leygardagur 22. februar 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 15 — 22. februar 1975
smátiðindi
innanoyggja
Arbeiða við heildar-
loysnini
Petur Reinert, landsstýris-
maður, sigur, at landsstýrið í
løtuni arbeiðir við einari
heildarloysn fyri útróðurin,
Petur Reinert
og at uppskot til eina tílíka
loysn verður lagt fyri tingið
um mánaðarskiftið mars-
apríl.
Ídnaðarbátarnir eru eisini
illa fyri í letuni, tí prísurin
fellur alsamt. Petur Reinert
sigur seg vóna, at prísurin fer
at hækka aftur seinni, men
leggur aftrat, at landsstýrið
arbeiðir við einari ætlan eisini
fyri hesi skipini. Hugsað
verður um at broyta veiði-
háttin hjá hesum skipum so-
leiðis, at tey kunnu royna
eftir matfiski í staðin. Lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum sigur, at fleiri av
teimum nýggju idnadarskip-
unum kunnu leggja um til
aðra veiðu eftir faum døgum.
f
Trondur hevur
størri yvirskot
Ferðamannaskipið Tróndur
gevur nú sterri yvirskot enn
hann gjørdi, tá Mjolkafor-
sýningin átti skipið. Tróndur
kom undir Strandferðsluna
fyri nøkrum mánaðum síðani
og gevur nú um 100.000 kr. í
yvirskoti um mánaðin. Tað
eru umleið 40.000 kr. meira
enn frammanundan. Finn-
bogi Isaksen, landsstýris-
maður, sigur, at orsekin til
tað vaksandi yvirskotið er, at
skipið nú ger fleiri túrar enn
fyrr.
Pressan eigur at
verða orienterað
Nýggja landsstýrið fer í
størri mun enn tey undan-
farnu at orientera pressuna
um ymisk viðurskifti. Tað er
ætlanin at halda tíðindafund
2. ella 3. hvenn mánaða, har
landsstýrismenninir = skulu
greiða frá ymiskum málum,
sum teir umsita.
50.000 fólk
í fjør
Smyril flutti í fjør tilsamans
50.000 fólk. Roknað verður
við, at Morten Mols, um
hann verður keyptur, fer at
flyta eini 70.000 fólk í
Suðuroyarsiglingini = fyrsta
árið og 14.000 bilar.
Tað er eingin prisur ásettur
enn fyri ferðaseðlar innan-
oyggja, men roknað verður
við einum prísi uppá 280 kr.
hvønn Bergens- og Íslands-
túr um summarið pluss 100
kr. fyri koyggju. Prisurin at
flyta bil hesar túrarnar verð-
ur um 180 kr.
Fæst keypið í lag, fer
Morten Mols at gera 18 túrar
uttanlanda næsta summar.
Tað eru 10 túrar til Bergen,
fýra til Íslands og fýra til
Hetlands.
Liðugt í 1976
Ellis- og røktarheimid í Sud-
uroy, sum nú er í gerð, verð-
ur væntandi liðugt í 1976,
sigur Jákup Lindenskov,
landsstýrismaður. Sjúkra-
húsið á Tveroyri hevur í
letuni einar 19 pleygusjúk-
lingar, og nakað sama tal av
hesum sjúklingum er á sjúkr-
ahúsinum í Klaksvík.
Teir projektera í letuni eitt
ellis- og rektarheim í Klaks-
vík. Tað er danin Carlo Odd-
gaard, sum stendur fyri pro-
jekteringini. Hetta heimið
ætlast at verða bygt í sam-
bandi við sjúkrahúsið. Ellis-
og rektarheimini, sum verða
bygd i Føroyum, verða part-
vist figgjad úr grunni, sum er
skipaður til endamålid.
FÅ
åd To
REKIN:
po DT
+ +
Årg
Kommunisman er góð
Stutt viðmerking til panel-grein hjá Atla Dam
»Um sosialismu<
Í Sosialinum nr. 65 frá 16. no-
vember 1974 skrivar Atli Dam
um sosialismuna. Hann hevur
sett nummar á hevuðsbrotini í
greinini, so at tey skulu vera lett
at finna aftur. Í pettunum 1—6
greiðir hann í stuttum frá sosial-
ismunar nakað illgongdu søgu.
