leygardagur 1. mars 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
smátiðindi
innanoyggja
Landshandilin 20 ár
Í vikuni vórðu liðin 20 ár,
síðani heilsølan Landshand-
ilin i Havn byrjaði. Núver-
andi stjóri á heilseluni er
Rósing Rasmussen. Umframt
at reka heilselu eigur Lands-
handilin fleiri farmaskip, eins
og teir leiga skip til farma-
flutning. Landshandilin eigur
Arnatind, Rúnatind, Nestind
og Krosstind. Arnatindur
varð bygdur á Skála, meðan
hini trý skipini eru keypt
brúkt úr útlandinum.
Bussur útav
Eingin mansskaði hendi, tá
ein bussur,; sum koyrir við
skúlabernum millum Glyvrar
og Funningsfjorð, fór oman
av vegnum við Essosteðina í
Skálabotni ein dagin í farnu
viku. Hetta var, meðan vind-
urin var uppá tað mesta.
Bussurin var á veg úr Funn-
ingsfirði. Tá hann var komin
út í Skálabotn steðgaði bil-
forarin bussinum, tí vindurin
var so nógvur. Í somu letu
reiv ein hvirla í bilin, sum fór
oman av vegnum. Bilførarin,
sum var einsamallur í bilin-
um, tá óhappið hendi, fekk
ongan skaða.
Sviar á vitjan
3. mars koma tríggir sviar til
Feroya á vitjan. Teir skulu
kanna, hvussu eitt oyggja-
samfelag sum Feroyar er út-
gjørt tekniskt, búskaparligt
og mentunarliga. Gestirnir
eru Per Oluf Sundmann, sum
er kendur fyri åhuga sin fyri
Føroyum, hagfrødingurin
Mats Carlberg og miðal-
granskarin Per Oluf Nuhma.
Tad er ætlanin, at teir
undir vitjanini eisini skulu
halda fyrilestrar. Somuleidis
hevur rithevundafelagið ætl-
anir um at fyrireika eitt kvold
fyri svensku gestunum.
Norðurlendskt
serprent
Fróðskaparsetrið hevur sent
út ein lista yvir landanevn og
nevn á fólkum, sum búgva í
hesum landi, saman við
Dansk Sprognævn og is-
lendsku målnefndini. I ritin-
um standa fremst tey donsku
nøvnini, sidan tey føroysku
og donsku. Ritið er um 30
blaðsíður til støddar og er
serprent av Sprog í Norden.
6.800 akfør
i Føroyum
1. januar vóru tilsamans
2.500 prutl og onnur 6.835
akfor skrásett í Føroyum. I
fjør komu 1.557 nýggj akfør
til landið.
Bytid av
hetta:
Last- og vøruvognar 934,
bussar 82, hyruvognar 321,
aðrir vognar (privatir) 5.318
og motorsuklur 180.
Størsta talid å akførum er i
Havnini, sum hevur 2.632 til-
samans. Av hesum eru 2.026
persónvognar, flestu privatir,
113 hýruvognar, 419 last- og
veruvognar og 12 bussar.
Næst Tórshavn er Eystur-
oyggin við 162 last- og veru-
akførunum er
vognum, 21 bussum, 56 hýr-
uvognum, 1.290 persónvogn-
um og 20 motorsúklum.
I fjør vórðu latin
nýggj koyrikort.
1917
Tilsamans eru 6.800 akfør skrásett i Feroyum
J.P. Thomasen farin
Mikukveldið hevði Atli Dam,
logmaður, hesi minningarorð
í utvarpinum um J.P.Thoma-
sen, fyrrverandi løgtingsmann
Í gjár tá tingmenn komu til :
fundar i tinginum, vóru teir
varugir við, at á tinghúsvellin-
um var merkið drigið á hálva
stong, og var tað samstarvs-
maður teirra. igjøgnum 8 ár,
Jóan Pauli Thomasen, vanliga
nevndur Palli í Teðuni, sum
farin var.
