leygardagur 15. juni 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 112 - 15. juni 2002
Nr. 112 - 15. juni 2002
33
Leiðari til
útibarnagarð úti
í Grøv í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna er í ferð við at seta á stovn
útibarnagarð úti í Grøv og søkir í hesum sam-
bandi eftir leiðara,við námsfrøðiligari útbúgving.
Talan er um ein kommunalan stovn, har pláss er
fyri 40 børnum í aldrinum 3 til 7 ár.
Barnagarðurin er í einum náttúruríkum og av-
bjóðandi umhvørvi tætt við haga og fjøru.
Endamálið við stovninum er millum annað:
• at skapa álit og tryggleika,bæði fyri foreldur og
børn,soleiðis at foreldur ekkaleys kunnu fara til
arbeiðis og vita sær, at børnini eru í góðum
hondum.
• At seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barnin-
um.
• At skapa fjølbroyttar menningarmøguleikar í
einum skapandi umhvørvi.
• At hava gott foreldra og starvsfólkasamstarv.
Lønar og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Komm-
unala Arbeiðsgevarafelag.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jancy B. Klein tlf. 224474.
Umsókn saman við viðmælum og upplýsing um
útbúgving og royndir, skulu vera
Klaksvíkar kommunu,
postboks 2, FO-700 Klaksvík,
í hendi í seinasta lagi 30. juni 2002.
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Toyota Corolla 1.3
Árg.: 1999
Km: 40.000
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Att.: Heri Weihe, sýnsmaður
tlf. 34 57 29
fax nr. 34 56 07
e-mail: hw@trygging.fo
At hitta mánadag-hósdag millum kl. 08.30-10.00
og fríggjadag millum kl. 08.30-16.00.
Serviceteknikari
Starvið sum serviceteknikari í Útvarpi Føroya er
leyst at søkja.
Starvið:
Tann, ið verður settur, skal m.a. taka sær av:
•
Umvæling og viðlíkahaldi av tekniskari út-
gerð
•
Journalisering av umvælingum
•
Nýgerð og tillaging av verandi tøkni
•
Uppgávum í sambandi við menning av
nýggjari framleiðsluskipan
•
Umsiting og viðlíkahaldi av skrásetingar-
skipan
•
Møguligum øðrum uppgávum
Umsøkjarin skal:
•
Vera útbúgvin radio- ella elektronikk-
mekanikari
•
Hava innlit í ljóðteknikki. Praktiskar royndir á
økinum eru ein fyrimunur
•
Hava
kunnleika
til
talgilda
tøkni
(digitalteknik)
•
Kunnleiki til EDV-útgerð er ein fyrimunur
•
Kunna arbeiða sjálvstøðugt
•
Kunna arbeiða í skiftandi vaktum
•
Vera røkin, fryntligur og hava góð samstarvs-
evni
Vit kunnu bjóða:
•
Eitt spennandi arbeiði við skiftandi uppgáv-
um í einum góðum umhvørvi
•
Eitt starv við møguleika fyri støðugari menn-
ing
•
Skeið uttanlands, har tú lærir um nýggjastu
útvarpstøknina
Setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir til starvið skulu vera Útvarpi Føroya í
hendi í seinasta lagi hósdagin 27. juni.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Hans Andor Johannesen á telefon 316566.
Útvarp Føroya
Postboks 328, 110 Tórshavn, tlf. 316566
Handilslærlingur
til Ítróttarhandil
Søkt verður eftir lærlingi til ítróttarhandil okkara
at byrja skjótast tilber. Arbeiðið umfatar alt van-
ligt handilsarbeiði so sum kundaavgreiðsla, prís-
merking/útpakking av vøru, móttøka og av-
greiðsla av ordrum.
Tað er eisini møguleiki fyri at næmingurin kemur
at luttaka á ítróttarmessu í Danmark.
Tað er eitt krav, at umsøkjarin hevur HH ella FHS.
Lærutíðin er 2 ár við HH og 3 ár við FHS. Í hesum
tíðarskeiðnum skal næmingurin 3 ferðir 14 dagar
á skúla í Danmark.
