Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1975síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 8. februar 1975 sosialurin Skúlin skal vera fyri samfelagslívið Formaður Føroya Lærarafelags setir samstundis triggjar spurningar: Eigur skúlin at vera upp- alandi? Hvussu nógv og á hvønn hátt eigur kunnleiki at verða givin? Hver skal skúlans lutur vera í strembanini eftir at framja sosiala út- javning? Tað kann neyvan vera rætt, at skúlin skal innrætta seg eftir einari ávísari grein í samfelagn- um. Heldur skal hann uppfatast sum skúlin fyri samfelagslívið, segði Eilif Samuelsen í fyrilestri sínum um fólkaskúlan úti á Fróðskaparsetrinum næstsein- asta friggjakvøld. Hann segði, at hetta í viðastu merking skal skiljast soleiðis, at út yvir at gera fakliga dugandi og persónligleikamennandi o. a., eigur hann eisini at geva næm- ingunum at skilja tað sam- felagið, teir skulu liva í og búna teir til sín lut sum samfelags- borgarar. Málseting Eilif Samuelsen reddi eisini um málseting skúlans og segði tá m. a.: Vit hava í fólkaskúlalógini eina endamálsgrein, sum sigur: »Endamål skúlans er at fremja og menna evni og gávur næm- inganna, at styrkja skaplyndi teirra og geva teimum hentan kunnleika«. Tað eru summi, sum meina, at henda orðingin er ov veik og óviss. Ein og hver kann leggja í hana tað, ið hann finnur fyri gott. Vit kunnu t. d. spyrja: Hvat verður meint við úttrykkið »hentur kunnleiki<? Hvat verður meint við, at skaplyndið (kar- akterurin) skal styrkjast? Hvat skal tað styrkjast til? o. s. fr. Tí meina summi, at endamálsgrein- in eigur at verða broytt, og at hon eigur at verða orðað meira greitt og neyvt. Vit kunnu í hesum sambandi seta fram triggjar meginspurn- ingar: 1) Eigur skúlin at vera uppal- andi? 2) Hvussu nógv og á hvønn hátt eigur kunnleiki at vera givin? 3) Skal skúlin fremja sosiala útjavning? Til fyrsta spurningin: Eigur skúlin at vera uppalandi? Í hesum føri mugu vit gera okkum greitt, um samfelagið hevur eitt felags virðisgrundarlag, hvaðani vit kunnu flyta normar, fyri- myndir, frá einum ættarliði til annað. Spurningurin er eisini, um hetta er ynskjandi og megu- ligt. — Um so er, er tað so sam- felagið, lærarin, foreldrini ella kunnleikarnir, sum uppala? Sagt verður eisini, at samfel- agið broytir áskoðan viðvíkjandi sýninum upp á ymsar normar. Tá ið og um slíkar broytingar kunnu ávísast, mugu vit ikki síggja burtur frá, at tað finst ein grundgeving fyri ti. Og grund- gevingar eru, tá ið saman um kemur, grundaðar á óbroytilig virði. Eg kann bara nevna: Líkheit, frælsi, rættvísi, virði á ti einstaka menniskjanum sum menniskja, — haraftrat ávísar etiskar grundreglur, sum reglan um at tala satt, at halda lyfti 0. s. fr. Vit kunnu seta spurningin hvast upp: Er tad eitt krav frå samfelagnum til skúlan, at hann skal uppala bernini? Eigur tað at vera málið at ávirka bernini at taka við åvisum meiningum og uppfatanum? Og her koma vit lúkst inn í spurningin um in- doktrinering. Óheppin hond Annar meginspurningurin: Hvussu nógv og á hvenn hátt eigur kunnleiki at vera givin? Tað er eingin ivi um, at skúlin fyrr hevur lagt sterstan og næstan einasta dentin á henda partin av endamálsgreinini, og Skal skúlin vera uppalandi? Her er mynd frá skúlanum við Osånna í Klaksvík bjóða idnadinum. Eitt nú økini uppi við veðursteðina uppi á Hálsi og í Eysturbýnum. Eg eri ikki ímóti