Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-12-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1974síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 smátiðindi innanoyggja Av Tvøroyri frættist at øll skipini koma heim at halda jól. Tammas T er komin av garnaveiði undir Grenlandi við 170 tonsum. Ranafossur, sum hevur roynt við línu undir Newfound- landi, er komin við 100 tonsum av saltfiski. Og Rasmus Effersøe, sum hevur verið á svartkalvaveiðu, hev- ur landað veiðina umleið 200 tons i Allir = idnadartrolararnir, uttan Leivur Øssurson, sum er væntandi ein av døgunum, eru somuleiðis komnir heim at halda jól. Anna T, sum fær nýggjan motor ísettan á Skála Skipa- smiðju, verður væntandi lið- ug úm ársskiftið. Ongin útróður hevur verið seinastu átta dagarnar, varð sagt av Tveroyri hósdagin, men tann dagin vóru bátarnir úti aftur. Tverámenn leiga havnarbátarnar Hólmasund og Henny Margrethu til út- róður. Politivaldið hevur keypt eini stór hús í miðbýnum á Tveroyri, sum nú verða um- bygd til politistød. Tað eru Sigmund Strøm og Torbjørn Djurhuus, sum hava hetta arbeiði. Peter Holm er settur sum nýggjur eykapolitistur á Tveroyri. Á Skipasmiðjuni er fram- vegis onki arbeiði. Seinasta skipið fór av 6. november verður sagt av Tveroyri. Av Sandi Sjónleikurin >Eydnulandið<, sum ungmannafelagið >Virk- ið< heima á Sandi framferir, er fleiri ferðir framførdur fyri fullum húsi á Sandi. Felagið hevur eisini verið í Kvivik og í Havn við sjónleikinum, og var fult hús í báðum stødum. Ætlanin er at hava fleiri framførslur í Sandoynni. Sandoyingar eru illa nøgdir við ferðasambandið í løtuni. Hirtshals. Menn halda, at Rytan leggur ov. lítið fyri, tá nakað er í sjónum. Leygarxveldið hendi ein bilvanlukka í Húsavík, har ein bilur koyrdi út av vegnum og bóltaði runt fleiri ferðir. Tíbetur hendi ongin man- skaði, og bilurin fór heldur ikki so illa. Við kommunuvalið 5. dec- ember vórðu Frímann á Brúnni, prestur, Hanus Jo- hannesen, bóndi og Birgir Mohr, sýslufulltrúi valdir í skulanevndina. Skeiðið í dugnaskapssigl- ing, sum Fischer Heinesen, sjómansskúlastjóri í Klaksv- ik hevur hildið heima á Sandi í vetur, er lokið. 15 næmingar fingu prógv. Fleiri fiskiskip sigla heim Gamli Andrass, sum kom til Grenlands um 25. juli, Col- umbus, sum fór úr Feroyum 17. august og hevur veitt um 50 tons í saltfiski, Petur á Gerðunum, sum kom til Grønlands 1. september, Morgunstjørnan, sum kom til Grønlands 16. september, Mars, sum fór úr Føroyum um hålvan august og Kallur, sum fór úr Føroyum 20. august, sigla øll heim. Avreiðingarprísir á ráfiski lækka Við gildi frá seinasta miku- degi hevur råfiskanevndin lækkað avreidingarprisin á hýsu yvir 40 cm 1A við 33 oyrum úr 2,32 kr. niður í 1,99 kr. fyri kilo og prisin á longu við 11 oyrum úr 1,95 niður í 1,84 kr. fyri kilo. Brosma yvir 52 cm, sum hevði avreidingarprisin 1,49 kr. fyri kilo, hevur nú ongan åsettan pris. Allir aðrir prísir eru óbroyttir í gildi. soleiðis um teir vórðu lýstir 30. novemb- Fútin hevur lýst trolreið- skapin, sum varð tikin í land av bretska trolaranum Mil- wood, til solu. Sum kunnugt varð hesin trolarin tikin í juli mánaði í ár av sjóverjuskip- inum Ingolf. Reiðskapurin hevúr verið á goymslu hjá p/f Nyki á Toftum og er virðis- mettur til 41.410,00 kr. sosialurin Nr. 75 — 21. december 1974 Íbúðarspurningurin