Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 4. januar 1975 sosialurin Svøriki limur av trygdarráðnum Vaksandi útreiðslur hjá heimssamgonguni Á ársaðalfundi Sameindu Tjóða nú í heyst er Svøriki vorðið limur av Trygdarráðnum. Fýra onnur nýggj limalond vórðu vald: Guyana, Italia, Japan og Tanz- ania. Hesi fimm londini koma i stadin fyri Australia, Indonesia, Kenya, Peru og Eysturriki. Nývalið hevur gildið frå 1. januar 1975 og komandi tvey árini. Samstundis hevur aðalfund- urin samtykt uttan atkveðu- greiðslu, at tær báðar handils- samgongurnar EF - europeiski felagsmarknaðurin — og COM- ECON — handilssamgongan í Eystureyropa — skulu egia rætt at hava eftirlitsumboð á aðal- fundinum. ST nýtist 60 mill. dollars aftrat Á aðalfundinum hevur ST aðal- skrivarin Kurt Waldhgim boðað frá, at tað helst verður neyðugt at økja um figgjarætlan Sam- eindu Tjóða fyri 1974—75 við knappliga 60 miljónum dollars — einahelst orsakað av infla- sjónini og broytingunum í valutakursunum. Figgjarætlan- in fyri núverandi tvey-ára tíðar- skeiðið varð samtykt av aðal- fundinum í december 1973 og var tá tilsamans 540,5 mill. dollars. Aðalskrivarin upplýsti eisini, at friðarvaktarlið ST í Miðeystri (UNEF) á ársgrundarlagi kemur at kosta ikki minni enn 20 mill. dollars meiri enn ætlað av fyrstan tíð. Fyri fyrsta seks- mánaðar tíðarskeiðið varð í december í fjør samtykt figgjar- ætlan vid 30 mill. dollars. Vaktarliðið i Miðeystri Aðalfundurin hevur samtykt at leingja mandatið hjá UNEF við seks mánaðum fram til 24. apríl 1975. Tá verður sagt í samtykt- ini, at ST friðarvaktarliðið kemur at halda fram fyribils sum veitt lið í royndunum at skapa rættvisan og varugan frið í Mið- eystri«. 13 limir av Trygdarráðnum atkvøddu fyri samtyktini, eingin atkveddi ímóti, og eingin vísti til, at tey ikki vildu geva at- kvødu. Tó luttóku Irak og Kina ikki í atkvødugreidsluni. Í reðu vísti Kurt Waldheim, aðalskrivari, til, at hann í frá- greiðing hevði viðmælt, at ST vaktarhaldsliðið skal verða ver- andi í Miðeystri fyribils í seks mánaðar aftrat. Tann friður, sum í letuni valdar í ísraelsk- egyptiska økinum, má varðveit- ast, um ein skal gera sær vón um ein varugan frið, segði Wald- heim. Trygdarráðið sigur seg sam- stundis vísan í, at vaktarliðið kann halda fram »vid størst meguligan dugleika og við vítt- fevnandi figgjarligt eftiransni.« Kina framvegis ímóti Umboðsmaður Kinas, Huang Hua, segði undir orðaskiftinum, at kinesiska stødan altid hevdi verid tann, at ST ikki eigur at lata seg nyta til at seta upp »sonevnd fridarskapandi vaktar- liða. Hesi vóru einans skålka- skjól fyri tær atgerðir, ið stór- veldini vildu fremja. Wissam Zahawie úr Irak segði, at umboð Iraks ikki lut- tóku í atkvødugreidsluni, orsak- að av mótsteðu Iraks móti, at Trygdarráðið hevði avgjørt at seta á stovn UNEF vaktarliðið á sinni. Hann legði aftrat, at tað tyktist, sum lindi var til at lata ST-liðið verða verandi í óav- markaðari tid í einum øki, har tað meðvirkar til at >niður- frystar eina steðu fyri at varðveita status quo. Vaktariiðið einans 4490 mans tilsamans Í oktober var ST-vaktarliðið einans 4.490 mans tilsamans við hermonnum úr Canada, Fin- landi, Ghana, Indonesia, Pan- ama, Pollandi, Senegal, Sveríki og Eysturríki. Eftir upprunaætlan skuldi vaktarliðið havt 7.000 mans. At ikki er rokkið á mál kemst av, at Írland og Nepal hava tikið aftur teirra herlið, og at summi herlið eru flutt frá UNEF til ST-herlið- ið á syrisk-israelska økinum (UNDOF). Suðurafrika varð ikki blakað á dyr Trygdarráðið hevði 30. oktober atkvødugreidslu um uppskot, hareftir Sudurafrika skuldi verða blakað út úr heimssamgonguni. Úrslitið av atkvødugreidsluni gjørdist, at uppskotið varð felt, av tí at trý av festu limalond- unum legdu niður veto móti uppskotinum, Frankariki, Ong- land og USA. Annars fekk upp- skotid 10 ja-atkvødur, medan 2 limalond ikki góvu atkvødu (Costa Rica og Eysturríki)æ Uppskotið var grundað við grein 6 í ST sáttmálanum, har- eftir limaland eftir viðmæli frá Trygdarráðnum av aðalfundin- um kann verða koyrt úr heims- samgonguni, um tað ferð eftir ferð ikki hevur aktað adaltætt- irnar í grundarsáttmála ST. Sagt var, at Suðurafrika júst hevði borið seg soleiðis at við at halda fram rasupolitikk sín við ikki at taka seg aftur úr