leygardagur 4. januar 1975síða 6
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosjalunin
Jóhan Nielsen:
Javnadarrørslan einasta bjargingin
Eitt fólkatingsval í ótíð kemur
altid illa við, bæði i Føroyum og
Danmark, men tó at vit í Feroy-
um á mangan hátt eru betur fyri
enn Danmerk, so kemur hetta
valið okkum verri við enn døn-
um. Vit hava í 1973 havt eina
folkaatkvødu, eitt fólkatingsval,
og í 1974 eitt legtingsval og
kommunuval kring landið, so
onkur kennir tað kanska sum
eina fyritøku nú at skula fara
aftur at velja fólkatingsmenn.
Tó, mega vit minnast til, at
hetta at kunna fara á val og velja
millum fleiri flokkar og fleiri
persónar, eru demokratisk rætt-
indi, sum fólk tey flestu steð í
heiminum evunda okkum, og
sum vit mega gera alt fyri at
verja. Besti húskallur harðveld-
isins er parlamentsleiði. Segan
sýnir okkum, at tað er í teimum
londum, har fólkið hevur fingið
vannvirðing fyri parlamentinum
ella tinginum, at diktatorin
sleppur framat. Nú trúgvi eg
onga letu uppá, at nakar kann
gera seg upp til diktator í Før-
oyum, men alíkavæl er tað
skylda okkara at virða og verja
tey parlamentarisku rættindi,
sum eyðkenna t. d. Ongland og
Norðurlond.
Fólkatingsvalbardagin í Dan-
mark er merktur av striånum
millum kommunistar, reform-
socialistar og teir liberalu. Hetta
at vera liberalur merkir at hava
fult frælsi á øllum økjum. Tað
ljédar vakurt, men merkir i
roynd og veru: >De store fiske,
de sluger de små«.
Mær tykir tó, at sjoarfall
teirra stóru ismunnar man fara
at vera runnið. Annar heims-
bardagi bardi niður nazismuna
og facismuna, so hesar rerslur í
dag bert hava tamarhald fáar
staðir í heiminum, sum t. d. í
Spania og Chile, men tær prutla
undir loki fleiri aðra staðir.
Heimskommunisman liggur í
sorli. J ugoslavia hevur í nógv år
gingið egnar leiðir. Kina og
Sovjetsamveldið eru versti figg-
indar. Liberalisman sýnir sanna
andlit sitt undir oljukreppuni.
Víða hvar um vesturheimin
hvørva tær smáðu fyritøkurnar,
medar tey risastóru multinat-
ionalu. ffeløgini florera. Stórveld-
ini hugsa mest um at búgva seg
til biurdagar. Tey niðurundir-
komnu londini líða hungur og
hall, rneðan túsindur av tonsum
av mati í teim kapitalistisku
londu num antin verður lagdur í
kuld:sgoymslur ella tað verður
beint; fyri matvørunum, so at
mar knaðurin skal ikki verða
ska'kaður. Hin sonevndi petro-
dol iarin, tað er peningurin, sum
olj'alondini fáa fyri oljuna í
Ar nerika, Japan og Vestur-
eu ropa, skakar valutain um
al lan heimin. Í flestu londum
k; sing heimin er kreppa og
a rbeiðsloysi, sum menn meta
s aman við kreppuna í tríatiárun-
tim, og Danmark er komið
rættiliga illa fyri.
Eg eri yvirbevístur um, at ein-
asta bjarganin hjá okkum er re-
formsocialisman ella javnaðar-
rørslan, sum vit kenna hana i
Vesturtýsklandi, Onglandi og
Norðurlondum. Vert er at ansa
eftir, at tey lond, sum í dag hava
klárað seg best undir núverandi
heimskreppuni, eru Vesturtýsk-
Johan Nielsen
fólkatingsmaður
Noreg, sum
javnaðar-
land, Svøriki og
verða stjórnað av
monnum, tó, hjá Noreg spælir
tað eisini inn, at teir hava funnið
so nógva olju, at teir um
skamma stund verða eitt olju-
veldi, óheftir av teirri olju-
kreppu, sum nývir okkum so
fast.
Vit feroyingar hava klárað
okkum framúrskarandi væl. Ikki
bert hækkaði oljan til skýggja,
men fiskaprísurin fór eisini mun-
andi upp. Men nú er vend komin
í, so ilt er at siga, hvat framtíðin
fer at bera okkum. Tó havi eg
gott treysti. Fiskimenn, sjó-
menn og verkamenn okkara eru
millum teir bestu í heiminum, og
sum Nordal Grieg segði: >Aldrig
kann et folk forgá, som ikke vil
det selv«. Hetta ber sjálvandi
við sær, at vit kanska verða
noyddir at taka nøkur tung tek
saman. Her er tað mær eisini ein
uggi, at Føroyar hava eins góðar
politikkarar og onnur lond.
