leygardagur 1. mars 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 17 — 1. mars 1975
sosialurin
Síða 5
Menn vænta blóðbað í Spaniu
tá Franco doyr
Høgrakreftirnar umgyrdar av
pengamonnum og ófriðar-
kroppum royna at verja um
stødu sina
Teir eru bangnir fyri skotbar-
daga, hernadarligari uppileggjan
og ræduligum gøtubardøgum, tå
Franco generalur og einarædis-
harri verður borin út sum lík úr
Pardo borgini í Madrid. Franco-
stjórnin føddist í blóði, har fleiri
enn ein milj. menniskju lótu lív.
Tann dagur fer skjótt at koma,
tá Franco-stjórnin fer at hverva
í blóði.
Flokt viðurskifti
Allastaðni í Spaniu er leikpallur-
in merktur av kúganum og fløkj-
anum, júst sum í Portugal, áð-
renn tað eydnaðist monnum at
kollvelta kúgingarveldið, sum
stýrt hevði landinum í næstan
tvey ættarlið. Henda kollvelting
vardi bert fáar tímar uttan nak-
að blóðbað. Tað, sum hendi í
Portugal, er til almikla styrki
fyri andsteðuna í Spania.
Men eisini hegrakreftirnar
hava lært av menningini í Port-
ugal. Tær vilja ikki missa land-
ið, sum tær halda seg hava eink-
arrætt at stýra — høgrakreftir-
nar hava nógv vápn — tað hevdi
fyrrverandi portugisiski eina-
ræðisharrin, Marcello Caetano,
ikki. Vandin fyri at høgrakreft-
irnar fara at gera um seg vid
einum blóðbaði til tess at verja
stødu sina, er øktur.
Folkauppreistur
Ein landsumfatandi bylgja av
verkføllum og politiskt grundad-
um handtøkum vitna um ein
fólkauppreistur. Arbeiðarar,
sjónleikarar, prestar og rithev-
undar verða í hesum døgum
pýndir í sponskum fongslum.
Verksmiðjur og lærustovnar
eru stongd av myndugleikunum.
Og á hægri stigi royna politikar-
ar, ríkfólk og hernaðarligir leið-
arar at líta inn í framtíðina við
bindi fyri eygað. Millum tær
týdningarmestu samansverjing-
arnar um valdið í landinum eru:
1. Fuerza Nueva-fólkið, ið eru
facisthugsjónarmenn, umgyrdir
av peningavaldi, vardir av ein-
um ófriðarbólki, ið kallar seg
»partisanar Krists«. Harnæst
i» %
hevur hesin bólkur aftanfyri seg
„Fjórðu kommando Hitlers<, og
hevur gott samband við general-
ar sum Perez Vineta, Garcia Re-
bull og Iniesta Cano. Ein kvett-
roynd frá hesum bólki vil føra til
eitt hograsinnað stýri.
2. Hin virðisligi høgraflåin er
savnaður saman um fyrrverandi
ráðharrarnar lribarne, Silvia
Munoz stuðlaður av hinum
kongsvinsama José Areilza.
Høvudsmadurin í hesum bólki er
hin sjálvfróði Farga, sum í let-
uni er sendiharri í London.
Hesin verður mettur sum leiðari
av eini fyribilsstjórn eftir deyða
Francos.
3. Centrum-vinstra bólkurin
fevnir víða, og politiska stødan
hjá hesum bólki er ring at meta
um. Ein av leiðarunum er Man-
uel Diez-Alegria, sum bleiv frá-
koyrdur úr starvi sínum orskað
av at hann hevði staði í samband
við kommunistaleiðaran Santi-
ago Carillo. Tarancon kardinalur
úr Madrid er eisini ein fram-
standandi limur í bólkinum.
Kardinalurin beyð Juan Carlos
prinsi til degurða í fjør saman
við nøkrum heryvirmonnum.
Hetta hendi, meðan Franco var
sjúkur. Helst hava teir tosað um
at fáa fólkaræði sett á stovn.
Prinsurin takkaði fyri seg og
segði aftaná at hann var boðin til
at luttaka í einum statskvetti.
