leygardagur 15. februar 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 13 — 15. februar 1975
deildeina saman, og sjálvur varð
hann biðin um at koma til her-
midstødina á Unter den Linden í
stundini. Ovastin fyri herdeild-
ini, sum nyliga var komin i hetta
starv, var majorur og kalladist
Otto Remer, og hesin maðurin
skuldi koma at hava ein Ogvu-
liga tydandi og avgerandi leik-
part henda dagin, umenn hesin
leikpartur ikki var tann, sum
teir samansvornu høvdu hugsad
sær.
Teir høvdu mett, at hesin
maður, sum teir høvdu litið eitt
ógvuliga týðandi verkevni upp í
hendi, var ein heryvirmaður við
púrt ongum politiskum áhuga,
sum uttan iva fór at lýða tey
boð, yvirmenn hansara góvu
honum. Og at hann var djarvur
og óræddur, ivaðist eingin í.
Hann var særdur átta ferðir og
hevði fyri stuttum av egnu hond
Ferarans fingið riddarakrossin
við eikileyvi, ið var eitt heiðurs-
merki, ógvuliga fáir fingu.
Remer kallaði alt fyri eitt her-
deild sína saman og koyrdi inn í
býin at fáa at vita frá Hase
generali, hvat gerast skuldi.
Generalurin segði honum, at
Hitler var myrdur og gav honum
boð um at steingja ekið uttan
um ráðharraskrivstovurnar í
Wilhelmsstrasse og SS-Sicher
heitsamt við Anhalter Banhof.
Klokkan hålvgum seks hevði
Remer, sum ikki legðist á boðini,
Von Kluge generalur, sum
skuldi taka upp tingingar við
teir sameindu um at fáa frið
gjørt sum hann var biðin og kom
aftur á Unter den Linden at fáa
nærri boð.
Nú kom ein annar týdningar-
leysur persónur sær sjálvboðin
upp í henda dramatiska leik
og hjálpti Remer at kollrenna
alla samansverjingina. Ein loyt-
nantur, sum kallaðist, Hagen, ið
var nervaveikur og helt ótrúliga
nógv um seg sjálvan, hevði fing-
ið starvið at venja hermenninar
hjá Remer upp í nasismu. Hann
starvaðist eisini fyri propa-
gandaráðharrastovuna hjá
Goebbels og helt í grundini í
lotuni til í Bayreuth, hagar hann
var sendur av propagandaráð-
harranum at skriva eina bók fyri
Martin Bormann; hetta skuldi
vera søgan um »nasistisku
mentanina«. Hann var henda
dagin staddur í Berlin av berari
tilvild, skuldi halda rødu um ein
ókendan rithevund, sum fallin
var í krignum, men helt, at eftir-
sum hann kortini var staddur í
hovuðsstaðnum, kundi hann tað
sama eisini halda ein fyrilestur
um nasismuna fyri herdeild síni
um somu leið. Tað besta, hann
vist, var at halda reðu.
Á leiðini til Døberitz ivadist
hesin droymarin ikki í, at hann
sá von Brauchitsch feltmarsjall
fara framvið í einum herbili í
fullum marsjallsbúnað, og tískil
helt hann í stundini, at teir
gomlu generalarnir mundu hava
okkurt svik í kvittan. Von
Brauchitsch, sum fyri fleiri árum
síðan hevði fingið sekkin frá
Hitler, var als ikki staddur í
Berlin henda dagin, men Hagen
bannaði upp á at hava sæð hann.
Hetta segði hann við Remer,
sum hann av tilvild tosaði við,
beint sum hesin fekk boðini um
at herseta Wilhelmsstrasse. Hesi
boðini øktu upp aftur meira um
illgruna hansara, og hann fekk
Remer at læna sær eina motor-
súklu, koyrdi so við fúkandi ferð
til propagandaráðharrastovuna
at siga Goebbels frá.
Uppreisturin
fer aftur í mammu sína
Tá menn hevdu fingið fulla vissu
fyri, at Hitler enn var á lívi, fór
uppresiturin í Berlin aftur í
mammu sína. Fromm generalur
tók aftur valdið, setti ein kriggs-
rætt og dømdi allar uppreistrar-
menninar til deyða, tó skuldi
Beck generaloberstur
sjálvur sleppa at skjóta seg, og
tað royndi hann eisini, heilar
tvær ferðir uttan úrslit. Endin
varð, at ein hermaður mátti taka
lív hansara. Um kveldið vórðu
Olbricht, Stauffenberg, Mertz
von Quirnheim og Haeften riknir
Ludwig
sum seyður niður í garðin í
kriggsmálaráðnum og skotnir
har.
