leygardagur 22. februar 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
søsialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 II
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Satsur og
paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar
Útróður og kreppa
EISINI VIT fegnast um, at útróðrarfelggini
hava skipað seg í einum meginfelag, og ivast
vit ikki í, at ein slíkur felagsskapur fer at
verða til gagns fyri allar partar. Men vit fara
tó at loyva okkum at gera nakrar viðmerk-
ingar lutvíst til nakað av tí, sum formaður
meginfelagsins førdi fram í viðtali her í blað-
num mikudagin í síðstu viku og lutvíst til
uppskot felagsins viðvíkjandi framtíðar prís-
ásetan fyri feskfisk.
FORMAÐUR MEGINFELAGSINS tók nakað
soleiðis til, at tann milliónin, sum løgtingiå
herfyri játtaði til útróðurin, var ikki meira enn
tær almennu lønirnar vóru ætlaðar at hækka
komandi fíggjarár. Vit halda hetta vera eitt
skeivt sammetingargrundarlag, og vit vilja
halda, at tað, sum er játtað til feskfiska-
veiðuna, síðan prísirnir fóru at falla, hóast alt
ikki er so heilt lítið. Áðrenn tingið fór heim
áðrenn valið varð sum kunnugt prísviðbótin
hækkað við 10 oyrum pr. kg. Hetta svarar til 4
milj. árliga. Bráfangisstudningurin varð
mettur til 1 miljón fyri tveir mánaðir. Hetta
svarar groft roknað til 6 milj. árliga. So
samladi økti stuðulin til feskfiskaveiðuna
svarar til 10 milj. kr. årliga, og vit halda ikki,
at hetta er so neydarsligt, sum tað annars
verður gjørt til.
MILLUM KRØV meginfelagsins er tað týd-
ningarmesta, at studningurin skal flytast frá
manning/bát til antin flakavirkini ella fiska-
søluna, og skal studningurin leggjast bein-
leiðis omaná fiskaprísin. Hetta vil í veruleik-
anum siga tað, at studningurin verður býttur
sum veiðan, og at eigarastudningurin í veru-
leikanum verður eins stórur og manningar-
studningurin, tá býtt verður við 50% til bát og
manning. Sum nú er, er manningarstudning-
urin 20—25 oyru pr. kg. hægri enn eigara-
studningurin. Hetta er gjørt út frá ti sjónar-
miði, at fremsta fyritreytin fyri, at bátarnir
verða mannaðir og tískil kunnu bera seg, er
at tryggjað verður monnunum umborð best
møguliga årtøku. Eftir uppskoti meginfelag-
sins skal nå eigarastudningurin i veruleikan-
um uppå hædd vid manningarstudningin,
áðrenn meira verður veitt til manningina.
T.v.s. at tey fyrstu 20—25 oyruni, sum nú
verða latin afturat í studningi, fara øll til båt-
in/skipið. Roknað verður við, at landað verða
40.000 tons av ráfiski árliga, og vil tí nevnda
uppskot føra við sær, at tær fyrstu 9 miljónir-
nar, sum verða latnar afturat í feskfiska-
studningi, ikki koma manningini til góðar,
meðan hon fær 50% av tí, sum studningurin
afturat fer uppum 9 milj.
VIT IVAST Í, um hetta er rætta leiðin í hesum
máli. Hava bátarnir brúk fyri hjálp, so hevur
maðurin umborð tað ikki minni, og tí eigur
ein komandi hækkan av studninginum til
feskfiskaveiðuna í hvussu er ikki at gagna
útróðrarmanninum minni enn bátinum.
sosialurin
Nr. 15 — 22. februar 1975
dagbókin
Gudstænastur
Í morgin verða hesar guds-
tænastur: í Seldarfirði missi-
ónsvika við.J. Follend, Tver-
oyri altargongd við K.O. Vid-
erg, í Tórshavn J. Joensen,
fyrrverandi varabiskuppur, í
Kaldbak kl. 12, á Hvítanesi
kl. 18 við J. Weihe, Strendur
altargongd við N.P. Daniel-
sen, á Viðareiði kl. 12: Salo-
mon Joensen, og í Hvanna-
sundi kl. 17.
