Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. februar 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 stubbar uttaneftir Waldheim í Europa Kurt Waldheim, ST aðal- skrivari, skal millum 1. og 21. februar vitja 11 europeisk og arabisk lond, verður boðað frá úr ST-hevuðsborgini í New York. Undir vitjan síni í Europa skal Waldheim eisini vitja Eysturtýskaland. Harnæst skal hann eisini vitja Vestur- týskaland, Belgia, Luxem- bourg, Italia, Grikkaland og Turkaland Narkotika tjóvar Tveir ungir menn trokaðu seg seinasta mikudag um 22.30 tíðina inn á sjúkrahúsið í Næstved og hóttu vakthav- andi starvsfólkið til at geva teimum alt tað morfin sum fanst á deildini. Teir hóttu eina sjúkrasystur við einum luti, sum líktist einum re- volvara. Eftir at hava fingið báðir morfinið, rýmdu teir mennini! Seldu narkotika Ein 28 ára gamal maður úr Zambia var hósdagin við rættin í Keypmannahavn fyribils fongslaður 14 dagar, skuldsettur fyri at hava handlað við heroin og morfin- Hann hevur noktað seg basa sekan Hin 28 ára gamli bleiv eftir at politiid upplýsningar vórðu handtikin hevði fingið einum hjúnum, sum fongslað 24 januar iår, sum somuleiðis eru skuldsett fyri narkotlikaseviu Kann gerast ríkur Fyrrverandi amerikanski for- setaráðgevin John Dean, sum herfyri varð latin leysur eftir at hava sitið í fongsli í fýra fyri at hava luttikið í Watergate gøluni, fer um stutta tíð at ferðast kring USA sum fyrilestramaður. Ætlanin er, at hann skal halda fyrilestrar við amerik- ansku universitetini. Hetta kemur at geva honum ein vinning upp á 175 tús. doll- arar (uml. 1 milj. feroyskar krónur). EF semja EF-kommissiónin samdist seinasta hósdag eftir at hava kjakast í fleiri dagar, at onki limaland skal gjalda meiri í felags EF kassan enn tað hevur ráð til. Javnaðarflokkarnir hittast 22. februar skulu leiðararnir úr javnaðarflokkunum í Vest- urheiminum hittast í Vestur- berlin eftir boðum frá fyrr- verandi vesturtýska ríkis- kanslaranum Willy Brandt, segði aðalskrivarin fyri tí socialistiska internationala, Hans Janitschek, hósdag í London seinasta Fimm flogrænarar dømdir av PLO Palistinensiskir partisanar hava boðað frá, at teir hava fongslað fimm menn í Damaskus fyri eina samansvørjing um at ræna eitt flog- far í Dubai í fjór. Hetta er fyrsta ferðin, at palestinensiska frælsisrørslan PLO hevur ført flogrænarar fyri rættin og dømt teir. Sambært almenna talsmannin hjá PLO vóru teir fimm dømdir til hart revsiarbeiði í tilsam- ans 57 ár eftir einari lóg, sum heimilar deyða- revsing fyri flogrænarar, sum myrða gíðslar. Ein av teimum fimm fongslaðu flogrænarunum Youssef Saleh Hassan sosialurin Ni. 10 — 5. februar 1975 Bratteli fer frá í apríl Trygve Bratteli verður ikki leiðari í , norska arbeidaraflokkinum leingi aftrat. Tveir mans verda oftast nevndir sum møguligir eftirmenn hansara. Teir eru Reiulf Steen og Odvar Nordli, men er vist hver teirra, tað verður. Formaðurin í norska arbeiðara- flokkinum og forsætisráðharrin, Trygve Bratteli, fer frá á lands- fundinum 23. april. Roknað verður við, at nýggi formaðurin fer at taka við sum forsætisráðharri í seinasta lagi á heysti í 1976. Arbeiðaraflokkurin fer neyvan at stilla seg upp til stórtings- valið í 1977 við Trygva Bratteli sum forsætisráðharraevni, tí hann hevur staðið á odda fyri flokkinum, meðan hann hevur verið fyri tveimum av teimum størstu Osigrunum fyrst vid fólkaatkvoðuna um EF-lima- skapin í 1972 og síðani við stór- tingsvalið í 1973. Trygve Bratteli fylti 65 ár tann 11. januår, og ímóti end- anum av næsta valskeiði gongur hann á 72 ári. Ti er tíðin