leygardagur 22. februar 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 22. februar 1975
sosialurin
Síða 5
Verður Frakland atvoldin
til, at Bretland fer úr EF?
Vesturtýski innanríkisráðharrin sigur tað vera
eina vanlukku, um tað skuldi hent, at Bretland
tekur seg úr Felagsmarknaðinum.
Tað er líkt til, at ósemja fer at
taka seg upp ímillum Frakland
og hini limalondini í Felags-
marknaðinum í sambandi við
samráðingarnar, sum nú verða
hildnar, til tess at bata um kor-
ini hjá Bretlandi í Felagsmarkn-
aðinum.
Frakland hevur víst eina
negativa stødu í hesum sam-
bandi, og tað eydnaðist ikki
vesturtýska samveldiskanslar-
anum, Helmut Schmidt, á fundi
við franska forsetan, Valery
#
Giscard d'Estaing, at broyta
stødu hansara.
Vanlukka
Vesturtýski innanríkisráðharrin,
Hans Dietrich Genscher, er av
teirri áskoðan, at tað vildi verið
Framhald á síðu 11
rd
FX I
Helmut
Schmidt,
til høgru,
fekk ikki
yvirtalad
Giscard
utskriva skatt til krigsend-
amål. Karl Liebknecht og
aðrir vóru ímóti. Teir vístu
á samtyktirnar í Stuttgart og
Basel. Men einki batti. Tann
opportunistiska teringin frá La-
salle og Bernstein var meira, enn
ryggurin í SPD toldi. Tað var tí
eitt spæl hjá opportunistinum
Karl Kautsky at fáa flokkin um
koll.
Í fyrstuni boygdi Karl Lieb-
knecht seg fyri floksmeirilutan-
um, men tann 2. desember 1914
segði hann einsamallur maður
nei til fleiri krigsskattir.
Síðan er søgan stutt: Undir
gorri og geyli um > Vaterland< og
tílíkt hálsfevndust sosialdemo-
kratar og kapitalistar. Kriggið
gekk sína gongd. Milliónir
doyðu. Karl Liebknecht og aðrir
trúgvir sosialistar sótu í fongsli.
Kríggið hasaði av í 1918, og tá
kravdu vinstravendir arbeiðs-
menn og hermenn sosialismu.
Men hegrasosialdemokratarnir
vóru trúgvir sum altíð — móti
kapitalinum. Tann 15. januar
1919 blivu Týsklands sannastu
og stinnastu sosialistar, Rosa
Luxemburg og Karl Liebknecht,
myrd. Tær sosialistisku roynd-
irnar í Berlin, Kiel, Miinchen og
aðrastaðni blivu bardar niður vid
makt. Og oddamaðurin hjá
politisoldátunum var sosialdem-
okraturin Gustav Noske, sum
segði tey ógloymandi orðini:
»Einer muss der Bluthund wer-
den< (onkur skal verða blóð-
hundurin).
Klovningur og
samarbeiði
Um spjaðingina, sum Atli Dam
skrivar um, ber til heilt stutt at
siga, at hon stavar ikki frá 2.
flokstingi hjá útlagna Russiska
Sosialdemokratiska Arbeiðara-
flokkinum í Bruxelles og London
í 1903. Hon stavar frá tí sviki,
sum týskir (og aðrir) sosialdem-
okratar í 1914 framdu móti teirri
internationalu arbeiðararersluni
og hennara einmæltu og gald-
andi samtyktum.
Tað var tí ikki bara skilligt,
men púra neyðugt, at teir stødu-
føstu sosialistarnir í árunum eft-
ir fyrra heimsbardaga tóku seg
burtur úr teimum sosialdemo-
kratisku krigsflokkunum og
stovnaðu egnar flokkar, sum teir
róptu kommunistiskar.
Síðani tá hava tvær politiskar
linjur verið i arbeidararørsluni:
ein kommunistisk og ein sosial-
demokratisk. Hetta er einki
loyndarmál, og tað var heldur
ikki neyðugt at komið við hesi
søguligu frágreiðing, um ikki
Atli sjálvur var komin við teirri
uppfatan, at »kommunisman
hevur spjatt«, at »kommunism-
an falskliga ger krav upp å at
eiga lut i sosialistiskum sida-
arvi« 0.s.fr.
Tad er neydugt at framleggja
seguna beint. Eftir annan
heimsbardaga hava sosialdemo-
kratarnir gloypt einum kameli
fyri og ødrum eftir: Sundurlim-
ing Týsklands 1947—49, NATO
1949, álopið á Korea 1950, øll
NATO-kriggini í Indokina,
Afrika, Latínamerika og aðra-
staðni í 1950unum og 1960un-
um, og nú Felagsmarknaðurin,
tað nýggja týska-rómverska rík-
ið, sum einki annað er uttan ein
loynilig innliman av Vestureu-
ropa í USA.
