Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 66 - 4. apríl 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 66 - 4. apríl 2000 At verða skrásettur í leiti- maskum á internetinum er ikki nakað tú bert gert einaferð med alla. Hetta krevur arbeiði, og tí mugu fyritøkurnar verða til reið- ar at seta tíð og orku av til hetta arbeiði, skrivar Vinnuhúsið. Tað er ikki heilt óvan- ligt úti í heimi, at fyritøkur seta aðrar fyritøkur ella fólk uttanífrá at taka sær av, at júst teirra heimasíða verður plasera millum tær fyrstu ella tær best um- tóktu á leitimaskinunum. Leitimaskinurnar eru eins og restin av internetinum í støðugari broyting, og hetta merkir, at fyri- tøkurnar ikki kunnu seta seg afturá, tá tær eru skrá- settar eina ferð á leiti- maskinunum. Skrásetingin skal javn- an endurskoðast og broyt- ast fyri ikki at enda niðast á listanum við leitiúrs- litum. Hugsa um leitivanar Áðrenn tú yvirhøvur legg- ur heimasíðuna út á leiti- maskinua eigur ein at gera sær hugsanir um mót- takarabólkin av heima- síðuni, so sum hvørjar leitivanar hevur mót- takarbólkurin. Út frá hes- um er møguleiki at finna ta røttu leitimaskinuna til ætlaða móttakarabólkin, og skræddaraseyma heimasíðuna til rætta bólkin. Í U.S.A. nýta nógvar fyritøkur umleið 50% av marknaðarføringsútreiðsl- unum til at útvega sær eitt gott pláss í einari leiti- maskinu. »Vit fara at síggja sama tendens her heima um fá ár, av tí at Internetið verð- ur eitt týðandi konkur- renceparametur í fram- tíðini«, sigur Tina Donn- erborg, marknaðarstjóri í Dansk Industri, við blaðið Industrien. Nýta orku til inter- netið Patrónir og rúsdrekka umborð á Arctic Viking Hósdagin vóru tollararnir umborð á Arctic Viking og har funnu teir ólógligar rifflupatrónir og rúsdrekka. Reiðarríið hevur goldið uml. 100 túsund krónur í bót SVEINUR TRÓNDARSON Tað er freistandi. Tað er verri enn so altíð at teir klára at lata vera, men vera teir tiknir, so fellur hamarin. Vit tosa um ólógligan inn- flutning av rúsdrekka og, í hesum førinum, av lóðuri. Tollvaldið var hósdagin umborð á rækjutrolaranum Arctic Viking í sambandi við, at hann var komin aftur til Føroya. Sum so ofta er, verður keypt í so ríkiligt av tí váta slagnum og hósdagin funnu tollararnir uml. 200 litrar av rúsdrekka, sum lá goymt umborð. Men tað var ikki tað ein- asta. Tí umframt rúsdrekka fann løgreglan eisini eina rúgvu av ólógligum rifflu- patrónum. Fyri at kunna innflyta slíkt er neyðugt at hava riffl- uloyvi og tey eru ikki so mong, sum hava slík. Av løgreglustøðini í Havn frætta vit, at loyvi verða giv- in í einstøkum førum, men sum oftast er talan um alibrúk, sum brúka rifflur- nar til at avlíva kópar, sum gerast ov næskir. – Onnur fáa ikki brúks- loyvi, tí tað er næstan ikki loyvt at brúka rifflur. Onkur hevur loyvið at eiga rifflu, men tey hava ikki loyvi at brúka tær, sigur Tórmóður Mouritsen av løgreglustøð- ini í Havn. Tikin við einum kilo av hassji Tollararnir í Vágum fingu óvantaðan fong, tá teir fríggjadagin kannaðu góðsi hjá teimum ferðandi. Ein per- sónur varð tikin fyri at royna at smugla hassj inn í landi og síðani eru tvey fólk handtikin aftur at honum SVEINUR TRÓNDARSON Fríggjadagin varð eitt konu- fólk tikið á