leygardagur 8. februar 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11 — 8. februar 1975
Vildi ikki lata
røntgenlækna kanna
sjúklingarnar
Røntgenlækni úr Havn, sum kom til Tveroyrar
at kanna sjúklingar
, st
å s)
kahúsinum har, fekk
ikki loyvi frå yvirlæknanum at gera kanningar-
nar. Hann måtti
Strid hevur tikid seg upp um
nakrar røntgenkanningar á
sjúkahúsinum á Tveroyri í farna
mánaða, sum ongantíð vórðu
gjørdar orsakað av ósemju mill-
um yvirlæknan á sjúkahúsinum
og ein rentgenlækna í Havn. Tá
rentgenlæknin kom til Tveroyr-
ar henda dagin, fekk hann ikki
loyvi frá yvirlæknanum at gera
kanningarnar, ti hesin m. a.
vildi ikki lata røntgenlæknanum
holi og amboð til at gera kann-
ingarnar.
Ósemjan, sum stóð við allan
dagin, endaði við tí, at rentgen-
læknin noyddist av sjúkahúsin-
um og aftur til Havnar uttan at
hava fingið gjørt kanningarnar.
Rentgenlæknin hevur seinni
boðað sjúkahússtýrinnm frá
steðuni, og spurningurin verður
nú vidgjørdur í sjúkahússtýr-
inum.
SOSIALURIN hevur kannað
gongdina henda dagin í január
mánaða har á sjúkahúsinum.
Fýra sjúklingar
Tað var 20. január, at ein yvir-
lækni á røntgendeildini í Havn
aftur til Havnar!
skuldi suður til Tveroyrar at
gera røntgenkanningar.
Henda dagin vóru tað fýra
sjúklingar, sum skuldu kannast.
Seinni komu sjey mans á sjúka-
Frá tuberklasteðini í Havn
húsið, sum ynsktu at verða
kannaðir, so teir kundu fáa
tuberklakort. Tveir av teimum
fóru skjótt avstaðaftur, meðan
hinir fimm, sum allir vóru frá
Hvalba, fegnir vildu hava
tuberklakort, tí teir skuldu við
flogfari til Noregs nakrar dagar
seinni, har teir skuldu við skipi.
Sjúkrasystirin sjúk
Yvirsjúkasystirin á sjúkahús-
inum kom til arbeiðis kl. 8.00 um
morgunin. Men tann sjúkasyst-
urin, sum rentgenlæknin skuldi
brúka hevði ringt og sagt frá, at
hon var sjúk, og at hon tí ikki
kundi koma til arbeiðis.
Yvirsjúkasystirin, sum annars
skuldi havt fri, ringdi so til eina
sjúkasystur, sum hevði frí, og
bað hana koma á røntgendeild-
ina í staðin. Sjúkasystirin segði
seg vilja gera hetta og koma
beinanvegin. Yvirlæknin frætti
hetta og gav sjúkasystrini av-
boð. Men sjúkasystirin vildi
kortini koma á sjúkahúsið, tí
yvirsjúkasystirin hevði biðið
hana um tað.
Tá sjúkasystirin var komin á
sjúkahúsið, bað yvirlæknin hana
am
Eitt dapurt sekstiåra minni
Eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kveldi gistir. Hetta
orðatakið er gamalt, men tað
verður gjøgnum allar tíðir end-
urtikið orsakað av hendingum
bæði á sjógv og landi. Ferð eftir
ferð verða vit mint á, at eingin
kennir dagin fyrr enn sólin fer
niður. Ein vetrarmorgun í Fer-
oyum er mangan bæði myrkur
og ófýsin, soleiðis var hin 13.
februar 1915 í Sandvík. Ein
rótan av landsynningi inn á
fjørsin — rættiligt óhógv i
sjónum.
Gjøgnum allar tíðir er ein ylur
farin gjøgnum føroyingin, tå ið
rópið >Grindaboð< hevur ljóðað.
