Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 17 — 1. mars 1976 Føroysku bryggjaríini hava heitt á landsstyri um at sleppa at bryggja sterkari øl — Hví fáa vit ikki loyvi at framleiða tað voru, sum føroyingar vilja hava, tá sama vera verður innflutt í óavmarkaðari nogd, spyr stjórin á Restorffs bryggjarii í Havn, Andreas Restorff Bryggjariini Restorff i Havn og Føroya Bjór i Klaksvík hava sent umsókn til landsstýrið um at sleppa at bryggja sterkari øl, sigur Andreas Restorff, stjóri á Restorffs bryggjarinum i viðtalu vid Sosialin. — Vit hava søkt um at fåa verandi alkaholmark fyri bryggjan av øli økt ur 2,25 vekt pst. upp i 3,75 vekt. pst., sum svarar til styrkina å innflutta ølinum »Grøn Tuborg« og »Hof« — Eftir okkara metan er ikki neyðugt at broyta núgaldandi rúsdrekkalóg sum heild um so er, at landsstýrið gevur okkum loyvi til at bryggja sterkari øl. Spurningurin snýr seg um, hvørvitt føroyski idnadurin skal hava somu rættindi i Føroyum sum útlendski idnadurin longu hevur. Hvi kunnu vit ikki fåa loyvi til at framleida ta vøru, hesum tangunum verður elið gerað sum Feroyingar ynskja, tá sama vera verður innflutt í óavmark- aðari nogd? spyr Andreas Res- torff. Somu avgjalds- skipan Uppá fyrispurning um, hvussu avgjaldsskipan v.m. av sterka ølinum skal skipast, um so er, at loyvi verður givið, sigur Andre- as, at bryggjariini hava skotið upp, at treytirnar fyri selu av hesum føroyska ølinum kundu verið tær somu sum fyri innflutt øl, t.v.s. at legitimation og skattaváttan verða framvist, tá ølid verður útflýggjað. Føroysku virkini útihýst — Eg kann upplýsa, at í 1973 var ølinnflutningurin til Føroya 3.445.700 fløskur. Tey føroysku bryggjariini framleiddu i sama tidarskeidi 3.732.000 fløskur av veikum øli. Tad er sostatt ein heilt stórur marknaður, sum fer- oysku virkini eru útistongd frá, sigur Andreas Restorff og leggur aftrat, at meira enn 90 pst. av eini øl er vatn, og hesa råvøru eiga vit nóg mikið av i Føroyum. Meira arbeiði — Um so er, at vit fáa loyvi at Andreas Restorff: — Hví kunnu vit ikki fáa loyvi til at fram- leiða ta veru, sum føroyingar ynskja, tá sama vera verður inn- flutt í óavmarkaðari negd? Í letuni starvast 14 fólk á Restorffs bryggjarii. bryggja sterkari øl, kunnu vit økja um talið á starvsfólki okkara upp í minst tað dupulta. Oll tól til framleiðslu av sterkari øli Andreas Restorff sigur, at bryggjariid í Havn hevur øll tey tól, sum krevjast til framleiðslu av sterkari øli. — Okkum tervar bert loyvi frá myndugleikunum. Víking øl væl- umtókt Í desember mánaði í fjør fór Restorffs bryggjari undir fram- leiðslu av einum nýggjum elslagi — Víkingur. Uppskriftin til hetta elslagið er partvis fingin til vega úr Vesturtýsklandi og Danmark. — Vit hava eisini sjålvir gjørt royndir at fáa øli3 at smakka eins og Hof og Gren Tuborg, og er úrslitið: Víkingur. Tó er hetta ølid ikki líka sterkt sum Hof og Grenur Tuborg. Ølsølan vaksin við 120 pst. — Hitt sterka innflutta ølid, sum verður selt á nærum hverj- um getuhorni, hevur skapt okk- um stórar trupulleikar. Inn- flutningurin av sterka ølinum er minkandi. Menn meina, at før- oyska ølid er betur. Her kann eg viðmerkja, at føroyska elið er eisini bíligari enn hitt danska. Síðani vit fóru undir at framleiða »Vikingin«, er ølsølan vaksin vid 120 pst. i januar mánaði i år í mun til sama tidarskeid i fjør, og ber hetta prógv um, at fólk eru nøgd við nýggja ølslag okkara, sigur Andreas Restorff. A myndini síggjast frá vinstru Ferber bryggi- meistari, Ossur Peturson, virkisleiðari og Andreas Restorff, stjóri