Centrum-Vinstra stendur annars
í samarbeiði við
Framhald á síðu 8
Á myndini sæst ein baskiskur partisanur til reiðar við eini maskinbyrsu
stubbar uttaneftir
14 fólk særd
av bumbuspreinging
14 fólk vórðu særd, tá ein
bumba brast á einari ølstovu í
einum katólskum býarparti í
Belfast hóskveldið. Fleiri av
teimum særdu komu álvars-
liga til skaða, sigur politiið,
og ein kvinna verður hildin at
hava mist bæði beinini.
Fyrr um dagin varð ein 19
ára gamal katolikkur dripin í
einum ødrum býarparti í Bel-
fast. Tann 19 ára gamli Hugh
Ferguson var formaður í
irska republikanska sosialist
aflokkinum. Hann varð skot-
in i hevdið.
Nyggir rådharrar
i Portugal
Tveir portugisiskir flotaoffi-
serar hava nu fingid størv
sum åvikavist verju- og tid-
indarådharrar.
Roknað verður við, at
hetta kann fara at føra við
sær, at Antonio Rosa Cout-
hinhos, sum er kendur fyri
liberalu áskoðan sína, um
ikki so langa tíð aftur fer at
verða stjórnarlimur í Portu-
gal.
SS-offiserar
ákærdir
Almenni åkærustovnurin í
Køln hevur reist ákæru ímóti
10 fyrrverandi SS-offiserum
fyri morð. Teir arbeiddu allir í
konsentratiónsleguni Mai-
danek sunnan fyri Warzawa,
har umleið ein kvart miljón
fólk hvarv undir seinna
heimsbardaga. Rættar-
gongdin, sum byrjar í Dúss-
eldorf í summar, væntast at
vara í eitt ár. 200 vitnir skulu
luttaka í rættargongdini.
Vaksandi samhandil
við Afrika
Sovjettiski samhandilin við
Afrika er í 1974 10 prosent
størri enn árið fyri. Vøksturin
fellur serliga á Egyptaland,
Marokko og Algeriið. Hesi
lond eru størstu handilsfelag-
arnir hjá Sovjetsamveldinum
í Afrika.
Sovjettiski útflutningurin
hevur serliga umfatað mask-
inur, útgerð til orkuverk,
jarn- og stålverk, maskin-
verksmidjur og vatnveiting-
arverk til landbúnaðin. Sov-
jettiski innflutningurin hevur
verið vanligar afrikanskar
útflutningsverur.
Biðja um
fullan limaskap
Grikkaland fer innan árslok
at søkja um fullan limaskap í
Felagsmarknaðinum, siga
tíðindi. Stjórnin har í land-
inum roknar við, at limaskap-
ur fæst, og at hann fær gildi
beinanvegin.
Lægri kursur
Iran setti hósdagin kursin
niður á dollaranum, so at
hann bleiv lægri í mun til
tann á írska rialinum. Hetta
varð gjørt orsakað av dollara-
kursfallinum á alheims gjald-
oyrismarknaðinum
Ein snúðin
hátalari
Yasser Arafat, sum er leiðari
í palestinsku frælsisfylking-
ini, sigur, at amerikanski utt-
anrikisrådharrin, Henry
Kissinger, er ein snúðin hå-
talari. Yasser Arafat tók so-
leiðis til í einari samreðu við
rómverska tíðarritið Tempo
herfyri.
— Kissinger roynir at
virka fyri at spjaða arabiska
heimin, sigur Yasser Arafat.
Hann leggur aftrat, at ávarð-
ingarnar frá Kissinger um at
nýta hermegi fyri at fáa arab-
isku oljukranarnar at lata
meiri, ongan týdning hava.
Elsta kvinnan
deyð
Hlaf Lazuria, sum
hildin at vera elsta kvinnan í
heiminum, er deyð í Kutol í
Kaukasus. Hon var 140 ara
gomul. Sambært sovjettisku
tíðindastovuna TASS átti
Lazuria meiri enn 100 ommu
børn, sum øll arbeiða í Kutol
verður
Fangar latnir
leysir
Fleiri hundrað politiskir fang-
ar eru seinastu dagarnar latn-
ir leysir í Suðurkorea eftir at
forsetin har, Park Chung
Hee, við eina fólkaatkveðu
hevur fingið álitisváttan frá
fólkinum. Nógvir av teimum
leyslatnu fangunum siga, at
teir hava verið pýndir.