var sjálv- sagt frammi nú upp undir løg- tirgsvalið, tað tykir at vera ollum politiskum flokkum greitt, at her er eitt mál, sum ikki er lætt at loysa, men sum tó má finna sína loysn, soleiðis at aðal- málið at meguleikin skal vera hjá ellum at reisa búgv, má verða tryggjaður, hetta at sita í egnum húsum má gerast hvers- mansføri. Í nyggjari tíð var hesin spurn- ingurin reistur aftan å løgtings- valið 1958, landsstýrið legði tå fram uppskot 31. juli 1959 um veðhald fyri lánum til húsa- bygging. Í legmansreðuni á somu Olavsøku verður sagt, at landsstýrið vil leggja fram lóg- aruppskot um ávegis loysn av hesum spurningi. Endamálið við lógaruppskotinum er at fáa til vega møguleikar fyri rimiligari og samfelagsgagnligari bygging í Feroyum, bæði viðvíkjandi vanligari húsabygging og bygg- ing til ídnað, og gongur upp- skotið út uppá at geva lands- stýrinum heimild til at veðhalda fyri byggilánum, sum verða veitt úr peningastovnum í Fer- oyum, Danmark og aðrastaðni undir teimum treytum, at 1) veðhald upp í 35% av ogn- arinnar lánivirði kann verða givið fyri prioritetslán, ið eru upprykkjandi, og sum eru tryggjað við pant aftan á 1. prioritetslánið, tó ikki meira enn fyri tilsamans 75% av ognar- innar lánvirði. 2) við ognarinnar lánvirði skilst tað virði, ið hesin nygjørdi bygningur hevur í handli sam- bært virðismetan, id er gjørd vegna láni. Lánvirðið má kortini ongantíð verða sett hægri enn grundvirðið aftrat byggikostn- aðinum. 3) Tær nærri treytirnar verða at seta av landsstýrinum, serliga viðvíkjandi rentuhæddini og av- dráttartíðini. 4) Hæddin av tí veðhaldi, landskassin åtekur sær sambært lógina, verður ikki at fara upp um 2 milljónur kr. fyri hvert figgjarárið. Síðani verður greitt frá, at á teim sterru plássunum er megu- ligt at læna frá sparikassa móti 1. prioritets pantirætti upp til 40% av byggivirdinum til 5% i rentu at afturgjalda yvir 15 år, tå talan er um timburhus og yvir 20 år, tá ið bygt er i beton. Her- aftrat at banki veitir — tó mest í Tórshavn — 50% av ti, sum sparikassin hevur latið, til 6% rentu +1% provisjón árliga móti tinglisnum skaðaleysbrævi og uttan kausjón. Í smábygdum eru møguleikarnir fyri byggilåni enn teprari. Lagt verður aftrat, at sparikassar móti panti í jorð veita lán til 4,5% í rentu at aft- urgjalda yvir 20 ár. Heraftrat verður sagt, at sein- astu árini er flyting frá smá- bygdunum til størru bygdirnar sterri, ja flyting fer fram so at siga bara til tær størstu bygd- irnar. Og her hevur húsatrotið tí rímiliga verið stórt. Og við teim- um lánimeguleikum, sum góv- ust, hevur privata húsabygging- in ikki kunnað verið fer fyri at Um íbúðarmál taka uppgávuna á seg. Nógvir av teimum, sum hóast hesa trongstødu eru farnir undir at byggja, hava bert verið mentir Í dag: Jacob Lindenskov landsstýrismaður at loyst tað, sum stersti tørvur hevur verið á, at fáa sær tak yvir hevdið. At góð, vekur og hugna- lig hús verða bygd undir tílíkum umsteðum er ikki væntandi, í besta fall má hetta bíða til seinri, tá so dánt er komið uppundan aftur aftan á fyrsta og tyngsta takið, hetta er dýrur máti at byggja uppá. Í Danmark hava teir um sama mundið, bæði staturin og kommunur, veitt munandi hjálp i sethúsabyggingini. Í Føroyum hevur talan um eisini at fáa Realkreditstovnin at taka upp á seg húsabyggingaruppgávuna, men hevur stovnurin ikki