leygardagur 7. desember 1974síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
Geva plátu út á 20 ára degi
javnadur
brødralag
Nr. 71 — Leygardagin 7. december 1974 — 47. årgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Arbeidsloysi
Í oddagrein i dag verður
skrivað um arbeiðsloysi. Har
verður sagt m. a.:
— Fara vit at spyrja og
kanna eftir, hví so er vorðið,
so fáa vit til svar, at tað er alt
ov lítið privat fyritakssemi.
Og so sláa menn seg til tols
við, at privata fyritakssemi
ikki røkkur so langt, at øll
kunnu hava arbeiði og vinna
sær og sínum til lívsins uppi-
hald.
Sannleikin er jú tann, at
orsekin til arbeiðsloysi, sum
skapar tervin á arbeiðsloysis-
stuðli, er júst liberalisman, ið
setur privata fyritakssemið í
hásæti og sum sær privata
fyritakssemið sum eina heil-
aga kúgv, ið hevur einkar-
rætt til at seta arbeiðsskap-
andi virkir á stovn.
Síða 2 -
Spæla at gera
landsstýri
— Fyri at sita í andsteðu má
ein politikkari vera dugandi
og viljasterkur. Hann má
hava funnið fram til aðal-
vansar í samtíðini, sum hann
veruliga kennir sum síni
hjartamál, og eisini loysnir-
nar til teir. Men tann flokkur
ella politikkari, sum lítið og
einki hevur upp á hjarta, tolir
ikki at sita í andsteðu.
Soleiðis tekur Steinbjern
B. Jacobsen, háskúlastjóri,
m. a. til í panelgrein blaðsins
í dag, sum hann kallar Spæla
at gera landsstýri.
Síða 4
Fråsøgnin
endar
I blaðnum i dag endar ferða-
fråsøgnin hjå Såmal Johan-
sen, fyrrverandi lærara, úr
Íslandi, sum hann gjørdi
saman vid ødrum føroyingum
i sekstiårunum.
Fråsøgnin hevur gingið
gjøgnum 12 partar. Seinasti
partur er prentaður í Viku-
skifti-teiginum á
síðu 9
Flogvøllurin verður helst
longdur til 1400 metrar
Danir luttaka vid åvisari peninga-
hædd bæði til leingjanina og til
nýggj innflúgvingartól
Í viðtali við SOSIALIN sigur
Atli Dam, løgmadur, at stjórnin
nú hevur boðað frá, at hon tekur
undir við landsstýrinum í ynsk-
inum um at fáa flogvellin í
Vágum longdan.
Tað hevur leingi verið sam-
ráðst við donsku stjórnina um at
fáa vellin longdan, og tingið
samtykti í vár at virka fyri at fáa
statin at leingja hann til 1400
metrar.
Flogvellin eigur annars log-
tingið, meðan flogferðslan er B-
mál, t. v. s. at hildið hevur
verið, at staturir skuldi byggja
vellin. Hetta er framvegis ætl-
anin, tá talan er um nýggjan
vøll. Men nú hevur so staturin
sagt frá, at hann vil taka lut í
figgingini av ti fyribils bæta,
sum ein leingjan er.
Atli Dam sigur, at fyribils er
kostnaðarætlanin upp á 10 mill.
kr., og vil staturin gjalda 5 mill.
kr.
Her er so talan um 1400
metrar og 2X60 m trygdarøki,
so samanlagt skuldi hann blivið
1500 metrar. Eisini skal hann
breiðkast nakað, og kann tá
munandi sterri flogfar lenda og
fara avstad í Vágum.
Nýggj innflúgvingstól
Nýggju innflúgvingstólini, sum
ætlast at minka óregluligleikan
niður í 25—30% av tí verandi,
skal staturin einsamallur bera
kostnaðin av. Hverji hesi vera,
er ikki endalig staða tikin til,
men kunnu tey væntandi takast
í nýtslu í 1976.
Ljósmastrar
til náttarflúgving
So skjótt føroysk-donsku sam-
ráðingarnar um felagsflúgving
eru so áleiðis komnar, at ein
veit, hverji flogfer fara at
flúgva, skulu eisini nýggj inn-
flúgvingarljós setast upp.
