týsdagur 4. apríl 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Í fimmaranum har evnið
var, at Signar á Brúnni
hevði lagt frá sær, vóru tyg-
um í útvarpstovuni saman
við Hergeiri Nielsen, ið er
formaður í løgtingsgrann-
skoðanarnevndini.
Har
segði Hergeir Nielsen, at tað
var
gerandiskostur,
at
Stýrisskipanarlógin varð
brotin. Tygum høvdu hvørki
svar ella rættleiðing til út-
talilsið hjá Hergeiri Nielsen.
Hetta er ein álvarsom skuld-
seting, sum í grannlondum
okkara hevði verið kannað
alt fyri eitt.
Í Krosskasti dagin eftir,
har evnið var verkbannið í
Fólkaskúlanum, segði ting-
maður Fólkafloksins Jógv-
Opið bræv til løgmann
an á Lakjuni, at tað var ikki
neyðugt hjá lærarum at
fylgja nýggju Fólkaskúla-
lógini út í æsir. Hetta til-
mæli frá tingmanni er ógvu-
liga álvarsamt, og politikk-
arar í okkara grannalondum
høvdu víst slíkum úttalilsi
frá sær, men enn hevur eing-
in tikið málið upp her
heima.
Í Føroyum er 9 ára undir-
vísingarskylda. Hóast hetta,
so hava fleiri børn nú ikki
fingið undirvísing í skjótt 4
vikur. Landsstýrismaðurin í
skúlamálum góðtekur, at
føroyskir skúlanæmingar
ikki verða undirvístir. Í øðr-
um londum, sum vit vanliga
samanbera okkum við,
hevði støðan verið ógvuliga
tyngjandi fyri ein skúla-
málaráðharra, og eydnaðist
honum ikki at loyst málið,
so hevði tað helst fingið
fylgjur fyri ministaran.
Spurningar mínir til tyg-
ara, harra løgmaður, eru
1.
Kann løgmaður góð-
taka, at tað er gerandiskost-
ur, at Stýrisskipanarlógin
verður brotin ?
2.
Kann løgmaður góð-
taka, at tingmaður Fólka-
floksins mælir lærarum frá
at fylgja landsins lógum ?
3.
Kann løgmaður góð-
taka, at landsstýrismaðurin
í skúlamálum sær millum
fingrarnar við, at lógin um
undirvísingarskyldu verður
brotin?
Við hávirðing
Eyðólv Dimon
Tórshavnar býráð skal
sjálvandi eiga Tórsvøll
Næstseinasta
leygardag
hevði Sosialurin forvitnis-
liga samrøðu við Heðin
Mortensen um Tórsvøll.
Heðin sigur, at skal Tórs-
vøllur gerast liðugur, er ein-
asta gongda leið, at Tórs-
havnar kommuna yvirtekur
verkætlanina. Býráðið er
einasti parturin í málinum,
sum hevur pening og orku
at gera stadionið liðugt.
Tórsvøllur eigur at vera
til gagns fyri allar partar av
ítróttarlívinum í Havnini og
øllum Føroyum – eisini
frælsa ítróttinum.
Sum er elvir Tórsvøllur
bert til stríð millum lokalu
kreftirnar í málinum, og
Tórsvøllur er í dag ein
skomm fyri Havnini, sigur
Heðin.
Fyri stuttum hevði men-
tanarnevndin fund um Tórs-
vøll og niðurstøðan var, at
eitt tilmæli verður latið Bý-
ráðnum, har mælt verður
frá, at rennibreyt verður
gjørd um Tórsvøll.
Heðin Mortensen mælir
býráðslimunum til at hugsa
seg væl um, áðrenn teir taka
nakra avgerð viðvíkjandi
rennibreytini.
Álvaratos. Setti Býráðið
ikki tórsvallarnevndina við
tí arbeiðssetninginum at
gera eitt stadion við renni-
breyt í Gundadali? Er økið
ikki fyri nógvum, nógvum
árum síðan lagt av til eitt
stadion, og hví letur Býráð-
ið nú Gundadal upp í hend-
urnar á nøkrum fáum fót-
bóltsmonnum?
