Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 15. juni 2002 29 8 Sosialurin Nr. 112 - 15. juni 2002 Í hesum døgum fer ein av heimsins størstu ítróttarhend- ingum fram. Tað er sjálvandi heimsmeistaraskapið í fót- bólti, eg sipi til. Alla staðni verður gjørt greitt, at hetta er størsta hendingin í ítróttar- heiminum, og allar sjónvarps- kanalir, útvarpskanalir og miðlar annars hava nakað av síni senditíð, í meira ella minni mun, setta av til fótbólt- in. Og fyri meg, sum annars ikki eri áhugaður í ítrótti av nøkrum slag, (tað skuldi kanska verið beachvolley fyri kvinnur, í so fall), so sleppi ikki heldur eg undan fótbólts- feprinum. Svøríki er við í VM, og uttan at ætla tað, so havi eg hugt eftir dystinum millum Svøríki — England (1-1) og Svøríki — Nigeria (2-1). Og eg sum bara kenni ymsar leikarar frá lýsingum, byrji nú knappliga at sita framman fyri skíggjanum og rópa á Henke at skjóta, og loysi nakrar eiðir yvir Ljungberg, tá hann heldur bóltinum ov leingi. Og í skriv- andi løtu, bíði eg spentur eftir dystinum mikudagin, tá Svø- ríki skal møta Argentina. Ein buddistiskur prestur, ella hvat teirra trúðarleiðarar kallast, var við í tíðindunum í kvøld, og hann segði seg verða sann- førdan um, at Svøríki fór at vinna. Og so bað hann eina bøn fyri ”Du gamla å fria...”, ræddi burtur nakrar óndar andar, og vissaði stoltur tíðindamannin um, at hann koyrdi Volvo. Men lukkutíð eri eg ikki einsamallur um at verða tikin av ræði av hesu so almáttugu hending. Flest øll fylgja við í VM, í minni og størri mun. Tað eru tey, har tað er nokk at fara inn á tekstvarpið um kvøldið, og síggja, hvussu dagurin hevur gingið, hvør hevur vunnið og hvør hevur tapt. Og so til tey sum avnokta familju og annað týdningar- leyst undir dystunum, prátin- um, viðmerkingunum, endur- sendingnunum, tabellunum, kjakinum og so víðari. Og vikubløðini fyri kvinnur eru eisini við í hesum heims- umfevnandi rúsi. Tey geva øll góð ráð, um hvussu tú bjargar hjúnarbandinum undan fót- bólts-VM. Burtur eru allar forsíðurnar um, hvussu búk- urin verður slættur, ella hvussu rukkurnar skulu burtur. Í staðin verður lagt lag á, hvussu tú bjargar hjúna- bandinum undan VM, og greitt verður frá í besta Des- mond Morris stíli, hvussu umráðandi tað er hjá monn- unum at sleppa at leika við í hesum fornaldarliga veiðiliði. At menn so at siga fáa styrkt um sín manndóm, at teir kenna seg heima í flokkinum.. Og rætt skal verða rætt, tað er jú í flestu førum menn, sum gerast rúnarbundnir av hesari stórhending. Og í góðveðrinum sleppur urtagarður at vera urtagarður, eingin plena verður sligin, og vil familjan út á strondina, fáa tey lykilin til bilin. Onki kemur í vegin fyri dystirnar. Og tað er eisini nakað sum fyritøkurnar hava lært. Hóttan um uppsøgnir bíta ikki á. Og stjórarnir kunnu skelda alt tað teir vilja, men teir vilja eisini síggja dystirnar. Tað vil siga, teir mannligu í hvussu so er. Seinast tá VM var, øktist sjúkrafráverðan hjá monnum millum 20 og 44 ár, 3,6% ta tíðina leikirnir vardu. Og ikki so fá fáa sær frí eina viku ella tvær. So nógvar fyritøkur hava bundið um heilan fingur, og í staðin sett upp sjónvarpstól í kaffistovurnar, har arbeiðs- fólkið kann hyggja eftir svensku dystunum. Teir geva heldur 2 ferðir 45 minuttir plus eitt korter, og fáa fólkið til arbeiðis, enn at fáa fleiri sjúkrafráboðanir, sum liggja undarliga nágreiniliga á teimum døgunum, tá teir stóru dystirnir verða spældir. Men hóast alt, so skal lívið jú ikki bara verða arbeiði. Annað hvørt ár ella fjórða, eg veit ikki hvussu ofta hetta er, mugu vit kunna setast afturá og taka okkum av løttum og bert njóta, hvussu væl vit hava lært at sparka eina luftfylta húð. Tað byrjaði vist nokk umleið 300 ár áðrenn Krist, men heilt vist hava vit lært nógv síðani tá. Og eg sendi nakrar tankar til mínar starvsfelagar, sum stríð- ast við hitan inni á stórmarkn- aðinum, har eg arbeiði. Eg var so heppin at fáa eina dóttir stutt síðani, so eg havi pápafrí í tvær vikur...Heja Sverige VM í fótbólti TELDUBRÆVIÐ Frá: Signar í Homrum, Svøríki, sihep@algonet.se Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti ÍTRIV Ingrid Bjarnastein Rudolf Baeck er 77 ára gamal, og hann hevur savnað frímerkir síðani 1952. Hann skrivar saman við øðrum frímerkjasavnarum og býtir um frímerkir við teir. Og var tað soleiðis, hann fekk fatur á fyrsta føroyska frímerkinum. – Eg skrivi saman við einum dana, og var tað hann, ið sendi mær fyrsta føroyska frímerkið í mínum savni. Hetta frímerkið var av einum føroyskum veðrahøvdi, og dámar mær tað so væl, at í dag sigi eg, at hetta er tað vakrasta frímerkið í mínum savni, sigur Rudolf Baeck. Áhugin fyri føroyskum frí- merkjum vaks støðugt, og síðani 1976 hevur hann lagt tey før- oysku frímerkini afturat savni sínum. – Eg varð so fasineraður av føroyska frímerkinum, og nú fái eg allar frímerkjaútgávurnar, sum Postverk Føroya gevur út. Hvørt ár á jólum sendir ein kvinna, ið arbeiðir á Postverk- inum Rudolf og konu hansara eina jólaheilsan. Rudolf sigur, at hann hevur bæði ferðast í Grøn- landi og Íslandi fyrr, men hesu- ferð gjørdu hann og kona hans- ara av, at tey skuldu koma til Føroya at hitta fólkini, ið senda frímerkini niður til Eysturíki. Hugtikin Í frímerkjaútgávunum, sum Post- verkið gevur út, er tekstur at lesa, og soleiðis hevur Rudolf Baeck lært eina rúgvu um Føroy- ar, tess mentan, søgu, menniskju og náttúru. – Eg fái nógv burturúr teimum føroysku frímerkjaútgávunum, og eri eg ógvuliga hugtikin av teimum. Føroysku frímerkini eru listarliga rík, og sniðið er gott, bæði útsjóndin og litirnir, greiðir eysturríkski frímerkjasavnarin frá. Um Føroyar siga Rudolf og konan, Johanna, at tað er eitt undurfult land. Vakurt við vinar- ligum fólkum og góðum mati. Meðan tey hava verið í Føroyum hava tey verið kring oyggjarnar og eisini ein túrur við Norð- lýsinum stóð á longu ferða- skránni. – Í frímerkjasavninum hjá mær eru 50 album, sum eg havi savn- að seinastu 50 árini. Eg veit ikki, hvussu nógv tað er vert, men tað er líkamikið fyri meg. Tað er vinarlagið tú fært við onnur fólk úr øllum Evropa, sum telur, og á henda hátt fært tú nakað heilt annað burturúr enn eitt pen- ingavirði, sigur Rudolf Baeck. Rudolf og Johanna eru longu farin aftur til Eysturíkis, og sigur hann, at hann fer at halda áfram at savna frímerkir – eisini tey føroysku. Eysturíkskur frímerkjasavnari: Føroyskt frímerki tað vakrasta Í einum savni, sum telur 50 frímerkjaalbum, sigur eysturríkarin, Rudolf Baeck, at frímerkið hann eigur av einum føroyskum veðrahøvdi, er tað vakrasta, hann eigur. Hann og kona hansara hava júst vitjað í Føroyum Rudolf Baeck, ein frímerkjasavnari úr Eysturíki, og kona hansara, Johanna. Tey hava vitjað í Føroyum fyri at síggja fólkini og náttúruna, ið goymir seg aftanfyri føroysku frímerkini Mynd: Álvur Haraldsen Kappsigling verður á Eystanstevnu í Runavík sunnudagin 16/6. Bátarnir møta við Lynfrost kl. 13. Tilmelding: Frímundur 441380 Charles 225388 Regin 253937 Áhugafelagið Seglið Lærari/Vikarur Søkt verður eftir lærara/vikari til Mikladals skúla í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2002/2003. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Møguligar umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi tann 29. juni. Lærarahús í góðum standi eru í bygdini. Hús til sølu Hús í Perskonugøtu 12 til sølu um hóskandi boð fæst. 72 m2 í tveimum hæddum, báðar innrættaðar. Húsini eru klár at flyta inn í. Tlf. 211208 Sosialurin - 311820 www.ivan.fo Leygardagin 15/6 hava vit opið frá kl. 11.00 til 17.00 Í hesum sambandið hava vit nógv góð brúktbilatilboð m.a. hesi: Upp til 20.000 kr. í avsláttri Citroen Jumper Ch. v/last km. 120.000, árg. aug. 1998 130.000,- Citroen Saxo 1,5D 3h km. 25.000, árg. jan. 2001 86.000,- Citroen Xsara 1,6i 5h km. 30.000, árg. feb. 1998 107.000,- v/ mvg v/ mvg v/ mvg Citroen Xantia 1,9TD 5H km. 60.000, árg. feb. 1998 118.000,- Citroen ZX 1,9D stc. km. 89.000, árg. mars 1996 86.000,- Citroen Xantia 1,8i 16V 5h km. 63.000, árg. mars 1996 112.000,- Citroen Xsara 2,0 HDi 5H km. 90.000, árg. nov. 1999 145.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 70.000,- Mitsubishi Pajero 2,8TDi km. 40.000, árg. sept. 1998 179.000,- Mitsubishi Galant 2,0 km. 150.000, árg. juni 1992 37.000,- Hyundai Accent 1,3 LS 5H km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Kia Sportage 4x4 2,0TD km. 49.000, árg. aug. 1997 87.000,- Mazda Demio 1,3 5h km. 50.000, árg. feb. 1999 99.000,- Nissan Terrano 2,7TDi km. 71.000, árg. nov. 1997 133.000,- Seat Cordoba 1,9SDi STC. 5h km. 35.500, árg. aug. 1999 115.000,- Meiaristlærlingur Søkt verður eftir lærlingi til meiarist at byrja 1.juli 2002. Lærutíðin er 3 ár og 4 mánaðir,og verður skúlagongd í Danmark 3 ferðir í lærutíðini. Umsóknirnar skulu verða okkum í hendi áðrenn mánadagin 24.06.2002. Umsóknirnar verða at senda til: Búnaðardepilin FO-410 Kollafjørður Merkt: Umsókn Til sølu Iveco Daily 50 C 13 nýsýnaður (Krevur stórt koyrikort). Árg.: 11/2000 Km 110.000 Daihatsu Rocky SE Jeepur Árg. 09/1996 Km 137.500 Føroya Betongsaging Tlf. 217543 Teldupostur: fobetsag@post.olivant.fo Maður søkist Álítandi maður søkist at dríva ein 20 tons stóran útróðrarbát við allari nautiskari útgerð og 8 el. vágasnellum, 90 stampum, egningartrakt og gágguknúsara. Øll útgerð er nýggj inkl. motorur- in. Báturin er heimahoyrandi í Eysturoynni. Skriva til: Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Bill. mrk. 15.06. www.sosialurin.fo C M Y K 29 28