leygardagur 8. februar 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
—
at låtid liv stutt frammanundan
og helt fyri, at tad, teir bådir
høvdu saman, fór at vinna,
hvussu so devulssett út sá í
letuni.
Tolkurin hjá Hitler, Schmidt
doktari, var hjástaddur og hevur
sagt frá fundinum millum búr-
hundarnar:
„Mussolini var púra frå sær
sjálvum og dugdi ikki at fata,
sosialurin
briksli, sum teir leingi høvdu
havt inni við seg sjálvan.
Geylini frá teimum fóru um
rúmið, meðan Hitler sat tigandi
og hugsunarsamur og Mussolini
rodnaði av skomm.
Nasistarnir brikslast
Dønitz admiralur, sum var
komin til Rastenburg, so titt og
knapt hann frætti um dráps-
i
brostin. >Tað, sum her er hent í dag,« skal Hitler hava sagt vid
italska einrædisharran, »hevur fullvissad meg um, at eg av forsjónini
eri útvaldur at leiða Tyskland, so tað heilskapad kemur burtur úr
hesum kriggi.<
hvussu tað skuldi bera til, at so-
vorðið kundi henda á hermið-
stødini . . .«
„Ég stóð við hetta borðið
(segði Hitler); bumban brast
beint fyri beinunum á mær . . .
Týðiligt er, at meg fer einki at
ráma, og at skepna mín verður
tann, at eg fari at halda á og
gera verk mitt liðugt ... Aftan á
tað, sum hent er her í dag, kann
eingin ivi vera longur. Tá eg nú
eri sloppin undan deyðanum...
eri eg sum aldri áður ivaleysur í,
at tað stóra mið, eg havi sett
mær, fer at verða rokkið, hóast
umsteðurnar í letuni kunnu
tykjast hættisligar, og endin fer
at verða góður.<
Mussolini — sum ikki einaferð
bergtikin av orðum Hitlers —
tók undir við, sigur Schmidt
doktari.
„Staðan hjá okkum er hættis-
lig, sigur Schmidt doktari hann
at hava sagt. Ja, tú kundi
næstan hildið hana verið vón-
leysa, men tað, sum hent er her í
dag, hevur stimbrað meg aftur.
Aftan á hetta undrið er púra
óhugsandi, at ikki tað, vit báðir
ætla, fer at vinna frama«.
Teir báðir einræðisharrarnir
og teir, ið hjá vóru, fóru nú at
drekka the og nú — klokkan
knappaðist um fimm — kom eitt
apuspæl, sum gevur okkum eina
avdúkandi mynd, tó kortini so,
at vit verða ikki ovfarin, av
hesum skelkaðu nasistisku
oddamonnunum í einari av
stærstu lagnustundum Triðja
ríkisins. Telefonsambandið við
Rastenburg var nú eftir boðum
Hitlers knýtt saman aftur, og
fyrstu boðini úr Berlin vóru
komin, um at hermenninir í
hevuðsstaðnum skuldu hava
4
gjørt uppreistur og kanska á
vestfrontinum við. Ferarin og
næstu menn hansara settust nú
at dýkja hver annan undir í
royndina, kom tá menn vóru
farnir at drekka the og leikaðu í
um svikagerðina hjá herinum.
Hesum tók Gøring, sum var
hægsti maður hjá flogvápnun-
um, undir við. So legði Dønitz
eftir Gøring og segði, flogvápn
hansara einki nytta. Hesar
skuldsetingar rak ríkismarsjall-
urin aftur og legði síðan eftir
Ribbentrop, sum hann ongantíð
hevði torgað, gav honum av
grovfini fyri tann miseydnaða
uttanríkispolitikkin og lovaði
enntá einaferð at geva tí hástóra
uttanríkisráðharranum marsjall-
stav sín í heysin. >Ein sovorðin
champagnuseljari skal ikki koma
her. Halt turran }jaft og tað í
stundini!< rópti Gøring, men nú
var ovboðið hjá Ribbentrop,
sum kravdi at verða virdur,
eisini av ríkismarsjallinum. >Ég
eri so kortini uttanríkisráðharri
enn, og eiti von Ribbentrop,<
segði hann.
(Her skal stutt nevnast, at
Ribbentropp einaferð í tíðini
hevði selt champagnu og var
giftur dóttrini hjá stersta vín-
framleiðaranum í Týsklandi,
men aðalsmaður var hann ikki,
og von hansara í navninum
komst av, at ein fastur hansara
og gomul genta — Gertrud von
Ribbentrop — hevði tikið hånn
til fosturs og givið honum eftir-
navn sítt).
