Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-08, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hava ikki tikið avgerð um at appellera frælsi Nr. 11 — Leygardagin 8. februar 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr. Andsteðu- politikkur Í oddagrein blaðsins í dag, sum kallast andsteðupoli- tikkur, verður skrivað m. a.: — Alt hetta, saman við teimum fallandi fiskaprisun- um hevur ført til kreppu, ser- stakliga fyri fiskiførini, men sjálvandi eisini fyri manning- arnar. Tað var tí umráðandi hjá landsstýrinum at veita feskfiskaveiðuni skjóta hjálp. Og tá hjálpin skuldi veitast skjótt, var ikki gjørligt at kanna allan spurningin til botns fyrst, men heldur veita eina fyribilshjálp, meðan spurningurin verður nærri kannaður. Síða 2 , . Pristalsvid- . , gerdin ur gildi! — Fyri at fåa prisjavning er ikki neydugt at broyta pris- talsgrundarlagid ella at fåa nytt pristalsgrundarlag. Heldur ikki er tað neyðugt at broyta prístalið ella seta tað til 100, men stutt og greitt at seta prístalsviðgerðina av arbeidslønum úr gildi og í staðin seta í gildi dyrtidar- viðbót til arbeiðslenir, sam- svarandi livikostnaðinum. Soleiðis tekur Andrew Ís- heim m. a. til í panelgrein blaðsins i dag, sum hann kallar Pris- og lønarmål. Sida 4 Eitt dapurt minni Kendi fråsøgumadurin Sofus Pedersen skrivar um eitt dapurt sekstiára minni í Sandvík. Síða 3 javnaður brødralag Figgjarlogin veksur vid 21 milj. kr. Postverkið verður yvirtikid skjót- ast gjørligt, men fer at vísa eitt hall upp á Í milj. kr. í komandi figgjaråri. Størsta hækkingin á , utreidslusiduni fer til fiskivinnuna Landsstyrisuppskotid til figgj- arlóg fyri figgjarårid 1975/76 vísir ein vøkstur upp á góðar 21 milj. kr. i mun til tað uppskotið, sum seinasta landsstýrið legði fram á ólavseku í fjør. Sostatt kemur figgjarlógin fyri komandi figgjarår, sum skotin upp, at vera upp á góðar 270 milj. kr. Mest til fiskivinnuna Demmus Hentze, landsstýris- maður, segði, tá hann legði upp- skotið fyri tingið hósdagin, at landsstýrið í komandi figgjaråri roknar við meirinntøkum upp á 21,4 milj. kr. Hann segði, at á útreiðslu- síðuni liggur nógv tann stersta hækkingin á kontoini: Minsta- løn og annar stuðul til fiski- vinnuna við 13 milj. kr., soleiðis at henda konto nú stendur við einari upphædd upp á 25 milj. kr. At henda upphædd fer at halda í komandi figgjaråri, torir landsstýrið ikki við vissu at siga í løtuni, tí beint nú sigla vit inn í eina krepputið fyri mesta partin av fiskiflotanum við teimum lækkandi prísunum á fiski og fiskavørum, segði Demmus Hentze. Hann segði, at tað er ivingarsamt, um landskassin kann bera tær øktu útreiðslurnar uttan at gjørdar verða inntøku- lógir at rinda hesar meirútreiðsl- ur. Givið er, at um tað undir figgjarnevndarvidgerdini fram ímóti 1. april vísir seg åtrokandi neydugt at koma fiskiveidu- flotanum og fiskimonnunum å Seinast eitt mål um byggibåning av parti av øki til småidnad úti á Fløtum í Havn var fyri í býráðnum, varð tað tikið av skránni. Jákup Suni Jacobsen, formaður í teknisku nevnd býráðsins, sigur, at kloakkspurningur- in er ikki greiddur enn. Ein av teimum, sum sambært tilráðingina frá byggi- og býarskip- anarnevndini hevur fingið tilsøgn um øki, hevur boðið sær til at gjalda samanbinding í verandi kloakk, sum rennur gjøgnum kirkju- garðin og út í Sandá. meti við at hækka 25 milj. kr. enn meiri, verður neyðugt hjá landsstýrinum at skapa inntek- ur fyri hesi hækking við t. d. toll- og avgjaldshækkingum. — Tað skal leggjast aftrat, at tað dapra útlitið fyri fiskivinn- una, sum er í letuni, kann broytast aftur til tað betra, tá vit koma longur út á árið, segði Demmus Hentze. Postverkið hall Landsstýrið roknar við, at post- verkið í komandi figgjarári fer at geva eitt hall upp á eina milj. kr. Sagt verður, at landsstýrið skjótast meguligt fer at fremja yvirtøkuna av postverkinum. Í skatti verður roknað við einari inntøku upp á 114 milj. kr. Sjómansskatturin verður rokn- aður fyri at geva 4 milj. kr. og tillgjøldini 142 milj. kr. Sida 6 Seldu fyri 3 milj. minni Føroysk sildaskip seldu fyri 3 milj. kr. minni i útlandinum i januår månada i år i mun til sama månada i fjør. Tad voru 31 landingar, og landað vórðu góð 4.000 tons fyri 6,2 milj. kr. Í Danmark vórðu seld 1.764 tons av sild til matna fyri 5,1 milj. kr. og 401 tons av sild til ídnað fyri 270.000 kr. Í Bret- landi vórðu seld 1.900 tons av sild til ídnað fyri 792.000 kr. I fjør Í januår í fjør vóru eisini 31 før- oyskar sildalandingar uttan- landa. Tá vórðu seld tilsamans 3.548 tons fyri 9,5 milj. kr. Yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkahúsi sýtti røntgenlækna úr Havn at gera kanningar Stríð hevur tikið seg upp um nakrar rentgenkanningar á sjúk- húsinum á Tvøroyri í farna mánaða, sum ongantíð vórðu gjørdar orsakað av ósemju ímillum yvirlæknan á sjúkahúsinum og ein yvirlækna á rentgendeildini í Havn. Spurningurin verður nú vidgjørdur i sjúkahússtýrinum ! Síða 3