Og tó eru sosialdemokratar,
sum hava fingið eyguni upp fyri,
hver ið fíggindin er: Nú um dag-
arnar fór hollendski javnaðar-
maðurin Sicco Mansholt (fyrrv.
ministararáðsformaður hjá
EEC) á pallin í Bruxelles og
peikadi á kapitalistareiðrið
USA: haðani verður neyðin
planløgd og stýrd og útnyttað. Í
Finnlandi, Sveríki, Frankaríki
og ødrum londum arbeiða sosial-
demokratar og kommunistar
saman. Í Portugál heldur sam-
arbeiðið enn, hóast tað bara
kann vera ein tíðarspurningur,
nær teir amerikansku CIA-
fascistarnir endurreisa fascism-
una í Portugál. Í Chile stóðu
kommunistar og javnaðarmenn
øksl við øksl, til CIA-fascistar-
nir framdu sitt blóðuga kvett
móti teirra lógliga valdu sosial-
istastjórnini. Í dag verða chilen-
skir javnaðarmenn píndir og
dripnir av CIA-javnaðarmonn-
um. Hetta er logikkurin í ti
seguskeiði, sum byrjaði tann 4.
august 1914.
Føroyskir sosial-
demokratar
Tað eru bara javnaðarmenn
sjálvir, sum kunnu gera upp við
»sidaarvin« frá 1914. Kommun-
istar hava valt sína egnu kós.
Tað er ein kós, sum m.a. mælir
til samarbeiði millum kommun-
istar og sosialdemokratar á økj-
um, har semja fæst. Samarbeiði
móti kapitalinum og ellum hans-
ara felagsskapum og snildum og
lygnum.
Tann kreppan, sum í letuni
skakar tann kapitalistiska part-
in av heiminum, avdúkar fyri ein
part, hvussu rotið og ómenn-
iskjansligt tað kapitalistiska
systemið er: Milliónir av ar-
beiðsleysum, skjótt vaksandi
kriminalitetur, kriggj og hung-
ursneyð — hetta eru nakrar av
fruktunum av tí systemi, sum
Karl Kautsky vardi í 1914, og
sum Gustav Noske bjargaði í
1919.
Eftir nevndu grein í Sosialin-
um at doma heldur Atli lítið um
kommunistisku heimsrersluna.
Hann skýrir hana religión og
tað, sum verri er. Eg haldi, at
kommunistiska rerslan er góð.
Higartil er hon einasta kraft,
sum hevur avtikið kapitalism-
una og bygt upp sosialismuna í
staðin. Í Sovjetsamveldinum,
Eysturtýsklandi, Kuba og ød-
rum sosialistiskum londum liva
fólk sítt friðarliga lív við arbeiði,
lærdómi, trygd og framtíðar-
vónum. Í tí kapitalistiska part-
inum av heiminum síggja vit
(við nøkrum fáum undantøkum í
Norðureuropa) blóðuga kúgan,
hungursneyð, arbeiðsloysi, herj-
andi sóttir og einki álit á fram-
tíðini.
Um Feroyska Javnadarflokk-
in ber til at siga, at betur er ill
hurð fyri gáttina enn eingin.
Men hví drívur hann antikomm-
unismu, hví vil hann vera í parti
við NATO-fascistunum, sum
drepa og kúga um alla verðina?
Og hví hevur hann bara háð og
spott at bera teimum, sum stríð-
ast við at byggja eitt meira
menniskjansligt samfelag upp,
eitt sosialistiskt samfelag?
Kapitalisman er ring. Tað
ræður um at sleppa av við hetta
skrímsl av einari samfelagsskip-
an. Til tess krevst m.a. vitan.
Vitan um, hvussu tingini hanga
saman. Og samarbeiði og hegni.
Og vilji og dirvi til at siga sína
meining. Tað er eingin bati í at
snáka søguna. Tað er ikki beint
at snakka upp í lag við tey heila-
tøvdu, og sum frá líður er tað
ikki vandaleyst heldur.
André Niclasen
stubbar uttaneftir
Oljuland í
peninganeyð
Sultandømid Oman, ið liggur
við Persiska Flógvan, er við
at tomast fyri pening. Landið
hevur fingið ávaring frá
bankunum um, at tað fer at
gerast vandamikið at lata
kreditt, um landið ikki mink-
ar um útreiðslur sínar, skriv-
aði New York Times mána-
dagin. Blaðið skrivar, at
figgjarkreppan kemur illa við
hjá stjórnini í Oman, av ti at
oljuinntøkur landsins geva
meira enn eina miljard dollars
(seks miljardir kr.) um árið.
