Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 8. februar 1975 Ókeypis fiskur til oll í Fáborg Ein skal ikki flenna at fiski okkara, siga fiskimenn í Fáborg í Danmark. Og tað gera íbúgvarnir í býnum heldur ikki. Yvir 100 fólk standa á brúnni, tá útróðrabátarnir koma aftur at landi og fáa tey tá skrubbu púra ókeypis. Fiskimenninir eru ónggdir við uppbodssøluprisin. Tað var skiparin Ole Rasmus- sen, ið byrjaði mótmælið fyri o. u. 14 døgum síðan, fór undir at geva skrubbu ókeypis. Starvs- brødur hansara eru somuleiðis farnir undir at geva skrubbuna burtur.“ Aðrir skiparar vilja heldur lata skrubbuna fara til Christian Hansen, skipari úr Lundenborg, á brúnni í Fáborg, har hann gevur fólki flatfisk A/S THORSHAVNS MÆLKEFORSYNING & MARGARINEFABRIK sosialurin idna, men allir eru teir å einum måli um, at prisurin er sera órimiligur. — Vit fiska upp í 10 til 12 tímar um dagin og fáa bert úr 60 oyru upp til 1,50 kr. fyri kg. Tá fiskurin kemur í handlarnar er hann 10 ferðir so dýrur, sigur Erland Hansen, fiskimaður. Og hann fær góða undirtøku av starvsbróðri sínum í Lunden- borg (millum Nyborg og Svend- borg) Chr. Hansen, sum eisini ofta landar veiði sína í Fáborg. — Oljan er sera dýr. Hetta veit ein og hver. Tað eru eisini nógvar útreiðslur av at hava ein bát í góðum standi. Hví kunnu vit ikki fáa eina sámuliga úrteku burtur úr arbeiði okkara. Willy Petersen, Odder — for- maður fyri donsku fiskahandl- arafelagið: Eg vendi mær til fiskimálaráðið í morgin. Tað er nú einaferð soleiðis, at fiskur, sum landaður verður, skal vrak- ast. Hetta fer vanliga fram á uppboðsseluni. Tað kann tosast um at fiskimenninir fáa ov lítið fyri fiskin. Í Thyboren var meðal prísurin í 1973 ein króna fyri kilo á skrubbu. Prisurin fell í 1974 niður í 93 oyru fyri kilo, og sam- stundis er vert at leggja aftrat, at skrubba veidd á Thyborøn leiðini er nógv betri skrubba veidd í Eystursjónum. Síða 5 stubbar uttaneftir Bussarnir hvurvu Bussarnir í mikudagin í London hvurvu av gøtunum seinastu viku orsakað av einum mótmælisverkfalli í samband við, at litaður bilstjóri doyði. Hann bleiv sligin til deyðis undir arbeiði sínum. Jones varð dripin í hornatøkum við nøkur ferðafólk 19. januar í ár. Tveir mans eru tiknir og skuldsettir fyri drápið. Sjómenn deyðir av vanlukkur Minst 27 av manningini doyðu seinasta friggjadag, tá tveir oljutangabátar stoyttu saman á Delaware-ánni í USA. India fær atom-hjálp Ein bólkur av fimtan vestur- týskum granskarum er komin til New Delhi til tess at hjálpa indisku stjórnini við eini atom-ætlan. Vesturtýskarar- nir avloysa kanadiskar vis- indamenn, sum rýmdu úr India eftir at landið hevði sprongt sína fyrstu atom- bumbu. Diskontoin niður Belgiski tjóðbankin avgjerdi í seinastu viku at niðurskriva diskontoina við hálvum pro- senti niður í 8,25 við virkan frá næstseinasta mikudegi. Høgrastjorn i Tailandi Seni Pramoj, fúrsti og leiðari av ti høgrasinnada demokrat- iska flokkinum i Thailandi bodadi seinasta friggjadag, at hann for at skipa stjórn. Yvirskot Vesturtýskaland kundi í de- cembur mánaði í fjør skriva sær tað higartil stersta handilsyvirskotið, tá út fluttningurin vaks við 5.287 milj. d-markum (ca. 12,7 mia. føroyskar kr.), upplýsti sambandsstatsbúðskaparráð- ið í Wiesbaden í seinastu viku. Lønarmunur Lønarmunurin millum menn og kvinnuligarløntak- arar i arbeidi hjå ti almenna i Finlandi er stórur og fram- vegis vaksandi. I fyrsta ársfjórðingi i ár var meðal- lønin hjá monnum 16,79 kr. um tíman, meðan meðallen- in hjá kvinnum var 11,98 kr. um tíman. Í sama ársfjórðingi vaks meðalinntekan hjá monnum við 1,8 pst., meðan meðal- inntøkan hjá kvinnum i sama tíðarskeiði einans vaks við 1,4 pst. 1.150.000 arbeiðsleys Talið á arbeiðsleysum í Vest- urtýskalandi í januar er upp- gjørt til 1.150.000 — og er hetta hægsta talid i 16 år, upplysti figgjarmálaráðið seinasta hósdag. Hetta er ein vekstur upp á umleið 200.000 sidan december í fjør. Fakligt samband Formaðurin fyri sovjettiska landsfelagsskapinum, ið eis- ini er fyrrverandi njósnara- leiðari, Sjelpin, samráddist seinasta friggjadag við vest- urtýska starvsbróðir sín Heinz Vetter. Nú er hann pápi Paul Getty III — hvers oyra varð skorið av, tá hann var burturfluttur í 1973 — og tyskfødda hústrú hansara hin tyskfødda Martine hava fing- ið ein son — Paul Getty IV. Sonurin, ið er langabbasonur ríkasta mann í heiminum, skal hava millumnavnið Bal- tazar, upplýsa foreldrini. Selja listarverk Nyfacistiskir álopsbólkar í Italia hava lutvist figgjad våpnakeyp sini vid sølu av listarverkum, sum tyskarar løgdu undir seg i Italia und- ir seinna heimsbardaga, skrivar vinstraliberala blað- ið »Stampa«. Í 1944 varð eitt fluttn- ingstok hjá týskarum álop- ið av facistum, ið rændu listarverkini, sum teir síð- ani goymdu við ti fyri eyga, at selja tey so við og við, skrivar italska blaðið.