Líkamikið, hvar menn hava
verið staddir i bø, haga ella í
bjørgum, so hava teir lagt alt
verk niður, tá ið teir hava hoyrt
hesi boð. Farið varð á stødina at
fáa bátarnar avstað, men so-
mikið brim var, at flotast mátti
eftir logum.
Eg var ungur og vildi sleppa í
bát, men faðir mín vildi ikki,
hann segði, far tú heldur inn á
sandin og lær teg at skera á háls.
Ikki var veður at koma við bát
úr eðrum bygdum, tí komu
hvalbingar til gongu. Teir tóku
bátar úr Sandvík og fóru beinan
vegin yvir til grindina. Sand-
víksingar góvu teimum ávaring
og bóðu teir ikki fara ovlangt
inn, tí lógvin er lúrin og brýtur
øtiliga langt út. »Feigdin dregur
mannin«. »Fått kann feigum
forda«.
Eitt ødiligt brot — seks-
mannafari3 »Stålhestur« og
fýramannafarið »Falkur« fóru
eftir endanum, vóru ikki ferir
fyri at reisa seg fyri brotinum.
Ein triði báturin seksmanna-
farið »Ørnin« var lika við at fara
sama veg, men teir høvdu fingið
ein 2 skins hval í bátin, og gav
hann studning í botnin á bát-
inum. Tað bjargaði teimum. Ein
sorgarleikur uttan líka fer fram.
Fimtan reystir menn berjast við
brim og deyða uttan vón um
bjarging. Tann elsti av monnun-
um kom á kjøl og sat har góða
letu, meðan brotini dundu á
hann. Tað var eitt váðaverk hjá
báti at leggja inn á lonna, men
hvat verður ikki gjørt, tá tað
ræður um at bjarga lív. Seks-
mannafarið »Kjogvin« legði á og
kom sum ein ørvur gjøgnum
brotini lika inn å sandin fullur av
sjågv. Teir tømdu båtin og
løgdu út aftur, men máttu koma
aftur á sandin. Band varð tikið
um stavnin, teir løgdu út aftur
aðru ferð, og tá eydnaðist at
taka mannin av kjølinum. Tá
komu teir aftur á sandin í øllum
góðum. Tað vóru góðir svimj-
arar millum teir, ið fórust, men
hvat kundi maður gera í slíkum
brimi, hvar hvalirnir brutu
livandi langt niðan á sandin.
Fyrsti partur av sorgarleik-
inum er lokin. Ein deyðategn fall
yvir bygdina. — QOll fóru at
spyrja eftir sínum — hver er
deyður, og hver er á lívi?
Grindin doyði, eingin hugsaði
um fongin, ið komin var, men
bert um sorgarleikin, ið fram er
farin.
Jógvan Hansen í -Sandvík
yrkti ein vakran sálm um hesa
hending.
„Det var en árle morgenstund,
for alle vágnet var af blund,
at Gud sit under vise lod
og sendte os en gave god«.
Havið gevur nógv, men tekur
mangan margfalt aftur.
Menn komu úr allari oynni, tá
grindin var deyð, tað bleiv
eingin gleði, eingin frøi — eingin
rómur, sum vanligt er í grinda-
vási. Allir menn álvarsamir —
andlitsdregini samkensluborin.
Veðrið blíðkaði, sum so mangan,
tá ið havið hevur tikið sítt.
Tað doyðu 3 menn úr Sandvík
og 11 úr Hvalba.
Dagarnir blivu daprir í longri
tíð i Sandvík, tí alt varð gjørt
fyri at bjarga um beinini á teim-
um, ið fórust og royna at fáa
teim kirkjugarð. Nót varð kast-
að, dreggjad um allan fjørdin,
koritni bleiv tað, sum tað
stendur í áðurnevnda sálmi.