Vit vænta at tú ert fryntlig/ur, hevur góð sam-
starvsevnir, møtir til tíðina, dugir væl at umgang-
ast fólk og ikki bangin fyri at taka eina eyka hond
í tá á stendur.
Um tú ert tann rætti, kunnu vit bjóða tær eina
spennandi lærutíð við nógvum avbjóðingum
samstundis sum møguleiki er fyri at halda fram í
fyritøkuni eftir lokna lærutíð.
Umsóknir við viðmælum verða at senda til:
P/f Thomas Dam Ítróttur
Postsmoga 268
FO-110 Tórshavn
Søkt verður eftir
framleiðsluleiðara
Havsbrún er eitt av størstu og tøkniliga mest framkomnu
framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90 starvsfólkum og ein-
um umsetningi uppá uml. 400 mill. kr. árliga. Havsbrún
framleiðir fiskamjøl- og lýsi á Mjøldeildini, og alifóður á
Fóðurdeildini. Størri helmingurin av framleiðsluni fer til út-
flutnings.
Vit søkja eftir einum framleiðsluleiðara til Mjøl-
deildina. Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiði í
einum dynamiskum umhvørvi, har menningin
gongur við rúkandi ferð.
Arbeiðsuppgávur:
Ábyrgd av framleiðsluni av fiskamjøli og lýsi, her-
undir ábyrgdina av:
• operatørum og framleiðslustarvsfólkum
• støðugt at optimera framleiðsluna
• at framleiðslutólini eru í góðum standi
• at góðskukrøvini verða hildin
• at menna framleiðslu og góðsku á lidnu vørunum
Vit rokna við at tú hevur:
• eina holla tekniska útbúgving
• kunnleika til maskinur og teldur
• góð samstarvsevni
Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 24. juni
2002. Vil tú vita meiri, ert tú vælkomin at ringja til
okkum ella senda teldupost.
P/F Havsbrún
FO-530 Fuglafjørður
Tlf. 414400 • Fax 414401
E-mail: bep@havsbrun.fo
Ís
sølumaður
At byrja 1.august ella skjótast gjørligt verður søkt
eftir sølumanni til ein av ísbilunum hjá P/F Fóm.
Viðkomandi skal hava tað stóra koyrikorti.
Arbeiðið umfatar at vitja kundar okkara kring um
í landinum. Arbeiðið er sjálvstøðugt. Tann vit
søkja eftir, skal vera fyrikomandi og samstundis
hava hug og áræði at røkka tey úrslit vit søkja.
Skrivlig umsókn verður at senda til P/F Fóm,Boks
308, FO-110 Tórshavn innan 25. juni 2002.
Eru spurningar arbeiðinum viðvíkjandi ber til at
ringja til Poul Michelsen á tlf.314650 ella 212024.
P/F FÓM
veitst tú ikki tað?
Køksveitsla:
Veitslan verður á Hotel Føroyum fríggjakvøldið 26.juli kl.1900
Veitslan er fyri syskinabørnum og trímenningum eftir Hans Peturi og
Elspu í Køkinum í Norðragøtu við maka.
Seinasta freist at boða frá luttøku er 8. juli, og kann boðast frá hjá einum
av niðanfyri standandi persónum:
Ingálvur Hansen, Strendur
tlf. 447812
Marvin Hansen, Klaksvík
tlf. 456521
Áslakkur Hansen, Norðragøta
tlf. 441428
Elna Dahl, Klaksvík
tlf. 455507
Jóhannes Hansen, Klaksvík
tlf. 455969
Signbrún Andersen, Klaksvík
tlf. 456062
Henry Jarnskor, Strendur
tlf. 449626
Árant Hansen, Norðragtøta
tlf. 442045
Eli Eiriksson, Norðragøta
tlf. 441211
t-postur: elimar@post.olivant.fo
Í samband við veitsluna verður ein bóklingur gjørdur um eftirkomararnar
hjá Hans Peturi og Elspu í køkinum, og fæst hann til keyps á veitsluni.
C
M
Y
K
33
32