Førarin tosar
í tyska útvarpinum
Týska útvarpið, Deutschlands-
sender, hevði alt kveldið igjøgn-
um við vissum millumbilum
boðað frá, at Hitler fór at halda
eina reðu til týska fólkið, og tá
farið var av midnátt, ljóðaði
eyðkenda hása redd ferarans úr
útvarpinum. Hitler segði, at ein
drápsroynd hevði verið framd
móti sær, sum tibetur var mis-
eydnað. Hann segði teir, ið aftan
fyri hesa morðroynd stóðu, vera
nakrar ábyrgdarleysar heryvir-
menn, men at hesir brotsmenn
púrt einki høvdu við tað trúgva
týska fólkið at gera. Hesar
kryplaðu sálir fara vit nasistar
at gera upp við á tann hátt, vit
eru vanir, segði hann at enda.
Og Hitler helt orð. Uppreistur
generalana var púra miseydnað-
ur, og nú fór Gestapo rættiliga
til verka. Tann byglja av hand-
tokum, sum teir komandi dag-
arnar fór fram í Týsklandi, er
valla sæð áður. Hver tann
einasti, teir høvdu minsta ill-
gruna til, var í stundini tikin, og
var viðkomandi av aðalsætt,
spiltu teir ikki nógv orðini upp á
hann.
Allar fyrireikingarnar
í París burturspiltar
Bretski rithevundurin, Liddel
:Hart, hevur greitt frá, hvussu
tíðindini um drápsroyndina
vórðu móttikin á vígvellinum
vestanfyri. Tað er týski general-
urin, Blumentritt, sum hevur
sagt frá tilgongdini. Ilt var at
vita, hvat veruliga var hent,
sigur Blumentritt, men at enda
eydnaðist at fáa samband við
Stieff general (tað var hann, sum
hevði útvegað bumbuna, sum
Stauffenberg hevði í taskuni).
Stieff svaraði stutt og greitt:
»Førarin er sum fyrsta dagin og
er ikki fallin í fátt!< Eftir hesa
samrøduna ivaðust generalarnir
vestanfyri ikki longur í, at
drápsroyndin var miseydnað,
men áhugavert er tað, sum
Kluge segði við Blumentritt.
Hann helt fyri, at hevði morð-
royndin eydnast, hevði hann í
stundini givið boð um at steðga
skjótingini av V-1 bumbum inn
yvir Ongland og tikið upp ting-
ingar við herovastarnar hjá
teimum sameindu.
Fyri ovasta týska herleiðaran
í Fraklandi, Stiilpnagel general,
vóru tíðindini um, at Hitler var
ikki deyður, ein persónligur
sorgarleikur, tí hann hevði,
beint sum tað frættist um dráps-
royndina, givið boð um at
handtaka allar SS-menninar í
Paris, 1.200 manns í tali.
Felagar hansara royndu at beta
um mistakið aftur, men hetta
Týski kommandanturin í París,
von Choltitz, sum átti hevuðs-
heiðurin fyri, at ikki hesin vakri
býur varð lagdur í grús. Sjálvt
Notre Dame kirkjan og
brúgvarnar um Seine-ánna
skuldu spreingjast í luftina, men
von Choltitz vildi ikki akta
føraran
kundi ikki bjarga Stiilpnagel,
sum fekk bod um at koma til
Berlin i stundini. Hann visti
væl, hvat bidadi honum har og
skeyt seg å vegnum.
Politisku avleidingarnar av
drápsroyndini vóru, at Himmler
tok vid ovastu leidsluni av øllum
våpnadum herdeildum i Týsk-
landi og Goebbels vid figgjarligu
leiðsluni av kriggsførsluni. Ill-
gruni Hitlers til tysku general-
arnar, sum altíð hevði verið
stórur, gjørdist nú markleysur.
>Nú skulu teir
verða hongdir!«
Í teirri frágreiðing,
Choltitz generalur hevur al-
mannakunngjørt = í franska
bladnum »Figaro« 3. okt. 1949,
greidir hann frå einum fundi,
hann hevði við Hitler i høvuds-
herstødini t. 7. aug. 1944. t. v. 8.
heilt stutt eftir dråpsroyndina.
