Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 1. mars 1975 sosialurin Síða 3 Nr. 17 — 1. mars JJ9 > + ——enicwii—iee= »Heilir heim úr stórum vanda« Ein frágreiðing So vóru hesir drúgvu tímar av, tey, sum høvdu sitid so hjart- kipt, kundu smilast aftur, og fløvandi var at merkja samhugin og gledina, sunr streymaði alla- stadni frå. Eg siti og kagi i myndablaðið >Nú!< um ferðina, Óla Svenn og Carl Johan Bech gjørdu tveireinir við tiggju- mannafarinum »Tusk«, til Nor- egs og Danmarkar. Um heim- afturkomu teirra skrivar >Ting- akrossur< 19. august 1925, at brúgvarnar vóru svartar av fólki, og »tå so »Tusk« umsíðir flaggskrýddur kom inn á Eyst- aruvág, setti hornorkestrið í av allari megi, hurra-rópini rungað- u, húgvur og hattar vóru á lofti alt í einum: Vælkomnir!<. Ting- formaðurin, Oliver Effersøe, tal- aði. Hann nevndi teir mótaðar menn, treystar menn og góðar Feroyingar. Hann nevndi ferð teirra: Roysnisferð, æruferð og stórverksferð, sur >tit hava stóra æru av, og tykkara navn vil blíva goymt gjøgnum kom- andi ættarlið her á landi. Men ferðin hevur eisini verið til æru fyri Føroyingar og Feroyar!< So róptu tey hurrá fyri teimum. Og »Tingakrossur« leggur afturat: „Havnin fagnaði sínum djørvu synum á vakrasta hátt!< Men nú seinasta leygardag kemur onkur við »Tingakrossi« og biður meg lesa, hverja væl- komst núverandi blaðstjóri, Marius Johannesen, gevur Eiler. Undir yvirskriftini >Heilir heim úr stórum vanda« tekur kóki- bøkarhøvundurin soleiðis til: „Ja, tíbetur, Beinta kom til Havnar í ollum góðum, og tað er at vera takksamur fyri. Ejler Jacobsen takkar Várharra fyri, at tað undur hendi, at teir sluppu burtur úr ódnini við lív- inum, og tað ger hann rætt, tí sær sjálvum hevur hann lítið at takka fyri. >Sjáldan hevur skila- maður nytt so lítið skil,« hoyrdi eg ein skilamann taka til, meðan leitað varð eftir Beintu, og hetta man vera vanliga hugsanin mill- um manna. Vit vita væl, at okkara for- fedrar mangan løgdu nógv fyri og vidhvørt ov nógv, so nógv, at teir komu ikki aftur, men teir gjørdu tað, tí teir noyddust. Tað vóru ongar stuttleikaferðir, men neyðin dreiv teir av stað. Hetta er oðrvísini. Vit minn- ast fleiri sovorðnar ólíkindaferð- ir, sum loyptu ótta á fólk og 6- rógvaðu bæði himmal og jerð, og táið soleiðis er, verður alt gjørt fyri at koma teim neyð- støddu til hjálpar, antin tað so eru ólíkindir ella ikki. Skip fara at leita og flúgvarar við, og hetta kostar bæði tíð og pengar. Tí máttu menn hugsað seg fleiri ferðir um, áðrenn teir funnu upp á sovorðin ólíkindir, og teir eiga ikki at verða móttiknir sum hetj- ur, um tað eydnast teimum at koma heilir afturíaftur, tí tað var bara lukkan, sum var betri enn forstandið<. Marius Johannesen! Hesin fyrrverandi háskúla- stjórin átti at sæð seg í nevan, áðrenn hann dittaði sær til at seta nakran mann í gapistokkin alment! Og við tað at >Tinga- krossur< er so lítið lisin, var hetta ikki eina viðmerking vert uttan kanska tað, at stórur munur er á muruni í blaðstjóran- um á »Krossi« i 1925 og 1975. Men vid tad, at »Dimmalætt- ing< ger nógv burtur úr hesi „stóru leiting< eftir einum skemtibåti, og »Sosialurin« kall- ar båtin ein stuttleikabåt, halda vit tað vera rætt at geva fólki eina frágreiðing. Báturin. Hetta bátaslagið >West Cruis- er« kann verða utgjørt sum skemtibåtur, men eisini — vid nøkrum broytingum — sum út- róðrarbátur, og sum slíkur er hann eisini góðkendur í Noregi, og báturin Beinta< er skrásettur í Feroyum sum útróðrarbátur. Hann er bygdur í Selje nær við Stadt á Vesturlandinum. Teir høvdu stríðst alla vikuna fyri at fáa radiogreiðirnar at virka. Í góðum veðri kundi hann gera ferðina til Feroya í eitt lítið samdegur, og so kom nattúrliga tann tankin, at best var at best var at sleppa sær heim, meðan hetta liggjandi góðveðrið var, og fáa hitt neyðuga arbeiðið gjørt har. Ikki bert um summar- ið. men eisini um veturin er tað so, at eftir liggjandi góðveður, tekur tað vanliga sína tid, meðan rættilig broyting í veðrinum ger seg til. Veðrið og veðurvánirnar. Leygardagurin kemur við fín- asta veðri, og norska veðurboð- anin er ógvuliga góð — Norska Sjónvarpið lovaði um Kveldið góðveður fimm dagar framyvir. Tá metti Eiler tað fult forsvar- ligt at fara avstað. Teir fóru um 7-tíðina GMT, og skuldu kunnað verið i Føroyum einaferð seinna- partin ella tíðliga sunnukveld. Men táið teir høvdu siglt nakrar tímar, broyttist veðrið knapp- liga og veðurvánirnar úr Keyp- mannahavn vóru alt annað enn góðar. Stadtleiðin er ein hin versta til veður og sjógv, so tað varð hildið ovseint at venda aft- ur; Eiler valdi tí at halda móti veðrinum, og var tað samstund- is kós móti Hetlandi. Leitingin. Ampi kom á okkum sunnu- dag. Men ikki dugdi eg at meta um, nær leiting átti at verða sett í gongd, og eisini hvepti eg meg við at vera ov mikið bráður við nøkrum tiltaki, sum loypti upp- aftur sterri ótta á øll avvarandi. Men um dogurðatíð ringdi ein av okkara álitisskiparum, Eystein Dalsgaard, til mín. Hann helt, at feilurin við næstan hverjari leiting var tann, at hon varð ov seint byrjað, og tað gekk minni enn ein tími, til ein annar av okkara framúrskarandi skiper- um, Tróndur Tróndarson, ringdi til mín og helt, at nú var ongatíð ov skjótt at seta leiting í gongd. Eg ringdi so til ein klókan og sterkan mann í Ulsteinsvik og bað hann gera tað neyðuga fyri at fáa leiting byrjaða. Sam- stundis ringdi eg til >Norðborg< og Beinta til >Sólborg< um hetta, og tá var hesin parturin av leitingini í góðum hondum. Ikki bert teir, men eisini »Ny- borg« og »Akraborg« samskip- aðu beinanvegin, hvussu teir skuldu sigla. Og tað er hetta, sum er so hugtakandi — hvussu foroyskir skiparar og føroyskar manningar beinanvegin eru til- reiðar — hvussu umsteðurnar enn eru — at taka lut í royndini til at bjarga neyðsteddum monnum á havinum. Líka úr Skagerakkinum komu teir. Har komu »Gullfinnur« og »Skåla- fossur<, har komu >Boðanes< og »Gøtunes«, hiðani fóru »Dags- stjørnan« og >Krúnborg<, og fleiri bátar vóru um at fara og gjørdu seg til at fara hiðani til at taka lut í leitingini. Hver ið ikki fór var Vædderen. Marinusteðin. Norska Bjargingartænastan hevur høvudsmidstød á Sola floghavnini við Stavanger. Frá teimum fekk eg at vita, at sam- arbeiðið við Føroyar mátti vera gjøgnum Marinustødina í Havn. Eg ringdi nidan og fekk sam- band vid ein ógvuliga tittmælt- an Føroying og greiddi honum frá støduni. Hann tosadi ógvu- liga nógv og sumt skilti eg ikki. Men táið eg legði rerið á, var tað við tí kenslu (og tað mugu tit fyrigeva mær), at haðani skuldu vit ikki vænta so nogv. Demi: Pan-melding sendi teir ikki út fyrr enn mánadagin á miðdegi. Um kveldið vissaðu vit okkum ein flúgvara til at fara úr Bergen at leita — fyri okkara rokning — í lýsingini mánamorgun, um ikki bjargingartænastan gjørdi tað. Klokkan 7.30 sendi eg telex til Sola og fekk at vita, at eitt flog- far úr Íslandi og eitt úr Edin- burgh fóru at leita, og ein stórur helikoptari úr Vigra skuldi flúgva fram við norsku strond- ini. So ringdi eg niðan á Marinu- staðina og tók vist mannin av bóli. Eg spurdi hann um steð- una. Jú, hann hevði ætlað at seta seg í samband við Sola fyri at vita, hvat teir gjørdu. Tað kundi eg so greiða honum frá. Sunnukveldið heitti eg á log- mann — sum alla tíðina var sera beinasamur — at streingja á Marinusteðina at senda verju- skipið við sínum helikoptara avstað. Skipið kundi ligið í lívd undir Hetlandi og brúkt heli- koptaran, táið líkindi vóru. Dag- in eftir ringir ein Fuglfirðingur til mín og fortelur mær — ikki sert uppestur — at Vædderen liggur væl bundin við bryggju i Fuglafirdi. Eg ringi sjålvsagt nidan å Marinustødina og spyrji eftir »Vædderen«. — Hann er skamm á Norðhav- inum! — Er hann tað — á Norðhav- inum? — Ja, ja, ja, ja! So segði eg honum, hver sannleikin var — at hann lá væl bundin við bryggju í Fuglafirði. Tá linkaði orðastreymurin eitt sindur! Og eg fekk høvi til at siga honum nøkur tiltrongd orð! Krúnan á verkinum var so, táið Marinustødin um kveldið sendi hina endaligu meldingina: At polska skipið sleipaði hin funna bátin móti Føroyum, og at »Gøtunes« skuldi yvirtaka sleip- ingina »her i nærheitini«. Sann- leikan kenna vit øll. Skipið góðkent til millumlandasigling — Morten Mols er góðkendur av Lloyds at sigla millum lond, og tað er einki til hind- urs fyri at fáa loyvi frá Stat- ens Skibstilsyn til hetta sama, segði Finnbogi Isak- sen, landsstýrismaður, undir framløguni av uppskoti landsstyrisins um keyp av Morten Mols til millumlanda- og innanoyggjasigling. Landsstyrid bidur i uppskot- inum legtingið um loyvi til landskassans vegna at taka upp til 20 milj. kr. í láni til endamálið. Undir framleguni av upp- skotinum á tingi týsdagin, segði Finnbogi Isaksen, at ferðin hjá skipinum er so mikið stór, at ferðingartíðin úr Havn til Suðuroyar kemur at liggja um einar tveir tímar og til Klaksvíkar ein tíma. Skipið er ætlað at gera uttan- landatúrar um summarið, og verður siglingartíðin til t.d. Bergens 18— 20 tímar. Skipið kostar 15,7 milj. kr., og roknað verður við, at landskassin skal taka umleið 18 milj. kr. í láni, meðan restin verður goldin kontant. Tað fáast 2,75 milj. kr. í láni frá DFDS yvir fimm ár við 8 pst. í rentu hvert árið, og restin kann fáast úr Skibs- kredittfondinum ella sum uttanlandalån. Finnbogi Isaksen segði, at núverandi Smyril verður boð- in út til selu beinanvegin, og at sølupeningurin fyri hann keypid av gongur inn i Morten Mols. Flogvøllurin utbyggjast Landsstyrid hevur lagt fyri tingid uppskot um, at flog- vøllurin í Vágum verður út- bygdur, og at landsstýrið fær heimild til at taka upp lán, sum verða neyðug til enda- málið. Talan er um at leingja vøllin við 300 metrum — til 1400 metrar, at gera tað, sum neyðugt er fyri at vellurin kann samsvara ollum tilmæl- um frá ICAo viðvíkjandi breidd og trygdarøkjum og at seta upp ljós í tann mun, avvarðandi myndugleikar halda vera hóskandi. Undir framleguni av upp- skotinum varð upplýst, at leingjanin av flogvellinum verður mett til at kosta einar 10 milj. kr., og at ríkismynd- ugleikarnir hava játtað at tingnýtt luttaka í fíggingini við helvt- ini, tí í mesta lagi við 5 milj. kr., og somuleiðis at rinda 50 pst. av tí, tað kostar at gera vellin út við ljósi í tann mun, sum avvarðandi myndugleik- ar halda vera neyðugt. Kostnaðurin av hesi útgerð er mettur til einar 4 milj. kr. Eisini varð upplýst, at danska loftferðslustjórnin hevur í kvittanum at byggja nýggj avgreiðsluhús, ið skulu hava einar tvær ferðir so stóra gólvvídd, sum er í teimum verandi húsunum. Tað verður neyðugt at ekja munandi um parkeringsekini fyri flogfør fyri bilar. Kostn- aðurin av hesum tiltøkum er mettur til einar 10—12 milj. kr., og verður hann allur rindaður úr ríkiskassanum. Farið verður undir hesi ar- beiði einaferð í komandi fíggjarári, og tað tekur 1 1/2 år at fullføra tey. Partur av landskassans út- reiðslum, ið standast av at útbyggja flogvellin í Vágum, skuldi eftir teimum kostnað- arætlanum, sum fyriliggja, verið 7 milj. kr. Ongan praktiskan týdning Jákup Lindenskov legði fyri landsstýrið í vikuni fram á tingi uppskot til log um end- urgjald fyri kjarnorkuskaðar Tað er ríkisstýrið, sum skal seta lógina í gildi við konga- ligari fyriskipan. Lógin skal avloysa eina aðra lóg við sama innihaldi, sum varð sett í gildi í 1972. Jákup Lindenskov segði, at broytingin er neyðug fyri at lúka millumlandasáttmál- ar, sum eru gjerdir síðani lógin frá 1972 kom í gildi. Lógin hevur ongan sum helst praktiskan týdning fyri Fer- oyar, men tá hon inniheldur reglur um eftirlit við, at sátt- málar um spjaðing av kjarn- orkuvápnum verða hildnar, hevur landsstýrið mælt til, at lógin eisini verður sett í gildi fyri Feroyar. Nevndarviðgerðir Tvey uppskot frá landsstýr- inum fáa nú nevndarviðgerð- ir. Málini fingu 1. viðgerð týsdagin. Uppskotið um at veðhalda fyri láni uppá til- samans 16,7 milj. kr. til Tórshavnar kommunu er beint i giggjarnevndina, og uppskotið um forboð fyri inn- flutning og nýtslu av spæli- automatum fær nú viðgerð í lógarnevndini. FE LL AAA Lok. Tórshavnar Radio eigur stóra tøkk fyri íðinskap og dugna- skap. Eg spurdi ein mann, hví munurin mundi vera so stórur millum Marinusteðina og Tórs- havnar Radio. — Tað er hjarta- lagið, Petur, svaraði hann. — Hjartað má vera við! Tað er vist harðliga tiltrongt, at leiðslan av bjargingartænastuni verður løgd í føroyskar hendur í tættum samarbeiði við Tórshavnar Rad- io. Petur Háberg