Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-12-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Síða 2 SOSÍalUrin telf. 1 1820, box -76, 3800 Tórshavn Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Satsur og paste-up: Prentsmidjan å Heygsbreyt Prent: Prentsmidja Dimmalættingar Jolatrøll HÓAST FLOKKARNIR á tingi tóku samråd- ingarnar um skipan av landsstýri upp aftur fyrst í vikuni, er onki nýtt landsstýri skipað, nú hesar reglur verða skrivaðar, og líkt er til at nýggja landsstýrið í ollum forum verður jóla- troll. SÍÐANI LØGTINGSVALID hava gitingarnar um meguligar samgongur verið nógvar. Í sein- astuni eru fólk farin at ótolnast av álvara og dúgliga verður spurt eftir tí nýggja landsstýr- inum, nær tað verður skipað, um ongin sam- gonga er í ljósmála o. s. fr. TÁ SEINASTA landsstýri — tað sum nú situr, ella tað sum enn situr — varð skipað, var sam- gongan longu komin undir land fyrst i decemb- er og 10. december var val av løgmanni og landsstyrismonnum. Men hetta var eisini rættiliga skjótt, og so skjótt er onki landsstýri skipað í nógv ár. EFTIR LØGTINGSVALID 8. november 1966 varð landsstýrið ikki skipað fyrr enn 12. januar 1967. Tá vóru menn av álvara farnir at tosa um nýval, og var tað í evstu letu, áðrenn uppskot um nýval varð framlagt, at ein samgonga fekkst í lag. OG TÁ SOKALLAÐA sjálvstýrislandsstýrið kom í ljósmála, gekk eisini long tid, áðrenn burðurin var búgvin. Hetta var eftir logtings- valið 8. november 1962. Løgmadur og lands- stýrismenn vórðu tá valdir 4. januar 1963. EFTIR LØGTINGSVALID 8. november 1958 varð heldur onki landsstýri skipað fyrr enn í januar árið eftir. Tá vóru samráðingarnar eisini drúgvar, og ikki fyrr enn 9. januar vórðu løg- maður og landsstýrismenn valdir. HVUSSU VERÐUR Á hesum sinni er sjálv- sagt ilt at siga, men onki rekist fyri, at lands- stýrið verður skipað hesa vikuna, og í næstu viku eru jólini. Skuldu samráðingarnar, sum nú fara fram millum javnaðarflokkin, tjóðveldis- flokkin og fólkaflokkin ført til semju um skipan av nýggjum landsstýri, so kann kortini ikki væntast, at legmaður og .landsstýrismenn verða valdir fyrr enn eftir jólafriðtíðina. MEN TÁ SKULDI tað helst eisini verið, tí alt ov leingi kann landið ikki liggja í stjórnarloysi. sosialurin Nr. 75 — 21/ december 1974 TØKK Vit takka hjartaliga ollum tykkum, sum hjålptu okkum og sýndu samkenslu, tá kæra móðir okkara dagbókin Guðstænastur Í morgin verða hesar guðs- tænastur: Æðuvík J. Foll- end. Hvalba kl. 12.00 og Sandvík kl. 18.00 K. O. Videro. Havn J. Weyhe. Klaksvík J. Magnussen. Leir- vík kl. 12.00 altargongd og kl. 16.00 barnaguðstænasta (offurgongd) T. Beder. Kolla- fjørður P. Petersen. Skálavík Frímann á Brúnni. Vági kl. 12.00 og Sunba kl. 18.00 | Martin R. Jacobsen. Hannemia Laksåfoss doyði og varð jarðað. Tokk til tykkum, sum sendu kransar, blómur, fjarrit og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Erling, Anna, Hallur, Trygvi og Aina Vígsla av kirkju og missiónshúsi Í morgin verður kirkju og missiónshúsið á Argjum vígt av E. Vilhelm varabispi og J. Joensen fhv. varabispur held- ur prædiku í nývigda húsin- um. Adventista- samkoman Í dag kl. 9.30 bíbliulesnaður v. A. Sandbeck, kl. 10.45 guðstænasta somuleiðis við A. Sandbeck. Fundirnir Í verða hildnir í adventista- skúlanum við Hoyvikstjørn. Sat ynskjæ pudrkieatotlke okkaræ / PÅ eee Ge Fi x og ell c Arr fm ÝJJJAR 2 r ) Pr Sø hands Step Filadelfia Telefonandaktin svarar alt Í samdøgrid á telefon 14880. Kunngerð Tað verður gjørt kunnugt, at Tórshaynar byråd á fundi tann 5. des. 1974 samtykti soljóðandi reglur fyri viðgerð av umsókn- um um grundstykki frá Tórshavnar kommunu. 1. Áðrenn støda verður tikin til umsóknir, verða tær sam- mettar soleiðis: Fyrimun hevur umsøkjari a) sum eigur heima í Tórshavnar kommunu, b) sum hevur elstu umsókn c) sum ikki eigur annað hús ella grundstykki d) sum ikki áður hevur fingið grundstykki frá kommununi e) sum er uppihaldari f) sum hevur serstakar grundir, ið býráðið kann góðkenna. 2. Umsóknirnar verða settar í raðfylgju eftir dagseting og fyrimun 3. Umsøkjari, ið stendur fyrst í raðfylgju, fær boðið grund- stykki, so hvert tey verða leys at lata. Borðoyanes sum fór á saltfiskaveiðu við New Foundland fyrst í aug- ust mánaði, siglir heim. Jehova Vitnini, Tórshavn Sunnudagin kl. 15: Almenn- ur fyrilestur við evninum: Kristin hava umsorgan fyri ødrum. Vagttornsstudium vid evn- inum: Guds barmhjertighed. Rikissalurin, Noregsvegur 4. Torshavnar byråd 17. des. 1974 Sundaberg kom seinasta mikumorgun å Klaksvík við umleið 330 tonsum av saltfiski. Kunngerð Allar býráðsskrivstovur hava stongt ímillum jól og nýggjár. Tórshavnar býráð Brúdleyp Í dag giftast í Havnar kirkju Marianna Nolsøe, ættað úr Vági, og Gerhard Johs. Poulsen, ættaður av Sandi, bæði búgvandi í Havn. Brúd- leyps adr.: Hotel Feroyar. Í dag giftast í Tveroyrar kirkju Anni Djurhuus og Dan Nielsen, bæði av Tveroyri. Kunngerð Tad verður her gjørt kunnigt, at fólkatingsval fer fram hós- dagin 9. jan. 1975 í ár i samkomuhøll kommunuskúlans. Umframt veljarar í Tórshavnar kommunu hava veljarar í Tórshavnar uttanbíggja kommunu (tó ikki Syðridalur og Norðadalur) valstað í Tórshavn. Atkveðutíðin verður frá kl. 10—13 og frá 15—20, og verður tá givið uppat, so skjótt stødgur kemur í. Jolabøkur Utkomnar eru vanligu jóla- bøkurnar eins og årini framm- anundan vid søgum og yrk- ingum: Jólaboð, Hugnalig Jól, Min Jólabók og Følv. Valstýrið í Tórshavn 17. december 1974 Marius Weihe fm.