komin, at hann fyrst letur formans- sessin í flokkinum frá sær uttan strið, og síðani letur nýggja for- mannin taka við sum forsætis- ráðharri Leiðslan tapti Felagsmarknadarstridid varð ein avgerandi roynd fyri arbeidara- flokkin. Leidslan gjørdi alt tad, hon kundi, fyri at fåa eitt ja, og tapti. Tidliga í 1971 hevði flokkurin undirtøku frá meiri enn helvtini av veljarunum, men aftan á tann stóra EF-ósigurin eru Gallup-telini minkað so líðandi, og nú liggja tey um 32 pst. Í meðan hevur Sosialistiska Valsamgongan fingið alt sterri ávirkan á tær parlamentarisku avgerðirnar, og í fakfelgøunum er ikki so stór ósemja um fram- tíðina sum í stórtinginum, har arbeiðaraflokkurin havnar øllum uppskotum um at skipa eitt samarbeiði við SV, hóast teir 16 menninir hjá hesi samgongu tryggja stjórnini meiriluta. 1] orðaskiftinum um framtíðina hjá flokkinum og um valið av nýggj- ari leiðslu hevur steðan til Sosialistisku Valsamgonguna avgerandi týdning. Ikki bert formaðurin Á landsfundinum skal flokkurin ikki bert skifta formann. Eisini næstformaðurin og skrivarin og blaðstjórin á Arbeiderbladet skulu veljast av nýggjum. Longu í august i fjør setti flokkurin eina nevnd, sum skuldi taka ímóti uppskotum frá floks- limum, soleiðis at sleppast kundi undan alt ov nógvum almennum orðaskifti um henda spurning. Kortini hevur ikki verið tøgn, og serliga tvey nøvn hava verið nevnd í sambandi við formans- valið. Annar er næstformaðurin í flokkinum, hin 42 ára gamli Reiulf Steen, sum eftir seinasta val havnaði einum tilboði um at gerast uttanríkisráðharri. Hann vildi heldur skipa floksarbeiðið uttan fyri stórtingið. Hann hevur nú borið seg undan at verða afturvaldur til næstfor- mann, og hevur sostatt sagt seg til reiðar at vera valevni til for- manssessin. Tvær ferðir so nógvar atkvødur Hin er parlamentariski søgumadurin hjá arbeidaraflokk- inum Odvar Nordli. Hann varð valdur í stórtingið í 1961, eftir at hava verið uppi i kommunal- politikki í mong ár. Ein veljara kanning i oktober visti, at Reiulf Steen fekk tvær ferðir so nógvar fram atkvødur sum Odvar Nordli upp á spurningin um, hver skuldi taka við eftir Trygva Bratteli Bert í landbúnaðar- og fiski vinnukommunum lá Odvar Nordli frammanfyri. Kanningin vísti eisini, at ST- veljarar heldur vilja hava Reiulf Steen enn Odvar Nordli. Hetta komst ivaleyst av, at við stødu síni uttan fyri stórtingið hevur Reiulf Steen ikki verið so bein- leiðis uppi í stríðnum við SV sum Odvar Nordli. Adrenn valið í 1973 fanst hann tó at SV og spáddi, at henda samgonga fór at skrædna Aftan á valið, sum gav SV eina kvart miljón atkveður og 16 mans á ting, hevur hann varisliga mælt til eitt samarbeiði ímillum arbeiðaraflokkin og tann partin av SV, sum ikki umfatar kommunistarnar. Hann segði, at markið gekk ikki ímillum báðar bólkarnar, men mitt igjøgnum SV. Meðan Odvar Nordli ynskir yreiðan sentrumspoli meiriluta fyri ein meiri tikk og hevur hesum politikki í stórtingsbólk- Reiulf Steen krevunum frá inum, so hevur verið opin fyri fakfelagsrørsluni um eitt vist samarbeiði ímillum SV og arb- eiðaraflokkin. Hann verður m. a styðjaður av sosialdemokratisku ungmannarersluni AUF. SV ein flokkur? Um hálvan mars fer SV at hava ein fund, har spurningurin um at skipa samgonguna sum ein flokk, verður avgjørdur. Arbeid araflokkurin hevur roynt at seta kílar ímillum kommunistarnar og hinar flokkarnar í samgong uni, men tað hevur ikki eydnast at spreingja hana Verður úrslitið tað, at SV verður skipað sum ein flokkur, fer tað at avgerandi týdning fyri, valdur til formann í arbeiðara flokkinum hava hvor ið verður