Seinasta landsstýri var eitt gott
landsstýri fyri Føroyar, og tað er
von min, at nýggja landsstýrið
verður eins gott. Tann uppbygg-
ing, sum er farin fram í Føroyum
hesi seinasti árini, er so stór-
fingin bæði á sjógvi og landi, at
fremmandir undrast. Hartling,
forsætisráðharri, segði við meg,
at hann hevði ikki trúð ti, um
hann ikki sjálvur hevði sæð tað,
at framburðurin i Føroyum var
so stórur, sum hann var.
Hetta skyldast eisini ti fråliku
samvinnu, sum vit hava havt
við Danmark, og hesa samvinnu
mega vit halda fast við. Her
hava javnaðarmenn altið gingið
á odda, og steða okkara hevur
altið verið góðtikin við virðing
av ollum flokkum í fólkatingin-
um, Glistrup undantikin, og er
tað nakar foroyskur flokkur ella
politikkari, sum heldur við
Glistrup, so sigi eg, sum
maðurin segði: »Væl í gagnist«
Eg havi altíð lagt dentin á, at
allar týdningarmiklar avgerðir
Føroyum viðvíkjandi skulu
verða tiknar i Føroyum, og lat
meg siga tað beinan vegin, at
har drógu Hákun Djurhuus og
eg eina linu. Eg havi altíð roynt
at forða fyri, at fólkatingið
skuldi verða eitt landsting yvir
løgtinginum, og eisini við hesari
áskoðan havi eg mett semdir hjá
donskum fólkatingsmonnum. Eg
havi fingið teir at skilja, at Dan-
mark hevur fyrimun av at vera
saman við Feroyum, eins og fer-
oyingar hava fyrimun av at vera
saman við dønum, og tað hevði
verið óðamannaverk, um vit
spældu okkum henda fyrimun
av hondum.
Sum áður sagt, so tykist
framtíðin okkum heldur enn ikki
depur. Tessvegna er tað gott at
vita, at Danmerk er til reiðar
enn sum áður at gera ta skyldu,
sum heimastýrislógin leggur
teimum á, og sum eg fyrr havi
vist á, so uppfatar eingin hetta,
sum ein álmissubita. Takkað
verið teimum føroyingum sum
sigla við donskum skipum, so
hevur danski skipaflotin ein
kapacitet, sum hann ikki hevði
havt, vóru danir ikki í rikis-
felagsskapi við okkum. Hetta og
nógv annað ásanna danskir
politikkarar.
Socialu viðurskiftum okkara,
so liggur enn okkurt á láni, sum
rikisfelagsskapurin vil hjálpa
okkum at fremja. Eisini útbygg-
ingina á landi vilja teir hjálpa
okkum við ti, sum tað er skylda
teirra sambært heimastýrislóg-
ina. Vit javnaðarmenn helma
ikki fyrr enn allar bygdir hava
fingið teir hentleikar, sum tíðin
krevur.
Fyri útbúgvingina av ungfólki
okkara er samvinnan við Dan-
mark av stersta týdningi. Ikki
bert er atgongdin til lærustovn-
arnar í Danmark ókeypis, men
foroyingar hava sama rættin til
lán og stuðul frá Ungdommens
uddannelsesfond — alt eftir
trongd, sum danir, og skatta-
viðurskiftum viðvíkjandi, so
hava føroyingar serrættindi —
skamm og last i tey, sum vilja
beina fyri øllum hesum ágóðum.
Tann feroyski fólkatingsmað-
urin, sum altíð er at hitta í
Danmark hevur eina sersteðu
millum fólkatingsmenn. Til
hansara leita feroyingar við
trupulleikum teirra, og so roynir
hann at hjálpa teimum. Tað
eydnast viðhvert, tað misseydn-
ast av og á, men altid roynir
hann at gera tað, hann kann.
Lat meg her nýta hevi at bera
Trúgva Johansen, umboðsmanni
landsstýrisins eina stóra tekk
fyri gott samstarv. Hann hevur
verið mær ein ómetaligur stórur
stuðil.
Javnaðarmenn og kvinnur og
annars alt javnaðarhugað fólk
kring landið. Tað leikar á beint
nú. Afturhaldið tykist at vinna
fram í flestu londum í heiminum.