Sjálvandi skal Býráðið
eiga Tórsvøll, hetta er ein-
asta borgan fyri, at vit fáa
eitt stadion, sum sjálvandi
skal liggja í Gudnadali. Bý-
ráðið eigur jú hinar báðar
fótbóltsvallirnar. Tað er heilt
ófatiligt, at eingin bý-
ráðslimur uttan Heðin Mor-
tensen alment hevur funnist
at núverandi verkætlan.
Kenni ikki ein persón í
Havn, sum sigur seg vera
nøgdan við avrikið í Gun-
dadali. Fólk eru í øðrini um,
at betongklossar hava oyði-
lagt okkara vakra Gundadal,
sum einaferð skuldi gerast
eitt prýðiligt stadion.
Einasta loysnin er at taka
tórsvallarnevndina av, og tá
tað er gjørt, fer Býráðið
sjálvt til verka.
Allar fyrst skulu áskoð-
araplássini niðan ímóti høll-
ini á Nabb takast niður og
sprongt verður fýra metrar
inn. Síðani verður eitt á-
skoðaraskýli við taki gjørt
vakurt inn í lendið. Áskoð-
araplássini suðureftir skulu
burtur, so vit aftur síggja alt
virksemið, sum fer fram í
Gundadali. Vit hava fram-
vegis nógmikið av áskoð-
araplássum.
Síðani verður hildið fram,
til vit um fá ár hava eitt
vakurt stadion sum »allir«
borgarar í Havnini eru fegn-
ir um.
Tað er mín vón, at Bý-
ráðið ikki tekur undir við
tilmælinum frá mentanar-
nevndini um ikki at gera
rennibreyt um Tórsvøll.
Ónøgdin frá fólkum, sum
hava áhuga í frælsa ítrótt-
inum og renning yvirhøvur,
fer altíð at spøkja aftur, tí
má og skal Býráðið halda
seg til upprunaligu ætlan-
ina. Alt annað er órættvíst.
Lesi í Sosialinum í dag,
mikudagin 29. mars, at Tor-
finn Smith býráðslimur sig-
ur, at ráð eru ikki til renni-
breyt, og tvinnar barnaans-
ing upp í tórvallarmálið.
Hr. Tórfinn Smith. Kjarn-
in í tórsvallarmálinum er, at
Býráðið hevur nýtt milliónri
til fyrireikingar til eitt stadi-
on í høvuðsstaðnum. Hetta
er eitt inniligt ynski frá øll-
um frælsa ítróttinum og øll-
um skúlunum í høvuðs-
staðnum. Býráðið hevur sett
eina tórsvallarnevnd mann-
aða við ÍSF formanninum,
landsstýrisumboði, umboði
fyri Fótbóltssambandið og
umboði fyri Býráðið. Mál-
setningurin hjá nevndini er
at gera eitt stadion í Gun-
dadali.
Nú ætlar Býráðið at hálsa
um og lata økið, sum er av-
sett til stadion upp í hend-
urnar á fáum fótbóltsmonn-
um.
Ófantalig betongelement-
ir standa nú á økinum, sum
Býráðið
sjálvt
hevur
sprongt og planerað til
rennibreytina.
Tað er óskiljandi, at Tór-
finn Smith ikki skilur hetta.
Torfinn Smith, stadionið
í Havn skal liggja í Gunda-
dali, tí har eru hallirnar, fót-
bóltsvallirnir og svimjihøll-
in. Hví skal besta økið í
Gundadali liggja steindeytt
størsta partin av árinum?
Einasta rætta er at Býráð-
ið sjálvt yvirtekur Tórsvøll
og arbeiðir víðari við upp-
runaligu ætlanini.
Tá fáa vit bestu loysnina,
og verið vís í tí, tá verða øll
nøgd, eisini fótbólturin,
sum eisini fær gleði av
rennibreytini.
Poul Michelsen biður í
sama blað um arbeiðsfrið.
Poul fær arbeiðsfrið, um
hann arbeiðir eftir málsetn-
inginum hjá allari tórsvall-
arnevndini, og tað er at gera
eitt stadion í Gundadali.