So kemur í petti nr. 7 hetta:
»Men meðan sosialisman gongur
fram allastaðni í verðini, eru
nýggjar kreftir komnar fram,
sum eru stórur vandi fyri hesa
rørslu fyri frælsi og sosialum
rættvísi. Síðan bolsjevisman tók
seg fram í Russlandi, hevur
kommunisman spjatt hina inter-
nationalu arbeiðararersluna og
hevur harvið í mongum londum
seinkað fremjanina av sosialism-
uni í årtiggjur.«
Tað, sum her verður sagt, er
ikki beint. Tær »nyggju« kreftir,
sum Atli nevnir, eru minst 72
ára gamlar. »Bolsjevisma« verð-
ur brúkt (av summum sum eyk-
nevni) um ta politisku linju, sum
á 2. flokstingi hjá Russiska Sos-
ialdemokratiska Arbeiðaraflokk-
inum varð styðjað av meirilut-
anum (bolsjinstvo= meiriluti).
Russiskir sosial-
demokratar
Kommunisman hevur spjatt
arbeiðararersluna, sigur Atli.
Lat okkum hyggja at hesi spjað-
ing: Russiski Sosialdemokrat-
iski Arbeiðaraflokkurin varð
stovnaður í 1898. Kósin hjá
hesum nýggja flokki var ikki
greið, men á flokstinginum í
1903 hendi tað týdningarmikla,
at tann fasta og prinsipiella
(marxistiska) linjan (Lenin o.fl.)
vann, meðan tann veika og ráð-
leysa linjan (Martov o.fl.) mátti
dvína. Tey fylgjandi árini mót-
arbeiddu minnilutamenninir
(mensjevikkarnir) flokkinum so
nógv, at teir í 1912 blivu úti-
hýstir. Frá 1912 til 1918 æt
flokkurin framvegis >sosialdem-
okratiskur«, men hevði orðið
»bolsjevikkar« í parantes aftan-
fyri — líka til 1952. Í 1918 skifti
flokkurin navn til »Kommunist-
iski Flokkur Ruslands« og i 1915
til »Kommunistiski Flokkur
Sovjetsamveldisins«. Henda
navnasøga er ikki so kedilig,
sum hon sær ut til. Hon er tvørt-
urímóti neyðug til tess at fata
tær ideologisku broytingarnar
(við SPD í Týsklandi á odda)
høvdu beint fyri ti sosialistiska
heimsfelagsskapinum, sum
nevndist »Onnur International-
a«, hildu Lenin og aðrir stødu-
fastir sosialistar tað vera neyð-
ugt at undirstrika trúskapin
móti marxismuni. Teir vendu tí
aftur til orðið »kommunisma«,
sum Marx og Engels brúktu í
»Kommunistiska manifestinum«
(1848). Felagið, sum Marx og
Engels vóru limir i, æt eisini
„Bund der Kommunisten«. Høv-
uðsspurningurin var spurning-
urin um státin: bolsjevikkarnir
hildu seg til ta marxistisku
uppfatanina, at státurin er ikki
annað enn eitt amboð, sum tann
ráðandi stættin vendir móti
teirra kúgaðu stættini. Tí var
neyðugt (friðaliga ella ófriðaliga)
at beina fyri hesum (borgarliga/
kapitalistiska) státinum og
byggja upp ein annan stát, ein
sosialistiskan (proletariskan).
Hinumegin hevdu sosialdem-
okratarnir álit á teirra borgar-
ligu parlamentarismuni. Her er
ikki pláss fyri nakrari viðgerð av
parlamentarismunar møguleik-
um undir kapitalistiskum ogn-
arrætti til framleiðsluamboð og
meiningafabrikkir, men tað
kann verða nevnt, at hon hevur
higartil ikki ført til sosialismu
nakrastaðni, hon hevur ikki
verið nøkur vernd móti fascism-
uni (Týskland 1933), og hon var
ikki til at líta á, tá lógliga valdir
sosialistar vildu brúka hana til
sosialistiskar ábetur (Chile 1973)
Týskir sosial-
demokratar
Fyri at koma aftur til >spjaðing-
ina«. Tann internationala ar-
beidararørslan klovnaði ikki av
russiskum (bolsjevikkiskum) áv-
um, men av týskum (opportun-
istiskum): (Viðmerking: Tá
týski flokkurin verður serliga
nevndur her, so hevur tað tvær
orsakir: 1) Týskland og Eyst-
urriki-Ungarn vóru tey mest á-
lopshugaðu londini í 1914; 2)
SPD var tann leiðandi flokkurin
í Aðrari Internationalu. Annars
må sigast, at stórt sæð gjørdust
allir sosialdemokratiskir flokkar
krigsflokkar — uttan tann russ-
iski og tann serbiski. Summir
vóru so grammir, at teir fóru
upp í krigs-stjórn).
