leygardagur 15. februar 1975síða 11
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 15. februar 1975
sosialurin
Kapitalisman er sjúk
Um orsakirnar til kreppuna í teimum kapital-
istisku londunum skrivar cand. oecon. F.
Gorjunov:
Øll tey mest framkomnu londini
í tí kapitalistiska partinum av
heiminum eru nú í búskaparlig-
ari afturgongd. Veksturin í
bruttotjóðarframleiðsluni er
smokkaður niður um nullstrik-
una og stendur nú á minus.
Inflatiónin tvisporar, framleiðsl-
an minkar, og arbeiðsloysið
veksur allastaðni.
Amerikanskir buskaparfrød-
ingar samanbera støduna i dag
vid ta stóru kreppuna i 1930-
HR
num. Eitt høvudseydkenni er
tad, at skuldin hjå øllum veksur.
Småar og stórar fyritøkur læna
sterri og sterri upphæddir til
hægri og hægri rentu. Bankarnir
læna eisini, og staturin lænir.
Amerikanski staturin hevur øgi-
ligar útreiðslur — fyrst og
fremst til hernadarendamål.
Hesin peningur fæst ikki einans
gjøgnum skattin. Og ti noyðist
stjórnin at útskriva virdisskjøl,
sum verða seld og geva eigar-
unum rentuinntøku.
Tað verður eisini steðugt
vanligari at keypa brúksverur
upp á borg i USA. »Keypid nú
— rindið seinni. . .«, geyla
reklamurnar, og fólk keypa
bilar, keliskáp, sjónvarpstól
osfr. — og mugu bløda grovar
rentur. Eisini bensin og matur
verða keypt upp á borg.
Teir størstu amerikonsku
bankarnir taka eisini lut í mill-
umlanda pengaspekulatiónum.
Teir figgja vøksturin hjá teimum
stóru monopolunum og læna til
útlendskar fyritøkur og viðhvert
eisini til onnur lond. Hesir
bankar hava sent øgiliga stórar
negdir av pengum til Vestur-
europa. Hesir pengar verða
róptir »eurodollarmarknadurin«.
Í endanum á 1973 og fyrst í
Tilboð!
K. K.-margarin
Makrónur
77%
20 x 1/2 kg
125 gr.
Appelsinmarmuláta
Klár-suppa
Oksabouillion
Cowboy buksur
Cowboy jakkar
28“
320
Fuglafjarðar
Keypssamtøka
1974 var rentan komin upp å
11—12 procent. Henda kreditt-
dyrkan førdi til, at skuldin vaks
uppaftur meira. Sambært blad-
num »Bussines Week< hevði
amerikanska vinnulívið eina
skuld, sum var 15 ferðir sterri
enn profitturin. Fyri at hækka
profittin fóru monopolini so at
seta prísirnar upp, og so minkar
jú eftirspurningurin.
Soleiðis varð framleiðslan
tarnað, og framleiðsluminkan er
tað sama sum arbeiðsloysi (og
uppaftur minkandi eftirspurn
ingur). Fleiri og fleiri smáar og
miðalstórar fyritøkur fara á
húsagang, og bankarnir, sum
hava lænt teimum pening, koma
sjálvir í trupulleikar. Sjúkan
(framleiðsluminkan arbeiðs-
fallandi eftirspurningur
framleiðsluminkan) breiðir
seg longur og longur upp í ti
kapitalistiska samfelagskropp-
inum.
loysi
Síða 11
Tað sigst, at fleiri av teimum
stóru bankunum eru í vanda, og
hendir tað, at hesin hornastein-
urin í kapitalistisku økonomiini
fer å rull, so er ilt at siga, nær og
hvar endar. »Bussiness
Week« gremur seg um, at
»amerikonsk økonomi er eitt
fjall av skuld«. Vit noyðast at
geva blaðnum rætt i, at kapital-
isman hevur alla grund til at
stúra.
hann
(APN)
Móður og troyttur av veiðiferð —