Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn tgevari: Foroya Javnadarflokkur A Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf..13242 Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Útlitið ÚTLITIÐ FYRI 1975 hevur sjálvsagt verið tað, sum hevur verið mest frammi hesar dagar- nar — og ikki kunnu vit siga, at tað er bjart- skygni og ljósar ætlanir, sum mest hava eyð- kent tað, vit hava hoyrt og lisið. MEN UPPAFTUR hevur tann politiska stød- an, ikki bara her hjá okkum, men kring okkum sum heild, eyðkent tað, sum menn hava mett og gitt um. NÝTT LANDSSTÝRI er ikki komið enn, og hóast vit fyrr hava skrivað, at tað var einki óvanligt í tí, at nýtt landsstýri var skipað, so er tað ikki at taka seg aftur í, at nú fer at drúgv- ast, og at samráðingarnar munnu ikki hava verið sum fótur í hosu — samstundis sum vit vita, nú hesar reglur verða skrivaðar, at lands- stýrissamráðingar eru framvegis, og væntandi verður nýtt landsstýri skipað um fáar dagar. MEN EIN ORSØKIN til hesar drúgvu samráð- ingar man helst eisini botna í tí ótryggleika, sum ræður uttan um okkum, og sum vit megu vænta eisini koma at raka okkum, bæði orsak- að av hækkandi prisum av teim verum, vit skulu keypa, og trupulleikar á sølumarknadum okkara. TA HETTA ER sagt, so eiga vit eisini at hava í huga, at vit fyrr hava havt kreppukendar tíðir, og at vit hava havt stjórnandi menn, sum hava verið førir fyri at tikið tey neyðugu stig at bjarga okkum burtur úr ólogum. VIT VÆNTA, at tað fer at eydnast at skipa eitt landsstyri, sum verður ført fyri at leggja okkara politisku kós soleiðis, at vit eisini á hesum sinni verða førir fyri at skipa okkara samfelag. TAÐ NYGGJA ÁRIÐ ber í sær vónir, men tað ber eisini í sær mongd av óloystum og ókendum uppgávum. Eitt sterkt landsstýri, eitt stýri, sum kennir ábyrgd sína, er tað, vit hava brúk fyri og sum vit vænta verður ført at loysa tær mongu uppgávur, ið liggja fyri framman. Tøkk Øllum teimum, ið mintust meg hin 1. nov. i ár, takki eg hjartaliga. Sanna av Skarði Lýsið í sosialinum sosialurin Guðstænastur Í morgin kl. 11.00 verður guðstænasta í Havnar kirkju, har Ejvind Vilhelm varabisp- ur prædikar. 13. kveld verður guðstæn- asta í Havnar kirkju, har Johan Weyhe prestur præd- ikar. Talvan gongur til frama fyri ytrumissiónina. KFUM Almennur fundur í annað- kvold kl. 20.00 við Magnus- sen presti. Evnið: Stríðið millum andanar. Aftaná orðaskifti um evn- ið. Regluligar sendingar allar dagar í vikuni uttan sunnu- dag: 07.15: Veðurtíðindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Veðurt. og tíðindi 07.35: Tónleikur 08.00: Vedurt. og tíðindi 12.00: Middagskonsert 12.20: Veðurt. og tíðindi 12.32: Tónleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur til kl. 13.00 18.30: Vedurt. og tidindi Leygardagin 4. 13.00: Endursendingar Miðvikan Barnatimin Framhaldssøgan Landastrokini Annar fyrilestur um Winston Churchill av Ola Breckmann 18.42: Harmonikuløg 19.00: Politisk valsending — Javnadarflokkurin 20.00: Tónleikur 20.30: Rithøvundin hesa vik- una Tónleikur : Hetta heilaga evangeliið skrivar . . . 21.45: Vedurt. og tidindi Sunnudagin 5. 14.00: Vedurt. og tidindi 14.10: Tónleikur 14.30: Kveðuljómar 17.00: Gudstænasta 18.30: Vedurt. og tidindi Månadagin 6. 