Skótagudstænasta
Í kveld verður skótaguds-
tænasta í Havnar kirkju.
Hon verður kl. 18. Skótarnir
verða bidnir um at meta í høl-
unum hálvan tíma framman-
undan og hava sálmabók við.
Frelsunarherurin
Í kveld kl. 19.00 bønarfund-
ur, kl. 20.00 fundur vid Fisk-
aa obersti.
Adventista-
samkoman
I dag kl. 9.30 bibliulesnadur
vid A. Jager, kl. 10.45 guds-
tænasta við A. Sandbeck.
Fundirnir verða hildnir í Ad-
ventistaskúlanum við Hoy-
vikstjørn.
Evangeliihúsið
Telefonandaktin svarar á tel-
efon 1 22 66.
Filadelfia
Telefonandaktin svarar alt
samdøgrid á telefon 1 48 80.
Søldarfjørdur
Missiónsvika er i hesum døg-
um í Seldarfirði.
Tvøroyrar Hand-
verkarafelag
heldur ársaðalfund hósdagin
27. februar. Tíð og fundar-
stað verður lýst í Útvarp
Føroya. Fundarskrå sam-
bært lógina.
Kollafjardar
Ítróttarfelag
bjóðar ellum teimum kvinn-
um, ið hava hug at arbeiða
fyri basari til frama fyri
felagið.
Ætlanin er at metast hvert
friggjakvøld kl. 20.00 í fel-
agshúsunum inni í Firði.
KFUM, Tórshavn
Almennur fundur verður í
KFUM sunnukveldið kl.
20.30 við Lenu Larsen, smá-
barnapedagogi, sum talar um
alkoholmisbrúk og filantrop-
iska arbeiðið.
Um nakar veit at siga, hvar ið veggjaflísar av hesum slag eru
at finna, vilja vit fegin hava upplýsingar. Tann, ið veit, ger
okkum ein stóran beina við at ringja til Fornminnissavnið tlf.
1 2259.
Føroya Fornminnissavn
Rabattkort
til folkapensionistar, ið ferðast við
Strandfaraskipum Landsins
Rabattkort er sent út til allar fólkapensionistar i Føroyum, ið
fylt hava 67 ár.
Í tí fori maðurin er fyltur 67 ár og konan er yngri enn 67,
hevur hon somu rættindi, um hon hevur fylt 62 ár. Í hesum
fori hava maður og kona hver sítt kort við navni á manninum
tilskila frú.
Kortið er galdandi fyri árið 1975 og gevur 50% rabatt við
ellum Strandfaraskipum Landsins innanoyggja allar dagar i
viku uttan friggjadag og sunnudag, tá kortið verður framvist
stemplað Strandfaraskip Landsins. Nýtt kort verður sent úr á
hverjum ári.
Viðmerkjast skal, at hetta kort er strangt persónligt og bert
má nýtast av teimum, ið eiga kortið.
Strandfaraskip Landsins
Lýsing
Teir, sum hava áhuga fyri at vera við í partafelagi ella parts-
reiðaríi til byggjan av 100 fóts línu/trolbáti, kostnaður umleið
4 miljónir, biðjast beinanvegin um at venda sær til telefon nr.
31 á Eiði.
Upptøkuskjøl
til telefonbókina
Við tað at enn hava øll ikki latið inn upptøkuskjølini til
komandi telefonbók, verður frestin flutt fram til 1. mars.
Vart verður gjørt við, at teir telefonfelagar, sum tá fram-
vegis ikki hava latið inn upptøkuskjøl, kunnu ikki vænta at
koma í telefonbókina.
Upptøkuskjøl fáast við at venda sær til telefonverksskriv-
stovuna.
Telefonverkið
Umskiftan
av donskum frímerkjum
Donsk frímerki verða bert skift um til foroysk frímerki uttan
gjald til endan av hesum mána.
Frá 1.3.1975 verður tikið 5% í gjaldi fyri umskiftan av
donskum frímerkjum.
Postverkið