leygardagur 15. februar 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 13 — 15. februar 1975
småtidindi
innanoyggja
Landsstyrid fer å einum av
komandi fundum tess at vid-
gera eina umsókn frá
bryggjariunum í Føroyum,
Føroya bjór og Restorffs, um
at sleppa at bryggja øl av
somu styrki, sum svarar til
HOF og Grønan Tuborg.
Jåkup Lindenskov, lands-
styrismadur, sum situr fyri
sosialmålum, sigur, at neyd-
ugt verður at broyta rús-
drekkalógina,. um bryggjari-
ini skulu fåa loyvi at bryggja
sterkari. Hann visir å, at tad
sambært seinasta fólkaat-
kveðu um broyting í lógini
ikki kann verða stórur áhugi
fyri at broyta lógina nú, ti tá
atkveddu 9.000 fólk ímóti,
meðan 5.000 vóru fyri broyt-
ing.
— Hetta var ein greið
avgerð, sigur Jákup Linden-
skov, sum annars sigur seg
skilja tann búskaparliga fyri-
munin í at bryggja sterkari
øl. Hann leggur aftrat, at tað
á hin bógvin eisini er ein
sosialpolitiskur spurningur.
Jákup Lindenskov sigur
seg ivast, um ein broyting í
rúsdrakkalógini fer at verða
vidgjørd i tinginum nú.
Latin í summar
Seinasta bilferjan til Het-
lands, sum Tórshavnar skipa-
smiðja byggir, verður vænt-
andi latin einaferð í summar.
Hinar triggjar ferjurnar hava
roynst væl í innanoyggja-
siglingini í Hetlandi, verður
sagt. Ferjurnar kunnu flyta
90 fólk og 10—12 bilar í senn.
Tær sigla um 10 mil.
Allar fýra ferjurnar hava
kostað tilsamans einar 12
milj. kr.
Nýggjur reyðubátur
til Havnar
Partsreidariid
Havn fær um stutta tíð
nýggjan reyðutrolara. Tað
eru fyri tað mesta teir somu
menninir, sum eiga Hvítanes,
sum skulu hava henda reyðu-
trolaran. Skipið, sum verður
bygt í Noreg, fer á sjógv
seinast í mánaðinum, og
verður tað væntandi klárt at
lata eigarunum einaferð í mei
mánaða. Byggingin er nakað
seinkað, og trolarin skuldi
verða liðugur í mars mánaða.
Hann er umleið 150 føtur til
longdar og kostar stívar 10
milj. kr.
Sandvik i
Fåa minni
Idnadarskipini, sum royna i
Norðsjónum, fáa minni nú.
Fiskiskapurin hjá teimum
plagar ofta at vera nakað
minni hesa tíðina til einaferð í
apríl, tá nebbasildin kemur.
Bridgekapping
Í dag og í morgin skipar
Føroya Bridge Samband fyri
Feroyameistarakapping i
bridge fyri pør. Kappingin er
kvalifikationskapping til fin-
aluna, sum verður spæld 1.
og 2. mars.
I kappingini um vikuskift-
ið spæla 32 per i tveimum
bólkum, og seks tey bestu
perini í hverjum bólki luttaka
í finaluni. Nú eru niggju
bridgefeløg limir í Føroya
Bridge Sambandi, og tey eru
umboðað soleiðis:
Bridgedeild Kaggans 2
pør, Fuglafjardar Bridgefelag
2, Havnar Bridgefelag 7,
Klaksvikar Bridgefelag 4,
Nyggja Bridgefelagid, Tors-
havn, 4, Tvøroyrar Bridge-
felag 4, Uttara Bridgefelag,
Vågur, 2, Vågs Bridgefelag
4, og Vestmanna Bridgefelag
3 pør.
Innanfelagskappingin i
spæliårinum 1974/75 hevur
verið avgerandi fyri, hvørji
por felogini hava sent til
kappingina. Hetta er annað
árið, at spælt verður um
Føroyameistaraheitid fyri
por. I fjør varð Fm-heitið
vunnið av A. G. Nielsen og J.
Andreassen, úr Havn.
Drotningin takkar
Margreta drotning hevur sent
landsstýrinum tøkk fyri tey
nýggju føroysku frimerkini. I
tøkkini sigur hon m. a., at
frimerkini fara at gera Føroy-
ar kendar um allan heimin.
Norðurlandafundurin
í dag
Í dag byrjar 23. fundurin hjá
Norðurlanda Ráðnum. Hann
verður hildin í Reykjavík og
varir til 20. február. Í donsku
landa Ráðið luttaka eisini trý
foroysk umboð. Tey eru løg-
tingsmenninir Jákup Fr. Øre-
gaard og Pauli Ellefsen og
landsstýrismaðurin Demmus
Hentze
Í eini panelgrein setur Heðin
Klein sær sjálvum spurningin
„Hevur javnaðarflokkurin nakra
framtíð<.
Sjálvur svarar Heðin ja upp á
henda spurning.
Og sjálvandi er tað ellum
greitt, at javnaðarflokkurin hev-
ur eina framtíð, men er tað tá
treytað av, at flokkurin ferir
veruligan arbeiðarapolitikk.
Við seinasta løgtingsval førdi
formaður flokksins fram undir
valstriånum bæði í útvarpinum
og á fundum, at flokkurin ikki
vildi ganga við til at avgerðir,
sum komu at ávirka tað almenna
húsarhaldið og harvið hvenn
einstakan, skuldi takast av
einstøkum monnum aftan fyri
læstar dyr.
Ein sterk støda at hava áðrenn
valið, men enn sterkari verður
hon um tað verður arbeitt eftir
henni aftaná valið.
