leygardagur 7. desember 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sostakurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56411
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Satsur og
paste-up: Prentsmidjan å Heygsbreyt
Prent: Prentsmidja Dimmalættingar
Arbeidsloysi
ARBEIÐSLOYSIÐ I DANMARK hevur verið
rættiliga stórt í seinastuni, og í dag ganga
meira enn 100.000 fólk arbeiðsleys.
Í VIKUNI VISTI útvarpið at siga frá, at fólka-
tingið hevði samtykt eitt lógaruppskot um at
hækka arbeiðsloysisstuðulin úr 132 upp í 160
kr. um dagin. Vitleyst sigur onkur. Ja, hatta er
javnaðarpolitikkur, sigur ein annar. Og hver
skal tíma at arbeiða, tá ein fær nærum líka
nógv fyri ikki at arbeiða sum fyri at arbeiða.
SUM VERA MAN heldur onkur tað vera nógv
fyri, at hin arbeiðsleysi skal fáa nærum líka
nógv sum hann, ið arbeiðir. Men tey, sum rakt
verða av hesum arbeiðsloysi, eru tó sakleys, og
hví skulu tey líða fyri hetta? Tey eru einans
nøkur av offrunum, sum kapitalistiska sam-
felagid krevur.
FARA VIT AT spyrja og kanna eftir, hvi so er
vorðið, so fáa vit til svar, at tað er alt ov lítið
privat fyritaksemi. Og so sláa menn seg til tols
við, at privata fyritaksemið ikki rekkur so
langt, at oll kunnu hava arbeiði og vinna sær
og sínum til lívsins uppihald.
SANNLEIKIN ER JÚ tann, at orsøkin til
arbeiðsloysi, sum skapar tervin á arbeiðs-
loysisstuðli, er júst liberalisman, ið setur
privata fyritaksemið sum eina heilaga kúgv, ið
hevur einkarrætt til at seta arbeiðsskapandi
virkir á stovn. Og har sum tað privata fyri-
taksemið ikki røkkur til, ikki tímir ella ikki
hevur áhuga fyri at gera nakað, har megu fólk
finna seg í at verða rikin frá hús og heimi til
onnur pláss, har arbeiði er, ella lata sær lynda
ta albýlina, sum eitur arbeiðsloysisstuðul.
SVARIÐ UPP Á HENDAN heldur óhugnaliga
spurning er júst javnaðarpolitikkurin, sum
sigur, at har sum tað privata fyritaksemið ikki
røkkur, ikki tímir ella ikki hevur áhuga fyri at
seta arbeiðsskapandi virkir á stovn, har skal
tað almenna taka initiativið, soleiðis at oll fáa
arbeiði.
GANGA VIT HESA leið, sleppa vit undan
arbeiðsloysi og tí albýlpolitikkinum, sum eitur
arbeiðsloysisstuðul. Ístaðin fáa oll arbeiði, og
harvið verður framleiðslan og tjóðarúrtekan
okt til gagns fyri landið og alt fólkið.
FYRI OKKARA VIÐKOMANDI man vera
betri at binda um heilan fingur og taka við læru
av teimum skeivleikum, sum grannar okkara
hava gjørt.
sosialurin
Nr. 71 — 7. december 1974
dagbókin
Guðstænastur
Í morgin verða hesar guðs-
tænastur: Á Tveroyri altar-
gongd við K. O. Viderø. Í
Hvannasundi kl. 12 og á
Viðareiði kl. 19 altargongd
við Salamon Joensen.
Prestvigsla
Vid gudstænastuna i Havnar
kirkju i morgin skal Ejvind
Vilhelm varabispur prestviga
Martin Restorff Jacobsen,
gudfrøding (cand. theol.).
Tað verður Johs. Follend,
sum kemur at prædika.
Katólska kirkjan
er opin hvenn dag fyri privat-
ari vitjan og ben frá kl.
19—20. Hvønndagsmessa kl.
19.00.
KFUK
Basarurin heldur åfram i
kvøld frå kl. 19.00.
