Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin smátiðindi innanoyggja 5.000 pund Mikudagin avreiddi ein funningsbátur góð 5.000 pund til Lynfrost í Runavík. Morgunroðin er undir Íslandi í letuni. Teir fóru fyri góðari viku síðani. Brimnes og Sjó- borgin fóru í vikuni undir Feroyar at royna. Teir avskipaðu eitt sindur á Lynfrost í farnu viku. Nykur Í vikuni avreiddu fimm bátar til Nyk á Toftum. Teir høvdu ávikavist 1.500, 3.600, 3.700, 3.100 og 3.800 pund. Nógvur útróður Teir siga frá nógvum útróðri í Klaksvík í løtuni. Mikudagin avreiddu hesir bátar til Kósa- virkið: Nevið Reyða 4.500 Granit 2.900, Skorhamar 5.500, Nestangi 1.200, Há- enni 6.300, Árnabúgvin 7.800, Royndin Fríða 3.200, Hvíthamar 6.600 og Liss- hevdið 3.400 pund. Ein lítil bátur, hevði 500 pund. Teir avskipaðu 60 tons av flaki á Kósini til USA í farnu viku. Flakið verður flutt við Svani. Louisa, Dúgvan søkkjast Dúgvan, sum tað al- menna keypti saman við Tróndi fyri nøkr- um mánaðum síðani, skal nú søkkjast. Teir siga, at virðið í henni nú er bert fyri einar 3.000 kr. Dúgvan, sum fyrr kallaðist Ternan, er bygd í Fraserburg í 1943. Hon hevur eina 370 hesta Crossley maskinu og er góð 192 bruttotons til støddar. Áðrenn Mjólkafor- sýningin keypti Dúg- vuna, var hon verju- skip hjá landinum. Rodmundur Nielsen lækni á landssjúkahúsinum, er farin í læknastarv í Dan- mark. Nakað av fiski er komið upp á land hesa vikuna Boðaði sjálvur frá Maðurin við norska skipinum Vaderoy, sum politiið eftir- lýsti mánadagin, meldaði seg sjálvur á politistødini mána- kveldið. Skipið roynir undir Feroyum og var farið undan honum. Maðurin, sum fór yvir til Noregs týsdagin er 17 ára gamal. Tá hann ikki hevði verið sæddur síðani sunnu- kvdelið, varð farið at leita eftir honum. M. a. luttóku froskmenn í leitingini. Av Eiði Tríggir bátar avreiddu til flakavirkið á Eiði í vikuni. Fiskivarði hevði 2.600 pund, Norðseki 9.000, Njerður 8.000 og Bjørg 4.800 pund. Tað hevur ikki viðrað væl norðanfyri seinastu dagarn- ar. Seldu væl Happadrátturin seldi góðar 8.000 seðlar til næsta dráttin. Til dráttin hevur eftirspurn- ingurin eftir seðlum verið sterri hesaferð enn vant. Tað er ikki vanligt, at so nógv hevur verið selt í Havn. Leygarkveldið vórðu seldir seðlar fyri einar 170.000 kr. í Havn. Prísurin fellur helst meiri Prísurin á fiskamjeli fer neyvan uppaftur teir fyrstu mánaðirnir, siga teir á silda- virkinum í Fuglafirði. Keyps- orkan er sera veik nú. Men eisini tann fallandi kjøtpris- urin ger sítt til, ti fiskamjøl verður brúkt til djorafødi i sambandi vid kjøtframleidsl- una. Nú hava arbeidarafeløgini sagt lønarsåttmålar sinar upp vid arbeiðsgevarafelogini, og er tað sera áhugavert fyri allan arbeið- arastættin at vita, hvat spyrst burturúr innan 1. mei í ár. Enn hava ongar samráðingar verið millum partarnar, men eftir hvat ið frætt er, er brævaskifti farið fram millum feløgini og lands- stýrið — og koma hesi nokk eisini at hava fundir við lands- stýrið. Hetta er fyri so vítt rætt til ein vissan mun, at so verður gjørt. Ti, tað er nokkso åhuga- vert at fåa at vita, hvussu lands- stýrið metir