»Men seks i havet endnu er
og savnes af dem, de har kær,
der smuldrer deres legem hen,
men Gud han velbevarer
dem«.
Minnisvardi stendur oman fyri
kirkjugarðin í Sandvík. Á hon-
ám stendur: »Minni um kapp-
arnar, ið lótu lív í grindadráp-
inum í Sandvík 13. februar 1915.
So nøvn teirra.
Hetta man vera stersta van-
lukka, ið farin er fram í Feroyum
— nærmast sagt fyri durunum.
Harrin grødir øll sár.
Sofus Pedersen
Síða 3
fara heimaftur. Hon skuldi ikki
arbeiða á rentgendeildini, segði
hann. Men um hon ikki legði í at
fara heimaftur, so kundi hon
hjálpa sær uppi á operatións-
gongdini.
Sjúkasystirin, sum var boð-
send, var nú í iva um, hvat hon
skuldi gera og spurdi tí yvir-
sjúkasystrina til ráðs. Yvir-
sjúkasystirin vísti hana til
røntgenlæknan, sum bað hana
gera sum yvirlæknin á sjúka-
húsinum vildi tað.
Spurdi, hvat teir vildu
Yvirlæknin hevði beinan vegin,
tá hann kom á sjúkahúsið, spurt
sjúklingarnar, ið skuldu kannast
av røntgenlæknanum, hvat teir
vildu. Yvirlæknin segði, at hann
sjálvur skuldi gera kanningar-
nar, hóast rentgenlæknin segði
honum og sjúklingunum, at teir
vóru vístir til ein rentgenlækna
fyri at verða kannaðir.
Yvirlæknin svaraði tá rent-
genlæknanum, at eingin lækni
hevði rætt til at vísa nakran til
røntgenkanningar = á hesum
sjúkahúsinum uttan hann sjálv-
ur.
Vildi ikki tosa við
sjúkahússtjóran
Rentgenlæknin ringdi til sjúka-
hússtjóran og segði honum frá
støduni. Stjórin bad um at tosa
við yvirlæknan, men hann nokt-
aði at koma til telefonina.
Rentgenlæknin var seinni inni
hjá yvirlæknanum, meðan hesin
viðgjerdi ein sjúkling og spurdi,
um hann ikki kundi brúka
røntgenina til gjøgnumlysing av
sjómonnunum, tá yvirlæknin
kortini ikki brúkti hana. Men
yvirlæknin gav noktandi svar.
Sjómenninir vóru illa við av
hesum og søgdu seg vilja kæra
um atburðin hjá sjúkahússtjór-
anum.
Fjarrit
frá ríkisumboðnum
Rentgenlæknin var seinni upp-
ringdur av sjúkahússtjóranum,
har hann boðaði frá, at ríkisum-
boðsmaðurin hevði sent snar-
fjarrit til yvirlæknan við boðum
um, at rentgenlæknin skuldi
hava røntgendeildina at arbeiða í
í seinasta lagi kl. 13.00 henda
dagin.
Sjómenninir, sum nú hevdu
bíðað leingi, søgdu seg vilja bíða
hesa løtuna aftrat. O. u. hålvan
tima frammanundan at deildin
skuldi verða tek, spurdi røntgen-
læknin yvirlæknan, um hann
fekk loyvi til at brúka rentgen-
deildina kl. 13.00. Yvirlæknin
bað tá røntgenlæknan fara út.
Fimm minuttir eftir ásettu tíð
— kl. 13.05 — spurdi renbtgen-
læknin yvirlæknan aftur,
hvussu tað var vorðið. Men
yvirlæknin gav ikki spurningin-
um beinleiðis svar.
Av sjúkahúsinum
Við hesum fóru sjómenninir,
sum vóru komnir til kanningar
um morgunin heimaftur, uttan
at vera kannaðir.
Og rentgenlæknin fór av
sjúkahúsinum stutt eftir, at
yvirlæknin hevði givið seinasta
svarið!