Í Týsklandi bleiv javnaðar-
Í panelinum eru
Jógvan Arge
Hilmar Bech
Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen
Sigrid Dalsgaard
Atli Dam
Signar Dam
Birgir Danielsen
Hans Holm
Kjartan Hoydal
Finnbogi Isaksen
Heðin Klein
Andrew Ísheim
Bárður Jacobsen
Steinbjørn B.
Hans Jørgensen
Jacob Lindenskov
Sverre Midjord
Johan Mortensen
Johan Hot Mortensen
flokkurin stovnaður í 1869, og í
1890 fekk hann sítt núverandi
navn: Sozialdemokratische Par-
tei Deutschlands (SPD).
Flokkurin var limur í <Aðrari
Internationalu«, sum bleiv
stovnað i 1889. Sum aðrir sosial-
demokratiskir flokkar varnaðist
SPD tíðliga, at mótsetningarnir
millum tey kapitalistisku stór-
londini fóru at føra til kriggj. Og
betur enn aðrir vistu sosialdem-
okratarnir, at í einum imperial-
istiskum kriggi er tað altid tann
minni menti, sum má líða, með-
an yvirstættin (vápnafabrikant-
ar og tílíkt) dugir at lofta sær og
ikki sjáldan vinnur fitt av pen-
ingi burtur úr neyðini. Ti stóð
friðarstarvið ovast á listanum
hjá >Aðrari Internationalu«. Á
millumtjóða sosialistakongress-
ini í Stuttgart 18. —24. august
1907 skjeyt August Bebel upp,
at kongressin samtykti, at
skuldi tað hent, at eitt kriggj
hótti, so skuldu allir arbeiðarar
og teirra umboðsmenn á tingi
hava skyldu til at forða krignum
svið teimum tiltøkum, sum teir
hildu vera virksamast<. Rosa
Luxemburg og Lenin styðjaðu
Bebel og skutu upp at geva
samtyktini hvassari form. Upp-
skot teirra ljóðaði: >Er vandi
fyri, at kriggj brestur á, so hava
arbeiðsmenn og tingmenn teirra
í viðkomandi londum skyldu til
at gera alt fyri at forða krignum
við brúki av hóskandi tiltøkum,
sum sjálvsagt broytast og harð-
na, alt eftir sum stættastridid og
tann almenna politiska steðan
hvessast. Skuldi kriggið kortini
brostið á, so hava teir skyldu til
at virka fyri, at tað endar skjótt,
og við øllum kreftum stríðast
fyri at brúka ta búskaparligu og
politisku kreppu, sum kríggið
hevur skapt, til at vekja fólkið
politiskt og til at skunda undir
kollrenning av tí kapitalistiska
stættarvaldinum.« (Walter
Bartel: Die Linken in der
deutschen Sozialdemokratie im
Kampf gegen Militarismus und
Krieg, Berlin 1958).
Henda yvirlysing vard ein-
mælt samtykt. Og hon bleiv
staðfest á millumtjóða sosialist-
akongressini í Basel 24.—25.
november 1912.
SPD: friðarflokkurin,
sum gjørdist
krígsflokkur
Sjáldan hevur ein felagsskapur
havt eina klárari linju enn hesa.
Men hvat hendi?
Tann 4. august 1914 at-
kveddu tingmenninir hjá
SPD fyri krignum, fyri at
Kristjan á Neystabø
André Niclasen
Johan Nielsen
Jacobsen Kári D. Petersen
Marita Petersen
Sigmund Poulsen
Axel Skoubo
John Smith