Kanska av meði, men eisini tí
at telefonin í heilum kom við
fleiri tíðindum um, at ein upp-
reistur skuldi vera í Berlin,
sissaðist Hitler nakað aftur, men
ødin sat tó kortini í honum enn.
Hann fylgdi Mussolini oman til
tokið — og hetta var seinasta
ferðin, teir hittust — fór so
niðan aftur í hermidstødina. Tá
mundi klokkan vera um seks, og
tá hann so fekk at vita, at upp-
reisturin ikki var niðurbardur
enn, treiv hann eftir telefonini og
geylaði til SS í Berlin og bað teir
skjóta hvenn tann einasta, teir
hevdu minsta illgruna til. >Hvar
er Himmler? Hví er hann ikki
komin!« leikaði hann í og hevði
gloymt, at hann bert ein tíma
frammanundan hevði álagt SS-
ovastanum í stundini at flúgva
til Berlin og fyrilitsleyst berja
uppreisturin niður. Og tað var so
rímiligt, at har kundi ovasti
politimaður hansara ikki vera
framkomin enn.
Einki hent í Berlin
Hesin uppreisturin í Berlin, sum
teir leingi høvdu havt sítt dýra
stríð við at fyrireika, var, sum
Stauffenberg oberstur, tá hann
lendi í Rangsdorf klokkan trý
korter til seks, leingi hevði
grunað, ógvuliga dólgaliga sett-
ur í verk. Har vóru farnir tríggir
ómissandi tímar fyri skeyti,
meðan hermiðsteð ferarans
hevði verið avbyrgd frá um-
verðini.
Stauffenberg oberstur skilti
ikki petti, og sama verður søgu-
manninum fyri, sum roynir at
fáa fram í ljósið tað, sum hendi
henda lagnutunga dagin. Heitt
og kvalið var í veðrinum, og
kanska hetta hevur gjert sítt.
Hóast hevuðsmenninir í hesi
ráðagerðini allir vistu, at Stauff-
enberg oberstur henda sama
morgunin var farin til Rasten-
burg, lagghallur av skjølum,
sum teir tóku til, fyri at fara á
fund førarans klokkan eitt, kom
bert onkur hendinga heryvir-
maður dratlandi so við og við til
Æ
Goerdeler doktari, ein av odda-
monnunum i samansvørjingini.
Hann var av teimum saman-
svornu ætladur at hava starvid
sum rikiskanslari, tå Hitler var
dripin
midstødina i Bendlerstrasse.
Herleidararnir i Berlin og stød-
unum harumleiðir: Døberitz,
Jiiterborg, Krampnitz og Wuns-
dorf høvdu kveldið fyri fingið at
vita, at boðini um uppreisturin
helst fóru at koma tann tjúg-
unda. Men Olbricht vildi bíða,
til hann fekk endanligu boðini
frá Fellgiebel generali í Rasten-
burg, áðrenn hann bað hermenn
sínar fara nakran veg. Hoepner
generalur kom eisini við gener-
alsbúnanum, Ferarin stutt
frammanundan hevði noktað
honum at far í, í einum kufferti
— til Bendlerstrasse klokkan
hálvgum eitt — beint í somu
lotu sum Stauffenberg breyt
glashylkið í bumbuni — og hann
og Olbricht generalur báðir fóru
at fáa sær morgunmat aftur við
einari fløsku av víni, drukku
eina skál fyri hesum tiltakinum,
sum teir vónaðu fór at heppnast.
Stutt eftir at teir vóru aftur-
komnir á skrivstovuna kom
Fritz Thiele generalur brestandi
innar og segði algoystur, at
hann beint hevði havt Fellgiebel
í telefonini, og hóast illa
hoyrdist og Fellgiebel málbar
seg ógvuliga varisliga, men
bumban tóktist vera brostin og
Hitler ikki deyður. Tískil helt
Thiele generalur, at boðini um at
herseta Berlin skuldu ikki send-
ast út og í hesum góvu general-
arnir Olbricht og Hoepner hon-
um allan rættin.
Av hesum stóðst, at eingin
rætti hond frá síðu alla hesa
tíðina til Stauffenberg oberstur
lendi í Rangsdorf aftur og leyp
til telefonina. Ongar herdeildir
høvdu fingið boð um at standa
tilreiðar, og eingi boð vóru send
herleiðslunum í eðrum stór-
býum, og tað, sum var merki-
ligast av ellum, var kanska, at
tað kom ongum í huga at herseta
útvarpið og telefon- og telegraf-
steðirnar. Teir báðir ovastu her-
leiðararnir, ið eitast skuldu,
vóru enn ikki komnir.
