mikudagur 5. februar 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 10 — 5. februar 1975
sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari
Førova Javnadarflokkur
Bladstjorn: "Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Avaring
Á TINGFUNDI seinasta mikudag, har val av
fleiri nevndum var á skránni, stóðst rættulig
ósemja millum samgonguflokkarnar og and-
støðuna um valið av løgtingsins marknaðar-
nevnd.
MARKNAÐARNEVNDIN er ikki gomul, men
sera týdningarmikil nevnd, ið hevur at kalla
øll uttanríkismál okkara um hendi. Sambært
tingskipanina skal marknaðarnevndin — eins
og allar hinar løgtingsnevndirnar — veljast
sambært reglurnar um lutfallsval. Sambært
hesar reglur fær landsstýrissamgongan, sum
telur tilsamans átjan mans, fimm limir í sjey-
mannanevndir, meðan andstødan við sínum
átta monnum fær tveir limir í somu nevndir.
VIÐVÍKJANDI marknaðarnevndini var semja
um í seinasta valskeiði at víkja frá tingskip-
anini og geva øllum flokkum umboð í hesi
nevnd, t.v.s. eisini teimum flokkum, sum
sambært reglurnar um lutfallsval ikki áttu
umboð. Orsøkin til hetta undantak vóru tær
serstøku umstødurnar, sum gjørdu seg
galdandi vid felagsmarknadarmålinum.
HETTA MÅL er nå endaliga avgreitt å tingi og
er tí nátúrligt at venda aftur til tingskipanina
og velja marknaðarnevndina sambært regl-
urnar um lutfallsval, soleiðis sum ásett er í
tingskipanini. Men her hendi tað løgna, at
fyrst Hilmar Kass, síðani Kjartan Mohr og at
enda eisini Pauli Ellefsen mótmæltu, at valið
fór fram sambært tingskipanina.
AT UNGIR og lítið royndir menn sum t.d.
Pauli Ellefsen leypa upp á báðum beinum í
slíkum føri, undrar okkum ikki. Men tá eldri
og royndur politikkari sum Kjartan Mohr
tekur undir við slíkum, tá megu vit ógvast
við, tí vanliga hevur hann havt stóra virðing
fyri okkara aldargamla tingi og fyriskipanum
tess
Í HESUM føri må spurningurin verða: Skal
eitt undantak, sum er gjørt einaferð, føra til,
at vit áhaldandi og í allari framtíð skulu bróta
ella ganga uttan um tingskipanina? Sjálvandi
nei!
HENDINGIN Á tingi seinasta mikudag kann
tí einans takast sum ein ávaring ímóti, at vit í
framtíðini gera slík undantøk, tå avleiðing-
arnar tykjast vera, at menn vilja hava hesi
undantøk at galda fyri allar tíðir tvørtur um
galdandi skipan.
OG VERÐA slík undantøk ongantíð gjørd
aftur, so rakar tað fyrst framburðsflokkin,
tínæst sjålvstyrisflokkin og — um tendens-
urin við seinasta løgtingsval stendur vid — so
eisini sambandsflokkin um nøkur få ár.
dagbókin
Guðstænastur
Komandi sunnudag verða
hesar guðstænastur: Rituvík
altargongd J. Follend (miss-
iónsvika). Tórshavn J. Weihe
(talvan gongur til frama fyri
sjómansmissiónina). Skopun
kl. 12 altargongd Frimann á
Brúnni.
Konfirmatións-
fyrireiking
Komfirmatión verður í Ritu-
víkar kirkju 16 mars við J.
Follend. Komfirmatiónsfyri-
reikingarnar byrja týsdagin
hin 11. í hesum kl. 8 á morgni
í Glyvra skúla.
Tey, ið skulu komfirmerast
í Sandoyar prestagjaldi;
skulu meta í prestagarðinum
á Todnesi 5. februar (í dag)
kl. 16.00.
