Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1975síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 8. februar 1975 N Í % %, (7 reg, sy 7 Z 27 my W UG) Í MV 77 My 7 Í? VI MLB ZZ NN SLÁ SN Bo . 7 pr / 4 7 VM 4, N N NN NN Í Gl Pig SN 6 ØK I 7 N þ/ NON LID LIT A/) VIN 17) VH NN NS i, 197 NN NN MINN ] i | | | w il N N 7 MM 1 N NN (7 , Ía NN 1, NN N NN Í NN N NN N N 7 MM 77 N 7 Vi ( Hans Thomsen VN sosialurin DRÁPSROYNDIN 20. JULI 1944 Síða 9 2. partur Fullkomuligt atgerðarloysi hjá teimum samansvornu Meðan flogfarið við Stauffenberg obersti seinliga tekur seg teir 3 timarnar vestur eftir móti Berlin, hendir púrt einki i , tyska høvudsstadnum. Oddamenninir, ið vera skulu, sita rådaleysir og bida. Men førarin er ikki deydur. Hetta skuldu teir eisini koma at sanna i dyran dom. Framhald Aftur til Berlin Nu var klokkan farin av eitt, og teir triggir tímarnir, sum nú komu, munnu allarhelst hava verið teir longstu í lívinum hjá Stauffenberg. Og einki fekk hann gjørt meðan Heinkel-flog- far hansara seinliga tók seg vestureftir yvir tær berligu týsku heiðarnar. Einasta vónin, hann hevði, var, at Fellgiebel generalur hevði fingið samtaluna igjøgnum til Berlin til teir, sum vóru uppi í ráðagerðini, so teir í stundini fingu gjørt um seg, fingu hersett býin og setn teimum týsku herleiðarunum vestanfyri boð um skilið. Eisini var tað tað, at flogfar hansara hverja lotu kundi verða álopið av russiskum flogførum, sum nú meira og meira vóru at síggja um hesar leiðir. Flogfar hansara hevði einki radio, sum rakk so langt, at hann fekk snarað á Berlin og har hoyrt tey fyrstu stórtíðindini, sum hann helt hinar hava skrivað, áðrenn flog- far hansara lendi. Flogfar hansara fór við dundri og gangi henda frálíka summar- dagin. Teir lendu í Rangsdorf klokkan trý korter til fýra, og Stauffenberg sprakk yvir at næstu telefonini, har var um hendi, fyri at ringja Olbricht general upp at frá honum fáa at vita, hvat teir hevdu gjert hesar altumráðandi tríggjar tím- arnar. Frá sær sjálvum frætti hann, at púrt einki var gjørt. Fellgiebel generalur hevði, tá klokkan var farin av eitt, boðað frá spreingingini, men tað hoyrdist so illa, at teir fingu ikki skil á, antin Hitler var deyður ella ikki. Og tí var tað, at eingin hevði gjørt nakað heldur . . . Allir generalarnir í Bendler- strasse høvdu sitið sum neytið og bíðað eftir, at Stauffenberg skuldi koma aftur. Hverki Beck generalur ella von Witzleben — oddamenninir, ið vera skuldu — vóru enn komnir á staðið. Førarin er ikki deyður Stauffenberg oberstur ivaðist ikki í, at Hitler var deyður, segði hetta eisini við Olbricht general, tá hann talaði við hann í tele- fonini úr Rangsdorf. Men førarin var ikki deyður. Hetta, at Brandt oberstur, næstan óav- vitandi hevði førkad taskuna, so at hon kom at standa hinumegin stættin undir eikiborðinum, hevði bjargað lívi hansara. Hann var illa skelkaður, men ikki illa farin. Hárið eitt sindur sviðið, brendur í øårum beininum, høgri armur nakað meiðslaður og deyður, oyruni farin, og ryggur- in brákaður av einum bjålka, hann hevði fingið oman yvir seg. Sum ein, ið var hjástaddur sigur frá, mundu teir næstan ikki kent hann aftur, tå hann úr øllum sorilsinum kom krúpandi fram, studdur av Keitel, sótutur um eyguni, hárið sviðið og brøkurn- ar í lepum. Sum eitt undur var Keitel púra óskalaður. Men flestir av teimum, sum stóðu harumleiðir, sum bumban brast, vóru antin deyðir ella illa særðir. Í fyrstani vórðu sum vera man ymsar orsøkir hildnar at hava voldað spreingingina. Hitler helt fyrst, at hetta mátti hava verið eitt flogfar. Jodl generalur — meiddur í andliti — m.a. hevði hann fingið ljósakrúnuna oman yvir seg — ivaðist ikki í, at handverksmenn hevdu lagt bumbuna undir gólvið. Og tað stóra holið, bumban hevði gjort fyri sær, kundi bent á, at hetta var so. Tað vardi eina letu, áðrenn teir fóru at fáa illgruna til Tveir einræðisharrar hittast. Hitler og Mussolini í Brenner okt. Í ollum ruðuleikanum mintist eingin í fyrstani, at Stauffenberg oberstur hevði sníkt seg út, áðrenn bumban brast. Í fyrstani hildu teir, at hann mátti hava verið inni og kanska ímillum teir Von Stauffenberg oberstur og greivi, sum var tann einasti av teimum samansvornu, ið hevði beinleiðis atgongd til Hitler. Tað var hann, sum hevði ta tiltiknu bumbuna í tasku síni í 1940, meðan Týskurin enn fór sigrandi fram á ellum vígvellum oberstin. Himmler, sum kom stórleypandi, tá hann hoyrdi brestin, visti ikki, hvat hann skuldi halda um standin, og tað fyrsta, hann gjørdi — einar tveir minuttir, áðrenn Fellgiebel gene- ralur sleit telefonsambandið, var at ringja Arthur Nebe upp. Hesin var hægsti maður hjá løg- regluni í Berlin, og Himmler bað hann í stundini senda teimum eitt flogfar við løgreglumonnum at kanna tað, ið fyrifarist var. illa særdu, sum í skundi vórðu fluttir á sjúkhúsið. Hitler, sum enn ongan grunsil hevði á nøkrum, bað teir spyrja eftir honum á sjúkhúsinum og vita, hvussu hann livdi. Men einar tveir tímar aftan á, at bumban var brostin, ivaðust menn ikki longur. Maðurin, sum við telefonborðið sat, segði hin einoygda oberstin, sum hevði sagt seg bíða eftir eini samtalu frá Berlin, vera farnan út við stóran skund uttan at bíða eftir samtaluni. Eisini mintust summir, sum á fundinum vóru, at Stauffenberg oberstur hevði sett tasku sína eftir undir borð- inum. Vaktarmenninir greiddu frá, at Stauffenberg oberstur og adjudantur hansara vóru farnir útum, beint sum brostið var. Men nú tók Hitler eisini til sín. Teir ringdu til flogvellin á Rastenburg og fingu haðani at vita, at Stauffenberg oberstur var farin á flog haðani, sum var hin versti í hølunum á honum, tá klokkan var farin av eitt, og hevði sagt seg ætla sær til flog- havnina Rangsdorf. Himmler gav i stundini bod um at taka Stauffenberg, so titt og knapt hann lendi, men bodini komu ongantíð fram, ti Fellgiebel generalur hevði verið so djarvur at slíta telefonsambandið. Til hesa letu tykist eingin á her- midstødini at hava havt minsta grunsil á, at nakað serligt var áfatt í Berlin. Allir hildu Stauffenberg vera einsamallan um hesa gerð. Og lætt skuldi verið at tikið hann, var hann ikki, sum summir hildu, lendur aftan fyri russiska frontin. Men Hitler tykist hava verið merki- liga róligur sum standurin var. Hann skuldi eisini fara ímóti Mussolini klokkan fýra; tokið kom heldur seinni, enn tað skuldi. Mussolini kemur at vitja Merkiligur og avskeplaður er hesin seinasti fundurin millum hesar báðar jassarnar henda seinnapartin 20. juli 1944. Meðan teir hugdu at ellum sor- ilsinum uttan um seg, royndu báðir sum harðast at billa sær inn, at tann hersamgonga, bådir høvdu smíðað og sum skuldi valda ellum tí europeiska megin- landinum, ikki eisini lá í smildri. Men tann áður so stolti og stríðsfúsi il Duce var nú ikki annað enn eitt hím, bara gau- leitari i Lombardinum og tysku hermenninir, sum høvdu loyst hann úr fongslinum, og Hitler og SS áttu lívið i honum. Men kort- ini var vinarlag ferarans við tað falna italska bølmennid ongantíð kólnað, og hann var so blíður sum tað nú einaferð bar honum til fyri snuddunum, hann hevði fingið, vísti honum tær enn rúkandi rustirnar av hermið- steðini, har hann hevði verið um —