Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða b sosialurin Nr. 15 — 22. februar 1975 Skipið, sum skal eita Beskytteren, er nakað sterri enn Vædderen og hevur øll nýmótans tól umborð. Ætlanin er, at skipið skal koma til Føroya einaferð í komandi ári i I komandi åri kemur nyggja danska sjóverjuskipið Beskytt- eren m.a. at rekja sjóverjuna kring Feroyar. Skipið verður lið- ugt eina ferð í komandi ári og skal fyrst roynast í donskum sjógvi, áðrenn tað kemur henda vegin. Ætlanin er, at Beskytt- eren eisini ein part av árinum skal rekja sjóverjuna við Gren- land, sigur næstovastin á marin- usteðini, Sverri Salmony, í viðtalu við Sosialin. - — Beskytteren er ein víðari út- viklingur av verandi sjóverju- skipum, sum rekja sjóverju- tænastuna við Feroyar og Gren- land. Skipið kemur at vera eitt sindur sterri enn Vædderen og skal hava ell nýmótans amboð og tól. Nýggjan helikoptara —Ætlan og ynski okkara er at fáa ein nýggjan helikoptara, ið skal vera nakað sterri enn tann, sum sjóverjuskipið hevur í let- uni, sigur Sverri Salmony. — Helikoptarin, sum vit nú hava, gongur á 13. ári og hevur roynst sera væl. Uppá fyrispurning til Sal- mony um, hvussu nógv brenni- evni helikoptarin nýtir, sigur hann okkum, at tá helikoptarin er á flogi, brennur hann fyri einar 2.000 kr. um tíman. Teisten úr vaktartænastuni Einaferð í mei mánaði skal sjó- verjuskipið Teisten takast úr vaktartænastuni, og skal sjó- verjuskipið Mágen, ið er nakað stærri, setast í tænastuna í stað- in. Ætlanin er, at Mágen skal vera alt árið í Feroyum, sigur Salmony. Mágen, ið er systurskip við Sjóverjaskinið Vædderen hovnr fýra motorer og gongur við efnari fra uppá 19—20 mil um tíman Mallemukken, er bygt í Helsing- er í 1962 og siglir einar 10 mil um tíman. Mågen ger í letuni saman við Mallemukken tænastu í Grenlandi. Teisten, ið er systurskip við Skarven, sum sakk á Mjóvanesi, er bygdur í Helsinger í 1952 og kann sigla umleið 7—8 mil um tíman. —Vit hava viðmælt verju- málaráðnum at lata Havnar Bjargingarfelag fáa Teisten, sig- ur Sverri Salmony. Verjuskip í Føroyum alt árið Núverandi skipan er soleiðis, at tey sterru verjuskipini eru í Fer oyum triggjar mánaðir í senn. Mágen, ið skal stationerast í Feroyum í mei mánað Tá tey verða skift, kunnu ganga dagar, áðrenn tað næsta kemur til Føroya. Í fjør til dømis var onki av teimum sterru verju- skipunum í Feroyum í 30 dagar tilsamans. — Hetta hava vit broytt, so- leiðis at eitt av teimum stóru verjuskipunum árið runt skal vera i Føroyum. Tá vit skiftu skip í januar mánaði, vóru tíggju dagar ímillum, til hitt næsta kom higar. Uppá fyrispurning um, hver hevur ansað eftir fiskimarkin- um, meðan onki av teim sterru verjuskipunum hevur verið í Føroyum sigur Sverri Salmony okkum, at helikoptarin hevur verið verandi i Føroyum og gjørt kanningarferðir út á fiskimarkið. RUN Danir byggja nytt verjuskip til sjoverjuna i Føroyum Helikoptarin hevur verið trúgvur í tænastu Flogfar luttekur í sjóverjuni Eitt DC3 flogfar hjá donsku verjuni luttekur eisini í verjuni av føroyska fiskimarkinum. — Hetta flogfar fingu vit til taks, eftir at íslendingar høvdu flutt fiskimark sítt út á 50 fjórð- ingar vegna tess, at menn bóru t >. Á marinusteðini starvast 27 mans 7 ótta fyri, at fleiri stórir útlendsk- ir trolarar fóru at fiska undir Feroyum. Flogfarið flýgur ein heilan dag kring fiskimarkið — triðju hverja viku í meðal. 70 mans við Vædderen Tað eru 70 mans við Vædderen, sum í letuni rekir vaktartæn- astuna kring Feroyar. Herav gera 35 herskyldu, 11 eru offi- serar, 10 sersjantar og so nakrir konstáplar. Vaktirnar eru býttar í trý skifti, men hevur hver maður umborð 16 tíma arbeiðs- dag. Uppá fyrispurning til Sverra Salmony, um tað er neyðugt at hava so nógvar mans við einum so lítlum skipi, sigur hann okkum, at tað er neyðugt. — Tað er neyðugt at hava 70 mans av tí at tólini eru so nógv og skulu passast væl og virði- liga. T.d. kann eg nevna, at tá skipið er í aktion, eru tiggju mans í holt við at taka sær av navigatiónini. Í byrjanini vóru meira enn 80 mans við skipinum, men hetta tal er so við og við skorið niður í 70. Ringt at fáa sjálvbodnar Sverri Salmony sigur okkum, at