støduna at vera i dag, og hvat lønarlag teir i landsstýrinum meta samfelagið at tola. Ti, tað er ongin uttan landsstýrið, sum klárt og greitt kann meta um hetta. Í samgongusáttmála lands- stýrisflokkana grein 7 (prís og lønarmål) verður m. a. soleiðis tikið til: Prístalsskipanin verður broytt soleiðis, at teir ymsu hættirnir fyri prisjavning geva lønarstættunum sama endur- gjald í krónum fyri prishækking. Hetta er greið tala. Í næsta reglubroti í somu grein stendur soleiðis: Í hesum sambandi verður prístalsgrund- arlagið at fullfiggja og taka í nýtslu 1975; samstundis verður grundtalið 100. Og hvat so? hvussu skal hetta fatast? hvussu blívur hetta gjørt? Hvussu kemur hetta at virka? Hverjar verða avleiðing- arnar? Og munnu øll fara at vera negd við hesa mannagongd? Pris og lønarmål Nr. 11 — 8. februar 1975 — Nei, eg bara spyrji. Ti slikt er ikki hent i okkara søgu áður. Og um hetta verður Andrew fsheim sett i verk, man tað so ikki fara at blíva seguligt? Gamalt føroyskt orðatak sig- ur: Tann, ið fæst við eld, kann skjótt koma at brenna seg. Seinasta reglubrot í grein 7 sigur: Tryggja verður, at líka løn verður latin fyri sama arbeiði. Hví verður ikki skoytt uppí, at normalarbeiðstíðin verður eins á øllum arbeidsplåssum? Samantikið kann sigast, at ein fær ta fatan av grein 7 í samgongusáttmála landsstýr- isflokkanna, at teir eru hugaðir fyri at beta um viðurskifti arb- eiðarastætsins. Men mær tykir, at landsstýrisflokkarnir ikki hava gjørt sær greitt, hverja leið teir skulu ganga í hesum máli, áðrenn teir hava skrivað sam- gongusåttmålan, ti um so hevði verið, vildi annað orðaljóð verið nýtt í grein 7. Til at stuðla hesa áskoðan mína kann eg vísa til skriv landsstýrisins dagfest 30. januar í ár til arbeidarafeløgini, har teir sjálvir vísa á, hvussu torfør henda grein 7 er at føra út í lívið, og hvussu langa tíð teir noyðast at hava til tess at fremja hesa. Sum eg skilji, er ætlan lands- stýrisins, at prísjavningin skal raka allar stættir líka í krónum og oyrum. Hetta er at frøast yvir.Ein slík broyting hevur verið tiltrongd alt síðan at prístalið var lagt út til tað øvugta. Fyri at fáa frammanfyri nevndu prisjavning er ikki neyðugt at broyta prístals- grundarlagið ella fáa nýtt prís- talsgrundarlag. Heldur ikki er tað neyðugt at broyta prístalið ella seta tað til 100, men stutt og greitt seta pristalsviðgerðina av arbeidslønum úr gildi, og í staðin seta í gildi dýrtiðarviðbót til arbeidslønir samsvarandi livi- kostnaðinum. Hetta er so mín áksoðan í hesum máli, men sjálvandi fáa vit at frætta, hvat avvarðandi myndugleikar koma at gera hesum viðvíkjandi. Andrew Ísheim Hvítkál Purrur * [— [ KJ] Fr á = = þu = fr í = = væ p fr = þr Á ræd fi Fr „É ræs FI rs — på rs * på rs * pi fg pi præ á rd Stor blomkål Hosur til vaksin Viku-tilbod! 3 til 5 kg stk. BERT 5 stk. BERT Harra skjúrtur KEYPSSAMTØKAN Tórshavn stk. BERT 2 pør BERT fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk BERT 13 83 RS ES DES DES DES DES ES ES DES DES ES ES ES ES DES DES EJ DEJ DEJ DEJ DES DER DER DES DER PLOUS fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk fk