Walkiire-bodini
send út
Men Stauffenberg oberstur leyp
ein hvøkk i teir samansvornu. I
telefonini úr Rangsdorf bad hann
Olbricht general so mirðiliga um
ikki at bíða eftir sær, til hann
kom aftur í Bendlerstrasse —
við bili tók tað eini trý korter at
koyra — men bað hann so staði-
liga um hersetingina — tey so-
nevndu Walkiire-boðini — fara
út í stundini. Her hevdu teir
samansvornu endiliga fingið
mannin, sum dugdi at skipa fyri
— og uttan sovorðnar fyri-
skipanir tóktust hesir týsku her-
yvirmenn, sum ætlaðu sær at
gera uppreistur, púra fyri ong-
um, sjálvt henda lagnutunga
dagin. Mertz von Quirnheim
oberstur, ein av bestu vin-
monnum Stauffenbergs, fór eftir
Walkiire-ætlanini og settist at
senda bodini út gjøgnum fjar-
skrivara og telefon. Fyrstu
boðini vóru til hermenninar í og
uttan fyri Berlin, og eini onnur,
undirskrivað av von Witzleben
feltmarsjalli og Stauffenberg
obersti boðaðu frá, at Ferarin
var deyður og at Witzleben felt-
marsjallur læt alt vald til ovastu
herleiðararnar, bæði í sjálvum
Týsklandi og við frontirnar.
Undir summum av hesum
boðum, sum nú vórðu send út,
stóð navnið á Fromm generali,
sum visti av ongum, og tí fór
Olbricht generalur at hitta hann.
Hesin var, sum áður nevnt,
ovasti fyri herdeildunum í Berlin
og harumleiðir, segði, at Hitler
var dripin og heitti á From
general, bað hann vælsignaðan
taka sær av Walkiire-ætlanini.
Teir, sum hevdu svorið seg
saman, vistu eitt, og tað var, at
eini boð, sum Fromm generalur
hevði givið, fóru at verða lýdd í
stundini. Tað var ógvuliga um-
ráðandi at hava hann í parti við
sær í hesi somu løtuni. Men
Fromm, denn revur, dugdi líka
so væl sum Kluge generalur at
vera í parti við øllum, hann leyp
Nr. 11 — 8. februar 1975
ongan veg, fyrrenn hann visti,
hvar hann lendi. Noktaði at
rætta hond frá síðu fyrrenn hann
hevði fullgott prógv fyri, at
Hitler var deyður.
Keitel:
tvæti at
Førarin er deyður
Men aftur einaferð fór Olbricht
generalur so syndarliga skeivur
henda umráðandi dagin. Hann
ikki í,
eftir ti, sum
ivadist
Hin tiltikni generalurin Erwin
Rommel i striåsvogni sínum.
Hann visti um samansvørjing-
ina og måtti eisini lata liv aftur-
fyri
Stauffenberg oberstur hevði
sagt honum í telefonini frå
Rangsdorf, at Ferarin var stein-
deyður. Eisini visti hann, at
Fellgiebel generalur hevði fingið
slitið alt telefonsamband við
Rastenburg allan seinnapartin.
Hann treiv tí djarvliga eftir
telefonini og bað um at fáa
Keitel marsjall í stundini. Og so
allbilsin var hann, at hann visti
ikki, hvat hann skuldi halda, tá
hann hoyrdi, at telefonerandi
var aftur, men hetta visti
Olbricht generalur ikki, og hann
fekk Keitel í telefonina næstan
við tað sama.
Fromm spyr: Hvussu er skilið
á hermiðsteðini? Her í Berlin
leypa menn á leistum, og
søgurnar eru mangar«.
Keitel svarar: »Her er alt,
sum tad plagar, hvi spyrst tu
so?
Fromm svarar aftur: >Nei, eg
havi beint frætt, at Ferarin skal
vera dripin<. Keitel heldur fyri:
„Hatta er tað bera túnatos. Sum
tú sigur, royndu teir at gera seg
inn á Feraran, men ikki fingu
teir lívið av honum, tíbetur sum
eisini var. Ferarin er enn á lívi
og hevur bert fingíð nakrar smá-
vegis snuddir. Men hoyr. sigið
mær, hvar er Stauffenberg
oberstur?«
Og Fromm generalur svarar
aftur: »Nei, Stauffenberg
oberstur er ikki afturkomin
enn«.
Framhald