Oman hevur eitt íbúgvaratal
uppá minni enn eina miljón
fólk.
Humphrey stillar
Varaforsetin í Johnsonstjórn-
ini í USA, Hubert Humphrey
senatorur, segði seinasta
sunnudag, at hann vil lata
seg stilla upp til forsetavalið í
1976 um so er, at flokkurin
ynskir hetta. Humphrey, ið
sæst á myndini, var demo-
kratiskt forsetavalevni við
valið í 1968, tá republikanar-
in Richard Nixon bleiv valdur
til forseta.
Duld vitjan
Suðurafrikanski forsætisráð-
harrin John Vorster hevur
havt dulvitjan í liberia í sein-
astu viku. Eftir hvat ið
bretskar tíðindastovur vilja
vera við skal Vorster hava
sagt liberiska forsetanum
William Tolbert, at Pretoria
ynskir at sleppa av við Út-
synningsafrika, sjálvt um
hetta kann fáa heilt álvars-
ligar fylgjur. Vorster og Tol-
bert hava tosað um viður-
skiftini millum Sudurafrika
og grannalondini og um
framtíðina hjá landinum.
Betri eftirlit
við telefonlurtan
Tvær amerikanskar kon-
gressnevndir boðaðu frá mán-
adagin, at neyðugt er at seta
strangari lógarreglur í verk
viðvíkjandi telefonavlurting-
um hjá politinum. Boðini frá
nevndunum um nýggjar lóg-
arreglur miðja ímóti at stødg-
a misnýtanini av telefonav-
lurtingunum.
25 politistar
dømdir
Við ein dómstól i Paris vóru
25 politistar demdir fyri at
hava stolið eykalutir úr bil-
um. Teir eru allir domdir at
sita í fongsli úr trimum upp í
15 mánaðar.
Ósemja um
kaffiprísin
Heimsins kaffiframleiðslu-
midstød stødgadi marathon-
samrådingarnar, eftir at hes-
ar høvdu vart i g6dar 30
timar uttan at nøkur semja
var fingin um eitt uppskot,
sum miðjaði ímóti at fáa teir
fallandi kaffiprísirnir upp.
Tey 44 londini, sum luttóku á
samráðingarfundinum,
samdust um at skerja kaffi-
framleiðsluna nakað og koma
við nýggjum uppskoti til
kaffifundin einaferð í mars.
Hesin fundur skal haldast í
London.
USA herstødir
stongjast
Amerikanska vikublaðið
Newsweek skrivar, at Turka-
land hevur ætlanir um at
stongja allar amerikanskar
hersteðir í landinum eftir at
USA hevur stødgad våpna-
hjálpini. Turkiski uttanríkis-
rådharrin, Melih Esenbel,
sigur í viðtalu við blaðið, at
hóttanin um at koyra amerik-
anararnar út skal gerast stig-
vist. Tað var fyri tveimum
vikum síðani at amerikanska
kongressin samtykti at stød-
gad allari våpnahjålp til
Turkalands. Landið førir nú
tingingar um nýggj vápna-
keyp úr 5 vestureuropeiskum
londum, upplýsti verjumála-
ráðharrin Ilhami Sancar
sunnudagin í Ankara.
Suezveitin
opnað?
Suezveitin er opnað og verður
nýtt av ávísum skipum,
søgdu ísraelskir stríðsblað-
menn mánadagin. Teir segd-
u, at ein bretskur tangabátur
var farin igjøgnum veitina
báðar vegir, og at egyptisk
herskip somuleiðis hevdu
siglt í henni.
Doyði av
gasseitran
Tveir mans lótu liv mánadag-
in í Keypmannahavn, or-
sakað av gasseitran í eini í-
búð. Legreglan bleiv boðsend
av einum granna, sum hevði
luktað gass úr íbúðini. Fleiri
gasskranar stóðu frå, og løg-
reglan heldur, at óhappið er
hent meðan menninir vóru í
ferð við at gera mat.
74 kunnu fáa
deyðarevsing
Ovasti trygdardómstólurin í
Egyptalandi skal í dag lurta
eftir verjurødunum hjá 74
monnum, ið kunnu vænta
sær deyðarevsing fyri luttøku
teirra í eini samansverjing
móti Anwar Sadat forseta.
Tilsamans 92 mans eru á-
kærdir fyri morð, lógarbrót-
aliga samansverjing, álop á
hernaðin og fyri at hava
roynt at skúgva forseta land-
sins til viks.