leygardagur 15. februar 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 15. februar 1975
sosialurin
Síða 5
Um tveir mánaðir verður fyrsta fría valið í Portugal
Borgarastríð og innrás
hóttir fólkaræði í Portugal
Vandin tykist at fara at gera seg
galdandi við valið til portugis-
iska tjóðartingið í apríl. Í hesum
sambandi er ætlanin at hernað-
arstjórnin skal frá, og at politisk
stjórn verður sett í staðin. Men
aðrir nokk so hugtyngjandim
meguleikar koma at taka seg
upp, um Moderati Framburðs-
Spinola: Hegrakreftirnar hava
góðan meguleika at venda aftur
hugaði Centrumsflokkurin fellur
saman undir ódemokratisku
vektini, t. d.:
1) ein kollvelting, har vig-
gongdir vinstrasinnaðir bólkar
við kommunistiskum stuðli reka
menningina á cubanska ella
sovjetiska leið. Lyklapersónarn-
ir í hesum sambandi eru: Vasco
Gonzalves forsætisráðharri,
Costa Martins arbeiðsmálaráð-
harri og kommunistiski floks-
leiðarin Alvari Cunhal.
2) ein høgrasinnadur uppreist-
ur, fylgdur av borgarastridi og
uttanlanda uppilegging fyri at
fåa eitt fasistiskt einarædi end-
urstovnað.
Ivingarsamir
Serliga eru tað kommunistarnir,
sum við iva síggja fram til fyrsta
fría valið til grundlógargevandi
tjóðartingið. Veljarakanningar
sýna, at kommunistaflokkurin
fær 10% av samlaðu atkvødun-
um og kemur hesin sostatt ikki
at hava sama vald folkarædis-
liga sæð eftir valið, sum hann
hevur i løtuni. Hetta hevur
fingið Alvaro Cunhal, ið sýnir
seg at vera fanatiskur stalin-
istur, til at halda, at valið eigur
at vera útsett — til fólkið er
meiri »politiskt búgvið<. Við
ødrum orðum: Til veljararnir eru
sannferdir um, at kommunist-
iska leiðin er hin hollasta.
Kan hetta ikki lata seg gera,
vilja kommunistarnir hava valið
útsett í „serliga tilafturskomn-
um< landspertum sum til
dømis oyggjaflokkurin Madeira
og nakrir landspartar norðanfyri
— har fólkið onki skil hevur fyri
politikki og helst vil atkvøda fyri
teimum mest afturhaldssinnaðu
flokkunum.
Sosialistarnir taka ikki undir
við hugsan kommunistana um at
útseta valið. Teir halda, at nóg
mikið er pilkað við undanfarnu
einaræðisharrarnar Salazar og
Caetano. Um so ikki fyri annað
fyri demokratiska prinsippið
eigur valið at fara fram til ásettu
tiðina. So mugu politikkararnir
taka við valúrslitinum í tolni.
Morð
Ottin i teirri sosialistisku leguni
er stórur. Tað er hugsanin
manna millum, at tveir teir sein-
astu månadirnar undan valinum
koma at avgera framtid Portu-
gals: Fyrst um komandi mánað
byrjar almenna valstridid, og ein
nýggj sivil stjórn skal taka við
— um alt gongur væl — seinast í
apríl. Tað er í hesum tíðarbili at
tær ódemokratisku kreftirnar
hava lættast við at gera um seg.
Ein væl tilrættaløgd mótmælis-
gonga — eitt morð ella sabo-
taguatgerðir t. d. — kunnu
skjótt geva teimum vidgongdu
høvi til at nýta hesi tiltøk sum
umbering fyri partvís at steðga
valinum og partvís at fáa
våpnadan samanbrest partana
millum. Mario Soares uttanrik-
isrådharri, ið er sosialistur,
ávaraði í seinastu viku móti
borgarastríði og uttanlanda her-
nadaruppilegging í Portugal.
Herfyri gjørdu maoistar,
vinstrasinnaðir mótmælismenn
og lógleysir hermenn seg inn á
Alvaro Cunhal vil hava valið
útsett til fólkið er politiskt
búgvi
eina kongress, sum høgraflokk-
urin helt í býnum Porto. Hetta
er eitt talandi demi um tey
ótryggu politisku viðurskiftini.
Mario Soares uttanríkisráðharri
sigur, at um fyribilsstjórnin ikki
fer frá í friði, og heryvirmenninir
venda aftur til hersteðir sínar,
kemur Portugal framvegis at
vera eitt ófrælst land.
Mario Soares uttanríkisráðharri
ávarðar í móti borgarastríði og
uttanlanda uppilegging
»Jacobinarar«
Til teirra, sum krevja eina
styrkta kollveltingarliga roynd,
eru heryvirmenn, Gonzalves for-
stisráðharri, Martins arbeiðs-
málaráðharri og allir sjey lim-
irnir í samstarvsnevndini hjá
vápnamegini.
Tað er vert at leggja til
merkis, at hesir sjey verða róptir
»Jacobinarar« eftir tí mest við-
gongda bólkinum í fronsku koll-
veltingini. Ongin teirra hevur
hægri starv innan herin enn
oberst. Triggir teirra eru kap-
teynar og ein er lejtnantur.
Hetta sigur okkum nakað um á
hverjum samfelagsborgarligum
stigi kollveltingin liggur — í
Portugal geva undirheryvir-
menn generalunum boð.
Tað er við hesar sjey at Alvaro
Cunhal plagar at fara í holt við
— sjålvt um tað ikki altid er so
stuttligt, men hetta kann koma
at gagna honum seinni.
Ein annar, sum er vinarligur
moti kommunismuni, er Otelo
Saraiva de Carvalho, brigadu-
generalur, id hoyrir til Lissabon
regiónina. Hann er somuleiðis
leiðari fyri hini nógv umtalaðu
Kontenital kommandoini, sum í
eini neyðsteðu ræður yvir besta
partinum av portugisiska her-
inum.
Ætlanir
Eitt álop frá hesi kommunist-
isku samansverjingini á portug-
isiska fólkaræðið er langt frá
óhugsandi, um so er at valið fer
borgarliga fram.
Men ein hegra uppreistur,
fylgdur av borgarastríði og inn-
anlandi uppíleggjan, er líka so
væl væntandi.
Spania tilreiðar
Sogur ganga um at spanska her-
leid. jan í Madrid er í ferð við at
fyrireika innrås i Portugal.
Spaniólar rokna við eftir faum
tímum at kunna flyta fleiri
stridsvognar og jarnbreytavogn-
ar við hermonnum inn til
høvudsbyir Portugals, nevniliga
Lissabon, Coimbra og Porto.
Framhald å sidu 7
stubbar uttaneftir
Nýggja vinkonu
Fyrrverandi Beatles-leikarin,
Ringo Starr, kom nú um dag-
arnar til London í fylgi við
nýggjari vinkonu. Hon er 24
ára gomul og eitur Nancy
Andrews. Ringo sigur, at
hann nú er skildur frá konu
Tey giftust fyri 10
síðani og fingu trý
sínari.
árum
bern.
Vitjanin endað
Pakistanski forsætisráðharr-
in, Ali Bhutto, endaði uttan-
landaferð sína fyrr enn ætlað,
og fór heimaftur longu leyg-
ardagin, av ti at ein lands-
lutastjorn i útnyrðingspart-
inum av landinum læt liv av
einari bumbuspreinging.
Hann var staddur inni å
einum universiteti, har ein
bumba brast. I minsta lagi 18
studentar fingu skada av
spreingingini.
Utseta valid
Tad ætlada valid i Portugål er
utsett i umleid triggjar vikur.
Tjóðartingsvalið skuldi eftir
ætlan verða seinast í mars,
men nú er boðað frá, at valið
skal haldast 25. apríl. Hetta
er ársdagurin fyri hermanna-
kvettinum. Boðini komu ikki
óvæntað, tí embætismenn og
politikkarar hava fleiri ferðir
sagt, at teir kunnu ikki verða
lidnir við fyrireikingarnar til
valið so skjótt sum ætlað.
Vil varðveita Bret-
land í EF
Vesturtýski uttanrikisråd-
harrin hevur sagt, at land
hansara av øllum alvi fer at
virka fyri, at Bretland verður
verandi í Felagsmarknaðin-
um. Á einum fundi í Vestur-
berlin, har rådharrar úr
ymsum europeiskum londum
vóru til steðar, segði uttan-
ríkisráðharrin, at fer Bret-
land burtur úr Felagsmarkn-
aðinum, so kann væntast, at
onnur lond fara at gera tað
sama.
Bannað flokkinum
Stjórnin í Pakistan hevur sett
forboð fyri Awami-flokkin-
um, sum er størsti andstødu-
flokkur i landinum. I farnu
viku var ein rådharri myrdur,
og Ali Bhutto sigur, at kann-
ingar benda á, at saman-
svørjingar hava verið gjørdar
ímóti stjórnini og fólkinum.
Hann segði, at andsteðu-
flokkar hava skipað fyri sam-
ansverjingini. Samstundis
segði Ali Bhutto, at stjórnin
fer at virka fyri at styrkja um
fólkaræðið. Tíðindi úr Paki-
stan siga, at nógvir limir í
Awami-flokkinum eru settir
fastir.
Valevni
Henry Jackson, senatorur í
USA, hevur boðað frá, at
hann fer at royna at gerast
valevni hjá demokratunum til
forsetavalið har, sum verður
Sovjettiska tid-
indastovan TASS kom við
einari atfinning at Jackson og
segði hann at vera eitt amboð
hjá zionistunum og teimum
afturhaldssinnaðu
Jackson hevur fleiri ferðir
funnist at amerikanska utt-
anríkispolitikkinum
næsta ar
Kvotan sett ov høgt
— Kvotan fyri sildaveiðu í
Norðsjónum varð sett ov
hogt, skrivar tíðarritið hjá
Norges Fiskerlag. Kvotan
varð hesuferð sett til 488.000
tons við møguleikum at víðka
hana meiri í tíðarskeiðinum 1.
juli i fjør til 21. juni i ár.
Hetta vóru 200.000 tons
meiri, enn fiskifroðingar
mæltu til.
Stór gáva
Marus Al-Sharif, sheikur í
Saudi-arabia, er hugaður fyri
at gleða sonin við einari
óvanligari gávu, skrivar eitt
týskt blað. Hann ætlar at
keypa soninum ein skansa í
Texas.
Sonur hansara lærdi til
flogskipara í Texas, og hann
vitjaði ofta skansan, har
honum dámdi væl. Ti hevði
tað verið ein góð gáva, sigur
sheikurin
Onassis sjúkur
Grikski ríkmaðurin, Aristotle
Onassis, fekk fríggjadagin
viðgerð á amerikanska sjúka-
húsinum í Paris ímóti einari
»alvarsligari influensu«. Tá
Onassis kom til Paris, hevdi
hann konuna, Jacqueline, og
dóttur hennara Kristinu, við
sær. Læknarnir á sjúkahús-
inum siga, at Onassis hevur
viðgerð imóti sjúku í veddun-
um, sum hevur ávirkað
hjartað, og samstundis hevur
gjørt tað torførari hjá honum
at anda.