leygardagur 22. februar 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Danir skulu byggja verjuskip til
Kemur í komandi ári
sjóverjuna í Føroyum.
frælsi
javnaður
brødralag
Nr. 15 — Leygardagin 22. februar 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr.
10 milj. kr.
ur lands-
kassanum
I oddagrein bladsins i dag,
sum kallast Útróður og
kreppa, verður vist á, at økti
stuðulin til feskfiskaveiðuna
uppá årsbasis svarar til 10 Í
milj. kr. árliga. Og hetta
halda vit ikki vera so neyð-
arsligt sum tað annars verður
gjørt til.
Síða 2
Kommunisma
er góð
— Um feroyska javnaðar-
flokkin ber til at siga, at
betur er ill hurð fyri gáttina
enn eingin. Men hví drívur
hann antikommunismu? Hví
vil hann vera í parti við
NATO-fascistunum, sum
drepa og kúga alla verðina?
Og hví hevur hann bara háð
og spátt at bera teimum, sum
stríðast við at byggja eitt
meira menniskjansligt sam-
felag upp, eitt sosialistiskt
samfelag?
Soleiðis spyr André Nicla-
sen m.a. í panel-grein blað-
sins í dag, sum er ein við-
merking til ta panelgreinina,
sum Atli Dam, legmaður,
hevði í blaðnum nakað her-
fyri. André kallar greinina:
Kommunisman er góð.
Síða 4
Vatnmeistari
Klaksvíkar býráð samtykti á
seinasta fundi at seta ein
vatnmeistara. Á sama fundi
varð Trúgvi Laksáfoss valdur
at umboða Klaksvíkar
kommunu i Føroya Komm-
unufelag.
Siða 3
Figgjarætlanaruppskot
býráðsins í Havn
uppá 46 milj. kr.
Býráðsnevndirnar skulu viðgera
uppskotið einaferð enn og royna
at minka útreiðslurnar á figgjar-
ætlanaruppskotinum
Býráðið í Havn hevur samtykt
at beina fyrra uppskotið til
figgjarætlan fyri komandi ár til
aðru viðgerð. Onnur viðgerðin
fer fram á tann hátt, at tær
ymsu býráðsnevndirnar fáa til
uppgåvu gjølla at gjøgnum-
ganga uppskot teirra av nyggj-
um og realistiskt royna at minka
um útreiðslurnar, sum í fyrra
figgjarætlanaruppskotinum
ljóða uppá 45.911.000 kr. Figgj-
arætlanin í nú brátt farna figgj-
arári ljóðar uppá slakar 34 milj.
kr. Um so er, at fyrra figgjarlog-
aruppskotið fyri komandi figgj-
arár verður samtykt, merkir
hetta eina øking i kommunalu
útreiðslunum uppá slakar 10
milj. kr.
Berge Persson og Eliesar
Arge hava boða frá, at teir nokta
at taka lut í viðgerðini av figgj-
arætlanini so leingi býráðsfor-
maðurin ikki er formaður í figgj-
arnevndini.
Fíggjarætlan býráðsins skal
samtykkjast innan 1. apríl.
Bilur útav
Í hálkuni seinasta leygar-
morgum fór ein lastbilur út
av bryggjuni innast í Vágs-
botni. Tað var so mikið
grunt, har bilurin fór útav, at
hann var hangandi við bak-
hjólunum uppi á brúnni.
Hann varð stutt eftir hálaður
upp av lastbilkrana, aftaná at
teir høvdu gjørt fast um bilin
framman.
Eingin fekk skaða av ó-
happinum.
Eldurin ikki åsettur
em
men kanningar fara fram í málinum
Um seks tíðina seinasta hós-
morgun kom eldur í húsini hjá
Lenu Simonsen, Dr. Jacobsens-
geta 12 í Havn. Eldurin kyknaði
upp á loftshæddini, og tá sløkk-
iliðið kom til, stóð hæddin í
ljósum loga. Um hálvgum átta
tíðina eydnaðist tað sløkkilid-
num at basa eldinum, sum var
farin avstað við so gott sum all-
ari loftshæddini. Miðhæddin er
illa skadd av royki og vatni, og
kjallarahæddin hevur fingið
vatnskaða. Tað eru tvær íbúðir í
húsunum umframt kjallara-
hæddin, sum umfatar ein handil
(Wrangler Shop), damuskrædd-
araverkstað og frisersalon.
Politiið upplýsir fyri Sosial-
inum, at eldurin helst ikki er á-
settur, men at kanningar fara
fram í málinum.
Húsini hjá Lenu Simonsen
vóru tryggjað fyri 400 túsund
krónur umframt innbúgv fyri 75
túsund krónur.
Bashford stjórnar
Havnar Hornorkestri
Sunnudagin 23. hevur Havnar
Hornorkestur konsert í Komm-
unuskúlaauluni undir leiðslu av
Colonel Rodney Bashford úr
Onglandi. Hetta er fjórða ferðin
at Colonel Bashford vitjar
Havnar Hornorkestur eftir at
Colonel Jaeger, sum vitjaði
hendavegin á hverjum ári, doyði
í 1970.
Colonel Bashford hevur verið
leiðari á Royal Military School of
Music, Kneller Hall, í Twicken-
ham síðani 1970, tá hann tók við
eftir Jaeger, og fór hann frá við
eftirløn í juni í fjør, men arbeiðir
tó framvegis á skúlanum.
Hann hevur verið musikari í
enska herinum í 42 ár, fyrstu
árini spældi hann franskt horn,
og síðani hevur hann verið leið-
ari fyri kenda orkestrinum hjá
Grenadier Guards til hann tók
við ovasta musikarastarvinum
innan herin í 1970.
Framhald á síðu 12
Fara á bygd við
Ánanias
og Jákup Sibba
Tað er ætlanin at sýna sjónleikirnar Ánanias
og Jákup Sibbi einar tríggjar ella fýra ferðir í
Havn aftrat. Ætlanin er so at fara út á bygd
við leikunum. Tað verður eisini umhugsað at
framføra Ánanias á ellisheimunum í Vágum
og í Havn, men einki er avgjørt enn.
Fyrsta dagin verða venjingar í sjónleikar-
Havn av nýggjum
Steinbjørn B. Jacobsen hevur skrivað.
húsinum í
leiki, sum
A AT—TTTT TA ——— —— 22 '