mikudagur 11. desember 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sostakurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Pre iðjan á Heygsbrey
rent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Nøgdir við urslitini
Á TEIMUM PLÅSSUM, har stillað varð upp
partapolitiskt til kommunuvalini seinasta hós-
dag, kann javnaðarflokkurin verða rættuliga
væl negdur við úrslitini, sum sýndu, at flokk-
urin stóð sterkari enn nakratid.
TALAN ER Í HESUM føri um byrådsvalini í
Klaksvík, á Tveroyri og í Vági. Í Klaksvík
luttóku allir teir politisku flokkarnir. Tað sama
gjørdi seg galdandi á Tvøroyri, har sambands-
flokkurin hesaferð hevði lista fyri seg sjálvan,
meðan allir hinir mótsteðuflokkarnir, eins og
seinastu valini, hevdu stillað upp í felag. Í Vági
luttóku sambandsflokkurin, javnaðarflokkurin
og tjóðveldisflokkurin.
Í KLAKSVIK HEYÐI javnaðarflokkurin stóra
framgongd i atkvødum og fekk triggjar mans
valdar. Við kommustýrisvalið í Klaksvík fyri
fýra árum síðani fekk flokkurin 359 atkveður
og tveir av sjey kommunustyrislimum. Ta
ferðina fekk javnaðarflokkurin næstvalda og
sidstvalda kommunustýrislimin. Við valið sein-
asta hósdag fekk flokkurin 526 atkvødur og
triggjar byrådslimir av niggju. Við hetta valið
fekk flokkurin fyrstvalda býráðslimin og síðani
býráðslim nummar fimm og niggju.
A TVØROYRI, HAR javnaðarflokkurin hevði
fimm av sjey byrådslimum, fekk hann somu
umboðan aftur. Tó var talan um framgongd i
atkvødum, og fekk flokkurin 646 atkvødur,
sum er størsta atkveðutal javnadarflokkurin
nakratið hevur fingið á Tvøroyri og fimm at-
kveður fleiri enn til løgtingsvalid í seinasta
mánaða.
Í VAGI VARÐ umboðanin hjá javnadarflokk-
inum tvífaldað. Flokkurin fekk 135 atkvødur og
tveir mans valdar. Her skal tó viðmerkjast, at
ein uttanflokkalisti var, og vóru m. a. fleiri
javnaðarmenn á ti listanum
VIT FARA AT heilsa teimum, sum á valinum
vórðu valdir at umboða javnaðarflokkin og
ynskja teimum tillukku og góða eydnu. Og
teimum kring landið, sum vórðu vald í skúla-
nevndir, bygcla- og byråd, fara vit somuleiðis
at ynskja til lukku og góða eydnu.'
VIT TAKKA FYRI tað álit og ta undirtøku,
javnaðarflokkurin fekk við býráðsvalini í
Klaksvík, á Tvøroyri og í Vågi og kunnu siga
okkum at vera rættuliga væl nøgdar við úr-
slitini.
sosialurin
dagbókin
Várgleði og
Spælistovan
hava atventshugna í KFUK í
dag kl. 16.
Missiónshúsið við
Landavegin
Fundur verður í kveld kl. 8.
Filadelfia
Í kveld kl. 8 systurmissión.
Telefonandakt alt samdøgrid
á telf. 14880.
Evangeliihúsið
Í kveld kl. 8 evangeliskur
fundur. Torkil Terkeldsen
talar og syngur. Telefonan
dakt á telefon 12266.
Dunnuspæl
Kongshavnar Kvinnufelag
hevur dunnuspæl hóskveldið
kl. 8 í Glyvra Bio.
va
Í V4-spæli útvarpsins leygar-
kveldið vórðu hesi tel drigin:
0,2. 11, 25, 30, 39, 44, 56, 61,
66, 69, 77, 84, 93, 95 og 96
Vinningurin, sum var upp á
9.260 kr., fór til einasta vinn-
aran hetta kveldið. Hann var
úr Klaksvík
Eykavinningurin upp á
2.000 kr. fór til Sumbiar
Silvurbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini Elisa-
beth og Theodor Eliassen í
Leirvík halda silvurbrúdleyp.
Tey eru burturstødd
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
hevur limafund á Hotel Fer
ovum í kveld kl. 20. Á
skránni eru ymiskir aktuellir
spurningar
Nr. 72 — 11. december 1974
Hósdagin 12.
Regluligar sendingar allar jg 42: Læknin hevur orðið
dagar í vikuni uttan sunnu- = 18,52: Framhaldssøgan
dag: »Landastrokini«, 5.
partur eftir Knut
Hamsun. Einar Joen-
sen lesur, Hans Thom-
sen tyddi
: Benjamino Gigli syng-
ur i Carnegie Hall,
upptøka frå 1975
12.20: Vedurt. og tidindi 19.30: Poppur
12.32: Tonleikur
12.50: Vedurtidindi
12.51: Tónleikur tilkl. 13.00 Fríggjadagin 13.
18.30: Vedurt. og tidindi
idsen: Ziska-ættin i
Mikudagin 11. Føroyum. Framhald
08.00: Enskt Il 19.10: >Nakrir saxofonspæl-
13.00: Kveðuljómar til sjó- arar«. 1. av trimum
fólkið jazzsendingum, sum
Jógvan Joensen legg-
ur til rættis (stereo)
20.00: Friggjakveld kl. 20.
07.15: Vedurtidindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurt. og tidindi
07.35: Tónleikur
08.00: Vedurt. og tidindi
12.00: Middagskonsert
18.42: Fyrilestur. John Dav-
18.42: Midvikan
19.30: Folkaløg
20.00: Enskt II
Tøkk
Øll tit, sum á ymiskan hátt stóðu saman um okkum sorgar-
dagarnar, og sum syndu samkenslu vid seinastu heilsan
tykkara og umsorgan fyri okkum, sum mistu mann, bróður og
påpa
Ludvig Breckmann
fåa hervid okkara hjartans tøkk
Familjunnar vegna
Astrid og børnini
Streymtalvan 1975
hjå Fischer Heinesen
er nu at fåa i flestu handlunum
Ein hent jólagáva til útróðrarmannin !
Grafia
Tórshavn - telf. 122 42
Stórt úrval í
glasi — postalín og souvenirs
Nógvar aðrar góðar lutir
Hjá okkum finna tygum
ta réttu jólagávuna
P/F MARIA POULSEN & CO.
Torsgøta - Torshavn - tlf. 12000 — 12001