Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-12-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 1974síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í 4 i Tað næsta verður skoytibani og tennisvøllur — sigur Trygvi Laksáfoss, býráðsformaður, um ætlanir býráðsins á stadionøkinum í Klaksvík Tá svimjihellin í Klaksvík varð tikin í nýtslu seinasta leygar- dag, varð aftur eitt mál rokkið á stadionøkinum í Klaksvík. Har er fótbóltsvellur og hond- bóltsvellur, rúmligt áskoðara- skýli og í summar varð ljós lagt yvir leikvellin, soleiðis at venj- ingar og fótbóltskappingar eisini kunnu fara fram á kveldi. Itrott- arhellin stendur har, sunnan fyri leikvøllin, og undir liðini á henni stendur nú eisini svimjihellin. Upp á fyrispurning frá blaðn- um um hverjar ætlanir býráðið nú hevur fyri stadionøkid í Klaksvík, sigur Trygvi Laksá- foss, býráðsformaður, at tað næsta verður skoytibani og tennisvellur. — Tennis var fyrsta ítróttar- greinin, ið Klaksvíkar ítróttar- felag tók upp, og til fyri stutt- um var tennisvellur, har sum fimleikarhallir skúlans nú standa, men mátti hesin vellur dvína fyri skúlabyggingini, sig- ur býráðsformaðurin. — Vit megu tí leggja nýggjan tennisvøll á stadionøkinum og somuleiðis skoytibana, sigur Trygvi Laksåfoss, býráðsfor- maður at enda. EA Ongin nåttarkoyring Harra blaðstjóri! Veit mær inni- vist fyri hesum hjartasuffi! Fyri umleið ári síðani, tá olju- kreppan hótti, vórðu ymisk sparitiltøk sett í verk, og millum annað varð eisini forboð sett fyri sunnudags- og náttarkoyring við privatbilum. Hetta kom mongum illa við, og fólk høvdu hug at ilskast. Her í Klaksvík er nærum líka ringt nú. Her eru fýra bilstødir, og eitt rættuliga stórt tal av taxavognum er knýtt at teim- um. Til fyri stuttum hevdu allar bilstødirnar nåttavakt hverja nátt, og kundi tú soleiðis fáa bil allar tíðir av samdøgrinum. Hetta „kundi mangan roynast hent. Men nú bráddliga eru allar bilstødirnar hildnar uppat við at hava náttavakt, og taxavognur Fyrradagin vóru teir lidnir at bóta um brim- garðin á eystaru vág í Havn. Teir hava flutt grót úr grótbrotinum við Oyggjarvegin og brúkt tað til ífyllu. Arbeiðið at styrkja brimgarðin byrjaði í august, men tað hevur ligið stilt fleiri ferðir. z er ikki til taks frå midnått til kl. 6—7 å morgni. Hetta kemur sum vera man illa við. Tað er eitt danskt orðatak, sum sigur: Mådelig pølse er altid best, hvad enten den er af ko eller hest«, og soleiðis man eisini verða her. Óivað var tað nakað yvirdrivið, tá náttarvakt sat á hverjari bilsteð hverja nátt, men so har frá og til støduna, sum nú ræður, mátti verið nakað langt lop. Tað mátti latið seg gjørt hjá hesum bilstødum skiftivís at hildið náttavakt, soleiðis at tað altíð var ein stød, sum hevði bil um náttina. Vónandi vilja bilsteðirnar taka slíka loysn til eftirtektar. misnegdur TA — HH Sperðilsendarnir og hini nýumskumpaðu rokeplini Ein umseting komin Í seinasta leygardagsblaði heitti okkara góði vinur í blaðstjórn- ini, Oli í Áarstovu, á lesararnar um at týða ein serføroyskan tekst til danskt. Oli hevði hoyrt tekstin bornan fram av einum sandingi og varð hugtikin av honum. Ti vildi hann so fegin, at blaðið skuldi prenta tekstin, og tað gjørdu vit fegnir. Ein umseting Í vikuni fekk Óli í Aarstovu sendandi bræv við ongari undir- skrift, sum gekk áheitan hans- ara í seinasta leygardagsblaði á meti. Tað var ein umseting av serføroyska tekstinum til danskt, sum Oli hevdi hoyrt heima á Såndi. Niðanfyri prenta vit fyrst uppaftur serføroyska tekstin. Síðani prenta vit umsetingina. Og so kunnu lesararnir sjálvir meta um, hvussu heppin umset- arin hevur verið! Menn vóru og róku. Araka tara- kestarnar mistu teir fylgið. Í llum hesum hurlivasanum fóru summir tuskandi gjøgnum vatn- strondina og blakaðu tað, sum fyri hond var malargrót og flagbøkkar — meðan aðrir fóru við tann spentan ál, men bert til fánýtis. Einans ein flókutur geldseyður kom í rætt. Menn vóru næstan deyðir av and- sperru. Og teir gleddu seg til at koma heim at piða ræstan háls. Sum vera man, fóru menn nakkalangir aftur at húsum. Seinni um dagin øtladi hann veðrið, og tað bleiv stormur í vindi. Tekjur rivu vida hvar, og nævurskrukkurnar fuku um geilarhornini, so ein kann hugsa sær, at menn vóru bæði ørkyml- aðir og í andarisi av hesum. Smábernini, sum gingu og runnu í túninum í nýbarkaðum rotiskóm, hevdu glett seg at fingið sperðilsendar og nýum- skumpaði rokepli. Umseting: Mænd var ude og gennede fár. Tværs af tangmeddingen und- slap fårene. Under al denne stå- hej løb nogle mænd klodset i vandkanten og smed alt som var ved hånden rullesten og tørvestykker mens andre løb for fuld fart men ak, kun til ingen nytte. Kun et forpustet kastreret får kom i folden. Mænd var næsten døde af over- anstrengelse. Og de glædede sig til at komme hjem og pille halv- rådden fårehals. Selvfølgelig gik mændene skuffede hjem. Senere på dagen blev det dårligt vejr, og det blev stærk blæst. Tage revnede forskellige steder og barkstykkerne føg om smøgehjørnene, så man kan tænk sig at mænd var både be- kymrede og fortørnede herover. De små børn, som løb rundt udenfor i nygarvede fåreskinds- sko, havde glædet sig til at få overkrænget fårerøvhul og ny optagne gigant kartofler Enn er onki landsstyri skip- að, men nú eru tekin í sól og mána: Hósdagin var lækna- konsultatiónin á Eiði avlýst. 0 — Nu er dyrt at vera søtur O- Tit sum veida undir Islandi, lesið lysingina frå landsstýr- inum i bladnum i dag og leggið tykkum i geyma, at veiða tit innanfyri við ongum veiðiloyvi, so eru avleiðingar- nar tær, at tit missa veiðu- loyvið, sum tit ikki hava. — 0 — Nú skal Zacharias Wang | bædi syrgja fyri at Erlendur kemur nidur at sita og at Erlendur ikki kemur niður at sita. fo] Og so var tad politikkarin, sum 'fkki vildi geva ov stór lyftir, men tað var sjálvandi áðrenn valið varð útskrivað. (0) Á fólkaatkveðuni um lýðveldi ella kongademi vóru nógvir grikskir veljarar, sum hildu seg við hús í teirri vón, at Konstantin kongur vildi gera tað sama. (0) Seinast eg hitti Glistrup segði hann mær, at skuldi hann vera sannførur, so roknaði hann við, at hann fyrr ella seinni kom at rinda skatt. o Danska stjórnin vildi hava eitt stutt valstrið, men kort- ini vónar hon, at stundir verða til at lova meir, enn meguleiki er fyri at halda.