enn, nú hann tekur so stóran lut í skipabyggingarfiggjanini, kunn- að lyft hesa uppgávu. Royndir at fáa kreditfeløg i Danmark eisini at røkka til Føroya, eru ikki komnar vanligum húsa- byggjarum í hendi. Í 1955 var mett, at bygt var fyri uml. 8 millj. um árið av privatum. Við einari veðhaldslóg helt landsstýrið, fór at bera til at hjálpa teimum, ið torferast hava at fáa byggilán úr banka, útyvir tað, sparikassin letur. Tá tikið verður til, at enda- málið er at skapa møguleikar fyri rímiligari bygging, so liggur í hesum, at tað er ætlanin at hjálpa til at útvega fólki so mik- ið av húsarúmd, sum verður hildið neyðugt. Vil onkur byggja sær størri hús enn hetta, ja so fær hann ikki veðhald fyri ta bygging, sum liggur uttan fyri »rimiligt« mark, annað er tó, tå Jógvan Arge Hilmar Bech Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Heðin Klein Í panelinum eru Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Sigrid Dalsgaard — Steinbjørn B. Jacobsen Kåri D. Petersen Hans Jørgensen Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Finnbogi Isaksen Johan Hot Mortensen talan er um at byggja raðhús ella fleiri íbúðir í sama húsi. Lagt verður aftrat, at tá landskassin veðheldur fyri lánið, so er nátúrligt, at tað fær ávirk- an á bæði útlánsrentuna og av- dráttartíðina. Uppskotið fekk 1. viðgerð á tingi og var síðani beint í fíggj- arnevndina. Men síðani hetta uppskot var borið fram, er hent eitt og annað húsabygging sum heild til frama. Tað var skjótt skilligt, at ymsar lóggávur vórðu neyðugar at fremja, og bæði tað lands- stýrið, sum hetta uppskot legði fram og seinri eisini, tóku táttin uppaftur, soleiðis at tinglýsing- arlóg, matrikuleringslóg varð gjørd og síðani nýtt tiltak við húsalánsgrunninum, sum í dag er tann lánistovnurin, sum gevur lán til lægstu rentu. Vit kunnu vera samd um, at tey tiltøk, sum framd eru, hava borið á rætta borðið, men sam- stundis at langt er eftir á mál til tess at kunna siga, at tað almenna tekur nóg stóran lut í fremjanini av húsabyggingini í Feroyum. Aftrat teimum lógarmálum, sum máttu loysast, mundi tað vera stórur ójavni millum teir, sum sótu fyri peningastovnun- um í Føroyum, tí neyvan mundu teir fegnast um, at aðrir stovnar skuldu stinga seg upp, sam- stundis sum tað í hesum eisini kundi hómast, at peningastovn- arnir í Føroyum maktaðu ikki uppgávuna, sum hon var tá. Ein avleiðing var, at annar bankin setti á stovn serliga húsaláns- deild, p.f. Húsdlán, sum í dag veitir lán til góðar treytir. Men tó hetta hendi, at vit bæði fingu eina bót her og ein nýggjan húsalánigrunn, so er skilligt, at sera tungt er hjá fólki at seta seg í búgv, hava tey ikki frammanundan eginpening ella góðan privatan stuðul, tá farast skal undir at byggja. Uppi í hesum eisini, at vit í dag eru munandi meiri kravmikil í bygg- ingini. Eitt er húsalánsmálið sum so, her kunnu menn óivað gerast ymsir á máli, hvert tað er rætt at fremja ein húsalánspolitikk, sum fremur húsabygging á stór- plássum, ella fremjast skal ein politikkur, sum eins nógv hevur fyri eygað at skipa so fyri, at flyting til stórplássini ikki verður premierað. Ti gerst hetta mál við felags- heitinum íbúðarspurningurin lika So nógv ein kommunalur spurningur, ti heruppii hongur æt Kristjan å Neystabø André Niclasen Johan Nielsen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith