leygardagur 1. mars 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sostalurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn
tgevari: Føroya Javnadarflokkur
eN: Vilhelm Johannesen (åbyrgd), telf. 56111
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Satsur og
paste-up: Prentsmidjan å Heygsbreyt
Prent: Prentsmidja Dimmalættingar
Úrslitið
URSLITID AV samráðingunum millum før-
oyskar og íslendskar politikarar um veiði-
rættindi føroyinga undir Íslandi var sum
kunnugt tað, at føroyska veiðan undir Íslandi
varð avmarkað og verður nú meira enn 1.000
tons minni enn tað, sum føroyingar veiddu
undir Íslandi í fjør.
TRY ÁR ERU nú gingin síðani vit her gjørdu
vart við, at einvísi útflytingarpolitikkurin fór
at raka okkum føroyingar nógv meinari enn
nakran annan. Vit førdu fram, at hevði nakar
orsøk til at mótmæla einvisari útflyting, so
vóru tað vit føroyingar, ið eftir okkara met-
ing høvdu nógv stórri orsøk til hetta, enn
bæði bretar og vesturtýskarar.
VIT SPÅDDU, at við hesum politikki skuldu
vit í allari framtíð ganga biddaragongd til
onnur lond at biðja okkum veiðurættindi.
Har skuldu vit standa við húgvuni í hondini
og taka okkum til takkar við tí, vit fingu.
MEN HETTA varð við hvgssum orðum aftur-
víst av monnum, ið runnu halarnar undan
skónum fyri at kvetta endarnar hjá bretskum
trolarum, sum komu i føroyska havn og
høvdu veitt ólógliga innan fyri nýggja is-
lendska fiskimarkið. Hesir vístu á, at veittu
vit íslendingum stuðul, so fóru vit at fáa øll
møgulig rættindi innan fyri hjá íslendingum
— ja, eins góð rættindi sum íslendingar sjálv-
ir.
HINUMEGIN VÍSTU vit á, at vit eisini høvdu
áhugamál at verja í Norðsjónum, sum bretar
eiga stóran part av, um havið skal býtast. Vit
vístu á, at umleið helmingurin av føroysku
heildarveiðuni kom úr Norðsjónum og mæltu
til, at føroyingar hildu seg uttan fyri fiski-
marksstríðið millum íslendingar ødru megin
og bretar og vesturtýskarar hinumegin.
MEN ALT HETTA varð køvt niður. Sagt varð,
at lønin fyri ómakin, ið fleiri føroyingar
gjørdu sær, tá teir kvettu endarnar á bretska
trolaranum »Aldershot«, sum søkti sær havn
í Føroyum, skuldi koma ein dag.
LONIN ER KOMIN. Vit fóru í sama posa sum
bretar og vesturtýskarar. Sosialurin hevði
ikki væntað annað, og tí skulu íslendingar
onki ilt orð hoyra frá okkara síðu um hetta,
men teir føroyingar, sum runnu á leistum og
løgdu seg út í stríðið, áttu at kent sær ringan
smakk í munninum, nú úrslitið er kunnugt.
sosialurin
Nr. 17 — 1. mars 1975
dagbókin
Jehova Vitni
í Havn
Í morgin kl. 15.00 almennur
fyrilestur. Evni: Offur, sum
Gudi líkar. Kl. 16.00 Vagt-
tornslesnadur.
Hvønn tysdag kl. 19.30:
Lesnaður i bólkunum. Hvønn
friggjadag kl. 19.30: Guð-
frødisligur skúli og tænastu-
fundur. Fundirnir hjå Jehova
Vitnum í Havn verða hildnir í
Ríkissalinum, Noregsvegur
4.
Gudstænastur
Í morgin verða hesar guds-
tænastur: Á Glyvrum J.
Weihe, í Gøtu altargongd við
Torkil Beder, i Sandvik alt-
argongd vid K.O. Viderø, i
Klaksvik altargongd vid J.
Magnussen, å Noråskåla kl.