idnadinum, tvertur- ímóti, men skil má vera í, og ongin planur fyriliggur enn við- víkjandi idnadarøkinum úti á Fløtum. Tilvildarlig planlegging — Tað vísir seg, at nógv av ti, sum er gjørt her í bynum, er alt ov tilvildarligt. Sum dømi kann eg nevna klokkaina i Gundadali, sum beinleidis er heilsuskadilig. Eisini rennur henda kloakk opin i gjøgnum vidalundina. Ætlan byrådsins er at frida allar åir i bynum undan dålking, endar Jákup Suni Jacobsen formaður í Tekniskunevnd hjá Tórshavnar byråd viðtaluna við SOSIALIN. P.S. Jákup Suni leggur avtrat, at kloakkirnar frá Peter Head og Heygnum Mikla renna oman í Sandá, og er ætlanin at binda hesar saman við felagskloakkina fyri ikki at dálka ánna. Gamla sp innaríið — mitt í Sandá: Ein minnisvarði yvir ídnaðarbyrjan Síða 7 tað hevur í mongum førum ført til eina formalismu í skúlans arbeiði, sum hevur havt eina Oheppna og skeiva ávirkan á alt skúlans virki. Hóast tað, at vit áður hava lagt ov stóran dent á kunnleika- innlæring, so mugu vit ansa okkum fyri, at vit ikki í fram- tíðini fara yvir í hina grevina og fara ov lætt um týdningin av at hava kunnleikar. Vit eiga ikki at gloyma, at tað, sum fyrst og fremst ger ein skúla til ein skúla, tað er, at hann skal geva víðari kunnleika. Fellur henda funkt- iónin burtur, heldur sjálvandi skúlin uppat at vera skúli. Men sjálvt hugtakið „at geva víðari kunnleikar« eigur at gerast meira nágreint. Og nógv valdast um, hvat ið vit leggja í hugtakið. Sosiala útjavningin Triði meginspurningurin var: Hver skal skúlans lutur vera í strembanini eftir at fremja sosiala útjavnini? Tað man eingin ivi vera um, at útbúgvingarpolitikkur eigur ein høvudslut i strembanini at út- javna sosialar garðar í samfel- agnum. Men kanningar aðra- staðni sýna, at tað er ómetaliga torført at bróta niður sosialar skeivleikar í útbúgvingarsy- steminum skjótari, enn teir verða brotnir niður í samfelgan- um annars. At royna at skunda undir hesa stremban sýnist at bera við sær sera stórar út- reiðslur og pedagogiskar trupul- leikar. Har, sum tað er eydnast at bróta niður sosialar garðar í út- búgvingarsysteminum, vísir tað seg at vera torfert hjá teimum, sum útbúgva seg, tá ið tey skulu inn aftur í arbeiðslívið, at halda fast við hesa útjavning. Ojavnar i inntøku og sosialari stødu o. t. í barnamiljønum visa seg kortini at sláa igjøgnum eftir sama mynstri, sum áður. Nidurstødan sýnist ti at vera, at útjavningin i útbúgvingar- systeminum og á samfelagsekin- um annars eiga at ganga hond í hond. Vit tosa um endamál skúlans, harvið meina vit væl tað enda- málið, sum samfelagið setir skúlanum. Skúlin må altid vera ein funktion í og av samfel- agnum, ti må útbúgvingin vera merkt av samfelagsins ynskjum og tørvi. Hvussu skulu vit læra fyri lívið? Fakligur dugnaskapur er sjálv- andi ein avgerandi stremban í øllum útbúgvingum, men javn- síðis hervið hevur eisini menn- ingin av persónligleikanum fing- ið eina alt meira týðandi stødu. At royna at stappa so nógvan eksaktan kunnleika sum gjørligt nidur i tey neydars hødv, munnu vit vera vid at fara burtur frå, og hava fingid greidari skil fyri ti týdningi, sum næminganna motivatión og evni til at arbeiða sjålvstødugt hevur fyri at ogna sær nýggja vitan og nýggjar »færdigheitir« »Vit læra ikki fyri skúlan, men fyri lívið<, er eitt gamalt, sannað orð, men hvussu vit skulu læra fyri lívið, eru vit kanska ikki so greið yvir kortini.