08.05: Enskt I 18.42: Ur ymsum herads- hornum 19.00: Politisk valsending — Sambandsflokkurin 20.00: Enskt I Løtt løg Tysdagin 7. 12.51: Skipalistarnir 18.42: Barnatimin 19.15: Politiskt ordaskifti Tónleikur Nr. 1 — 4. januar 1975 Kokkaskeið Skeið fyri kokkar ætlast byrjað 7/1— 1975. Búgvast kann á skúlanum. Klaksvíkar Sjómansskúli Tlf. 56128, 55146 og 55739 Lysing Sambært greinir 14, 15 og 49 í logtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um lands- og kommunuskatt lýsir TORSHAVNAR LIKNINGARNEVND øllum i kommununi annaðhvert sjálv ella vid fulltrú at geva upp inntøku sina i árinum 1974 innan 15. januar bókhaldsskyldug tó innan 31. januar 1975 sam- svarandi teim sjålvuppgåvuskjølum, sum nevndin útflýggjar skattgjaldarunum. Serliga verður víst á, at hann, sum í yrki sínum nýtir annað rakstrarár enn almanakkaárið, hevur rætt til at nýta hetta, tå hann frá LIKNINGARRÅD FØROYA hevur fingið loyvi til tess. Tað verður beinleiðis gjørt kunnigt, at farið verður fram sambært grein 39 i ådurnevndu lóg viðvíkjandi honum, sum ikki í tokum tíma gevur upp innteku sína. Hann, sum eingi sjålvuppgåvuskjøl hevur fingið, eigur sjálvur at snúgva sær til TORSHAVNAR LÍKNINGAR- NEYND, tá megulig mistek við útbýtanini einki ávirka und- annevndu ásetingar. Persónar, sum eru skyldigir at føra løggildar handilsbøkur, og skattskyldig deyðsbúgv skulu saman við sjálvuppgávuni senda inn rakstrarroknskap og uppgerð yvir figgjarsteðu við rakstrarársins byrjan og enda. Sjålvuppgåvur, sum ikki eru innkomnar innan ådurnevndu freistir í tí fyriskrivaða sniði og rætt undirritaðar, verða við- gjørdar eftir lógargreinunum 39 og 40. Arbeiðsgevarar verða bidnir um at senda frágreiðing um goldnar lønir 0. a. m. til verkafólk sitt innan 15. januar 1975, sum teimum er álagt samb. 12. kapitul í nevndu lóg. Somuleiðis verður kunngjørt, at fyri hann, sum gevur ella er við til at geva líkningarvaldinum skeivar upplýsingar um ognar- og forimunarviðurskifti, galda reglur um revsing fyri- settar í 13. kapitli í hesi lóg. Viðvíkjandi ognaruppgerð verður víst á 11. kapitul í lógini, og verður hon at senda LÍKNINGARRÁÐI FØROYA innan ådurnevndu freistir. Heitt verður á øll um at skriva nøvn og bústað (gøtunøvn og húsanr.) skilliga á sjálvuppgávuna, so tey verða ikki misskild. Tórshavnar Líkningarnevnd tann 17. desember 1974 Kunngerð Tað verður her gjørt kunnigt, at fólkatingsval fer fram hós- dagin 9. jan. 1975 í ár i samkomuhøll kommunuskúlans. Umframt veljarar í Tórshavnar kommunu hava veljarar í Tórshavnar uttanbiggja kommunu (tó ikki Syðridalur og Norðadalur) valstað í Tórshavn. Atkveðutíðin verður frá kl. 10—13 og frá 15—20, og verður tá givið uppat, so skjótt stødgur kemur i. Valstýrið í Tórshavn 17. december 1974 Marius Weihe fm. Handil til leigu Húsini í Gongini nr. 3, nyistandsett, til leigu um nóg gott til- boð fæst. Kurant vørugoymsla kann yvirtakast. Fa. C. C. Johansen tlf. 14922 Kunngerå Regluligir býráðsfundir í 1975 verða hildnir hósdag 16. januar 14: og 28. august 6. og 20 februar 11. og 25. september 6. og 20. mars 9. og 23. oktober . og 24. april 6. og 20. november . og 29. mei 4. og 18. december . og 26. juni Allar dagar kl. 18.00. Torshavnar byråd