12 og i Kvivik kl. 18 vid Petur
Martin Rasmussen, å Sela-
tra N.P. Danielsen, á
Strondum S.J.Joensen.
Adventista-
samkoman
Í dag kl. 9.30 bibliulesnadur
vid H. Frederiksen, kl. 10.45
gudstænasta vid A. Sand-
beck. Fundirnir vera hildnir i
adventistaskúlanum við
Hoyvikstjørn.
Sjúkrasystra-
prógv
Við Sct. Lucas hospital í
Keypmannahavn hevur
Henny Joensen, Vágur, tikið
sjúkrasystraprógv.
Fyrsta smálambi
í ár
Sunnudagin 23. februar
lembdi ein ær hjá Jacob
Villumsen í Hvalba eitt full-
borið lamb.
Hetta er ivaleyst fyrsta
smálamb, sum lembt er í ár.
Suðurvarði
sum kom til Grenlands 15.
januar, hevur veitt 112 tons
av rækjum.
Smyril
Nøkur lesara brøv hava verið at
sett í teimum seinastu blødun-
um. sum mótmæla at lands-
stýrið ætlar at keypa Morten
Mols fyri 27 milj. kr. Oll hesi
brov hava bert víst ein kolossal-
an mótvilja móti at geva suður-
oyingum sama meguleika til at
ferðast sum hinir landspartarnir
hava. At Morten Mols er nakað
stórur, hevur onki við sakina at
gera, tí vit vita øll, at skal eitt
nýtt skip byggjast, sum er
10—15 metrar stytri, so kemur
tað at kosta 25—30 milj. meira
enn Morten Mols kostar. Og tá
serkønir menn bæði úr Føroy-
um, Danmark og Bretlandi geva
skipinum sítt besta viðmæli og
góðtaka tað til internationalt
sertifikat, so hava hverki Kjart-
an Mohr ella Tormóður Dahl
nakran sum helst rett til at krit-
isera skipið.
Tað skuffaði meg stórliga, at
formaður sambandsfloksins í
tingsalinum ikki kundi burtur-
forklára, at hann unnaði suður-
oyingum ikki betri ferðasam-
band enn teir nú hava við hinar
partar av landinum. Ongantid
hevur min virding verid serliga
stór fyri sambandinum, men nú
B
R
9
er so í hvussu er púrt ongin.
Andrias Post hevur altíð verið
ein sera svartur sambandsmað-
ur, men nýtt skip vildi hann
hava, eins og hann unti norðoy-
ingum alt gott. Kjartan hevur
nokk gloymt, tá Andrias bjarg-
aði honum Havnar mola, tí burdi
tú, Kjartan Mohr, eisini stuðla
tað, sum Andrias gekk so hart
inn fyri. Annars haldi eg, at
hatta brævið, sum Kjartan sendi
til løgtingid, burdi verið koyrt í
skrallespannina á Skipasmiðjuni
og ikki í postkassan, so lítið skil
var í tí. Og lesarabrevið hjá Tor-
móði burdi kanska verið lisið
upp í barnatímanum, tí millum
børnini hoyrdi tað heima.
Annars vóni eg, at figgjar-
nevndin gevur hesum máli sítt
besta viðmæli, so at tað kann
verða samtykt í legtinginum
sum skjótast, tí tað hevur
skund.
P. Jacobsen
TTT ya eee
Vit hava altid å goymslu
alt tilfar til
blikksmid
sanitet
hitaverk
ventilation
Verður sent
um alt
landið
Up to date og urgent eru á goymslu. Bíleggið í góðari tid.
Pf. Grødi
telf. 11543 og 11370
Fysioterapeutur
Eitt starv sum fysioterapeutur á Statens specialskole í Tórs-
havn er leyst og skal verða sett 1. apríl 1975.
Løn sambært sáttmála við statin.
Møguligar umsóknir vid fotokopium av prógvi og viðmæl-
um verða at senda undirritada fyristødumanni á Statens speci-
alskole, Vardagøta 1, 3800 Tórshavn í seinasta lagi 18. mars
1975.
Tórshavn, tann 25. februar 1975
Ditlev Olsen