landinum Namibia og við at bróta boykot Sameindu Tjóða av Suður-Rhodesia. Tey trý vestanveldini, ið at- kvøddu ímóti uppskotinum, vístu til, at eisini tey vóru ímóti rasuskilnaðarpolitikkinum — apartheid — men tey hildu, at utkoyring av Suðurafrika vildi skapa eitt hættisligt fyridomi. Eisini kundi ein útkoyring fera til, at ST ongar møguleikar hevdi fyri at leggja tryst å Sudurafrika, just um tad mund- ið, tå hetta land tyktist vilja reka ein meiri liberalan politikk. Førovsk frímerki Føroysk frimerki verða tikin í nýtslu 30. januar 1975, og donsk frímerki kunnu bert nýtast til og við 29. januar 1975. Í hesum sambandi verður skipað fyri filatelistiskari stempl- ing soleiðis: 1. Brev og kort til stemplingar á posthúsunum 29.1.1975. Brøvini og kortini skulu hava ásett frímerki (í minsta lagi 50 oyru), navn og adressa skal vera áskrivað, og tey skulu vera send til posthúsið í Havn í seinasta lagi 6. 1. 1975. 2. Brøv og kort til stemplingar á posthúsunum 30. 1. 1975. Navn og adressa skal vera áskrivað, og postgjaldið er í minsta lagi 50 oyru fyri hvert. Brøvini og kortini skulu vera senda til posthúsið í Havn og gjaldið til: Postgirokonto 6259847 Frímerkjadeildin, posthúsið 3800 Tórshavn í seinasta lagi 6. 1. 1975. Vanlig stempul verða nýtt á 38 posthúsum og stemplið «Spis færøsk klipfisk» á 5 posthúsum. Stemplid «Spis færøsk klipfisk» verður bert nytt til og vid 29. 1. 1975. 3. Fyrstadagsstempling vid serstempli. Nærri upplysningar um hetta og um nýggju frimerkini fåast á posthúsunum. POSTVERKIÐ Pí. J. F. KJØLBRO vre ye sosialurin telf. 11820 Sida 3 stubbar uttaneftir Papadopoulos åkærdur fyri svik Fyrrverandi grikski forsetin Georg Papadopoulos og fyra aðrir limir í frákoyrdu griksku hernaðarstjórnini vóru við ein dómstól á oynni Kea seinasta leygardag ákærdir fyri landasvik og uppreistur. Um teir verða > % ; 3 funnir sekir i åkæruni, kunnu teir dømast til deyda. Dómarin við apelldómstól- in í Athen, Georg Voltis, ákærdi teir í samband við hernaðarkvettið 1967, sum fordi við sær, at Grikkaland í sjey ár kom at vera stýrt av einum hernaðarligum eina- ræði. Teir fimm, sum ákærdir eru, vórðu í september mán- aða í fjør beindir út á oynna Kea í Ægæarahavinum. 23 doyðu av flogvanlukku 20 amerikansk ferðafólk og 3 guatemalar doyðu seinasta leygardag av eini flogvan- lukku í einum fjallalendi í miðamerikanska statinum Guatemala. Vanlukkan hendi stutt eftir at flogfarið var farið á flog úr bynum Tikal 320 km norðan fyri høvuds- staðin Guatemala-city. Ferð- afólkini høvdu leigað flog- farið og skuldu flúgva uppi- yvir toftunum á Maya býnum Tikal. Hjålp Í túsundatali av sudurviet- namesarum, sum fingu skada undir krignum, fåa litla og onga hjålp. Teir vera sostatt noyddir at bidda sær fyri fød- ina. Madurin, ið sæst á mynd- ini, er blindur og stendur við eitt vegaskelti í vón um, at onkur, sum kemur framvið, gevur honum nekur oyru til at keypa breyð ella rís fyri. Egyptaland Í Port Said eru 17 fólk hand- tikin fyri at hava birt upp- undir uppreistur móti egypt- iska forsetanum Anwar Sad- at. 92 onnur fólk sita fost, ákærd fyri at hava framt undirgravingarvirksemi móti egyptisku stjórnini. Hesi seinast nevndu vóru við í álopinum móti hernaðaraka- deminum í Cairo í apríl mánaði í fjør. Rættarviðgerðin móti teim- um verður uppafturtikin 18. januar í ár. Høsnarungi uttan fjardar Innan landbúnaðardeildina hjá Marylands universiteti er stórur áhugi fyri einum høsn- arunga, sum hevur ongar fjarðar. Max Rubin doktari, ið á myndini sýnir fram hesn- arungan, sigur, at møguleik- in fyri at fáa ein fjarðaleysan hesnarunga, er ein útav einari millión. Royndir verða gjørdar við at para fjaður- leysar hesnarungar saman, og kann hetta fáa handils- ligar fyrimunir, um royndirn- ar eydnast. Gullsøla í USA Seinasta týskveld kl. 24.00 var aftur loyvt at selja og keypa gull í USA eftir at bann hevur verið fyri hesum í 41 ár. Stórur gravgangur er eftir gulli, av ti at hin vanligi amerikanarin i 41 ár ikki hevur havt loyvi til at eiga, selja ella keypa gull. Fleiri síl doyðu Síl til eitt virði upp á eina hálva millj. kr. doyðu í eini byrging í Suðurjútlandi her- fyri. Orsekin til vanlukkuna var, at fýra tons av olju lóku í eina á, sum rann í sílabyrg- ingina. Oljan stavaði frá eini teppiverksmiðju.