Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 112 - 15. juni 2002 Nr. 112 - 15. juni 2002 31 - Eg sá skjótt, at tað at klippa konufólki, var ikki nakað fyri meg, sigur barberurin á Høgabóli, Jógvan Hansen, sum hevur klipt, síðan hann var stóru smádrongur. EYSTANSTEVNUPRÁT Vilmund Jacobsen Jógvan Hansen er barberur ella harrafrisørur, sum tað nú eitur, á Høgabóli í Saltangará. Mong kenna Jógvan, og hann kennir eina ørgrynnu av fólki, bæði nær og fjar. Nógv verður prátað, og nógv verður lurtað hvønn yrkadag í árunum, so einki løgið er í, at Jógvan helst veit meira um alt millum himmal og jørð, enn nakar tíðindamaður. Hóast árini bert eru 56, hevur Jógvan klipt í samfull 41 ár - og tað eru ikki 41 dagar! Men, sum barberurin sjálvur sigur: "Tá ið læru- meistarin, Eskild Norðbúð í Klaksvík, hongur í enn, hóast hann er farin um tey áttati, kann eg ikki vera betjentur at gevast". Lærdi í Klaksvík Jógvan er leirvíkingur. Í 1961 sá hann, at Eskild Norðbúð lýsti eftir lærlingi. Hann søkti og slapp í læru. Eftir lokna útbúgving í 1965, arbeiddi hann eitt hálvt ár hjá Eskildi, men fór síðan til Havnar at arbeiða hjá Elly Ihlen, sum var damufrisørur. Har var Jógvan eitt knapt ár. - Her klipti eg bara konufólki, men eg sá skjótt, at hetta í longdini ikki var nakað fyri meg, sigur hann og smílist. Jógvan fekk nú arbeiði hjá Ellingsgaard og Frand- sen, sum vóru barberar undir Sjómansheiminum í Havn, og hjá teimum var hann eini fýra ár. Í august 1969 byrjaði Jógvan fyri seg sjálvan undir Sjómansheiminum í Runavík, sum tá var um at verða liðugt. - Eg hevði hoyrt Havstein Ellingsgaard, ið mundi vera formaður í nevndini, sum bygdi sjómansheimið, siga í eini útvarpssamrøðu, at eingin barberur var her inni. Havstein kundi hugs- að sær, at ein barberur húsaðist undir sjómansheiminum. Sjálvur sá Jógvan møgu- leikarnar at seta seg niður í Runavíkarøkinum, tí her búði væl av fólki, og útlit vóru til, at bygdirnar fóru at veksa. - Tað, sum eg hoyrdi Havstein siga, viðvirkaði til, at eg valdi at leiga meg inn á sjómansheimið. Jógvan sigur, at tá ið hann byrjaði undir sjó- mansheiminum, hevði Før- oya Sparikassi longu latið upp deild í bygninginum. - Sostatt gjørdi nevndin tað skilagóða - enntá áðr- enn sjómansheimið yvir- høvur læt upp - at hon tryggjaði sær nakrar leigu- inntøkur. Keypti sær hús Tá ið Jógvan hevði húsast úti í Runavíkini í níggju ár, keypti hann sær gamla Íshúsið á Høgabóli, sum tá hevði verið ein klædna- handil. Her húsast hann enn tann dag í dag, nú vit skriva ár 2002. Íshúsið hevur sína søgu; tað er bygt fyrst í 1900- talinum. Øll árini, síðan 1969, hevur Jógvan arbeitt einsa- mallur, og tað er ein ør- grynna av høvdum, hann hevur klipt hesi árini og árini heilt aftur til 1961, tá ið hann byrjaði at læra. Spurdur, hvussu nógvum fólkum hann man hava kllipt, sigur barberurin smílandi, at tað torir hann ikki at hugsa um, tí so fer hann eisini at hugsa um, hvar allir pengarnir eru farnir. Men hvussu var so tey fyrstu árini at fáa fólk at brúka pengar uppá at klippa sær? - Eg vil siga, at hetta var, sum at velta upp úr nýggj- um. Flestu menn vórðu heimakliptir, og tað var ikki bara sum at siga tað at fáa 56 ára gamal hevur klipt í 41 ár Bygdasavnið Forni skipar fyri áhuga- verdum framsýn- ingum á Eystan- stevnu EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen Í øllum meldrinum, sum umgyrðir okkara gerand- isdag, er umráðandi, at onkur heldur fast um og minnir okkum á søguna - søguna um samfelagið, vit liva í og søguna um tey, sum bygdu hetta land og eru farin undan okk- um. Einki er at ivast í, at tað gevur eina ávísa barlast fyri framtíðina, at tú eisini kennur fortíðina. Søgan um Ytra Niels Í samband við Eystan- stevnuna, skipar Bygda- savnið Forni soleiðis fyri trimum áhugaverdum framsýningin, sum leiða okkum aftur á tíðina hjá teimum gomlu. Umframt framsýn- ingina í hølunum hjá Forna, skipar savnið eisini fyri eini framsýning í gamla handlinum hjá Pidda og eini umborð á Høganesi. Í gamla handlinum er framsýning um Ytra Niels, sum var fyrsti maður, ið búsetti seg í Saltangará. Framsýningin fevnir um myndir av um- hvørvinum og ættarfólk hjá Ytra Nielsi, sum eisini var fyrsti handilsmaður um hesar leiðir. Í 1876 bygdi Ytri Niels handil og neyst úr viði, sum varð keyptur á eini uppboðssølu í Árnafirði. Sonur hansara, Per í Heið- unum, handlaði eftir páp- an og var kendur sum ein sera dugnaligur maður. Skip og manningar Umborð á Høganesi er framsýning av skipum, skiparum og manningum. Her eru eisini onkur for- vitnislig skjøl at síggja. Framsýningarnar hjá Bygdasavninum Forni hava opið bæði í dag og í morgin, báðar dagarnar frá kl. 15.00 til 19.00. Latið ei søguna doyggja, men goymið hana so væl fólk at brúka pengar til klipping. Jógvan sigur, at tað gingu fleiri ár, áðrenn hann kundi siga, at hann hevði nóg mikið at gera. - Her var bara at bíða og geva tol. Nóg prát og kjak Í fleiri ár var einki, sum kallaðist at "biðja tíð" at klippa sær. - Menn komu bara, tá ið tað passaði teimum. Sat onkur undan teimum, settu teir seg bara niður at bíða og práta - og viðhvørt kundu fleiri mans vera inni í senn. Jógvan sigur, at tað var ikki so sjáldan, at keglast bleiv um eitt nú politikk, og her vóru menn mangan ósamdir á máli. - Í slíkum føri virkaði eg meira sum orðstýrari, sigur hann. Tá ið tú hevur hitt so nógv ymisk fólk í 41 ár, sum barberurin hevur gjørt, man neyvan tað evni vera til, sum prátað ikki hevur verið um. - Eg eri forvitin av lyndi, og mær dámar væl at hitta fólk og práta. Onkur "gloppar" kanska hurðina meira, enn gott er, og sumt kann vera keðiligt at vita, tí tú kanst ikki brúka tað til nakað. Jógvan heldur, at tað er stórur munur á, hvat fólk í Havn og uttanfyri Havnina tosa um, og hetta hongur saman við, hvat fólk takast við. - Í Havn eru nógv almenn størv innan fyrisiting og á skrivstovum annars, meðan fólk á bygd antin sigla ella arbeiða í framleiðslu- vinnuni. Prátið verður har- eftir. Ætlar at halda fram Hóast Jógvan nú hevur klipt í meira enn 41 ár, hevur hann ongar ætlanir um at gevast. Honum dám- ar væl at klippa og hevur ongantíð tikist við nakað annað. Skemtandi tekur hann til, at tá ið lærumeistarin, Eskild Norðbúð í Klaksvík, hongur í enn, hóast hann er farin um tey áttati, kann hann ikki vera betjentur at gevast. Spurdur, um hann hevur samband við Eskild enn, sigur Jógvan, at sambandið teirra millum er lítið. - Men eg plagi at ringja til hann viðhvørt, tá ið hann fyllir, og Eskild fyllir 20. januar, leggur hann aftrat. Barberurin á Høgabóli hevur viðskiftafólk úr allari Eysturoynni, Hendan dagin, Sosialurin vitjaði, sat ein norðskála- maður í stólinum, og tá ið Jógvan var liðugur við mítt høvd, og vit høvdu gjørt hesa samrøðu, átti ein oyndfirðingur tørn. Oljuhøvd Í fjør summar tjenti Jógvan eisini nakrar krónur uppá oljumenninar, ið sigldu við skipunum, sum javnan lógu í Saltangará. - Teir gloppaðu hurðina her hjá mær av og á. Eg haldi, at onkur teirra var her einar 2-3 ferðir og klipti sær. Í summar eru eingi oljuskip, so hesi høvdini noyðist eg fyribils at vera fyriuttan. Men eg havi nokk at takast við, sigur Jógvan. Vit fara at enda hesa samrøðu við eini stuttligari søgu um, hvat fólk kunnu siga, sum koma inn at klippa sær hjá Jógvani. Sum vit nevndu í byrjan- ini, veit ein maður, sum barberurin, ið hittir eina ørgrynnu av fólki millum ár og dag, ein hóp um øll verðsins viðurskifti. - Ein dagin spurdi ein fiskimaður meg, hvussu leingi eg hevði siglt við trolara. Hesin helt, at eg visti, hvat eg tosaði um. Men eg havi ongantíð gjørt annað enn klipt, sigur Jógvan Hansen. Her hava nógvir mans sitið, bæði nær og fjar. Hendan dagin, Sosialurin gjørdi samrøðuna við Jógvan - og vit kliptu okkum samstundis - var ein norðskálamaður í stólinum undan okkum og síðan ein oyndfirðingur. Mynd: Finnur Justinussen Enn hava føroyingar "hjallin á sjónum", og hesin hjallur spyr ikki eftir, um tað er Eystanstevna ella ikki. Skip koma, og skip fara. Soleiðis var eisini mikukvøldið, tá ið vit tóku hesa myndina í Saltnesi. Á framsýningini hjá Forna umborð á Høganesi fæst ein ábending um, hvussu nógv sjólívið er broytt. Men hjallurin er enn hin sami… Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 31 30