Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 1975síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 — 22. februar 1975 -Haðani fóru vit til Galves- ton í Texas og vóru har í triggjar dagar. Men tá var tað, at eg fór av. Eg rýmdi av skipinum. Tað var um náttina, at eg rýmdi. Eg hevði vakt og fór eftir tveimum av manningini og segði teimum farvæl: —Eg havi avgjørt at rýma, segði eg við teir. — Hví rýmdi tú? — Eg var tann einasti føroy- ingurin, sum var umborð á skip- inum, og ofta var eg í hornatek- um við hinar av manningini. Tá eg fór í land hevði eg tvey blá eygu, minnist eg. Hetta var í apríl 1923. Jákup tók einki við sær í land. Tað einasta, sum hann hevði uppi á sær, vóru tríggir dollarar. — Nú var eg einsamallur — og heilt í USA. Eg gekk niðan í býin og fór inn á eina kaffistovu. Men hetta var ein kaffistova, har bert svert fólk kundu sita inni, og tað visti eg ikki. Eg dugdi næstan einki av enskum tá, og tá eg skuldi seta meg nið- ur, komu tvær av starvsgentun- um og bóðu meg um at fara út. —Eg hugsaði, hvat hetta mundi vera fyri nakað, tí eg hevði jú einki gjørt. Men sum eg stóð har á gongubreytini kom ein maður og segði mær frá ellum. Tann maðurin var svenskari, minnist eg. Arbeiddi sum málari — Eg var nokk so leingi í Galves- ton og arbeiddi sum málari. Eg búði á einum hotelli tá. Daglenin var 3 1/2 dollari, og tað var gott tá. — Men eg vildi aftur til skips og slapp við einum tangaskipi. Eg fekk ikki arbeiði sum matrós- ur, og eg var har umborð í tveir mánaðir. Tað var eitt av teimum størstu tangaskipunum í USA tá, og tað kallaðist John D. Rockefeller. — Vit fóru til Spania, og tá vit komu aftur, fór eg av. Eg hevði ongan hug til bara at vera í maskinrúminum. Eg minnist, at lenin var tilsamans 111 dollarar. Og tað var alt í gulli. Pengarnar goymdi eg í vestalummanum, minnist eg. Ég var aftur í Gal- veston, og nú fór at ganga betur við tí málsliga. Eg arbeiddi umborð á einum sandsúgvara, og har var eg í ein mánaða. Tað dámdi mær heldur ikki. So fekk eg arbeiði umborð á einum ød- rum tangaskipi. Men eg hevði eingi pappirir sum matrósur, so eg var noyddur at fara aftur í maskinrúmið. Vit fóru til Phila- delphia, og har fór eg av. Arbeiðsleysur — Eg gekk arbeiðsleysur í einar triggjar vikur í Philadelphia. Men til endans fekk eg hýru umborð á einari skonnart, sum skuldi til Puerto Rico. Tað vardi eina tíð, áðrenn vit sluppu av- stað. Fyrst skuldu vit fara til South Carolina. Eg veit ikki, hvussu tað bar til, men eg fór upp at skeldast við stýrimannin og segði honum, at eg fór av, so skjótt vit komu inn. Stýrimað- urin segði tá: Tú kann ikki fara av, tí tú ert mynstraður at koma heilt niður til Puerto Rico og aftur til USA. sosialurin —Eg hevði bert tríggjar dollarar uppi á mær, tá eg fór í land í USA — Men eg stóð við mitt, og ein svenskari vildi tå eisini sleppa av skipinum. Vit sluppu av, men fingu einki við okkum. Bert 15 dollarar. Tá eg kom í land, fór eg at spyrja eftir pappirunum sum Framhald frá síðu 3 framføra sum mest av føroysk- um leikum. — Tad er greitt, at tå vit spæla føroyskar leikir, so må tad vera nakað, sum gongur út frå okkum sjálvum, og sum er tilfar, ið vit sjálvi hava skapt. Sjálvandi hava eisini útlendingar skrivað leikir yvir viðurskifti, sum eisini raka okkum, men í hesum førin- um mugu tað verða vit, sum seta treytirnar. Ein avbjóðing —Hverja viðmerking hevur tú til ætlanirnar at byggja eitt norðurlendskt mentunarhús í Feroyum? — Eg havi alla tíðina verið fyri tankanum at byggja eitt tílíkt hús. Tá eg beinanvegin, tað varð nevnt at byggja eitt tilikt hús, tók undir við tankanum, var tað ti, at ætlanin um at byggja eitt sjónleikarhús í Havn tá at kalla varð dottin niðurfyri. Eg helt, at tað var beint at tey ríkaru londini kring okkum so gjørdu sitt til, at vit fingu eitt tilikt hús. Og tað haldi eg framvegis. Tá eitt tílíkt leikhús kemur, mugu vit rokna við, at fleiri útlendskar leikvitjanir verða. Hetta verða professionellir leik- arar, sum kunnu gera sína á- virkan galdandi á okkara leikar- ar, sum bert spæla í frítíðini. Tað kann eisini fara at roynast øvugt soleiðis, at vit fella í fátt. Eg haldi, at vit eiga at taka hetta sum eina avbjóðing, sigur Eyðun Johannesen. matrósur. Ég fór inn á eina skrivstovu at verða kannaður í eygunum. Kanningin vísti, at eg ikki var litblindur. Teir spurdu meg, hvussu leingi