leygardagur 15. februar 1975síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 15. februar 1975
BLÍ
{Ag
,
4
pet?
IL
7
bf Ný
ALS
N
Í
AL
LL
7
7
4
N N
N
N
Í
Tá
hfj
PN
NNN
Í
7;
II
7
Ís
LE
INN
Mm
|}
NS
NS
,
BÆ, U//
177
2:
IT
lt
|
1
W
i
ÁR
N
NU
N
N
NA
N
N
NY
7
2
í
SN
NN
X
41
11,
”m.
SN
Í
4
rr
ANN
NNNN
N
NN
NN
N
MM
7
7
/
#1
ENN
N
2,
JM
Í
(/
Í
7
7 Få
TT
MS
WM
I UW
Ritstjóri:
Hans Thomsen
sosialurin
Síða 9
DRÁPSROYNDIN 20. JULI 1944
jagstran í søguni
Framhald
Fromm rýmir
úr samansvørjingini
Og frá hesi stund vildi Fromm
generalur einki hava við hesar
ørvitisfiskar at gera, og tað, at
teir mistu hann úr sínum parti,
kom teimum stórliga aftur um
brekkur. Olbricht generalur,
sum í hesi løtu tóktist nakað ør-
vitiskendur, fór út aftur av
skrivstovuni við stóran skund
uttan at mæla orð ella eið. Beint
í hesi somu letu kom Beck
generalur í dimmum klædningi
— kanska fyri at hetta, teir
høvdust at, skuldi ikki síggja so
øgisligt ut. Men tann einasti
maðurin í hesum leiki, og sum
allir skjótt fóru at sanna, sum
nakað skil var í, var Stauffen-
berg oberstur, sum algoystur og
hattleysur kom stórleypandi
niðan trappurnar í gamla kriggs-
málaráðnum klokkan hálvgum
fimm. Her segði hann tivandi, at
hann við egnum eygum hevði
sæð, tá bumban brast, men nú
legði Olbricht uppí og segði
Keitel beint hava verið í tele-
fonini og bannað uppá, at Hitler
bert hevði fingið nakrar smá-
snuddir. Stauffenberg bað hann
einki lurta eftir Keitel, segði
hann hava logið hetta fyri at
vinna tid. IO hvussu er, mátti
Hitler vera heilt illa farin, helt
hann fyri. Hvussu nú var og
ikki, legði hann aftrat, var nú
bara eitt at gera: Hver minuttur
mátti brúkast at kollrenna
nasista-stýrið. Hesum tók Beck
generalur undir við. Sær — helt
hann fyri — kundi tað gera tað
sama, antin beðilin var deyður
ella ikki. Nú var at fara til verka
og gera av við fanansliga stýri
hansara.
Týska útvarpið
boðar frá serboðum
Men tað ringasta var, at teir
hóast allar fyrireikingar, í ollum
ruðuleikanum ikki hevdu hóm-
ingina av, hvussu teir skuldu
bera seg at. Sjálvt ikki tá Thiele
generalur kom og segði teimum,
at týska útvarpið um eina letu
fór at koma við tidindunum um,
at Hitler var ikki deyður, tykist
tað at vera komið teimum til
hugs, at tað fyrsta, sum var at
gera. var at taka útvarpshúsini,
so nasistarnir fingu ikki orðið
fyri seg og so sjálvir í útvarp-
inum greiða týska fólkinum frá
ti, sum hent var, og hvat teir
ætlaðu sær at gera. Og hevdu
teir enn ongar hermenn tekar,
hevði politista-liðið í Berlin lætt-
liga kunnað gjørt hetta. Von
Helldorf greivi, sum var hægsti
maður hjá politista-liånum og
alla tíðina vitað av drápsroynd-
ini og tikið undir við henni eisini,
hevði síðani á middegi ótolin
sitið og bidad eftir at fara til
Førarin lovar í útvarpinum hevnd og deyða yvir
teir samansvornu, og hann heldur orð. General-
arnir verða hongdir í tunnum stáltráði, meðan
filmstólini hjá Goebbels snurra.
ANNIR
verka við fjølmentu politista-
liðum sínum, men eingin hevði
ont orð við hann um hetta, og tá
klokkan var fýra, var hann so
farin oman í Bendlerstrasse at
vita, hvussu vorðið var. Her
fekk hann frá Olbricht generali
at vita, at politistalið hansara
skuldi standa undir týsku her-
leiðsluni. Men hesin herur, ið
eitast skuldi, var ikki til enn —
bert nakrir ráðaleysir heryvir-
Ludwig Beck generaloberstur.
Hann skuldi vera forseti Týsk-
lands, tá Hitler var dripin. Í
staðin fekk hann sjálvur eina
kúlu gjøgnum hevdið
menn, ið sum ervitisfiskar runnu
hver um annan inni á hermið-
stødini vid ongum hermonnum
at hjálpa sær.
Í staðin fyri alt fyri eitt at
taka sær av hesum máli, ringdi
Stauffenberg oberstur til syst-
kinabarnið Cásar von Hofacker
oberstloytnant í høvudsmidstød-
ini hjå von Stiilpnagel generali i
Paris, og heitti å heryvirmenn-
inar har, sum væl vistu um
samansvørjinginia, um at gera
okkurt. Hetta kundi eisini havt
stóran tydning, av ti at saman-
svørjingin hevdi verid betur fyri-
skipað í Fraklandi og eisini
styðjaðu fleiri hogir heryvir-
menn hana har enn kanska
nakra aðrastaðni uttan í Berlin.