flogvøllinum við meiri enn einum kilo av hassji uppiásær. Av Kriminaldeildini í Havn frætta vit, at Tollvald- ið, vesturin í Vágum, tók kvinnuna í eini vanligari kanning. Kvinnan, sum var tikin var ein 44 ára gomul donsk kvinna. Síðani eru tveir mans eisini handtiknir í málinum og leygardagin vóru tey øll trý framstillað til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Rætturin gjørdi av at fongslað tey trý til 19. apríl, ta fyrstu vikuna í isolatión. Hetta lótu tey trý sær kortini ikki lynda og tí kærdu tey dómin inn fyri Eystara Landsrætt, sum kortini ikki hevur gjørt ein úrskurð í málinum enn. Nøgdin - gott og væl eitt kilo - er tann størsta, sum er tikin av løgregluni í ár. Verður nøgdin umroknað til pening, so svarar tað til góðar 100 túsund krónur. Kriminaldeildin sigur, at tann prísur teir kenna, er millum 100 og 125 krónur fyri grammi. Menninir, sum vóru tiknir eru ein 24 ára gamal og ein 39 ára gamal. Trý fólk eru tikin í nýggjasta hassjmálinum Hóast góða fongin hós- dagin, fóru tollararnir um- borð aftur fríggjadagin og tá funnu teir enn fleiri rifflu- patrónir, sum teir eisini løgdu hald á. Sosialurin skilir, at reiða- ríið hjá Arctic Viking hevur bøtt fyri skaðan við eini bót upp á umleið 100 túsund krónur. Hvirla tók lastatakið SVEINUR TRÓNDARSON Verðið hevur ikki verið av tí besta um vikuskiftið, hóast tað ikki hevur verið ódnarveður. Fríggjadagin var ein bilur hjá P/F Poul Hansen á veg úr Vági til Tvøroyri, tá ein hvirla brádliga skræddi takið av lastini á bilinum. – Vit vóru komnir norður um Porkeri, á leið við rulluportrið, á veg oman móti Hovi, tá ein hvirla kom. Hon var ikki serliga hørð, men onkusvegna hevur hon fingið fatur á takinum á lastini, tí áðrenn vit vistu, lá tað við síðuna av vegnum, sigur ein teirra, sum var við. Hann greiðir frá, at teir hildu, at teir høvdu koyrt á ein stein, sum tað rykti í bilin, men tá teir hugdu afturum, sóðu teir, at takið var fokið av. – Tað hevur mangan verið neyðugt at halda sær, tá mann koyrir har um vegir, men henda dagin var ikki so ógvusligt. Kortini hendi tað, greiðir hann frá. Maðurin sigur, at takið á lastini var úr glasfipuri og var fest við aluminiumsrammu, og tað heila fór, sum tað var. – Har sást beint upp í himmalin. Ramma og alt feyk omanav og niðan í bøin. Vit fóru út og løgdu eitt sindur av gróti omanyvir, so tað ikki fór í vindinum og síðani vippaði ein lastbilur eitt sindur av sandi niðuryvir. Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum. HØGNI MOHR Einaferð var ein kjøtdeild á Eysturoyar Heilsølu. Men fríggadagin løgdu teir tríggir menninir á deildini knívarnar til viks fyri seinastu ferð. Og hetta var gjørt ímóti teirra vilja. Boðini um, at deildin lat aftur, tí MBM í Hósvík skuldi taka sær av arbeiði- num í staðin, komu sam- bært starvsfólkunum á deildini ikki fyrr enn mána- dagin í farnu viku. Tveir av teimum á kjøtdeildini á Eysturoyar Heilsølu eru lærlingar, og teir fingu boð um, at høvdu teir hug, kundu teir fara til Hósvíkar at læra seg lidnar. Teir um- hugsa enn, um teir taka av óvæntaða tilboðnum. Men søgan um afturlat- ingina er fløktari enn so. HØGNI MOHR Eysturoyar Heilsøla hevur valt at lata kjøtdeild sína aftur, og lata sláturvirkið