Fyri okkum, sum vistu, at
síðan á nýárinum lá Palli álvars-
liga sjúkur av teirri sjúku, hann
hevði borið í so mong ár, komu
boðini ikki heilt óvæntað, men
kortini kendust tey sár, ti ong-
antíð fyrireikar tú teg verunliga
til at síggja í eyguni, at ferðar-
dagurin er so nær komin, og eru
tí altíð viðurskifti, tú ætlaði at
avgreiða ella eitt og annað, tú
fyrireikaði, sum ikki fekst í lag,
áðrenn skilnaðarstundin kom.
Palli Thomasen var føddur 18.
juli 1908 og fór 13 år seinni sum
so mangur drongur og unglingi
tå å døgum til skips. Palli var
vid påpa sinum å fyrsta sinni.
Årini til skips vóru kortini ikki
mong, tí sum heilt ungur maður
tók Palli við starvi sum kram-
búðarmaður á tátíðar stórvirk-
inum í Vági, Garðavirkinum.
Á hesum virki arbeiddi hann í
mong, mong ár og var virdur
fyri dugnaskap sín. Altíð var
hann góður við hetta virki, fyrst
og fremst tí, at her var lív og her
var virkan og skapan. Virkan av
slíkum slag, sum gav arbeiði til
nógvar hendur, og var hetta fyri
Palla ógvuliga týdningarmikið.
Hóast Palli seinast í fimtiár-
unum gavst á hesum virki, var
millum hann og teir menn, virkið
høvdu um hendi, eitt ålitis- og
vinarsamband, sum gjørdi, at
Palli framhaldandi hevði nógv
viðskifti við Garðarnar.
Tá Palli gavst á Gerðunum,
tók hann í nøkur ár við leiðsluni
av handlinum hjá Nordafar í
Føroyingahavnini; hesi ár skapti
hann sær álit og virðing hjá ein-
um stórum tali av føroyskum
fiskimonnum og arbeiðsfólki, og
gjørdist hann tå kendur uttan
fyri heimbygd sina, har hann
frammanundan hevdi virkad so
iðin.
Hetta arbeiði hans í Vági fall á
so mongum økjum, eitt skifti sat
hann sum sóknarstýrisformað-
ur, men tað var ikki bert í býar-
politikkinum, men í ollum bygd-
alívinum tú hitti Palla virknan.
Millum ungdómin gjordi Palli
eitt stórt arbeiði, og ikki var tí
logið, at hann varð valdur heið-
urslimur í bóltfelagnum VB.
Hann var í øllum ein ógvuliga
livandi maður og hartil ein ver-
unligur mentamaður. Var nakað
á vási. ella stóð nakað serligt
fyri varð oftast heitt á Palla at
taka sær av fyrireikingunum
Tað veri seg um hetta hevði
skemtingarsama ella meira álv
arsliga náttúru. Tey bókakveld
ella skemtikvøld hann saman við
ødrum reikaði fyri vóru ikki få
Yrkjari var Palli eisini góður
og valla var nakað brúdleyp í
sunnaru helvt av Suðuroy, uttan
at Palli setti sín dám á tað við
hugnaligum og skemtiligum
sangi yrktan til dagin.
Palli lærdi í lívinum. Tá hann
sleit sínar barna- og ungdóms-
skógvar í Vági var hann ikki
vanligt við prógum úr ymsum
skúlum, í hvussu er ikki hjá
børnum úr vanligum arbeiðara-
og fiskimannaheimum, hóast
hetta máttu vit, sum kendu
Palla, sanna, at hann var ein
hogt lærdur maður, vitan hans-
ara á so mongum økjum var
fevnandi, og hevði hann igjøgn-
um eitt langt lív lisið sær megin-
partin av hesum til, umframt tað
hann næm í dagsins virki.
Meira enn 6.000 bind innan
allar tættir bókmentaheimsins
hevði hann lisið, og var hetta
grundstødid undir at hann í so
nógv ár virkaði sum bókaverður
í heimbygdini. Hansara stóra
vitan um bókmentir gjørdi, at
hann so væl kundi rekja hetta
starv sitt
Henda barlast kom honum og
okkum eðrum so væl til góðar í
politiska og skrivandi virksemi
hansara. Fáur dugdi betri at
taka rámandi og lýsandi til orð-
anna, og mangan við brotum úr
slíkum, sum yrkt og skrivað var,
lýsingar sum betri enn tey
mongu orðini siga frá støðum og
hendingum.