Hitler hevdi avgjørt at seta von
Choltitz sum ovasta herleidara i
París og hevði tessvegna biðið
generalin koma til hevuðsher-
staðina frá frontinum í Nor-
sum von
mandinum. Nevnast kann her,
at hesin sami von Choltitz hevði
hovuðsheiðurin fyri, at ikki
París seinni varð lagdur í sor.
Hitler gav honum boð um at
spreingja sjálvt Noter Dame
kirkjuna og tær vekru brúgv-
arnar um Seine-ánna í luftina,
men hann aktaði ikki boð for-
arans. Hetta var fyrsta ferðin, at
von Choltitz hitti Hitler per-
sónliga, og hann greiðir soleiðis
frá fundinum:
„Ég sá fyri mær ein gamlan
mann, hokin í herðunum og
upptúsnaður í andliti, tað gráa
hárið tunt og ývið sum bustur —
og maðurin ristist allur sum
hann var, sum var eingin lívs-
megi eftir í honum. Teir høvdu
frammanundan sagt mær, at eg
ikki mátti taka fastliga í ta
hond, hann rætti mær, tí hann
hevði enn so ilt í henni av
bumbuspreingingini 20. juli.“
Sum honum vant kom Hitler
við einum longum lestri um nas-
ismuna frá fyrsta upphavi
hennara, men síðan kom ein til-
burður, sum von Choltitz ongan-
tíð seinni gloymdi. Hann skriv-
ar: >Hitler tók upp nýtt evni og
fór at tosa um 20. juli. Ikki
lukkuligt sum hann leikaði í, og
sovorðið hatur havi eg ikki sæð í
nøkrum menniskja. Hann goyði
inn í andlitið á mær, at tað
froddi hann at kunna jarðleggja
alla andstøduna og beina fyri
henni í einum taki. Sovorðið
orðalag og tilika ødi havi eg ikki
sæð, skúmfroðan dreiv úr kinn-
klovunum og hann ristist, sum
hevdi hann krampa. Hann treiv
um borðið, so eisini tað fór at
rista. Sveittin lak av honum,
meðan hann frá sær sjálvum
svór upp á, at nú skuldu gener-
alarnir verða hongdir.«
Filmur
tikin av tilburðinum
Og hetta varð eisini gjert.
Goebbels gav boð um, at
»rættargongdin« móti hevuðs-
monnunum í samansverjingini
skuldi filmast. Hesin ræðuligi
filmur, sum tað tekur stívar 10
tímar at visa, fall eftir kriggid í
Ein av teimum fáa myndunum
av Martin Bormann, sum varð
gjørdur næsti maður Hitlers
eftir at Rudolf Hess var rýmdur
til Bretlands 10. mai 1941
hendurnar á teimum sameindu.
Eisini sjálv heingingin varð
filmað, og hetta var ikki, sum tá
menn vanliga verða hongdir, at
ein lemmur í gólvinum fer undan
fótum teirra, og teir í fallinum
bróta hálsin, so teir í stundini
doyggja, nei, her varð klænur
stáltráður bundin um hálsin á
teimum, og síðani vórðu teir við
hondunum bundnum aftan bak
hálaðir uppfrá, so teir kvaldust
spakuliga, meðan filmstólini
snurraðu. Hesin óhugnaligi film-
ur varð seinni vistur Hitler per-
sónliga, sum ynskti at síggja
hann.
Bølmennid hevði fingið sína
hevnd og ein lítlan skáa, men
stutt vardi, einans 300 dagar
aftrat skuldi triðja ríki hansara
standa, hetta ríkið, sum hann
hevði billað týska fólkinum inn
fór at vara í túsund ár.
Endað
I yde
Manningin á Petur á
Gørdunum 32 tús. í bót
Goymdu 200 floskur í frystilastini
Tá ið tollarar suðuri í Vági
seinasta leygardag gjørdu eina
vanliga rannsókn umborð á
vágsskipinum Petur á Gerðun-
um, komu teir fram á 200 fløskur
av sterkum legi í frystilastini.
Fløskurnar vóru ikki skrivaðar á
tollpappirini og er sostatt talan
um smugling. Øll manningin
hevur viðgingið seg seka, og fær
hon eina samlaða bót upp á
góðar 32 tús. kr. Talan er um
einar 6 floskur av víni, restin
umfataði ymisk sløg av brenni-
víni. Onkur av manningini átti
upp í fýra kassar — aðrir bert
nakrar fáar floskur. Petur á
Gerðunum kom seinasta leygar-
dag til Vágs, har hann hevði
landað saltfisk. Manningin
henda túrin taldi 9 mans.