Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Sandá í vanda sosialurin Tórshavnar kommuna og Argja kommuna undir at gera felagskloakk fram við Sandá Jákup Suni Jacobsen formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð berjist av øllum alvi til tess at fáa Sandá og Sandágerð undan dálking v Formaðurin í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð Jákup Súni Jacobsen stríðist av øllum alvi til tess at bjarga Sandá og Sandágerði undan dálking. By- ráðið hevur lagt eitt eki til små- ídnað úti á Flotum, og ein stórur spurningur, sum hevur tikið seg upp, er, um kloakkin frá hesum eki skal renna oman í Sandá. Á býráðsfundi herfyri var ein tilráðing frá byggi og býarskip- anarnevndini um at byggibúna ein part av økinum til smáidnað og bjóða Martin Dam Jacobsen, Schenning Eysturoy, fa. Júst Sivertsen, ÍF Vega bilsela og Ivan Johansen gkið sinåmillum. Málið var tikið av skránni. Kloakkspurningurin ikki greiddur Upp á fyrispurning til Jákup Suna Jacobsen formann í tekn- isku nevnd um hví málið var tikið av skránni, sigur hann okkum, at tilráðingin frá byggi Sandágerð verður dúgliga vitjað av lystfiskarum og byarskipanarnevndini var skeiv. — Tað eru nógvir spurningar sum taka seg upp í hesum sam- bandi. Økid er ikki útstykkjað, Okið til smáídnað úti á fløttum og ongin fridingarlinja er gjørd. Eisini er tað kloakkspurningur- in, sum ikki er greiddur. Ein av teimum, sum sambært tilráð- ingina frá byggi og býarskip- anarnevndini hevur fingið til- sagn um eki, hevur boðið sær til Ætlanin er, at felagskloakkin skal renna út á sjógv sunnan fyri pakkhústoftirnar at gjalda samanbinding í ver- andi kloakk, sum rennur gjøgn- um kirkjugardin og åt í Sandá. Eg havi ikki samvitsku til at lata Sandá fáa somu lagnu sum Havnará, sigur Jákup Súni. Samráðingar við Argir um felags kloakk — Í letuni eru samráðingar við Argja kommunu um at fáa eina felagskloakk frá nýggju brúnni og út um Argjahøvda, soleiðis at Sandágerð og Sandá verða ikki dálkað. Argjamenn eru, so vítt eg veit, hugaðir fyri projektinum um felagskloakkini fyri ikki at fáa Sandágerð dálkað. Upp á fyrispurning um nær ið byrjað verður upp á arbeiðið við at gera felags kloakk sigur Jákup Suni okkum, at um góður vilji er til setðar fyri at fremja projektið, kann farast undir arbeiðið til várs. Mylluhylurin. Her plaga bernini at svimja Nr. 11 — 8. februar 1975 Jákup Súni Jacobsen: Eg eri ikki ímóti ídnaðinum — tverturímóti - men skil má vera í Fyrsta stigið at oyði- leggja Sandágerð Fyrsta stigið til at oyðileggja Sandágerð var byggjanin av Dronning Alexandrines Hospital í 1924. Sandurin, sum nýttur varð til stoypingina, kom úr Sandágerði, og minkaði sandur- in har niður í einki, sigur Jákup Súni. Sandágerð baðistrond — Ynski mítt er at bjarga Sandá, Sandágerði og Sandá- gerðsvík undan dálking. T. d. kundu sandbátar fermt nakað av sandi inn í Sandágerð og soleiðis ekt um Sandin. Sandágerð kundi síðani verið nýtt sum baðistrond og fritidarøki hjá borgarunum at hugna sær. So vitt eg veit, eigur Tórshavnar kommuna ekið vestan fyri Landssjúkrahúsið, og ætla vit at leggja fram uppskot um at planta runnar har. Eisini kundi eg hugsa mær, at kommunan plantaði runnar fram við allari Sandá niðan til friðingarlinjurn- ar. Sandágerð verður dúgliga vitjað av børnum og lystfisk- arum. Um Sandá og Sandágerð varð friðað fyri alla dálking, kundi hetta verið eitt satt fri- tidarøki hjá borgarunum. Eisini eru Sandá og Sandágerð segulig pláss, sigur Jákup Súni. Ikki ímóti småidnad Upp á fyrispurning til Jákup Suna um hann heldur tað vera rætt atborið at leggja ekið til smáidnað uppi á Fletum, sigur hann okkum hetta var ein skeiv gerð av býráðnum at fremja. — Vit hava fleiri onnur eki at