í Hósvík taka sær av arbeiði- num í staðin. MBM tekur yvir bæði sjálva framleiðsl- Fyrrverandi starvsfólk á fyrrverandi kjøtdeildini á Eysturoyar Heilsølu. Frá vinstru: Alberg Gaardlykke, Magnus í Hjøllum og Hjalmar Juul. Mynd: Jens Kr. Vang Henry Olsen, formaður í Runavíkar Handverkarafelag. Mynd: Jens Kr. Vang MBM-Kjøt veksur Kjøtdeildin á Eysturoyar Heilsølu er latin aftur. MBM í Hósvík tekur yvir virksemið una og veitingina til viðs- kiftafólkið, sum eru handlar kring landið. Leiðslan á MBM væntar, at yvirtøkan sum frálíður fer at økja virk- semið í Hósvík eini 10 - 20 prosent. Ósemja um bráða afturlating Ein lærumeistari og tveir lærlingar á kjøtdeildini á Eysturoyar Heilsølu fingu sum vátan vøttin, tá ið teir frættu at deildin lat aftur. Boðini komu stutt áðrenn virksemið skuldi steðga. Burtur úr hesum er fyribils komin ein heldur fløkt søga um lærlingaviðurskifti, fakfeløg og ov vánaliga kunning Orð móti orði Leiðarin og lærumeistarin á kjøtdeildini, Magnus í Hjøllum, er sum vera man firtin, tí leiðslan á heilsøluni eftir hansara metum hevur havt duldar ætlanir við honum og lærlingunum báðum. - Vit fingu boðini mána- dagin klokkan hálvgum elli- vu, og tað var sum at fara í dans og fáa nevan, sigur Magnus í Hjøllum. Men stjórin á Heilsøluni, Áki í Skemmuni, sigur, at Magnus í Hjøllum longu varð kunnaður tríggjar vikur frammanundan. Og tað heldur stjórin eisini vera nóg long tíð at umráða seg í. Lærumeistarin hevur fing- ið í boði at halda fram í øðrum starvi á heilsøluni. Viðvíkandi lærlingunum sigur Áki í Skemmuni, at ein treyt fyri, at farast kundi undir nýggja samstarvið við MBM var, at MBM skuldi verða góðkent sum lærupláss, og síðani skuldi bjóða lærlingunum báðum á heilsøluni at læra seg lidn- ar í Hósvík. Hendan treytin er uppfylt. Fær neyvan stuðul Lærumeistarin hjá teimum báðum lærlingunum, Magnus í Hjøllum, er ikki nøgdur við viðferðina. Mál- ið er latið Runavíkar Hand- verkarafelag. Men tað er verri enn so vist, at felagið fer at stuðla Magnusi í Hjøllum. Formaðurin í felagnum, Henry Olsen, sigur at Magnus í Hjøllum ikki meldaði seg sum lim í felagnum fyrr enn fyri einari viku síðani. Hetta hóast hann hevur arbeitt sum slátrari í fleiri ár. - Eg eri púra samdur í, at viðferðin, sum teir á kjøt- deildini hava fingið, er burturvið, men eg ivist stór- liga í, um handverkara- felagið fær gjørt nakað. Tað er ov seint at melda seg inn í fakfelag, tá ið trupul- leikarnir longu hava tikið seg upp, sigur Henry Olsen. Hann leggur dent á, at Runavíkar Handverkara- felag ikki ætlar sær at skapa eitt fyridømi, sum staðfest- ir, at tað er í lagi at melda seg ov seint inn í fakfelag. Arbeiðsgevarin kann siga upp Eysturoyar Heilsøla er ikki limur í Arbeiðsgevarafelag- num, og tí er tað ikki nakað beinleiðis krav, at leiðarin og lærumeistarin á kjøt- deildini skal vera limur í fakfelag. Formaðurin í Føroya Handverkarafelag, sum lokalfelagið í Runavík hoyr- ir undir, eitur Poul Øre- gaard. Hann staðfestir, at lærumeistaranum ikki nýtt- ist vera limur í Handverk- arafelagnum. Men hann ger eisini vart við, at tað neyvan ber til at melda seg inn fyri at loysa ein trupulleika her og nú. - Vit hava størri áhuga í lærlingunum, sigur Poul