Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juni 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 112 - 15. juni 2002 Nr. 112 - 15. juni 2002 35 Sethús í Trongisvági Sethús í Trongisvági til sølu. Tlf. 372071 eftir kl. 18 ella tlf. 0045 24232278 SMYRIL LINE CARGO Postsmoga 370 • 110 Tórshavn Farmadeildin søkir SØLUFÓLK Farmadeildin søkir SØLUFÓLK Søkt verður eftir sølufólki til farmadeild okkara. Uppsøkjandi søluarbeiði, herundir søla av tænastum innan farma-flutning og kundarøkt. Tann, ið settur verður, skal hava góð samstarvsevni og helst hava royndir í søluarbeiði. EDV-kunnleiki á brúkarastøði er ein treyt. Sambært avtalu. Starvið verður at seta skjótast til ber. Meira fæst at vita við at ringja tel. 345962/ 63 og spyrja eftir Jónfinni ella Heðini. Umsókn við møguligum prógvum og upplýsingum um royndir annars skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2002. Arbeiðsuppgávur: Førleiki: Løn: team85 Føroya Studenta- skúli og HF-skeið Hoydalar FO-188 Hoyvík Tlf. +298 312973 · Telefax +298 318624 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Frá 1. aug. 2002 er eitt tímalærarastarv (9 tímar/ viku) leyst at søkja í lærugreinini latíni Starvið verður sett sambært sáttmála millum YF (Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara) og Før- oya Landsstýri. Umsókn á oyðublaði frá YF verður sent til:Føroya Studentaskúla og HF-skeið, Hoydalar, FO-188 Hoyvík, stílað til Mads A.Winther, rektara. Avrit av prógvum ella úrskrift av próvtøkubók skal hjáleggjast. Umsóknir skulu vera rektaranum í hendi sum skjótast í seinasta lagi hósdagin 20. juni 2002. Stuðul til Sjúkufyribyrging innan havbúnað Stuðulsskipanin »Sjúkufyribyrging innan hav- búnað« er løgd til Vinnuframagrunnin at umsita. Sambært hesi skipan kann studningur játtast til nýggjar granskingar-, royndar- og kanningar- verkætlanir viðvíkjandi fyribyrging av sjúku hjá alifiski. Upplýsingar um stuðulsskipanina, treytir o.a., og umsóknarblað fáast við at venda sær til Vinnu- framagrunnin ella á heimasíðu grunsins. Vinnuframagrunnurin Hoyvíksvegur 51 Postboks 3079 110 Tórshavn Telefon 312794 Telefax 316703 vfg@post.olivant.fo www.vfg.fo Vikarur til Skála skúla Søkt verður eftir vikari til 12 tímar um vikuna fyri lærara í barnsburðarfarloyvi.Starvið er frá 1.august til 31. desember 2002. Tímatalvan: Føroyskt í 4. og 5. flokki, handverk og list í 3.-5. flokki. Starvið er lønt samb. avtalu millum Føroya Lærara- felag og Fíggjarmálastýrið. Nærri upplýsingar fáast frá skúlaleiðaranum, tlf. 442118 ella 211360. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 8. juli 2002. Skúlastýrið fyri Skála skúla v/ Rosu Prestá, 480 Skáli Pedagogar Søkt verður eftir 2 pedagogum, 30 t. um vikuna til eina stovu við 12 vøggustovubørnum frá 1. august 2002 ella eftir nærri avtalu. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur, sum er nor- meraður til 42 barnagarðsbørn, 12 vøggustovu- børn, 8 pedagogar, 4 hjálparfólk. Endamál stovnsins er við støði í tí einstaka barnin- um at geva tí møguleika at mennast bæði persón- liga og saman við øðrum í tryggum og stimbrandi umhvørvi og í góðum samstarvi og samskifti mill- um foreldur og starvsfólk og starvsfólk sínámillum. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 24. juni 2002. Kongshavnar Barnagarður og Vøggustova Heiðavegur · Postboks 119 FO-600 Saltangará Pedagogur ella hjálparfólk til Sambýlið í Pætursgøtu 3 í Hoyvík Innan Trivnaðarmálaráðið og stovnar undir tí, við tænastu inntil víðari á Sambýlinum í Pætursgøtu 3 er eitt tænastumannastarv leyst at søkja til setan 1. juli 2002 ella eftir nærri avtalu. Um starvið ikki verður sett sum tænastumannastarv verður tað sáttmálasett á lønarstigunum 11-16. Starvið verður sett eftir sáttmálum millum Fíggjar- málastýrið og Føroya Pedagogfelag, lønt stigini 24, 25, 27, 28, 30 og 31 eftir lønartalvu pr. 01.03.02. Um eingin skikkaður pedagogur søkir verður starvið sett við fólki við øðrum førleika. Í sambýlinum búgva 5 menn við diagnosuni Asberger syndrom.Til hetta brek verður brúktur ein skipaður arbeiðsháttur. Umsøkjarar, ið hava royndir við arbeiði av hesum slag, hava fyrimun. Ítróttur er ein partur av arbeiðinum. M.a. renning og svimjing og tí má umsøkjarin vera væl fyri kroppsliga. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum er at taka sær av íbúgvunum og øllum øðrum arbeiði í heim- inum. Týdningur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur fakliga vitan og er áhugaður í at útbúgva seg meira. Hevur góð samstarvs- og innlivingarevni, er kroppsliga- og sálarliga væl fyri og ikki er bangin fyri at taka tøk. Bert fólk, sum hava lokið námsfrøðiligt prógv ella líknandi prógv verða sett í pedagogstørvini, men um útbúgvið fólk ikki verður sett,verður starvið sett tíðaravmarkað við fólki við øðrum førleika. Nærri fæst at vita um størvini frá Boga Andreasen, leiðara á telefon 215540. Umsóknarfreistin er 26. juni 2002 og skulu umsóknirnar sendast til: Sambýlið í Pætursgøtu 3 Att. Bogi Andreasen Pætursgøta 3 FO188 Hoyvík Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti Slaktari Í Keypssamtøkuni í Hoyvík er eitt starv sum slakt- arasveinur leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Lønin er sambært galdandi sáttmála fyri handverk- arar. Meira fæst at vita um starvið hjá slaktarameistaran- um Lars Hansen, tlf. 314149. Skrivlig umsókn skal sendast til: FK Hoyvík boks 349 · 110 Tórshavn Vegna summarfrí er kommunuskrivstovan stongd frá 24. juni til og við 5. juli 2002. Hósvíkar kommuna Innskriving av børnum í nýggja frítíðar- skúlan í Vági Sagt verður við hesum frá at innskriving av børnum í nýggja frítíðarskúlan kann fráboðast kommunu- skrivstovuni skrivliga ella munnliga innan 15. juli. Vágs kommuna Mentunarnevndin Gott stevnubingo verður í bygdarhúsinum í Hósvík mikudagin  juni kl  Nógvir góðir vinningar ma á lutaseðli: Ferð fyri tvey við bili í tveykoyggjukamari til Bergen við Norrönu Øll eru vælkomin Hósvíkar Róðrarfelag & Bygdarfelagið Varðin tað C M Y K 35 34