Tað er, sum fer tað ein aftur-
haldsgjóstur yvir heimin. Latið
ikki henda afturhaldsgjósturin
nerta við í Feroyum. Latum
okkum berjast fyri at varðveita
tann framburð, sum vit hava
vunnið, og latum berjast fyri, at
vit kunna vinna enn meira. Lat
afturhaldið tapa so nógv, at vit
kunna spyrja teir, sum Mortan í
Meiliti, sáli, spurdi, táið hann
við Ennergy hevði vunnið á Carl
í kappsigling: >Vilja tykur tapa
meira enn?<
Farið tí av húsi, maður og
kvinna, hósdagin 9. januar, og
setið krossin á javnaðarlistan
ella við tað valevni á javnaðar-
listanum, sum tit halda best
kann umboða Feroyar í fólka-
tinginum, »og bið so Guð og
Skal Óðin verða
landsskemtari
í fýra ára skeiðnum ?
Í politiskum valsendingum verð-
ur mangt logið sagt, og oftast av
nýggjum valevnum, sum lítlan
kunnleika hava til tey verunligu
samarbeiðsviðurskiftini og mog-
uleikarnar í politikki, tá nógvir
flokkar eru uttan meiriluta aftan
fyri seg
Vit minnast øll hin fantastiska
Vågadal i løgtingsvalstridi sam-
bandsins. Nú sær út sum
oyggjafelagi min Levi Niclasen '
fyri fólkaflokkin roynir at vinna
prísin fyri politiskan óbunaskap
frá Vágadali, tí er tað ikki ein óð
melduródn í heysi Leva, sum
hasa lotuna hevði gjørt hann í
ørviti, er hann politiskt meira
óbúgvin enn tað sømir seg fólka-
flokkinum at avdúka.
Tað liggur ikki fyri orðarætt
at endurgeva brotið úr reðu
Levi, men meiningin skuldi iva-
leyst vera, at javnaðarflokkurin
fyri at sleppa at yvirtaka
Olav kong ráða for ervar-
oddum«.
politikk fólkaflokksins hevði
verið so iðin, at hann á knøunum
var kropin til krossin og við húð
og hár hevði etið alt í seg av
javnaðarpolitikki.
Nei Levi, soleiðis verða sam-
gongur ikki skipaðar.
Eingin flokkur hevur reinan
meiriluta fyri sínum politikki, og
tað samgongugrundarlag, arb-
eitt kann verða á, må ti i sær
eiga nøkur hevuðsmál, sum hver
flokkur kann kalla síni, harum-
framt skulu neyðsemjur gerast
um eina rúgvu av málsekjum,
meðan hevuðsarbeiði verður
dagliga at loysa vanlig mál, sum
alla tíðina eru uppi.
Givið er tí, at skal nakað
spyrjast burtur úr teim samráð-
ingum, nú fara fram, er neyðugt,
at nøkur stig verða tikin á javn-
aðarleið, onnur á teirri, sum
fólkaflokkur og tjóðveldi seta
hogt, alt hetta so væl avvegað
Hon segði við hann:
— Skulu vit siga góða
nátt nú, góðasti?
Nei, bíða eina letu aft-
rat. So kunnu vit siga góðan
morgun . . .
o
Funningsmaðurin spurdi ver-
sonin, sum var dani:
— Bruger De pik-dæk?
sum gjørligt, so flokkarnir
kunnu kenna nøgd við at hava
verið við til at ávirka samfelags-
útviklingin eitt skeið, og hetta á
ein hátt sum gevur menning til
alt fólkið, her býr.
Slíkt róp sum hetta, Odin skar
út í, er ikki fruktagott fyri sam-
ráðingarnar, og átti fólkaflokk-
urin ikki at havt borið tað út
men vit meta, at hetta stendur
fyri egnu rokning Odins og
skriva tað upp á kontoina fyri
politiskan óbúnaskap.
Lat meg samstundis afturvísa
orðum Hans Andreas Jacobsens
um, at tingið valdi uppskot
fólkaflokksins í EF-málinum.
Hetta er tugt so nógv, men lat
meg minna á orðini hjá Hilmari
Kass um at stinga grindina á
víðum havi, tey lýsa nóg væl
hetta mál.
Í Havn, 3. januar 1975
Atli P. Dam
FA ——————
Fólkatings-
valið
Hósdagin 9. januar fara vit aftur
til valborðið. Tá skulu vit aftur
velja umboð foroyinga á fólka-
ting.
Javnaðarflokkurin hevur altíð
havt greiða stødu í spurningin
um um samvinnu við danska
ríkisstýrið og lagt dent á týdn-
ingin at hava umboð okkara á
teimum stødum, har avgerðir, ið
viðvíkja okkum, skulu takast.
Ti er einki at ivast i, at tað er
rætt og rimiligt at geva atkvød-
una fyri Javnaðarflokkinum til
valið hósdagin 9. januar.