Kostnaðurin er fyribils leysliga
mettur til 4 mill. kr. Av hesum
skal so staturin gjalda helm-
ingin.
Løgtingid uppí
Legtingið skal nú taka stødu til,
um tað vil gjalda sín part.
At vit skuldu luttaka var altíð
væntað, og segði landsstýrið í
síni tíð, at um so skuldi vera,
kom løgtingid at fáa málið aftur.
Hetta verður so nú.
Onnur bygging
Sum kunnugt fer í letuni
munandi bygging fram í Vágum.
Talan er um innflúgvingartorn
og aðrar bygningar.
Alt hetta er at frøast um, ti
nutidarsamfelag okkara tervar
gott samband við umheimin,
serliga tá vit fara undir at út-
flyta loftvegis. J.F.N.
OHEPPIN BILFØRARI
Tad måtti sigast at vera ein 6heppin bilførari,
sum í vikuni rendi á kommunuskålan i Havn.
Óhappið hendi í Sjårdargøtu. Førarin, sum
koyrdi ein hýrubil, rendi fyrst á ein skelti-
steyra og síðani í eitt vindeyga í kommunu-
skúlanum.
Hvor var orsøkin til óhappið. HORNIÐ fritt-
aði straks við penni og fototóli.
Síða 12
Síða 5
SN
So er tå Oynsktur
millum arbeids-
felagarnar!
Danski skúlastjórin Gunnar Nielsen, sum
herfyri var gestur hjá Losjuni í Havn, sigur, at
talið av rúsdrekkaskaddum í Árhus, har hann
sjálvur býr, er um 20.000, og at talið er vaks-
andi.
Leiðarin fyri hinum sonevnda A-klubban-
um í Árhus, H. P. Toft, fýlist á, at fólk ikki
dugir nóg væl at seta seg inn í viðurskiftini
hjá hinum áður rúsdrekkaskadda.
— Vil hann ikki drekka eina gl saman við
arbeidsfeløgunum eftir at hann hevur fingið
hjálp móti rúsdrekka, so er hann sanniliga
óynsktur ímillum teirra, sigur H. P. Toft.
Síða 7
Býráði hevur eina láni-
skuld upp á 25 milj. kr.
Á býráðsfundi seinasta hoskvøld
upplýsti Finnur Johansen, for-
maður i figgjarnevndini, at
býráðið hevur fleiri lán upp á
millum 20 og 25 milj. kr. til-
samans
Fleiri av hesum lánum eru
stuttfreistað, men verða hesi so
gott sum goldin um eini sjey ár.
Hetta eru ikki stór lán, tá
hugsað verður um, at býráðið
hevur eina figgjarætlan upp á 34
milj. kr., segði Finnur Joh-
hansen.
Málið viðvíkjandi uppteku av
láni úr Kommunernes Kredit-
forening upp á 10 milj. kr. í
netto er útsett til ein seinni fund
orsakað av, at fleiri av býráðs-
limunum ikki vóru kunnugir við
figgjarstødu byrådsins. Kjartan
Mohr bad um, at øll figgjar
vidurskifti byrådsins vordu løgd
fram å afturlatnum byrådsfundi,
ådrenn uppskotid um låntøkuna
upp á 10 milj. kr. netto varð lagt
fram til atkvødugreidslu
Væntandi kemur låntøkuupp-
skotið fyri býráðið á komandi
býráðsfundi, sum verður hildin
19. í hesum mánaði. (Meira um
býráðsfundin í komandi blaði.)
Tað tykist sum landsstýrið í
september 1973 rekk so langt
sum rekkast kundi í samráð-
ingum sínum um trolfri eki við
Føroyar.
Hin sonevndi »svikasåttmål
in« tykist vera ógvuliga meinlik-
ur ti, noråmenn idag strevast
fyri at fåa.
Nu frætta vit, at eisini vid-
víkjandi logrættumyndugleikan
Trolfríu leiðirnar við Noreg
um velja norðmenn somu loysn,
nevniliga ikki sjálvir at jakstra
skipini longri enn út um ekið og
síðan lata skrásetingarlandið
sjálvt reka sakarmálið mót lóg-
brótarunum.
Hetta var tað, sum menn úr
summum flokkum serliga spei
róku, men man tað í longdini
fara at visa seg at vera hollast
gongda leið