eg hevði siglt, og eg segði teimum frá tí. ar Frá framførsluni av Jákup Sibba. Síða 10 Eg fekk pappírini sum matrósur og slapp við einum tangaskipi hjá Standard Oil of New Jersey. Har sigldi eg í eitt ár. Tá fór eg at sigla við einum 15.000 tons stórum tangabáti úr New York. Jákup sigldi til 1931. Tær ringu tíðirnar komu til USA í 1929 og vardu til 1940. Jákup arbeiddi aftaná 1931 á einari skipasmiðju í Brooklyn. —Eg arbeiddi ikki fast har, men bert nakrar dagar nú og tá. Tær ringu tíðirnar gjørdu um seg allastaðni, og amerikanarar- nir kallaðu tær The Deep Depression. Jákup sigur, at tað vóru nógv um hetta mundið, sum tóku seg av dogum, tí tey einki fingu. — Eg var á skipasmiðjuni til 1949. Nekur ár frammanundan, í 1932 — sama árið, sum eg fekk amerikanskan rikisborgararætt — hitti eg konu mína. Foreldur hennara vóru týsk, men hon var fedd í USA. Hon kallaðist Christina. Eg fekk skaða á skipasmiðjuni tey seinastu árini, eg arbeiddi har, og var sjúkur meginpartin av tveimum árum. Eg var tryggjadur og livdi av teimum pengunum hesa tíðina. Men eg fór ongantíð aftur til arbeiðis har. Undir krignum tjentu vit væl av peningi. Aftaná 1950 arbeiddi eg í einum bygningi í New York. Har tókst eg við mangt. Í bygninginum hildu fyri tað mesta handils- menn til. Og vóru teir blíðir, tjenti tú væl meira enn tú átti. --Fyrstu tíðina var eg í ele- vatorinum og flutti fólk. Tað Hann verður framførdur einar tríggjar ferðir aftrat —Summi vilja vera við, at tá eitt tílíkt hús kemur, so doyr ætlanin um at byggja eitt lands- sjónleikarhús? Tað vóni eg ikki. Í løtuni er ikki brúk fyri einum landssjón- leikarhúsi, tí tá talað verður um eitt tílíkt sjónleikarhús, so hugs- að vit okkum ein stóran bygn- ing, og í letuni hava vit einki at koyra í henda bygningin. Eitt tílíkt hús kostar í dag einar 7—10 milj. kr., giti eg. Sum er, er verandi sjónleikarhús pass- andi, so at skilja, at tað ikki er nóg gott, men tað ber til at mundi eg gera í eini tvey ár. Seinni var eg í einum elevatori, sum flutti farm. Eg arbeiddi í bygninginum í 11 ár. Í 1965 bleiv eg pensjonistur og arbeiddi sum vaktarmaður í sama bygn- ingi nakrar dagar um vikuna, og har var eg til seinast í 1968. Tá gjørdi eg av at fara ein túr aftur til Føroya. Eg hevði ikki verið heima í 48 ár. Men eg hevði bert ætlað at vera heima í Feroyum í einar 14 dagar. Ti eg visti ikki, hvussu trivnaðurin fór at vera. Tað var nú so langt síðani at eg var i Føroyum. — Hví vildi tú nú koma heim- aftur? —Kona min var deyð. Hon doyði í 1968, og eg var einsa- mallur. Haraftrat var eg ikki heilt ungur meira — gekk tá á 69. ári. Bleiv verandi Jákup kom heimaftur í novem- ber 1968. Og hann fór ongantíð avstað aftur. — Systkini vildu hava meg at vera. Tey vildu ikki hoyra talað, at eg skuldi fara aftur til USA. Ti, sum tey søgdu, Hvat skal tú gera har yviri nú og so gamal? Helst hevdu tey rætt, og satt at siga kom mær at dáma Feroyar væl, hóast tey mongu árini. Og nú dugi eg aftur at tosa før- oyskt, samstundis sum tað eru liðin nekur ár, síðani eg kom aftur. Men enn eri eg amerikan- skur ríkisborgari og fái pensjón haðani. — Hvat tekst tú við? — Eg hjálpi teimum í Leirvik við ymiskum. Viðhvert eri eg til báts. Mær dámar væl at lesa, og tað geri eg nógv av. byggja út. Tá karmarnir eru sprongdir, so verður tervur á einum landssjónleikarhúsi. Sjónleikarráðgevari Eyðun Johannesen arbeiðir nú sum sjónleikarráðgevari og leik- hússtjóri í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hann er settur av lands- stýrinum. Hann sigur, at kann hann byggja nakað upp, sum líkist einum sjónleikarastovni næstu árini, so er vert at halda fram. — Tad eru summi, sum siga, at tú í ein vissan mun ikki rekir starvið. Tey spyrja eftir tær? — Tað er beint, og dømid har er úr Klaksvík. Men min við- merking til spurningin er, at tað longu nú er tørvur á meira enn einum manni, tí tað er Ogjørligt at vera allastaðni. Og tað er min vón, at fleiri verða til taks at ráðgeva. Sjónleikurin er í menning —Er sjónleikur í menning i Feroyum? —Tað haldi eg, at hann er. Undir fyrra heimsbardaga og fram til seinna var stórur aktivi- tetur, hvat sjónleiki viðvíkir, men so doyði tað burtur aftur. Eg havi varhugan av nú, at broyting er við at koma aftur í hesi viðurskifti, og at ein remb- ing er á veg. Tað verða nú bygd fleiri bygdahús til m.a. hetta endamálið, og tað er at frøast um.