Vit vita, at Vágs soga stórliga
hugtók Palla, og gjørdi hann
nógv fyri at kunna seg sjálvan
og onnur um hana. Nevn á fodd-
um og deyðum aftur í tíðina
hevði hann uppritað, og tann,
sum vildi vita nakað um ættar-
søgu í Vági, fór ti fremst av
ollum til Palla. Viðvíkjandi ød-
rum vísindaligum arbeiði kann
verða nevnt, at í samarbeiði við
fróðskaparsetrið virkaði hann
fyri at fáa varðveitt ell tey
mongu staðarnevn á leiðunum
har suðuri, bæði í bygdini og Í
haga, bjørgum og við strond
nærhendis.
Hetta arbeiði og aðra soguliga
uppritan rakk hann mær kunn-
ugt ikki at gera lidna, men tað
sum hann hevur lagt eftir seg, er
gott stødi hjá oðrum at halda
fram á
Hesin hogt mentaði maður var
politiskt sosialistur av hugsjón
Nr. 17 — 1. mars 1975
Hann virkaði fyri javnadarrørsl-
uni og umboðaði hana í 8 ár á
tingi.
Hann plagdi at siga, at so
skjótt hann dugdi á at skyna
tann ójavna, sum á so mongum
økjum ráddi á tátíðar stættar-
samfelagnum, og tað sosiala
órættvísi, sum so lítið bleiv
gjørt vid, kendi hann seg skyld-
ugan at fylkjast við teimum,
sum vildu broytingar í okkara
samfelagsviðurskiftum.
Tá var eingin javnadarflokk-
ur, og kendi hann seg tí at byrja
við at hava lættast við at stuðla
sjálvstýrisflokkin, sum so
mangir aðrir unglingar tá, men
seinni kom hann so at virka
aktivt í javnaðarflokkinum.
Hann sveik á ongan hátt tað
álit, menn sýndu honum í 1966
við at stilla hann upp, men bar
saman við ødrum flokkin fram i
sunnara helmingi av Suðuroy,
og tey 8 árini hann sat á tingi, lá
hansara partur ikki eftir, hvorki
í sakligum gerandisarbeiði ella
tá umráddi at verja borg í orða-
skifti. Hann ferdi ein hvassan,
men sakligan penn og mátti ein
virða evni hans til at seta viður-
skiftini greitt á bás við fáum
orðum.
Javnaðarflokkurin valdi Palla
at virka í stjórnanini av húsa-
lánsgrunninum, og gjerdi hann
her eitt gott arbeiði.
Seinnu árini merkti bilandi
heilsa Palla, hetta skerdi ikki
vilja hansara at virka .og taka
lut, men hóast tað mundi sjúkan
mangan níva hann, so hann ikki
rokk so langt, vilji hansara vildi,
men við okkara alnamáti var
hansara lutur so avbera stórur
kortini.
Vit drípa hevur í virðing, nú
skilnaður við ein starvsbróður
kom fyri.
Minnið um Palla og virki hans
vil liva hjá okkum, og fremst hjá
hvørjum vågbingi, sum hevur so
nógv gott at minnast í samband
við Palla í Teðuni.
Kjolestoffer
Sþ Polyester Jersey
100 "', strygetn
i sidste nye
mønstre og farver,
Dnekte fra væv
til Dem fra 24. -
kr. pr. Mm. moms
og porto. Bredde
140-150 cm
Prøver og farvekatalog sendes ved
modt. af frankeret svarkuvert (90 øre)
Fabrikant J. Nørgaard
Bædgade 83 - 7441 Bording - Tf. 06-86 1219
Á x
+
KLAKKSVÍKAR.
"TIMBURHANDIL?
Pf. J. F. KJØLBRO
Þ