Adventista-
samkoman
I dag kl. 9.30 bibliulesnadur
vid B. Viderø. Gudstænasta
kl. 10.45 vid A. Sandbeck.
Fundirnir verða hildnir i ad-
ventistaskúlanum við Hoy-
vikstjørn.
Sjómanskvinnuring-
urin í Havn
Fundurin er útsettur til
mikukveldið 11. dec. kl.
20.00.
Verkstadurin Von
Nú uppundir jól er høvi hjá
fólki at vitja verkstadi Von
hjá teimum evnaveiku, ið
hevur tilhald á 1. hædd í
Losjuni. Hevi verður hjá
teimum vitjandi at síggja,
hvussu arbeiðið fer fram og
eisini verður hevi at keypa
onkran tilevnaðan lut.
Evangeliihúsið
Telefonandaktin svarar á telf.
12266.
=
Reinsan av klæðum
per
til jola
Vilja tygum hava klæði tygara reinsað til jóla, mugu tey vera
okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. dec.
Gamla reinsaríið
Tórsgeta 5 - tlf. 13163
Skrivstovulærlingur
Sekt verður eftir skrivstovulærlingi við real- ella samsvarandi
prógvi. Lærlingurin verður settur sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Føroya Landsstýri.
Hondskrivað umsókn eigur at vera Fornminnissavninum í
hendi í seinasta lagi 16. desember.
Føroya Fornminnissavn
3800 Tórshavn
Posturin um jólini
Jólapostur til grannalondini skal vera á posthúsinum i Havn i
seinasta lagi soleiðis:
við flogfari við skipi
Noreg 13. desember 5. desember
Svøriki 13. desember 5. desember
Bretland 10. desember
Island 13. desember
Danmark 17. desember 12. desember
JOLAPOSTUR Í FØROYUM, sum er á posthúsinum í Tórs-
havn í seinasta lagi mikudagin 18. desember kann vera frammi
í flest ollum bygdum áðrenn jól.
Postur til Tórshavn, sum er komin til Havnar í seinasta lagi
friggjadagin 20. desember, verður útborin áðrenn jól.
Veðurlíkindi kunnu gera, at posturin verður seinkaður, og
fólk verður biðið um at senda postin í góðari tið.
POSTINNHEINTINGAR, POSTKROV Í HÓPTALI OG
»ADRESSULEYSAR« SENDINGAR kunnu ikki sendast i
døgunum 12. —24. desember.
»EKSPRESPAKKAR« TIL DANMARKAR kunnu i døg-
unum 6. — 20. desember bert sendast, tá teir samstundis verða
sendir sum »ilpakkar« ella flogpakkar.
Posthúsið í Tórshavn
Sóknarstýrislistarnir
Listarnir yvir persónliga vanlukkutryggingarskyldugar
persónar liggja frammi til alment eftirlit hjá sóknarstýrunum
í dogunum frá 1. til 15. desember í ár.
Tryggingarskyldu hava bert teir, ið vinna í minsta lagi
fimtingin av ársinntekuni á sjónum.
Best er at kanna eftir, um navn tygara er á listanum, um so
er, at tygum hava persónliga tryggingarskyldu, og hinvegin
at syrgja fyri, at navn tygara verður strikað av listanum, um
so er, at tað stendur har, og tygum ikki hava persónliga
tryggingarskyldu.
Listarnir eru hareftir avgerandi hvat viðvíkur rætt til
endurgjald, um vanlukkutilburður berst á komandi ár.
Heimafólk við ongari sjóvinnu (minni enn fimtingin av árs-
inntøkuni á sjónum) kunna tó tekna persónliga vanlukku-
trygging við at venda sær til tryggingina.
+ FOROVA $
| K & Foroya Vanlukkutrygging S/F
Postbox 59 - Telefon 11466 - Tórshavn
Skrivstovunæmingur
fær pláss á skrivstovu líkningarráðsins frá 1. januar 1975.
Skrivlig umsókn við upplýsing um aldur og skúlagongd
verður send ráðnum skjótast.
Tórshavn, 3. desember 1974
Líkningarráð Foroya