leygardagur 4. januar 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vit velja javnaðarflokkin við fólkatingsvalið hósdagin!
frælsi
javnaður
brødralag
Nr. 1 — Leygardagin 4. januar 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Utlitid
Í oddagrein blaðsins, sum
kallast Útlitið, verður tikið
soleiðis til:
— Nýtt landsstýri er ikki
komið enn, og hóast vit fyrr
hava skrivað, at tað var einki
Í óvanligt í tí, at nýtt lands-
stýri var skipað, so er tað ikki
at taka seg aftur í, at tað nú
fer at drúgvast, og at sam-
ráðingarnar ikki munnu hava
verið sum fótur í hosu —
samstundis um vit vita, nú
hesar reglur verða skrivaðar,
at landsstýrissamráðingar
eru framvegis, og væntandi
verður nýtt landsstýri skipað
um fáar dagar.
Men ein orsøkin til hesar
drúgvu samráðingar munnu
helst eisini botna í ti ótrygg-
leika, sum ræður uttan um
okkum, og sum vit megu
vænta eisini kann raka okk-
um, bæði orsakað av hækk-
andi prísum og teim verum,
vit skulu keypa, og trupul-
leikar á sølumarknadum okk-
ara.
Síða 2
Valgreinir
Vit prenta valgreinir eftir
Birgir Mohr og Johan Nielsen
á síðunum
5og 6
KFUM og K
Sunnudagin kl. 16 limafund-
ur við Jonu Jacobsen, hús-
móðir (Jósva-bók, 8. kap.).
Spælistovan i KFUK byrj-
ar aftur månadagin kl. 16.
KFUM- og K-skótar, úlvar
og titlingar: Vit fara til guds-
tænastu mánakveldið kl. 19.
Meta ein hálvan tíma framm-
anundan í helum okkara
(talvan gongur).
”
Eldur settur á
jólatræið í Fuglafirði
Ongin fráboðan til politiið um
hendingina, sigur sýslumaðurin í
Fuglafirði
Um 2—3 tíðina nýggjársmorgun
varð jólatræið á Muntra í Fugla-
firði tikið niður, drigið út á
vegin, tveitt oman í fjørduna og
brent. Sýslumaðurin í Fuglafirði
sigur fyri blaðnum, at tað helst
eru unglingar, sum framt hava
ótangagerðina.
— Onki víðari hendir við mál-
inum, orsakað av at ongin hevur
klagað til politiið, sigur sýslu-
maðurin í Fuglafirði.
Brendu bál á vegnum
Nýggjársaftan varð stórt bál
kynt á Niðara Vegi í Runavík.
Fólk í hópatali vórðu savnað
saman fyri at síggja bálið.
Einasti politisturin, sum er í
bygdini, var á staðnum, men
Javnaðar-
flokkurin
í kvold
Valsendingar útvarpsins í sam-
bandi við fólkatingsvalið 9.
januar byrjaðu hóskveldið. Tær
halda fram í kveld, og tá er tað
javnaðarflokkurin, sum hevur
orðið. Sendingin, sum varir í ein
tíma, byrjar kl. 19.00.
fekk onki gjørt móti hesi stóru
mannfjøld. Ferðslan í Runavík
varð av hesi orsek tarnað, og
bilar máttu koyra eftir Ovara
Vegi.
— Somuleiðis er í hesum sam-
bandi ongin klaga komin til
politiið, sigur sýslumaðurin í
Fuglafirði.
Bilur kolaðist upp
Um tíggjutíðina nýggjársaftan
kom eldur í ein persónbil, sum
stóð nærhendis eini kiosk í
Norðagetu. Slekkiliðið í Fugla-
firði kom á staðið, men tá var
bilurin longu uppkolaður. Trý
fólk vóru við bilinum, men
tíbetur kom ongin teirra til
skaða. Sýslumaðurin í Fuglafirði
sigur í viðtalu við SOSIALIN,
at fýrverkari ivaleyst hevur
verið orsøkin til eldin.
ENE
Hava
skipad seg
Nyggja byrådid i Gøtu hevur
hilduð fyrsta fundin til val av
formansskapi og nevndum. For-
maður er Oddfríður Gregersen
og næstformadur Jogvan Joen-
sen.
LL eee
9000 folk vitjad svimji-
høllina i Klaksvik
Hevur higartil havt eina inntøku
upp å 40.000 kr.
Tilsamans 9.000 fólk hava vitjað
svimjihellina í Klaksvík, síðani
høllin varð tikin í nýtslu 11.
desember. Bert tann eina dagin í
farna mánaða vitjaðu 1400 fólk.
Inntøkan hetta tíðarskeiðið
hevur verið um 40.000 kr.
Klor
Teir hava havt nakrar trupul-
leikar við vatninum, tí ov nógv
klor hevur verið í ti.
Prísurin at svimja í hellini er 5
kr. fyri vaksin og 3 kr. fyri børn.
Valevni
javnaðarfloksins
til fólkatingsvalið
2
=
Heini Johansen, bankamaður
Petur Eli Mikkelsen, lærari
Haldor Hansen, logtingsmaður
Birgir Mohr, sýslumaður
Johan Nielsen, prestur, Ørsted