lív hevur verið konservativur
og vísir til, at hann jú eisini býr á
Fredriksberg. Hann hevur so
eisini sína meining um Føroyar
og framtíðina.
– Eg haldi føroyingar skulu
loysa beinanvegin frá Danmark.
Føroyar nýtast ikki at hoyra til
Danmark. Føroyar klára seg
saktans einsamallar. Og koma
ringar tíðir, sum vit kenna til, so
er bara at spara. Fiskurin kemur
jú aftur.
Herfyri keypti Asbjørn sín 20. bil, ein Toyota Corola og at hann framvegis er
tvøramaður og TB-ari sæst á nummarplátuni
Asbjørn nr. 2 frá høgru saman við góðum vinfólki. Við lið hansara hm. John W Thomsen og vm. Jacob Andreas
Thomsen, báðir úr Skemmuni í Porkeri. Kvinnurnar eru eisini úr Skemmuni í Porkeri, Jusefina Thomsen (gift av
Reyni) og Petra Thomsen (gift Wang). Myndin er úr Keypmannahavn frá umleið 1932
C
M
Y
K
27
26