KFUK
»Vårgledi«. Fundur verður i
dag kl. 16.00. Binding.
Filadelfia
I dag kl. 16.00 frítíðararbeiði
fyri gentur og kl. 18.00 fyri
dreingir.
Telefonandaktin svarar alt
samdøgrid á telefon 14880.
Frelsunnarherurin
I dag kl. 17.00 barnamøti
(atgongumerkið), kl. 18.00
fundur hjá gentuskótunum
undir 13 ár og kl. 20.30 ung-
dómsfundur.
Í morgin ki. 20
heimaforbundið fund.
hevur
SJÓNLEIKARHÚSIÐ
í Havn
2 hugnaligir skemtuleikir!!!
ÁNANIAS
eftir
JØKULL JAKOBSSON
JÁKUP SIBBI
eftir
HANS DALSGARÐ
FRAMFØRSLUR:
5/2 mikudag
6/2 hósdag
kl. 20.00
kl. 20.00
Bilegging og sela av atgongumerkjum til sýning hvert kveldið
er í Leikhúskioskini frá
kl. 14.00—17.30 - tlf. 14504
Vid inngongdina Í tíma undan syning.
Bilegging sama stad 2 syningar fram tlf. 11131.
HF-skeid
Tey, id ætla at søkja inn å hf-skeid i Hoydølum, Klaksvik ella
Suðuroy, verða biðin um at venda sær til ein av realskúlunum
eftir umsóknarblaði. Hver einstakur umsekjari verður síðan at
venda sær til lestrarvegleiðararnar á ti deildini, har hann
ynskir at ganga, til eina persónliga samreðu og hava tað
útfylta umsóknarblaðið við.
Lestrarvegleiðararnir eru:
Í Hoydølum Gunver Hoydalog H.J. Debes, ið eru at hitta
tysdag kl. 14.30—15.30 og friggjadag kl.
11.30— 12.30, tlf. 12972.
Johnny Thomsen, tysdag kl.
56128.
Jóannes Dalsgaard, er at hitta í Vági friggja-
dag kl. 16—17, tlf. 73192, á Tvøroyri
mikudag kl. 15—16, tlf. 710 62.
Tilmeldingartidin er 1. februar—31. mars 1975.
I Klaksvík 16—17, tlf.
Í Suðuroy
Føroya Studentaskúli
Frá og við 9. februar 1975 verða býráðsformaðurin og
nevndarformenn býráðsins vanliga at hitta soleiðis:
Býráðsformaðurin
Formaðurin í
figgjarnevndini
Formaðurin í
teknisku nevnd
Formaðurin í byggi- og
býarskipanarnevndini
Formaðurin í
mentunarmálanevndini
Formaðurin í
sosialu nevndini
Formaðurin í
barnaverndarnevndini
Formaðurin í
brandnevndini
Formaðurin í nevndini
f. kommunalu voggust.
og barnagarðin
Formaðurin í starvs-
nevndini fyri raðhúsa-
byggingini
Týsdag, mikudag og
friggjadag kl. 10—12
Hósdag kl. 16—17
Mánadag kl. 9—12
Býráðsskrivstovan
N. Finsensgøta 1
Býráðsskrivstovan
N. Finsensgøta 1
Byarverkfrødingsskrivstovan
Sverrisgøta 5
Byrådsskrivstovan
N. Finsensgøta 1 Mánadag kl. 15—16
Mánadag kl. 15—17
Týsdag og
Mikudag kl. 14—15
Mentunarskrivstovan
V.U. Haimmershaimbsgeta 3
Sosialskrivstovan
V.U. Hammershaimbsgeta 3
Sosialskrivstovan
V.U. Haimmershaimbsgeta 3 Týsdag kl. 15—16
si undir býráðsformaður
Vøggustovan og
barnagarðurin við
Velbastaðvegin
Týsdag kl. 15—16
Tlf. 14379 - 14373
eftir nærri avtalu vid telefon 11063
TORSHAVNAR BYRÅD