Tað at ikki lata einstakar
menn taka avgerðir aftan fyri
læstar dyr, eigur landsstýrið at
syrgja fyri ikki hendur, og
flokkur okkara eigur at staðfesta
at hann gongur ikki við til at so
verður.
Flokkurin er komin í lands-
stýrið og flokksformaðurin er
blivin løgmadur og harafturat
hava vit ein landsstýrismann,
okt er um talið av landsstýris-
monnum, vónandi til gagns fyri
arbeiðið, mær tykist, at hetta
sitandi stýrið hevur ein meira
arbeiðaralitaðan dám, og hesum
vóni eg ikki at eg mistakið meg
í. Mær tykist, at hetta stýrið er
sinnað at føra tann politikk, at
har, sum tað almenna skal
gjalda, skal tað eisini valda. Og
tað kann bert verða ti vanliga
fiski- og arbeiðsmanni at gagni.
Nýggja landsstýrið kom í
andglettin beinanvegin við tí
fallandi fiskaprisum.
Utróðrafelog tóku seg saman
og settu síni krev, og lands-
stýrið avgjørdi at hækka studn-
ing, ella rættari avgjerdi at lata
studning til ein part av heima-
útróðrinum.
Men her er tað, eg vil loyva
mær at viðmerkja, um hatta var
rætta gongdin, og eisini um tað
var rætt bert at taka ein part við
í einari slíkari skipan.
Hvat við ellum hinum fiski-
hættum, sum væl eisini eru
undir somu fallandi fiskaprísum.
Tað kann ikki vera rætt bert
at leggja til og harvið rokna við,
at nú er alt ílagi.
I samband við fiskivinnuna
eru so nógv lið, sum eiga at
kannast áðrenn studningur verð-
ur latin, ella áðrenn ein veit,
hvussu nógv ið neyðugt er at
lata.
Ja spurningurin verður, um
alt verður kannað til botns, um
tað verður neyðugt við nøkrum
studningi.
Hvat eftirlit er við innkeypan
av tí dýru útgerð sosum línu,
húkum, troli, agn og ikki at
gloyma oljan, og her er at við-
merkja eisini oljan til tað vanliga
húsarhaldið. Hvar er eftirlitið
við keyp og selu og vinningi av
hesum fyri øll so týðandi parti,
sum ávirkar bæði fiskapris og
harvið urtøku. Hvat eftirlit er
við vinningi av hesum tættum
Hann hevur framtíð
Eitt litið domi.
Utr6drarbåtur keypur húkar
frå heilsølu å våri 1974 fyri 1,15
stk., avtalar at avlevera teir,
sum ikki eru åsettir, aftur og
verdur um heystid avroknadur
vid teimum vid 1,40.
Keypur somu hukar aftur i
1975 fyri 1,85.
Hvussu fæst hetta at rima?
Sama er vid olju, agni, linum,
og í heila takið øllum, her må
krevjast eitt effektivt eftirlit.
Hvussu við selu av landsins
produktum.
Samstundis sum fiskaprisirnir
eru fallandi, soleiðis at veiðu-
maðurin ikki fær endanar at
rekka saman, er mær kunnugt
panelið
ikki prisurin fallin á somu veru i
handlinum, ella er hann tað?
Tann reyði tráðurin, sum
gongur igjøgnum allar samráð-
ingar, tá lenarviðurskifti hjá
verkamanninum skullu viðger-
ast, er, at hann ella hon mugu
ikki krevja ov nógv, tí vinnan
hevur ikki ráð at gjalda.
Tað kann verða, at so er, men
hvat yvirskot hevur vinnan av
seluni av útfluttningi okkara,
mær kunnugt kemur tað ongan-
tid fram.
Ju javnadarflokkurin hevur
eina framtid og kemur at standa
sterkur, um hann førur verðu-
ligan arbeiðarapolitikk, tað vil
siga verður við, ja gongur á odda
fyri at loysa tað haft, sum ger,
at avgerðir, sum viðvíkja og
ávirka tað almenna húsarhaldið
ikki framvegis verða avgreiddar
aftan fyri læstar dyr, ikki verða
tiknar av einstøkum persónum,
men av Feroya landsstýri. Um
flokkurin ger hetta, gongur hann
ímóti einari glæsuligari framtíð.
Flokkurin má duga at skilja,
at tíðin er inni at tryggja ollum
íbúgvarum somu meguleikar at
fáa somu úrteku og sama part av
landsins ágóða.
Stavnhaldið má verða at
skarva av, har ágóðin er sterst-
ur, áðrenn strammað verður, har
lítið er at taka av, tryggjast má
hvørjum fiski- og arbeiðsmanni
somu úrteku.
Tað má verða flokksins støda í
arbeiðaramálum.
Sverre Midjord
I panelinum eru
Jógvan Arge
Hilmar Bech
Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen
Sigrid Dalsgaard
Atli Dam
Signar Dam
Birgir Danielsen
Hans Holm
Kjartan Hoydal
Finnbogi Isaksen
Heðin Klein
Andrew Ísheim
Bárður Jacobsen
Steinbjørn B. Jacobsen
Hans Jørgensen
Jacob Lindenskov
Sverre Midjord
Johan Mortensen
Johan Hot Mortensen
Kristjan á Neystabø
André Niclasen
Johan Nielsen
Kári D. Petersen
Marita Petersen
Sigmund Poulsen
Axel Skoubo
John Smith
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins stersta flokk?
Undirritaði:
Navn:
Bústaður:
tekni meg sum haldare av SOSIALINUM
Sendið hendan lepa í afturletnum brævbjålva
Søsialurin box 76, 3800 Torshavn,
til: