leygardagur 22. februar 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 22. februar 1975
sosialurin
Síða 3
Eyðun Johannesen, sjónleikararáðgevari:
— Norðurlendska
,. .
mentunarhúsið
= u 5 =
ein avbjóðing
Jákup Sibbi og Ánanias verða sýndir
tríggjar ella fýra ferðir aftrat.
Nýggjur leikur eftir Steinbjørn B. Jacobsen
verður fyrstu ferð framførdur í april
Tað verða triggjar ella fýra sýn-
ingar aftrat av sjónleikunum
Ánanias og Jákup Sibbi í Sjón-
leikarhúsinum í Havn. Síðani er
ætlanin at fara út á bygd við
leikunum. Eini 2000 fólk hava
sæð leikirnar, sum hig-
artil hava verið sýndir 15 ferðir.
Hetta er kanska ikki tað
risastóra talið, men gott og væl
yvir meðal, og tað eru vit nøgdr
við, sigur sjónleikararáðgevarin,
Eyðun Johannesen, í samrødu
við Sosialin. Mikukveldið var
ein afturlatin sýning fyri sjúk-
lingum á statshospitalinum.
— Hesir báðir sjónleikirnir eru
væl hóskandi at ferðast við, og
ætla vit at sýna teir í so nógvum
bygdum, sum tað er gjørligt.
Tað er ætlanin at sýna leikirnar
úti á bygd um mánaðarskiftið
februar/mars. Vit eru bodnir at
koma til Klaksvíkar og hava í
umbúna at fara heim á Sand, og
tá ferðasambandið er so gott, so
hevði ligið væl fyri eisini at farið
ít.d. Vágoynna, Sundalagið og í
Eysturoynna.
Eyðun Johannesen sigur, at
teir eisini hava hugsað um at
spæla Ánanias, sum er um eini
gomul hjún, á ellisheimunum í
Havn og Vágum, tí hann er væl
egnaður til at spæla á tílíkum
plássum.
— Vit hava tó ikki havt sam-
band við heimini um hetta enn,
men hesin leikurin er skjotur at
seta upp, so eingir trupulleikar
skuldu staðist av ti, sigur Eyðun
Johannesen.
Høvdu hugsað sær
hann so
Eyðun Johannesen sigur, at
uppsetingin av leikinum Ánani-
as, sum fyrst varð royndur sum
útvarpsleikur, eydnaðist væl, og
fleiri fólk, sum hoyrdu útvarps-
leikin og seinni sóu sjónleikin, í
veruleikanum hevdu hugsað sær
leikin soleiðis.
— Tað stuttliga við hesum eru
kanska teir smálutir í leikinum,
sum t.d. songin, borðið o.a.,
sum áskoðararnir júst hevdu
hugsað sær at síggja út framm:
anundan, sigur hann.
— Hvat siga fólk um Jákup
Sibba?
—Tað er ymiskt. Summi eru
leidd av, at vit hava verið ov
kontantir í leikinum, har evni
verða vidgjørd, sum annars
kanska mest hevði verið tosað
um í krókunum. Tey siga, at
leikurin er ov veikur, og at ov
nógv er gjørt burturúr. Onnur
afturímóti hava uppfatað leikin
soleiðis, sum vit ætlaðu hann.
Nýggjur leikur
Eyðun Johannesen sigur, at tá
framførslurnar av Jákup Sibba
og Ánanias eru loknar, verður
farið undir at venja ein nýggjan
leik.
— Venjingarnar byrja vænt-
andi fyrsta dagin, og hesuferð
Eyðun Johannesen: —Tað er longu tervur á einum sjónleikararáð-
gevara afturat
verður tað ein leikur eftir Stein-
bjørn B. Jacobsen. Hetta verður
ein spennandi uppgáva, og eg eri
nógv bitin av henni. Leikurin
viðger eitt tað stersta arbeiðs-
plássið, sum vit hava, nevniliga
veiðuna á fjarleiðum og viður
skiftini hjá manningini vo
heimini. Hetta er ein stórur leik-
ur, sum bert verður spældur í
Havn, ti uppsetingin er so um-
fatandi. Vit rokna við, at hesin
leikur verður framførdur fyrstu
ferð einaferð í apríl.
Føroyskir leikir
Eyðun Johannesen sigur, at
hann nú fer at stremba eftir at
Framhald á síðu 10
kommununýtt
Klaksvíkar Býráð
setur vatnmeistara
Av teimum tjúgu tilráðing-
unum, sum vóru fyri á al-
mennum býráðsfundi í Klaks-
vík seinasta týskveld, vóru
ellivu frá teknisku nevnd.
Av tilráðingunum frá tekn-
isku nevnd vóru fimm byggi-
mál, sum øll vórðu samtykt.
Eftir tilmæli frá teknisku
nevnd, varð samtykt at lýsa
eftir manni at rekja vatnveit-
ingina. Á næstseinasta bý-
ráðsfundi varð samtykt at
seta hetta starv, men varð tá
álagt teknisku nevnd at gera
eina samtykt at seta hetta
starv, men varð tá álagt
tekniskum nevnd at gera eina
avmarking hesum arbeiði
viðvíkjandi. Samtykt varð at
lýsa starvið leyst og at senda
málið til ummælis hjá figgj
arnevndini.
Ein tilráðing frá teknisku
nevnd um kloakkgerð á
Vágsstongum varð somuleið-
is samtykt.
90.000 kr. til
kloakkgerð
Málið um kloakkgerð á
Vágsstongum varð av tekn-
isku nevnd sent til fíggjar-
nevndina, sum eisini hevði
tilráðing í hesum máli og
mælti til at játta 90.000 kr.
til hetta arbeiðið, treytað av,
at låntøka úr Danmark uppá
1. milj. kr. til byggibúgving
av grundekjum, verður
greidd. Málið varð einmælt
samtykt.
Tilráðing frá figgjarnevnd-
ini um prísir á tilfari úr grót-
brotinum varð eisini sam-
tykt. Prísirnir verða her eftir
hesir: Undan ristini verður
hækkað úr 18 uppí 20 kr. fyri
tonsið. Ífylla úr 13 uppí 15
kr. tonsið og sligið grót úr 23
upp í 25 kr. fyri tonsið.
Svimjihøllin
Tilråding frå stadionnevndini
um at stytta opningstidina i
svimjihøllini leygarkvøld,
varð ikki samtykt. Skotið
varð upp, at billettselan, ið
letur aftur kl. 22,15, skuldi
lata aftur kl. 19,15.
Tilráðing frá mentunar-
nevndini um at lata svimjifel-
agnum ÆGIR svimjihellina
hvert mikukveld frá kl. 20 til
23 varð samtykt við sjey at-
kvødum. Skotið varð upp, at
felagið fær 60 prosent av-
sláttur, og eisini skal felagið
fáa hellina ókeypis til kapp-
ingar og uppvísing upp til
fimm ferðir um árið, og at
felagið fær 50 prosent av inn-
tøkunum, ið standast av hes-
um.
Tilráðing frá
nevndini um at
nýtslu av froskmannabrillum
og fitjum í svimjihellini varð
mentunar-
bannað
eisini samtykt
Tilráðing frá mentunar
1
MÆllr
kapping um
nevndini, sum
bjóða út til
>slagorð< at nýta í arbeiði-
num fyri at halda býin rein-
an, varð somuleiðis samtykt.
Nevndir
Klaksvíkar býráð hevur á
næstseinasta býráðsfundi
valt Trygva Laksáfoss, by-
ráðsformann at umboða by-
ráðið i Føroya Kommunufel-
ag.
Í umbodsnevndina hjá
SEV varð Olvheðin Jacobsen
valdur til fastan lím við
Vilhelm Johannesen sum til-
takslimi, Kári Kjelnæs til
fastan lim við Jógvan Isak-
sen sum tiltakslimi, Bjarti
Petersen til fastan lim við
Martin Samson sum tiltaks-
limi og Hans Andreas Jacob-
sen til fastan lim við Johan
Ziskason sum tiltakslimi.
Í nevndina fyri Klaksvíkar
Ítróttarhell varð Olvheðin
Jacobsen valdur at umboða
býráðið, meðan Vilhelm Jo-
hannesen varð valdur í
nevndina fyri barnagarðin
hjá KFUM & K, Páll á Dul i
nevndina fyri Klaksvíkar sjó-
mansskúla og Johannes
Gaard í nevndina fyri Klaks-
víkar tekniska skúla.