Stiilpnagel var eisini ágrýtnari
enn nakar annar av hinum
generalunum. Aðrenn tað
skýmdi, hevði hann latið hand-
taka og læsa inni allar teir 1.200
SS- Ág SD-menninar í Paris,
teirra millum oddamannin hjá
teimum, SS-brigadenfiihrer Karl
Oberg, sum allir ræddust.
Høvdu teir í Berlin gjørt lika
skjótt av henda seinnapartin,
hevði endin kanska verið oðrvísi.
Tá hann hevði tosað við Paris,
kom hann bráddliga at hugsa
um hin treiska Fromm general,
sum hevði sýtt fyri at sam-
arbeiða longur við teir saman-
svornu aftan á at hann frá Keitel
feltmarsjalli, ovastan fyri Ober-
kommando der Wehrmacht,
hevdi fingid at vita, at Hitler
livdi. Hetta at Fromm generalur
nu ikki vildi vera vid longur,
kundi koma teimum saman-
svornu aftur um brekkur. Teir
báðir Stauffenberg og Olbricht
fóru so at hitta Fromm, og
Olbricht segði honum, at Stauff-
enberg kundi vátta, at Hitler var
deyður.
Royna at fáa
Fromm við aftur
>Tað ber yvirhevur ikki til«,
segði Fromm illur. >Ég havi
tosað við Keitel í telefonini, og
hann sigur, hatta er Osatt.«
„Keitel, tað lyguvætti,< legði
nú Stauffenberg uppi. >Ég sá
sjálvur teir bera hann deyðan
út.“
Hetta tókti í fyrstani at seta
ein hvøkk i Fromm, men tå
Olbricht så hann himprast, segði
hann, at annars høvdu teir longu
sent tey loyniligu Walkiire-
boðini út, men tá var Fromm
ovboðið, hann sprakk á fótur og
rópti: >Hatta er ólýdni av grov-
asta slag! Hver hevur sent
boðini?< Tá svarað varð aftur, at
tað hevði Mertz von Quirnheim
oberstur gjort, sendi Fromm boð
eftir honum og læt hann hand-
taka.
Stauffenberg royndi aftur
einaferð enn at fáa general sín at
koma í part við teimum. >Harra
generalur<, segði hann, »eg legði
sjálvur bumbuna fyri foturnar á
Hitler. Spreingingin var so sterk
sum hevði tað verið ein 155 mm
granat, sum brast í helinum.
Eingin, sum var innistaddur,
kann vera á lívi enn.«
Men Fromm var ein revur og
læt seg ikki lumpa. »Stauffen-
berg greivi«, svaraði hann,
»dråpsroyndin er miseydnað.
Tygum mugu skjota tygum og
tað í stundini«. Hesum sytti
Stauffenberg kaldliga fyri. So
segði Fromm við teir triggjar
gestir sínar Stauffenberg, Ol-
bricht og Mertz, at teir skuldu
handtakast
>Nú narrast tygum,< svaraði
Olbricht, »ti tað verða vit, sum
fara at handtaka tygum.«
Nú hendi tað ósemiliga, at
hesir hogu yvirmenninir fóru til
hendurs, og tað sigst, at Fromm
skal hava givið Stauffenberg,
hevði annan armin,
Men nú tóku hinir
sum bert
frammanå
3. partur
Kanska størsta manna-
2
generalin og læstu hann inni å
skrivstovuni hjå adjudanti hans-
ara, har Ludwig von Leonrod
majorur varð settur at ansa eftir
honum. Tað var hesin sami
Leonrod, sum nakrar vikur
frammanundan hevði spurt prest
sín, um katólska kirkjan fyri-
gav, at ein einræðisharri, sum
var eitt bølmenni, varð myrdur,
men fekk noktandi svar. Tá
hetta seinni kom fram undir
sakarmálinum móti Leonrod við
hin sonevnda fólkadómstólin,
Elsti generalurin í týska
herinum, von Rundstedt. Hann
helt taluna við jarðarferðina
hjá Rommel uttan at gruna, at
nasistarnir sjálvir høvdu noytt
tann vælumtókta generalin at
taka eitur
varð presturin handtikin fyri
ikki at hava sagt myndugleik-
unum frá ti, hann hevði fingið at
vita, og bæði hann og Leonrod
majorur vórðu hongdir.
Nú kom Stauffenberg oberst-
ur at minnast til, at teir høvdu
gloymt at seta vaktarmenn
uttan um húsini. Ti var ein deild
av vaktarbataljónini Gross-
deutschland sett uttan fyri
høvudsdyrnar. Sostatt hevdu
uppreistrarmenninir, tå klokkan
var farin av 5, ið hvussu er
valdid å egnu midstød sini, men
hetta var eisini einasta staðið i
Berlin, sum var á teirra hondum.
Men hvat hent við
teimum herdeildum, sum skuldu
herseta høvudsstadin og tryggja
ta nýggju anti-nasistisku stjórn-
ina, so hon kom at sita trygg?
var so
Otto Remer
kemur upp í leikin
Tá klokkan var farin av 4 og eitt
sindur av lívi var komið í teir
samansvornu aftan á at Stauff-
enberg var afturkomin, ringdi
kommandanturin í Berlin, von
Hase generalur, til ovastan fyri
ti útvaldu vaktarherdeildini
Grossdeutschland í Dóberitz og
gav honum boð um at kalla her-
==