Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroysku bryggjaríini hava heitt á um at sleppa at bryggja sterkari øl frælsi Nr. 17 — Leygardagin 1. mars 1975 — 48. árgangur — Urslitid I oddagrein bladsins i dag verður skriva um samråding- arúrslitið viðvíkjandi rætt- indum føroyinga at veiða innan fyri íslendska fiski- markið. Har verður m.a. so- leiðis tikið til: Lenin er komin. Vit fóru í sama posa sum bretar og vesturtýskarar. Sosialurin hevði ikki væntað annað, og tí skulu íslendingar onki ilt orð hoyra frá okkara síðu um hetta, men teir feroyingar, sum runnu á leistum og løgdu seg út í stríði, áttu at.kent sær ringan smakk í munnin- um, nú úrslitið er kunnugt. Síða 2 Skylda fyri Seyðabrævið Tað eydnaðist ikki so væl við útgávuni av seyðabrævinum. skilst av eini frågreiding frå Føroya Kommunufelag, sum gav bókina út. Enn eru 1200 bøk- ur óseldar. sum væntað, Síða 8 Blóðbað Spania Menn vænta blóðbað í Span- ia, tá einaræðisharri land- sins, Franco generalur, doyr. Viðurskifti landsins gerast alsamt flokjaslig. Høgra- kreftirnar gyrdar av ófriðar- kroppum, peningamonnum og deildum innan herin, royna at verja um steðu sína. Arbeiðsmenn, prestar, sjón- leikarar og rithøvundar vera dagliga handtiknir og settir fastir fyri hugsan sína. Síða 5 javnaður brødralag Leysasøla 1,50 kr. 1000 folk influensu Klaksvik Ovist hvaðani sjú ikan kemur, sigur landslæknin í viðtalu við Sosialin Frá tíðindamanni okkara í Klaksvík hava vit frætt, at har liggja um 1000 fólk við influens- u. H.D. Joensen, landslækni, upplýsir fyri Sosialinum, at sjúkan byrjaði fyri o.u. 14 dog- um síðani, og at upptil 1/3 av íbúgvunum um Runavíkar leið- ina hava havt sjúkuna. Í Runa- vík og á Glyvrum er sjúkan longu deyð, meðan hon ger nógv um seg í Fuglafirði, sigur Lands- læknin. Hvussu virkar sjúkan Uppá fyrispurning til H.D. Jo- ensen um hvussu sjúkan virkar, sigur hann okkum, at hon virkar á tann hátt, at ein fyrst fær høgan fepur og pínu ymsastaðni um kroppin. Tveir dagar aftaná fer sjúklingurin at hosta. Sjúkan varðir í einar 5—7 dagar, og eru einastu ráðini at terna inn alt fyri eitt. Ongin heilivágur móti sjúkuni H.D. Joensen upplýsir okkum, at ongin heilivágur fæst móti sjúkuni. — Tó kunnu vit geva tablettir móti høvudpinu og nógvum fepri. Sjúkan smittar eins og vanligt krim. — Óvist er, hvaðani sjúkan kemur, men líknandi influensur hava gingið í Týsklandi og Noregi eftir hvat ið eg havi frætt, endar H.D. Joensen við- talu sína við Sosialin. Landsstýrið Leiðslan av bjargingartænastuni á føroyskar hendur Petur Háberg hevur inni í blaðnum grein, har hann skrivar um ferðina hjá versoninum, Eil- er Jacobsen við Beintu úr Noreg til Føroya herfyri. Í greinini fýlist Petur Háberg m.a. á bjargingartænastuna, sum danska sjóverjan hevur um hendur. Hann sigur, at tað er harð- liga tiltrongt, at leiðslan av hesari tænastu verður løgd á føroyskar hendur í tættum samarbeiði við Tórshavnar Radio. Síða 3 Skúli og svimjihøll Skúlin skal hýsa allari framhaldsdeildini Tað eru ætlanir um at byggja skúla og svimjihøll á økinum í Skúlin br BRS | | hul lil tud HANN JUL —— ARIAS | ii Hi Í apar mb øm, ty fg Svimjihellin NN URL 3 LT LINN Runavik, sum eftir byarætlanini er avsett til tilikt endamål. Ætl- MI DM a — re — SEE Runavik anirnar vórðu góðkendar av skúlastjórnini og landsstýrinum A om Í , || 1 í fjør, og samtykt er at taka av tilboði frá danska byggifelagn- um Conta Øll framhalds- deildin Upplýst verður, at skúlin ætlast at hýsa allari framhaldsdeildini, t.v.s. frá 7. flokki og uppeftir. Skúlin kemur annars at hava seks serheli til lærugreinirnar húsarhald og matgerð, kunning, sang og tónleik, hondarbeiði og evning, verkstaðalæru, maskin- skriving og nátúrlæru. Annars verða tvey høli til serundirvis- ing, samkomuhøll og skúlabóka- savn og fýra vanligar skulastov- ur. Svimjihøllin Svimjihøllin er ætlad at hava ein hyl, sum er 10,5 x 25 metrar til støddar. Í hesum bygningi verða eisini heli til skúlalækna, sjúkra- systir og skúlalækna Skúlin er mettur til at kosta góðar 4 milj. kr. og svimjihellin 5,5 milj. kr.