Vagnur Michelsen
Viðmerking:
www.sosialurin.fo
NÚ verður bíðað eftir, hvat fer at henda víðari
í málinum viðvíkjandi landsstýrismanninum
Signar á Brúnni. Tá landsgrannskoðarin legði
fram tilfar sítt í sambandi við m.a. roknskapin
hjá SVF komu krøv fram í almenna orða-
skiftinum um, at landsstýrismaðurin átti at
leggja frá sær. Hetta endaði við, at lands-
stýrismaðurin heitti á løgmann um at verða
loystur úr starvi fyribils, meðan ein óheft kann-
ing verður gjørd av málinum. Landsstýris-
maðurin kendi seg fullkomiliga ósekan fyri
teimum ákærum honum vórðu fyri. Síðani
loysti løgmaður landsstýrismannin úr starvi,
men tað vísir seg, at landsstýrismaður kann
ikki verða loystur úr starvi fyribils, og heldur
ikki kann løgmaður skipa fyri eini kanning
uttan víðari. Tað skal landsstýrismálanevndin
taka stig til, og hesum hevur formaðurin í
nevndini longu víst aftur. Hvørjir eru so møgu-
leikarnir hjá Signari á Brúnni at verða reins-
aður fyri teimum órættvísu ákærum hann
metir eru reistar móti sær og síni embætis-
førslu? Ein er, at 13 tingmenn biðja tingfor-
mannin um seta eina kanning í verk.
NÓGV er sagt og skrivað um Signar á Brúnni.
Eisini á hesum stað hava vit víst á mál, sum
enn standa óloyst. Men tað er eisini ein
sannroynd, at sami landsstýrismaður í sam-
bandi við eitt nú mentamálini hevur víst eitt
sera gott handalag og virkisfýsni. Hann hevur
brent fyri at fáa okkum ein meira virknan ment-
anarpolitikk. At hann so á hesum øki eins og
á skúlaøkinum er sligin á fingrarnar av sínum
egnu, her serstakliga fíggjarmálaráðharra-
num, er sjálvandi komið seg illa við. Vit síggja
aftur og aftur, hvussu málsøki og nú eisini
landsstýrismenn koma í rasshaft orsakað av,
at pengar ikki mugu játtast til lívsneyðug mál,
eitt nú til at liva upp til nýggju krøvini til at fylla
út karmarnar í fólkaskúlalógini, tí sparast
skal upp til fullveldi. Hetta er einki nýtt. Vit
síggja tað eisini á sjúkrahúsøkinum. Rætt skal
vera rætt. Tað eigur og má vera rætturin hjá
landsstýrismanninum, at hansara mál verður
kannað. Hava løgmaður og tjóðveldisfólkini
lovað honum tað undir skeivum fortreytum,
so eiga hesi at fáa 13 tingmenn at biðja
tingformannin um eina óhefta kanning.
HVØRJA niðurstøðu man enn kemur til í
hesum sera fløkta máli, so er greitt, at vit her
eru vitni til metingar og tulkingar av eini nýggj-
ari stýrisskipanarlóg, og har tað eisini kann
vera torført at skilja millum jura og politikk.
Flokkurin hjá Signar á Brúnni hevur havt
landsfund um vikuskiftið. Áhugavert verður at
frætta, hvørja niðurstøðu fundurin ella ting-
manning og landsstýrismenn eru komnir til í
sambandi við óheftari kanning av øllum „Sign-
ar á Brúnni málinum“. Kann tað hugsast, at
flokkurin longu hevur avgreitt málið einaferð
med alla? At floksfelagar hansara síggja hann
sum eina forðing fyri fullveldisætlanunum? At
tá skúlamálaráðharrin roynir at ganga skúla-
fólkinum á møti í sínum krøvum, tá hevur hetta
fingið øði í partamannin á kassanum í
Tinganesi! Seinasta orðið eigur ikki at verða
sagt í hesum máli. Tingið eigur at geva Signari
á Brúnni ta kanning, sum hann hevur biðið
um. Allur ivi eigur at koma tí skuldsetta til
góða, eisini í hesum máli. Og uttan mun til
flokspolitiskan lit.
Fullan rætt til
óhefta kanning
Tryggingarfelagið
Føroyar
ynskir Neistanum
tillukku
við meistaraheitinum
Sosialurin - 311820
H Ø V U Ð S S T U Ð U L
T R Y G G I N G A R F E L A G I Ð