Øregaard. Men samstundis stað-festir hann, at teirra støða ikki er serliga sterk. - Heldur eitt lærupláss upp at, hevur arbeiðsgevarin rætt at siga lærlingunum úr starvi, heldur Poul Øregaard seg minnast frá teirri tíðini tá ið hann sjálvur var læru- meistari. Arbeiðsloysi í Danmark metlágt Sveinur Tróndarson Arbeiðsloysi í Danmark fellur og fellur. Í nógv ár var arbeiðsloysi sera høgt, men fyri nøkrum árum síðani vendi gongdin, og sum støðan er í løtuni, hevur arbeiðs- loysi ikki verið lægri í 26 ár. Tað skrivar danska blaðið Jyllandsposturin. Tað skal kortini leggjast afturat, at illa ber til at sammeta dagsins tøl við gomul, tí ein stórur partur av teimum, sum eru farin úr arbeiðsloysisskránni nú fáa eftirløn, eru farin í farloyvi, eru »aktiveraði« ella eru sett í gongd á annan hátt. Hóttandi lønartrýst Kortini hevur lága arbeiðsloysi fingið búskaparfrøð- ingarnar at óttast eitt sindur. Orsøkin er, at um ikki so langa tíð verður farið undir desentralu lønarsamráðingarnar og tá er vandi fyri lønartrýsti. – Av tí at arbeiðsloysi er so lágt, so er størri vandi fyri einum øktum lønartrýsti. Tí hevði tað komið væl við, um vit nú komu inn í eitt tíðarskeið, har arbeiðsloysi helt uppat at fella. Høvuðsorsøkin til tað er, at tað á týska arbeiðsmarknaðinum eru gjørdir sáttmálar sum hava við sær lítlar lønarhækkingar og tí hevur tað sera stóran týdning fyri danska kappingarføri, at danska arbeiðsmegin ikki setur ov stór krøv. Annars er vandi fyri, at vit missa uppaftur meir av okkara marknaðar- parti, sigur búskaparfrøðingurin Klaus Kaiser, frá Jyske Bank, við Jyllandspostin. Full ferð á Skrivstovustjórin í BG Bank, Flemming Nielsen, sigur, at framhaldandi fallið í danska arbeiðsloysinum vísir, at ferðin á danska búskapinum als ikki er fallin so nógv, sum fryktandi var fyri. Danir bóru ótta fyri, at útflutningurin fór at fella, men nýggjastu tølini vísa, at hann als ikki er fallin so nógv, sum fryktandi var fyri. – Útflutningurin er tað, sum aftur setur ferð á búskapin og tað ger okkum eitt sindur bilsin, tí tað er ikki so langt síðani, at eitt ávíst maktaloysi var at síggja í vinnuni. Tað at 1000 fólk færri gjørdust arbeiðsleys í februar merkir, at arbeiðsloysi í Danmark er 148 túsund fólk. Hetta svarar til 5,3 prosent av arbeiðsmegini og tað er eitt prosent lægri enn fyri einum ári síðani, tá arbeiðs- loysi var 6,3 prosent. Í 1993 var arbeiðsloysi 12 prosent. Eftirlønin dregur Jyllandsposturin skrivar, at tað serliga er millum tey ungu, at arbeiðsloysi fellur. Her er arbeiðsloysi bert 3,4 prosent, og tá arbeiðsloysi er so lágt, verður tað í Danmark mett, at øll hava arbeiði. Tølini, sum eru frá Danmarks Statistik vísa annars, at tað serliga er eftirlønin, sum dregur fólk av arbeiðs- marknaðinum. Í februar fóru 500 danir av arbeiðsmarkn- aðinum við eftirløn og samlaða talið av dønum, sum nú fær eftirløn er nú knappliga 155 túsund. Hetta er hægsta tal, sum nakrantíð hevur fingið eftir- løn í Danmark og teð er einki, sum bendir á, at talið fer at fella komandi mánaðirnar. Fyri nøkrum mánaðum síðani broytti stjórnin annars treytirnar fyri eftirlønini, men sum støðan er í løtuni ber ikki til at siga, at broytingarnar hava havt nakra ávirkan yvirhøvur.